Kári P 70
/Ein tokutan týsdag í sjeytiárunum gekk eg leiðina av Lützenstrøð oman í plátuhandilin yvir av Smæruni. Eg minnist ikki hvat hann æt, var tað Radiohandilin og var tað kanska fríggjadag? Nåh, men eg hevði pengar í lummanum og í staðin fyri sum vant at fara í Smæruna at keypa mær hindbersaftpulvur, sneiddi eg til høgru inn í plátuhandilin. Eg minnist ikki hví, men eg minnist týðiliga eina kurv við einum bunka av smáum plátum, sum vóru í einum húsa við nógvum svarthvítum myndum á. Eg keypti plátuna, sum onkur Debess & Petersen hevði gjørt. Eg veit ikki hví, men tað var eitt gott keyp, tí ljóðsíðan vísti seg at vera akkurát líka pinnpakkað av innihaldi sum myndasíðan. Eg lurtaði eftir sangunum og lærdi teir so mikið væl uttanat, at tað mesta situr enn. Serliga dámdi mær heitislagið Mitt í eini meining - tað var fyri meg ein føroyskur variantur av A day in the life hjá Beatles. Seinni, tá vit gingu í Hoydølum, var ikki minst Gullkálvavalsurin ljóðtapet kring ballaríið og lestrarárini, tá Langabrúgv longdist av longsli lógu Vælferðavísur á plátuspælaranum. - Hóast Mitt í eini meining ikki var mín fyrsta pláta, so var hon fyrsta plátan, sum eg sjálv keypti. Tað hevði týdning, tað hevur týdning og í dag, 22.august fyllir ein av teimum síðhærdu á plátuhúsanum runt. Kári Leivsson eitur maðurin, sálarfrøðingurin og listamaðurin, sum vit í listahøpi kenna sum Kára P(etersen). Útgávulistin hjá honum er ikki stórur í nøgd, men um vit hugsa um dygd og týdning, so fyllir Kári P ótrúliga nógv í okkara tilvitsku. Og tað er helst ein orsøkin til, at hann fyri tíggju árum síðani fekk Mentanarvirðisløn Landsins.
Ein fyrimunur, sum troubadurar hava fram um t.d. yrkjarar er, at teirra list kann framførast í útvarpi og tann vegin breiðast út til fólkið. Tá so sangir sum Kalli Katt ella Sálarhirðin verða tráspældir, verða hesar lagnusøgur varpaðar út í køkar og stovur, so at sjálvt eitt lítið barnahøvd fær við, at eins egna púra vanliga nútíðarføroyska tungumál eisini kann brúkast at lýsa lagnur og samfelag við - enntá so at tað situr og ber uppá rím bæði hendanvegin og hin ”minnist tú hitt kvøldið, tá vit í berúsilsi søgdu hvat vit føldu” ella ”sum slímharður sannleiki skreiðir um svingið”. Hesar reglur vóru nokk so væl slitnar í húgvuveitslunum. Tá meistaraverkið, Hinumegin Ringvegin, kom út í 1991, átti eg heiðurin at syngja tvær reglur í Ringulrímu. Tað var fantastiskt og eg eri enn pávastolt av at vera við har.
Ivin er drívkraftin hjá listafólkinum, heldur Kári P í eini útvarpssending frá 1992. Hansara tekstir liva í glæmuni av hesum leitandi opinleikanum, ivanum og trúnni uppá menniskjað í sjálvum sær við øllum tess lýtum og veikleikum ”hinumegin ringvegin logar leiðarljós/ ljódliga atdráttarmegin rættar okkum kós/ og tú spyrt hvar vegur endar og eg veit bert eittans svar/ alt byrjar her við mær og tær hvønn nývaknaðan dag”. Í áðurnevndu útvarpsupptøku sigur Kári P ”Um mínir sangir kunnu kallast skaldskapur ella ikki, tað haldi eg at eg fari eg yvirlata til onnur at døma um, tey, sum njóta hesar sangirnar, tí eg havi havt tað áskoðan, at tá í tú gevur nakað út, so hevur tú latið tað frá tær og yvirgivið tað til onnur at eiga” – Túsund takk fyri, Kári P og hjartaliga til lukku.