Tíðarbærur summarferiulesnaður mitt í hesi krónutíð
/Bókin Mitt í hesi krónutíð er upplagdur summarferiulesnaður. Tað uppdagaði eg úti í sólini fyrr í vikuni, tá eg sat og las í nýggju bókini hjá Hinum Føroyska Skjaldraveldinum, sum er alter ego hjá rithøvundinum Carl Jóhan Jensen. Tí bókin myndar ikki ta somu krevjandi heildina sum ein skaldsøga ella yrkingasavn - hon er eitt savn av stuttum og longri dagbókakendum tekstum, ið eru skrivaðir frá jóladegi í fjør fram til páskadag í ár. Tú kanst bæði lesa tekstirnar í tíðarrøð frá byrjan til enda, men tað ber eisini væl til at blaða aftur og fram í bókini. Tíðarbæri dámurin er serliga áhugaverdur hjá okkum tíðinda-narkomanum og multitaskum, ið helst lurta og hyggja at fleiri rásum í senn, alt meðan vit lesa og skriva.
Av allari list í øllum tíðum man samtíðarlistin vera mest hugtakandi. Henda hættisliga listin full av lýtum og ivamálum, ið enn ikki hevur lagt seg á eina ávísa hill ella er vorðin kategoriserað ella góðskustemplað á nakran hátt. Herliga kenslan av, at her kann alt henda. Gott sum ringt. Samstundis er tað samtíðarlistin, ið fær okkum at hugsa heilt nýggjar tankar og har hóma ymiskt, sum vit ongantíð hava hugsað áður.
Tørvurin at føla nútíðina og uppliva hana í journalistiskari og listarligari viðgerð er ikki minkaður við árunum. Nú eri eg eisini farin at hyggja at sendirøðum á ymsum stroymingstænastum – ikki tí, at tær, sum síggjast á DR og KVF er nógv verri, men tí tær ofta eru so ómetaliga óaktuellar antin tær eru søguliga vinklaðar ella bara kriminellar. Leygarkvøld situr mann tungt í sofuni meðan John Barnaby ella er tað Tom uppklárar morð nummar sjeyhundraðogsjeyogtjúgu í teirri lítlu og skjótt minkandi Midsomerbygdini, meðan varhugin av at hava sæð hetta fyrr vaksur og ørkymlar. - Nei, so er tað eitt sindur minni støvut á Viaplay ella hvat tað eitur, har eg beint í løtuni hyggi at eini røð, sum m.a. lýsir ávirkanina, valið av Trump hevur á amerikanska samfelagið. Eg veit ikki hvussu góð tann røðin er, men í øllum førum er hon tíðarbær og snýr seg um heimin her og nú. Og júst tað sama er galdandi fyri bókina Mitt í hesi krónutíð, hvørs fleirtýdda heiti sæst avmyndað á permuni, har krúnuvirussurin umbroytist til eina danska krónu við Margretu drottning. Tí pengar mala klótuna runt - eisini í hesum døgum.
Hitt føroyska skjaldraveldið sá dagsins ljós á Facebook í 2009 í sambandi við, at fyrsta sonvenda nýskjaldrasavnið kom út, sum æt Fótatraðk. Skjaldraveldið hevur ikki sjáldan lisið upp á fólkafundi á Doktaragrund og tykist annars serliga virkið, tá Fólkaflokkurin situr við maktini.
Bókin, ið hevur undirheitið Ein fáveldisdagbók, byrjar sum eitt sorgarkvæði hjá einum vónbrotnum veljara, ið harmast um sonevnda fáveldið, har landsins virði verða býtt út millum fáar reiðarar at ráða yvir. Hetta evnið er afturvendandi og sæst m.a. í byrjanini av dagbókstekstunum, sum flest allir eru bygdir upp eftir einum føstum leisti, har byrjað verður við at staðfesta veður og vind og vikudag og við eini nýggjari tíðarrokning, ið er grundað á byrjanardagin hjá nýggju samgonguni. Umframt Carl Jóhan Jensen og Skjaldraveldið er eisini ein triðja rødd við í bókini – tað er íspegilin, sum leggur aftrat tí skrivaða við stuttligum og fløtum yrkingum. Tað fleirræddaða er afturvendandi í skaldskapinum hjá Carl Jóhan Jensen, ið er rættiliga fjølbroyttur stílsliga. Har er t.d. langt ímillum logandi ekspressiva og í støðum kryptiska málið í t.d. Eg síggi teg betri í myrkri og so eyðskilda málið í Mitt í hesi krónutíð.
Sum samfelagsviðmerkjari er Carl Jóhan Jensen partískur – eingin kann ivast í, at høvundurin er eldhugaður tjóðveldismaður við sosialistiskari sympati og borgarligari (serliga fólkafloksligari) antipati. Sambandið heldur hann so lítið um, at tess tingfólk umframt at verða hildin til gjøldur næstan eisini verða lýst við einum slagi av samkenslu.
Samanumtikið er Mitt í hesi krónutíð ein sera undirhaldandi bók, ið snýr seg um ymisk aktuel samfelagslig og mentanarlig evni. Facebookvinir hjá Carl Jóhan Jensen hava kanska lisið tekstirnar áður - tað havi eg og eg má siga, at eg ivaðist eitt sindur um hesir løtubæru tekstir fóru at hóska til eina bókaútgávu, ið jú er ein meira støðugur miðil enn tann talgildi. Og tað kann væl vera, at tú sum lesari troyttast eitt sindur av endurtøkunum í tekstunum, sum flest allir byrja við ljóðorðinum ”hmm” og enda við eini snaring av flegmatiska orðatakinum um at ”livst so spyrst”, sum Carl Jóhan Jensen longu í blaðnum Fregnum vendi við til tað meira aktivistiska ”spyrst so livst”. Men eg hugsi, at ljóðorðið ”hmm” verður brúkt bæði fyri at fáa tekstin óhátíðarliga talimálsligan og fyri at vísa á eitt hugsunarsamt skjaldraveldi, sum soleiðis hissini skrivar hvat hann hugsar.
Tað áhugaverda við hesi bókini er, at hon gjøgnum ymishættaðar eygleiðingar og í brotum gevur lesaranum eina hóming av teirri samansettu heildini, sum er okkara samtíð. Hetta hevur verið og er ein serlig og ørkymlandi tíð, ikki minst við alheims farsóttini, sum vit í fyrstani skúgvaðu til viks, men sum síðani er vorðin høvuðstíðindi eisini her í Føroyum.
Sum politiskur viðmerkjari og satirikari er Carl Jóhan Jensen stuttligur og beinrakin, men bókin er kanska mest áhugaverd í teimum av tekstunumm, ið ikki beinleiðis prædika fyri teimum frelstu, men sum lýsa aðrar partar av samfelagnum. Ikki minst eru eygleiðingar og hugleiðingar, ið eru tengdar at ymiskum bókmentaligum og listaligum, áhugaverdar. Bókin er løtt men hon er skrivað við sosialum rótfesti, vitan og tyngd, ið gevur lesaranum eina lítið hugaliga hóming av einum kaldligum tíðarráki, merkt av vantandi atliti til okkara gomlu medborgarar, minkandi samhaldsfesti og vaksandi ójavna.