Status Quo - Ólavsøkuframsýningin 2020

115745085_606347220301704_1041959336998921259_n.jpg

Á Ólavsøkuframsýningini 2020 eru fleiri góð verk umboðandi bæði eldri og yngri listafólk í Føroyum. Teir tríggir fínu, litríku, náttúrutulkandi málningarnir hjá Bárði Jákupsson hanga sera væl á grámálaða norður-vegginum. Niðri í salinum hanga verk hjá nøkrum av okkara royndastu málarum sum áðurnevndi Jákupsson og hjá Zachariasi Heinesen og Arnold Vegghamar saman við spírum, sum leita eftir eini egnari listaligu leið. Her eru lærd og leik, ung og gomul. Tað er sum tað eigur at vera á ólavsøku.

Málningarnir hjá Finleif Mortensen eru tó heldur øðrvísi enn teir plaga at vera. Abstraktir og kaotiskir og líkjast ikki málningunum hjá Zachariasi Heinesen hesa ferð. Zacharias Heinesen framsýnir fimm málningar, harav fleiri eru merktir av einum serstøkum pastelkendum litavali og ljósi, ið vísir impressionistiska alsk málarans til ljósárin.

Fleiri av framsýnarunum hava tikið atlit til temaið á framsýningini, sum er tann globala støðan í løtuni. Turið Teitsdóttir framsýnir smáar naivistiskar vatnlita- og tusjmyndir við heitum sum Vónloysi, Reinføri, Stúran og Einsemi. Hetta eru góðar og inniligar myndir, ið hanga eitt sindur ófantaligt og skeivt í bíligum rammum - tær kundu eins væl verið framsýndar uttan rammu. Fleiri onnur framsýna áhugaverd verk, m.a. Gwenaél Akira Helmsdal Carré, Marianna Beritardóttir Egholm, Tove Durita Askham, Jana Jonhardsdóttir, James Paul Clarke og Kirstin Helgadóttir. Summi teirri høvdu notið gott av um hjúklað var um teirra listarliga áhuga, um tey fingu hjálp at finna sína egnu leið í listini og um myndlist var sett á skrá í Listaútbúgvingini á Setrinum. Eingin ivi er um, at alstórur tørvur er á myndlistarligari útbúgving og umhvørvi í Føroyum.

Ólavsøkuframsýningin 2020 er sum heild væl skipað og sera ruddilig við denti á kommersiella list, tvs. list, sum kann seljast og keypast. Tað av sjónvarpinum sera gjølliga formidlaða verkið hjá Ole Wich við fleirtýdda heitinum, Løsslupne Præster er sett upp ymsastaðni uttanfyri Listasavnið.

Við fáum undantøkum er tað mesta á Ólavsøku-framsýningini annars tveydimensjonal myndlist, málningar, tekningar ella steintoyslutir, sum fólk kunnu hava hangandi ella standandi sum prýði. Eingin ivi er um, at kuratorurin, Annika á Lofti hevur stýr uppá sína framsýning. Í útvarpinum greiddi hon frá, at hon í síni kuratering hevur lagt dent á kommersiella list til tess, at Listafelag Føroya skal fáa nakað av peningi burturúr, sum tey kunnu keypa list fyri. Eg eri ikki greið yvir hvørt hetta er sambært ynski hjá Listafelagnum ella tað er kuratorurin sjálv, sum hugsar hendan vegin. Men við einari tílíkari rættiliga opinskáraðari kommersialismu skrivar Ólavsøkuframsýningin 2020 seg inn í aktuella rákið við upplivingar-búskapi og ferðafólkaídnaði, sum tíverri eisini hómast í Listasavni Føroya, har føroysk list í støðum verður miðlað við einum heldur foreinklandi ferðafólka-perspektivi.

Fleiri áhugaverd listafólk sýna fram á Ólavsøkuframsýningini, t.d. Hjørdis Haack, sum er ein framúr dugnaligur listamálari. Hennara málningar við heitinum Behind hava ein at síggja til konseptlistarligan vinkul, ið hevur við sær, at málningaflatarnir eru málaðir næstan heilt yvir við ráhvítari máling, so at bara partar av einum landslags/bygdamotivi hómast í rípum. Eg haldi eg skilji ætlanina hjá listakvinnuni, men tað er kortini spell, at Haack á henda hátt arbeiðir móti sær sjálvari - hon er heilt einfalt áhugaverdari málari enn konseptlistafólk.

JUST THE WAY IT IS - Randi Samsonsen hugleiðir um Status Quo ella støðuna, sum hon nú einaferð er við tveimum verkum, ið umframt tilfarsligt velourblídni eisini hevur eitt sjangruspæl koyrandi onkrastaðni millum tveydimensjonala málningalist, skulptur og design. Hetta hevur yvirhøvur ikki nakað sum helst við føroyskt ullavirki at gera og er meira í familju við altjóða listarák. Tað sama er galdandi fyri installatiónir við lutum í búrum, sum hjá Rannvá Holm Mortensen verða til søgur um innilæst kvinnulív.

Ólavsøkuframsýningin heldur áfram í Listasavni Føroya til 16.august.

*Av tí, at ein sikkring var farin í einum videospælara, sá eg ikki verkið hjá Jens L.Thomsen

Arnold Vegghamar

Arnold Vegghamar

Finleif Mortensen

Finleif Mortensen

Hjørdis Haack

Hjørdis Haack

Hjørdis Haack - brot

Hjørdis Haack - brot

Rannvá Holm Mortensen

Rannvá Holm Mortensen

Alma á Lava

Alma á Lava

Brot úr framsýning

Brot úr framsýning

Tove D.Askham

Tove D.Askham

Rannvá Holm Mortensen

Rannvá Holm Mortensen

Randi Samsonsen

Randi Samsonsen

Elin Josefina Smith

Elin Josefina Smith

Zacharias Heinesen

Zacharias Heinesen

Bárður Jákupsson

Bárður Jákupsson