Google strikar allan danskan tónleik frá YouTube
/Sambært donskum miðlum ætlar Google at strika allan danskan tónleik frá YouTube. KODA umboðar donsk og altjóða rættindi fyri komponistar, sangskrivarar og tónleikaforløg, tá tónleikur verður spældur alment í Danmark, Grønlandi og í Føroyum. Hervið kann hugsast, at hóttanin hjá Google eisini umfatar føroyskan og grønlendskan tónleik.
Samráðingar hava verið eina tíð um eina felagsnorðurlendska avtalu, men verandi avtalur eru fyribils longdar. Sum treyt fyri fyribils forleinging av verandi avtalum er kravið frá Google nú, at upphæddin, sum YouTube rindar fyri brúk av tónleiki, minkar við útivið 70 prosentum. Hesum hevur Koda víst aftur og undrar seg í tíðindaskrivi um aggressivu og fyrilitarleysu framferðina hjá Google. - Tað er eingin loyna, at limir okkara í mong ár hava verið stak ónøgdir við gjaldsstøðinum hjá YouTube, skrivar Gorm Arildsen, stjóri í Koda í tíðindaskrivi og heldur fram, at tað somuleiðis ikki er nøkur loyna, at Koda hava verið aktivir fortalarar fyri eini uppgerð móti støðugu undirbetalingini hjá Tøknirisum sum Google.
https://www.koda.dk/om-koda/nyheder/google-fjerner-al-dansk-musik-fra-youtube