PESTIN & LISTIN
/Tóroddur Poulsen: Ólavsøka (2020)
Covid-19 er hvørki tann fyrsta ella tann síðsta sóttarplágan, sum hevur herjað her á foldum. Og meðan vit bíða eftir munagóðum koppingarevni, býðst høvi til at gera sær tankar um mentan og list og hvønn týdning hesi hava í eini sóttartíð.
Sóttirnar eru nógvar, vit hava hoyrt um svartadeyða, um sponsku sjúku, barnalamning, koppar, fuglakrím og so framvegis og allar hava tær havt størri og minni ávirkan á menniskjað í skiftandi tíðarskeiðum bæði heilsuliga og mentalt. Summar sóttir hava havt sannar slóðir av elendigheit og deyða í kjalarvørrinum. Hetta er eitt nú galdandi fyri svarta deyða, sum tók lívið av milliónatals menniskjum.
Jú, pestin er aftur aktuel í ólukkumát, krúnukrímið er afturíafturkomið her hjá okkum og tað so dyggiliga. Og meðan starvsfólk á sjúkrahúsunum og aðrastaðni við pota við sveittabroti og vit aftur síggja smittutalið kvinka uppeftir, vaksur kenslan av maktarloysi og angist. Tí hóast vit liva í einum á so mangan hátt priviligeraðum landi við góðari heilsuskipan og vælferð, so elvir sóttin til einsemi og ótta millum fólk. Og meðan vit við bivandi hjarta kaga inn á corona.fo at kanna tey týdningarmiklu tølini, sum í skrivandi stund – lov og tøkk – eru tvey vøkur og oval null, vaksur tørvurin á meining og samanhangi. Á útsagnum, ið onkursvegna kunnu viðgerða og greina okkum støðuna.
Føroya biskupur í SVF helt, at tíðin er at taka lógvatak (smb. Jóannes Patursson: Nú er tann stundin komin til handa/ á hesum landi,/ at vit skulu taka lógvatak saman/ máli til frama)
Frá politiskari síðu er tað ikki longur nóg mikið bara at mæla til frástøðu og minna á reinføri hvussu so stóran týdning hetta hevur. Móti mentala máttloysinum í kjalarvørrinum av aðru sóttarbylgjuni krevst andalig føði. Tí kendist tað styrkjandi, tá Føroya biskupur Jógvan Fríðrikson á sín serstaka fevnandi og humanistiska hátt í Degi&Viku gjørdi greitt, at vit øll eru í sama báti, sama um vit eru barrvørar, prædikufólk, LGBT´arar ella ólavsøkufólk. Biskupur er lærdur maður og sjálvt um hann ljóðar til at vera nokk so langt niðri á jørðini, tá hann prátar, er hansara boðskapur bókmentaliga grundaður á Jóannes Patursson, Kierkegaard, Bíbliuna og Luther við serligum atliti til Jesus og næstakærleikan - eitt óvanliga meiningsfult sjónvarpsinnslag var tað.
Brot úr La Peste eftir Albert Camus
Tá menniskjað verður tikið á bóli av álvarsligum sjúkum og sóttum, verður eisini hetta tulkað av listafólkunum. Og sjálvt um stórur munur er á bæði læknavísindi og heilsuverki nú og fyrr, er menniskjað enn grundleggjandi menniskjaligt. Hetta universalt menniskjaliga ger verk sum t.d. La Peste hjá Albert Camus viðkomandi í 2020. Verkið kom út í 1947 og var sum so ein viðgerð av fascismuni og øðrum veraldarbardaga, men allíkavæl raka greiningarnar av menniskjasinninum okkum í mun til farsóttarstøðuna í dag t.d. tá frásøgumaðurin staðfestir: ”Okkara kærleiki var framhaldandi har, púra ivaleysur, men hann var heilt einfalt óbrúkiligur, tungur at bera, óvirkin í okkum eins og lógarbrot ella fordøming. Tað var einki annað enn eitt tol uttan framtíð og ein bíðan uttan íhald..”.
Longu í miðøldini koma listarligar tulkingar av herjandi sóttum t.d. í kálkmálningum og í bókmentum hjá t.d. Petrarch og Boccacio. Vit kenna flest øll til myndir av deyðadansinum, dance macabre, har beinagrindir lystiliga troða dansin og ikki sjáldan er onkur ávarandi peikifingur uppií, sum minnir á óstøðugleika lívsins: ”Leikum fagurt á foldum/ eingin treður dansin undir moldum” ljóðar tað í kvæðinum”.
Í 1656 doyði meir enn helmingurin av fólkinum í Napoli av herviligari sótt. Italski barokkmálarin Salvator Rosa var persónliga hart raktur, tí sóttin tók fleiri av hansara systkjum og børnum. Í brævi til vinmannin Ricciardi lýsir Rosa máttloysiskensluna av at allur menniskjaligur kunnleiki er til einkis og kann gera tað sama. Sama ár málaði Rosa dapra málningin L'Umana Fragilita, ið viðger stokkuta og skroypiliga mannalívið. Málningurin er eyðkendur barokkmálningur - ein myrk og dramatisk lýsing av eini kvinnu við blómum og børnum. Tað skuldi verið ein ímynd av eydnu og fruktbari. Men myndin er full av óhugna og memento mori deyðasymbolum. Vinstrumegin blæsur ein drongur sápubløðrur – sápubløðran er eyðsýnt og ofta brúkt symbol fyri jarðartilveruna, sum hvussu vøkur hon tekur seg út, kann bresta hvørja løtu. Ein grínandi beinagrind við veingjum heldur í hondini á einum pinkubarni, ið verður tvungið at skrivað á eitt skjal lagnutungu staðfestingina: 'Conceptio Culpa, Nasci Pena, Labor Vita, Necesse Mori', ið merkir nakað tað sama sum, at gitnaður er ein synd, føðing er pína, lívið er stríð og deyðin neyðugur.
Í sóttartulkingum hjá øðrum gomlum meistarum sum Tizian og Poussin er tað somuleiðis ræðuleikin, deyðshóttanin og ávirkan deyðans á tey livandi, sum er í fokus.
Men um vit flyta okkum nærri okkara egnu tíð, málaði Edvard Munch eina sjálvsmynd, meðan hann var sjúkur av sponsku sjúku. Tað er listamanninum líkt ein djørv konfrontatión av einsemi og likamligum veikleika. At hann hevur opnan munn á myndini kemst møguliga av, at sjúkan rakti lungu og andaleið og gjørdi tað tungt at anda, men opni muðurin hevur í grundini sína egnu listasøgu t.d. í lýsingum av Kristusi á krossinum, har opni muðurin er visuelt tekin um pínu, ið er so ring, at hon má spýggjast út úr kroppinum. Mikines, sum hevði Munch sum fyrimynd, upplivdi tuberklarnar sum eina sótt, og hansara myndevni í 1930´unum eru í stóran mun myndir av sorgini, ið stóðst av teimum mongu andlátunum í kjalarvørrinum av hesi ringu sjúku. Eitt av høvuðsmyndevnunum hjá Ejnar Nielsen, lærara Mikinesar, var somuleiðis deyðasjúk fólk. Hetta ljóðar kanska øgiliga syrgiligt, tungt og einstáttað, men er í veruleikanum fjølbroytt og listarliga áhugavert. Um vit t.d. hyggja at myndini hjá Mikines Fyri deyðanum (1940) er deyðin ikki eintýðugt negativt lýstur, men er kanska meira tað øvugta av tí, vit sambinda við lív. Her standa fólk kring eina song. Vit síggja ikki persónin, sum liggur fyri deyðanum, men hóma deyðan í tómleikanum og gulu ljósglæmuni ovarlaga í myndini.
Okkara núverandi plága, COVID-19 verður sjálvandi lýst í samtíðarlistini, bókmentum, sjónleikum osfr. Enn havi eg ikki sæð óhugnaligar, ekspressivar lýsingar av pínu og deyða og opnum munnum (uttan kanska í fotomyndum á Facebook, ið skulu ávara okkum um vandan í COVID-19. Gøtulistin er full av hetjulýsingum av sjúkrastarvsfólkum, parafrasurnar eru óteljandi, har Mona Lisa og øll møgulig onnur kend portrettmyndevni hava fingið munnbind, men annars tykjast samtíðarligar coronamyndir mest merktar av tómleika. Ein riðil av myndum av manntómum býum, torgum og gøtum, ið plagdu at vera tysjandi fullar av fólkum og lívi.
Paul Bloomer https://artnorth-magazine.com/paul-bloomer
Einsemi tykist eisini vera høvuðsevni sum í hugtakandi monumentalu myndini hjá Paul Bloomer. Hann hevði fyrr í ár framsýningina How Then Shall We Now Live í digitala framsýningarrúminum projectroom2020.org, sum ArtNorth-Magazine hevur stovnað orsakað av farsóttini. Bloomer er bretskur listamaður, sum í mong ár hevur búleikast í Skotlandi. Hann greiðir í framsýningarkataloginum frá, at hann eisini áðrenn sóttina hevur undrað seg yvir okkara livihátt, at vit dálka umhvørvið og ikki ansa nóg væl eftir hvørjum øðrum. Heitið á myndini av eini mannamúgvu við maskum, er sigandi í so máta “When we poison the air we poison our selves”.
Eisini í Føroyum eru dømi um samtíðarlist, ið snýr seg um sóttina. Á Ólavsøkuframsýningini hongur t.d. ein málningur hjá Tove Askham av einari gentu í føroyskum klæðum, sum hevur turriklæðið fyri munn og nøs sum smittuverju. Myndin er tíðarbær og áhugaverd orsakað av mótsetninginum millum høgtíðarhugnaligu klæðini og so smittuvandan. Vit síggja ikki munnin á gentuni, men eyguni eru víðopin og stúrin.
Tummas Jákup Thomsen 2020
Higartil hevur tónalagið sum heild verið lutfalsliga lætt og skemtiligt í teirri føroysku corona-listini, sum serliga tykist viðmerkja okkara verimáta og reaktiónir í mun til smittuna. Surrealisturin í Gøtu, Tummas Jákup Thomsen teknar stuttligar maskumenn, syrutar frástøður og lemjandi frástøður og einsemi.
Tummas Jákup Thomsen 2020
Tað er somuleiðis maskan, sum er útgangsstøði í coronaverkinum hjá Randi Samsonsen. Hon er annars kanska serliga kend fyri síni antropomorfu tekstilverk, sum hanga og standa eins og bundnir ella heklaðar standmyndir. Men Randi Samsonsen hevur eisini gjørt fleiri verk, sum á skemtiligan ella satiriskan hátt viðmerkja ella finnast at. Hennara groteska coronamaska er sett saman av tveimum pørtum, eini ljósari neutralari bakgrund, sum er heklað og so einum risastórum, reyðum, hyldligum munni, sum er fullkomiliga yvirdrivið herligur.
Randi Samsonsen 2020
Tað er somuleiðis tað groteska, ið merkir sóttarmyndirnar hjá Tóroddi Poulsen, ið fyri ólavsøku hevði framsýningina Armageddon og aðrar frástøður í Steinprenti. Fleiri av hesum vatnlitamyndunum og tekningunum minna í myndamáli um miðaldarmyndir við dansandi, grínandi deydningum. Eisini hevur Tóroddur Poulsen málað eina rúgvu av pizzamyndum, harav fleiri fáast við corona, so tað er so deiliga vemmiligt. Men fleiri av hesum myndum tykjast eisini framman fyri sína egnu tíð og lýsa t.d. ólavsøkuna sum eina bjartlitta smittufest, har alt kribblar og krabblar sum vit síggja á ovastu myndini.
Tjóðpallurin hevur framleitt eina langa røð av stuttfilmum um sóttina, og sum føroyskir høvundar hava skrivað, t.d. Trygvi Danielsen. Eg havi enn ikki sæð allar, men havi við stórari fragd lisið Mitt í hesi krónutíð við undirheitinum Ein fáveldisdagbók hjá Carl Jóhan Jensen, ið sum heitið bendir á, snýr seg um farstóttina. Bókin byrjar sum harmaljóð frá einum vónbrotnum veljara, ið harmast um sonevnda fáveldið, at landsins virði verða býtt út millum fáar reiðarar at ráða yvir. Dagbókatekstirnir, ið eru skrivaðir frá 25.desember 2019 til 12.apríl 2020, eru flest allir bygdir upp eftir einum føstum leisti, har byrjað verður við at staðfesta veður og vind og vikudag. Síðan verður dagfest sambært nýggju tíðarrokningini, ið er grundað á byrjanardagin hjá sitandi samgongu. Sum politiskur viðmerkjari og satirikari er Carl Jóhan Jensen enn sum áður stuttligur og beinrakin, men bókin er kanska mest áhugaverd í teimum av tekstunum, ið ikki beinleiðis prædika fyri teimum frelstu, men sum heldur lýsa aðrar partar av samfelagnum í eygleiðingum og endurminningum. Ikki minst eru hugleiðingar, ið eru tengdar at ymiskum bókmentaligum og listaligum viðurskiftum, sera áhugaverdar. Tó, at bókin hevur ein lættan tóna, er hon skrivað við sosialum rótfesti, vitan og tyngd, ið gevur lesaranum eina lítið hugaliga hóming av einum kaldligum tíðarráki, merkt av vantandi atliti til okkara gomlu medborgarar, minkandi samhaldsfesti og vaksandi ójavna. Nakað av tí mest áhugaverda við hesari bókini er hennara tíðarbærið. At vit saman við høvundanum uppliva hvussu coronasóttin stingur seg upp sum ein óviðkomandi skuggi fjart frá Føroyum og hvussu hon spakuliga vaksur, nærkast og gerst ein verulig hóttan eisini hjá okkum ella sum íspegilin orðar tað: Jú, snoddast tey angist og ivi,/ ið alt so forkrónað er blivið,/ nú sálirnar telva/ við deyðan og skelva/ og verðin øll ein fangaklivi// livst, so rópast…” (s.162 Mitt í hesi krónutíð).
Tummas Jákup Thomsen 2020
Tóroddur Poulsen 2020
Tóroddur Poulsen 2020
Tummas Jákup Thomsen 2020
Leik Holm: Virusdráp 2020 (parafrasa av Grindadrápi hjá Mikines)