Tvær framsýningar lata upp í Steinprenti/ Østrøm í dag

107462378_622620711687836_4641195094314545695_n.jpg

Í dag, leygardagin 11.juli klokkan 15-17 lata tvær framsýningar upp í Steinprenti. Í stóru hølunum uppi yvir Østrømhandlinum verður framsýningin Litbrá og í gallarínum hjá Steinprenti verður framsýningin Klaksvikaffærer Revisited. Rói Patursson setir framsýningarnar.

Litbrá tekur støði í føroyskari kolorismu, ið hevur staðið sterkt í føroyskari myndlist síðani Birgitta Johannesen málaði sínar sevjugrønu vatnlitamyndir av regnvátari náttúru og Niels Kruse stóð niðri á Møl á Eiði og málaði sínar sólsetursmyndir. Ruth Smith sá litirnar á sín heilt serliga hátt, sum enn hugtekur og nemur okkum. Sjálvt Mikines flutti seg úr dramatiska myrkrinum til litfagrastu kolorismu. Við á Litbrá framsýningini eru nøkur av okkara bestu samtíðarlistafólkum, ið ikki firnast megina í litunum. Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Torbjørn Olsen, Marius Olsen, Bárður Jákupsson, Anker Mortensen, Tróndur Patursson, Rannva Kunoy og Hanni Bjartalíð.

Við framsýninginini KLAKSVIKAFFÆRER REVISITED rør kendi danski listamaðurin Claus Carstensen aftur á evni í ymiskum verkætlanum, sum hann hevur havt í føroyskum listahøpi. Listamaðurin, ið so mangan hevur samstarvað við Steinprent og við føroysk listafólk, sýnir fram 56 spildurnýggjar kollasjur/assamblasjur, ið allar taka støði í listaverkinum KLAKSVIKAFFÆRER (2010). Ítøkiliga útgangsstøðið í hesum kompositiónunum er Merkið, ið er sett saman við myndum, yrkingum og ymsum tilfari. Samansettar myndir sum kollasjur kenna vit kanska serliga frá surrealismu og popplist, har myndir verða kliptar út og settar inn í ein øðrvísi samanhang, sum gevur tí avmyndaða ein nýggjan og kanska óvæntaðan týdning. Verkini hjá Claus Carstensen, sum í fleiri førum hevur brúkt fotomyndir hjá Ásmundi Poulsen, eru full av innihaldsligum og formligum tilsipingum og samanhangum millum myndaliðir og orð.

107535736_287357759043027_8555998342529540516_n.jpg
107530057_2606516262949265_5175852575437778690_n.jpg
107607117_476299353229796_1777308507788623973_n.jpg
107695646_862909944235588_6417038601480825421_n.jpg
Bárður Jákupsson .png
107549018_2632756187053114_1945252237088483126_n.jpg
IMG_4648.jpg