Standmyndaferð í Havn
/Fyri ein listmiðlara kunnu uppgávurnar vera ymiskar. Ofta er talan um ummæli og greinar, sum skulu orðast, men fríggjadagin fekk eg eina meira óvanliga uppgávu og høvi at fara eina standmyndarundferð við starvsfólkunum á Tjóðsavninum, sum samstundis var ein rundferð í føroyskari listasøgu. Standmyndaferðin, sum byrjaði við Móðirmálið (1948) hjá Janusi Kamban og endaði við Fagnaðartrænum (2024) hjá Edward Fuglø, var síðsti partur av starvsfólkatiltaki hjá Tjóðsavninum. Fleiri tílíkir minnisvarðar vóru í hópinum umframt tað fyrsta verkið, sum var gjørt til minnis um V.U.Hammarshaimb og hundrað ára minningarhaldið hjá skriftmálinum eins meðan síðsta standmyndin er til minnis um Andreu Árting og eitt fagnaðartræ til kvinnurnar.
Hetta var eitt áhugavert høvi hyggja eitt sindur neyvari eftir listaverkum, sum vit annars ofta ganga framvið í almenna rúminum.
Sjálvt um dømi um skulpturella list finnast í Føroyum í krossteinum og religiøsum figurum úr miðøld og renesansu, minnir gongdin innan modernaða føroyska standmyndalist um restina av føroysku listasøguni; vit komu seint í gongd og fleiri av teimum eldru verkunum eru skapt av útlendingum. Men standmyndalistin víkir kortini frá málningalistini í tøkni, týdningi, funktión og innihaldi. Skulu vit seta tað eitt sindur á spíssin, so hevur einki annað listaslag so tengt at og definerað av makt sum standmyndalistin. Av tí, at standmyndir ofta standa úti, má tilfarið tola veður og vind, tað ger t.d. bronsa, bronsa er sera dýr – hartil hava standmyndir í almenna rúminum eina lutfalsliga tunga prosess og skulu góðtakast av nevndum við politikarum uttan ta stóru listaligu ráðgevingina. Hetta er so ein orsøk til, at listalig menning ikki sæst so væl aftur á standmyndaøkinum.
Í einum atfinningarsamum íslendskum ummæli av einari føroyskari listaframsýning í 1999 stóð, at føroysk standmyndalist var á støði minnisvarða – okkurt um, at hon var tung, afturlítandi, heroisk, maskulin, konservativ, monumental. Tað var nokk so frekt skrivað, hildu vit, men kanska var tað ikki av leið. Føroysk myndlist hevur frá byrjan verið eitt ideologiskt tjóðskaparligt projekt – og hetta er í enn størri mun galdandi fyri tær dýru standmyndirnar, ið støðugt draga á konservativan bógv. Í londunum kring okkum hevur eitt ávíst lyndi verið til, at onnur listafólk enn tey, ið eru útbúgvin innan ta trídimensjonalu listina, gera standmyndir. Hetta hongur saman við gongdini hjá konseptlistini, sum støðugt hevur máað av handverkliga grundarlagnum hjá myndlistini. Tú kanst hugsa eina standmynd, tekna hugskotið, meðan onnur stoypa tað - hetta hevur í ein ávísan mun verið galdandi fyrr, tá t.d. leirstandmyndir hava verið stoyptar í bronsu á bronsustoyparí, men nú kann tilfarsliga frástøðan millum listafólk og verk vera enn størri. Júst av hesi orsøk kann tað undra, at listaligu gjøgnumbrotini í føroyskari list hesa øldina innan konseptlist, abstrakta list og nýmaterialismu ikki síggjast aftur í almenna rúminum.
Kinna Poulsen
Í góðum veðri í miðbýnum við ta merkiligu standmyndina hjá Janusi kamban maður og kona 1972
Brotamynd úr relieffmynd á basaltminnisvarðanum Móðurmálið hjá Janusi Kamban - ein vakur unglingi.
Ein mynd av netinum av Hans paula olsen við væl eydnaðu standmyndina við listasavnið 1990-92
norski listamaðurin kåre orud við skitsu til minnisvarða teirra sjólætnu í plantasjuni í havn 1956
Dansiringur á aðrari síðuni á Móðurmálinum - á hinari er søgusigarnin lýstur - tvær grundsúlur undir føroyska málinum eru kvæðini og søgurnar
fyrsta lýsingin við áheitan um at reisa Rasmusi Effersøe ein minnisvarða sæst í føroyskum bløðum beint eftir, at Effersøe doyði í 1916. Standmyndin kom í 1933.
Ein søgulig standmynd og monument fyri Andreu árting (2024) hjá edwardi fuglø - sum altíð við standmyndum var hendan nógv umdiskuterað, men hvussu er og ikki, er hetta ein standmynd, sum viðger eitt veruligt konubrot, sum verður lýst í klæðum sum vanligt (óvanligt) menniskja.
Teitur fær stóra danska mentanarvirðisløn
/Nú danski Wilhelm Hansen grunnurin í dag kunngjørdi hvørjir teir fimm móttakararnir eru, sum 18.november fara at fáa ársins Wilhelm Hansen mentanarvirðisløn, var føroyski Teitur millum móttakararnar. Tey fimm listafólkini (leiklist, dans, tónleik) fáa 200.000 krónur í part. Virðislønin er latin lista- og mentanarfólki á hvørjum ári síðan 1995. Tilsamans letur grunnurin 8 milliónir krónur til pallistafólk. Umframt Teitur eru ársins móttakarar: Jørgen Carlslund, Sophia Mage, Ina-Miriam Rosenbaum og Tine Rehling. Hjartaliga til lukku við heiðrinum.
Kelda: https://wilhelmhansenfonden.dk/
Tað er í Stokkhólmi, tað gongur fyri seg...
/Tað er í Stokkhólmi, tað gongur fyri seg. Tað sóu vit á viðtali við løgmann í Degi og viku mánakvøldið, har hann stóð í bláum blunkljósum í svenska høvuðsstaðnum og svaraði tunnilsspurningum. Ársfundur er í Norðurlandaráðnum, sum í hesum sambandi fer at handa sínar fimm háttvirdu virðislønir; barna- og ungdómsbókmentanarvirðislønina, filmsvirðislønina, bókmentavirðislønina, tónleikavirðislønina og umhvørvisvirðislønina og tvær av hesum verða sum kunnugt latnar føroyskum listafólkum. Hurrá. Sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendir frá tiltakinum, tey byrja at senda klokkan 16.50.
Bókmentavirðislønina fær Vónbjørt Vang fyri bókina Svørt orkidé og Sakaris Stórá o.o. fáa Filmsvirðislønina fyri filmin Seinasta paradís á jørð, Barna- og ungdómsbókmentanarvirðislønin fer til Svøríkis til Saru Lundberg fyri myndabókina Ingen utom jag. Tónleikavirðislønin verður latin íslendska klaverleikaranum Víkingi Ólafsson og umhvørvisvirðislønina fáa Grønne Nabofællesskaber í Danmark.
Brot úr ummæli av Seinasta paradís á jørð:
“..Kári er bæði ov ábyrgdarfullur og ov sjálvstøðugur til at fylgja rákinum í okkara tíð við andstyggiliga kravinum um æviga optimering og at vera besta útgáva av sær sjálvum (púff). Kári stríðir og strevast og eina løtu hugsar áskoðarin kanska sum gentan, honum dámar, at hann er “ov góður til hatta”, men spakuliga broytist hesin varhugi. Tað er mamma gentuna, leikt við fjálgari nærveru av Anniku Johannessen, ið staðfestir ta sannroynd, sum spakuliga birtist fyri okkum, at orsøkin til, at Kári heldur so fast í heimbygdini sum hann ger, hevur við kærleikan til ta deyðu mammuna at gera. Bygdin minnir hann um mammuna og Kári minnir bygdina um mammuna, tá hann gongur við konfirmatiónskortum. Ein rørandi ringrás av kærleika. Eisini sjálvt um hann ger tað við ringum tannabiti.
Í hesum filmi er kærleikin størstur. Ikki tann romantiski kærleikin við sínum egomaniska forelskilsi, men meira kærleikin sum fyribrigdi og lívstreyt. Tað er kærleikin millum systkin, kærleikin til heimbygdina og kærleikin frá mammuni, sum seyrar ígjøgnum øll løgini í filminum. Tá konurnar leypa á bláman, er tað sum eitt satt undur av vakurleika, av kvinnuligum hita og kærleika, sum vit uppliva gjøgnum eyguni á systrini, so at vit sansa hennara miss og missa ondina av samkenslu - Bjørg B. Egholm spælir so sannførandi, at vit trúgva uppá hennara persón. Ígjøgnum hana skilja vit næstan tann ófatiliga missin. Somuleiðis trúgva vit uppá Kára í fálátaða men kensluborna persóninum, sum Sámal H.Hansen myndar og koma eisini til at halda nógv av lívliga vinmanninum soleiðis sum Bjørn M.Mohr spælir hann. Tað er sum heild gott at uppliva so góðar leiklistagávur millum tey ungu (eisini Esther á Fjallinum) og at síggja, at okkara eldru sjónleikarar megna skiftið frá leikpalli til film og at alt filmskollektivið megnar sína uppgávu.
Nú eru nøkur ár liðin síðan síðsta filmin frá Sakarisi Stórá, ið framvegis er sum skaptur til at gera film. Tað ger hann aftur hesa ferð saman við fotografinum Virginie Surdej, hvørs myndamál næstan er vorðið eitt náttúrligt forleingilsi av hansara leikstjórapersona so at tað er ilt at siga hvar ein byrjar og hin endar. Eingin ivast kortini í, at Seinasta paradís á jørð er eitt filmsligt listaverk, sum skal upplivast í biografinum.
https://www.listaportal.com/tidindi/2025/4/11/ein-ringrs-av-krleika
“...Bogens magi opstår i mellem dens mange lag i kraft af dens fragmenterede karakter, der afspejler moderens fortvivlelse og angst for at miste sønnen, samt det uoverskuelige i projektet at finde en person, der ikke vil findes - I et interview i de færøske tv-nyheder tirsdag aften fortalte den nyslåede vinder af Nordisk Råds litteraturpris, at Sort orkidé bestemt ikke var nogen let bog at skrive. Bogen startede oprindeligt som en akademisk BA-afhandling, som Vónbjørt Vang skrev på kunstuddannelsen på Fróðskaparsetur Føroya (Færøernes Universitet). I løbet af den træge tekstskrivning begyndte hun at lave billedcollager som en form for kreativ overspringshandling. Det er en god beslutning, at disse billeder er medtaget i bogen, for de udtrykker meget af det uudsigelige, som bogen kredser omkring, den enorme kærlighed og den ufattelige angst. Collagerne er abstrakte med figurative naturglimt. De består alle af udklip fra to færøske naturvidenskabelige bøger. Den ene omhandler Færøernes geologi, imens den anden handler om planter, økosystemer og om sammenhængen imellem alt levende på jorden...”
https://www.dagogtid.no/kultur/ei-mors-historie/652171
Kinna Poulsen
Bárður Jákupsson í Steinprenti leygardagin
/Leygardagin 25.oktober klokkan 15 letur framsýning hjá Bárði Jákupsson upp í Steinprenti. Upplatingin skuldi vera fríggjadag, men er útsett vegna jarðarferð hjá ediliga menniskjanum og Steinprentvininum Hans Paula Strøm, sum nú fer at mangla so forferdiliga illa á ferniseringini. Hann hevði annars heilt vist møtt upp sum vant, tí hansara óvanliga rúmliga hjarta brendi eisini fyri listini.
Skalt tú lýsa listina hjá Bárði Jákupsson tørvar tær stórar handarørslur, men eisini rúkandi mótsetningar. Í hansara ljómandi myndum býr minnið um ein fagran summardag við mjúkum fleyri og summardáum, onkra aðrastaðni leggjast vit skerfløt á sjóvarstrond sum tonglar í brimi við veldugum tindum í erva. Talan er ikki um landsløg sum so, men um málarí; listaverk, sum Bárður hevur málað út frá kenslum og minnum um náttúruupplivingar. Bárður Jákupsson hevur eina heilt serliga støðu í føroyskari myndlist. Eg gleði meg at síggja hansara nýggjastu verk. Til várs kemur út ein bók um listamannin, sum verður lýstur í kringsýni av fróðarfólki. Hetta fara tit at hoyra nógv meira um í næstum.
Kinna Poulsen
Virðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønin eru handaðar
/Á hátíðarhaldi í Müllers Pakkhúsi vóru virðislønir M.A.Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønin handaðar. Elin á Rógvu, Marjun Syderbø Kjelnæs, Kinna Poulsen og Hans Tórgarð vóru heiðrað. Grundgevingar hjá virðislønarnevndini kunnu lesast her:
Elin á Rógvi
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2025 verður latin Elini á Rógvi fyri bókina Fornt.
Fornt er ein livandi nútíðarlýsing av barnalívinum. Ein spenningssøga, sum gongur fyri seg í veruleikanum og í tykisheiminum, og karmurin er telduspælið við sama navni, Fornt.
Heitið sipar til fornu sagnirnar, men speglar eisini navnið á telduspæli, sum nógv í Føroyum kenna. Fornt dregur og lokkar, eins og nykurin gjørdi fyrr. Sagnirnar gerast livandi, har børnini varnast ella jagstra.
Trupulleikin við skíggjum, ið eru stóra marran hjá foreldrum, verður væl lýstur. Høvundurin setir seg í støðuna hjá børnunum og teimum ungu, og samstundis fáa foreldrini eitt innlit, sum gevur teimum møguleika at skilja hesa ókendu verðina.
Við sagnverum í nútímans telduspæli byggir Fornt brúgv ímillum fortíð og nútíð. Kanska brúgvin fer at røkka inn í framtíðina, nú telduspælið er á føroyskum og gongur fyri seg í Føroyum.
Høvundurin leggur upp til at brúka føroyska umhvørvið og at samskifta á føroyskum.
Fornt er væl skrivað, og Elin megnar við einum livandi máli at byggja upp ein spenning, sum heldur fast í lesaran – til síðsta punktum.
Marjun Syderbø Kjelnæs
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir í 2025 verður latin Marjuni Syderbø Kjelnæs fyri skaldsøguna Marta Marta.
Høvundurin gevur svørt/hvítum myndum lit við erligum, rannsakandi lýsingum av menniskjum á tremur við vilja og óvilja, trauma og trúgv, og av einum lovaðum landi, sum ikki livir upp til øll lyftir.
Bókin leggur upp til, at vit hyggja við kritiskum eygum at tí, sum hevur mest at siga fyri okkum, og at vit tora at taka eina støðu, meðan vit alsamt eru opin fyri øðrum sjónarmiðum og øðrum søgum.
Ivin er tekin um eitt hugsandi menniskja, men eigur ikki at leggja okkum lamin í einum heimi, sum vit øll eiga lut í.
Kinna Poulsen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir í 2025 verður latin Kinnu Poulsen fyri bókina Í eygnahædd. Um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld.
Kinna Poulsen skrivar næstan dagliga um føroyska list. Hon skrivar við fakligari dýpd og persónligum broddi. Keðiligt er tað ongantíð. Áhugin logar í tekstinum og festir í lesaran. Í nýggju bók síni Í eygnahædd. Um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld skrivar hon lætt og livandi um rák, verk og listaligar verkætlanir í okkara tíð. Kend listafólk verða sett í nýggjar samanhangir, og tey minni kendu, sum kanska ongin rættiliga hevði varnast, fáa ljós sett á seg. Listasøguligar træðrir rekir Kinna upp, tá tørvur er á tí, men samtíðarlistin er evnið. Í eygnahædd er snøgt bókaverk við góðum myndum og hóskandi uppseting og litum. Beinrakni stílurin er tann sami frá byrjan til enda. Avgjørt og inniliga gevur Kinna okkum eitt víðskygt og virðismikið innlit í list í Føroyum í okkara samtíð.
Hans Tórgarð
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik verður latin Hansi Tórgarð, sum í mong ár hevur verið sjálv ímyndin av føroyskari leiklist.
Hans Tórgarð telist millum fremstu listafólk, ið Føroyar hava fostrað. Vitborin og eldhugaður bæði sum sjónleikari, leikstjóri og týðari hevur hann sett djúp spor eftir seg í føroyskari leiklist og týðing.
Sum sjónleikari er hann fjølbroyttur og megnar at rúnabinda áskoðaran við sínum meistaraliga spæli. Sum týðari hevur hann flutt heimsbókmentir og leikrit yvir í eitt leikandi lætt føroyskt mál.
Týðingin av stórverkinum Hamlet skarar framúr og stendur eftir hann sum ein sannur varði.
Hóast avbjóðingar og truplar umstøður innan føroyska leiklist megnar eldhugin og kærleikin hjá Hansi til listina at sannføra okkum um, at yrkisleiklistini er lív lagað í Føroyum.
Kelda: www.torshavn.fo
DUPULT FØROYSK LISTASENSATIÓN
/Føroyar fáa tvær av virðislønum Norðurlandaráðsins
Nú Norðurlandaráðið týsdag fyrrapart avdúkaði árligu virðislønirnar, eru ikki minni enn tvey føroysk listaverk millum vinnararnar.
Tvær stórar virðislønir!!!
Vit vilja svíma og detta uppeftir í senn.
Vónbjørt Vang hevur vunnið bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið Svørt Orkidé og filmurin Seinasta Paradís á Jørð v/ Sakarisi Stórá (leikstjórn og handrit), Mads Stegger og Tommy Oksen (handrit) umframt Jón Hammer (framleiðsla) hevur vunnið filmsviðursløn Norðurlandaráðsins.
At vinna ella ikki at vinna..l
-“At vinna er ikki tað týdningarmesta” og “Vit vinna bara av at vera við” – soleiðis hava vit upp í saman roynt at ugga hvønn annan, tá vit ár eftir ár hava ásannað, at tað heldur ikki hesa ferð bar á mál og at tað heldur ikki á hesum sinni var okkara túrur at vinna ta stóru Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Ein týdningarmikil oasa birtist fyri okkum, tá Barna- og ungdómsbókmentavirðislønin varð sett á stovn í 2013 og longu í 2013 vann Bárður Oskarsson hesa virðisløn fyri sína framúrskarandi myndabók, Træið. Eivør Pálsdóttir vann somuleiðis Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2021. Men við Bókmentavirðislønini hevur tað gingið heldur trekari. Í skjótt hálva øld hava skiftandi nevndir við væl lisnum føroyskum bókmentafólkum lisið allar bókaútgávur, sum koma á føroyska marknaðin, kjakast um bøkurnar fyri síðani at velja eina bók, ið verður mett at hava ein kjans fyri at kappast á jøvnum føti við bøkur hjá høvundum í okkara norðurlendsku brøðratjóðum. Í áratíggju hava vit trúliga skotið upp eina bók fyri og aðra eftir. Góðar føroyskar bøkur, fleiri teirra framúr og nú var mann farin at halda, at hetta snøgt sagt ikki bar til, at hetta bara var okkurt, sum kundi henda í fyrru øld. Nei, tað er ikki at taka munnin ov fullan at staðfesta, at okkara luttøka í virðislønarkapping Norðurlandaráðsins hevur verið ein oyðimarkargongd av bíbilskum dimensiónum. Sum kunnugt stríddist Móses í fjøruti ár áðrenn hann hómaði lovaði landið, men í ár, nú 39 ár eru liðin síðan Rói Patursson vann virðislønina fyri frálíka yrkingasavnið Líkasum, hendi tað loksins aftur, at ein føroyingur vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins og aftur hesa ferð er talan um eitt yrkingasavn. Tað eru stórtíðindi av sonnum.
Fimm virðislønir
Norðurlandaráðið letur á hvørjum ári fimm virðislønir; Barna- og ungdómsbókmentanarvirðislønin, filmsvirðislønina, bókmentavirðislønina, tónleikavirðislønina og umhvørvisvirðislønina. Virðislønirnar frá Norðurlandaráðnum eru háttvirdar og virðismiklar - eisini peningaliga eru tær javnt stórar og fevna um 300.000 danskar krónur hvør. Tær verða allar handaðar, tá Norðurlandaráðið kemur saman – virðislønarhaldið verður hesa ferð í Stokholm 28.oktober klokkan 18 og eg giti, at tað man fara at verða sent í sjónvarpinum. Barna- og ungdómsbókmentanarvirðislønin fór í ár til Svøríkis til Saru Lundberg fyri myndabókina Ingen utom jag. Tónleikavirðislønin var latin íslendska klaverleikaranum Víkingi Ólafsson og umhvørvisvirðislønin varð latin Grønne Nabofællesskaber í Danmark.
Fyrsta filmuppskotið vann
Bókmentavirðislønin er tann elsta av virðislønunum frá Norðurlandaráðnum og hevur verið latin síðan 1962, meðan hol ikki varð sett á filmsvirðislønina fyrr enn í 2002/2005. Í ár høvdu Føroyar sína fyrstu tilnevning av einum føroyskum filmi, sum gjørdi bart og vann. Tað er søguligt, men als ikki løgið, tí talan er um ein framúr góðan og rørandi film, sum samantvinnar søguna um lívið sum verkafólk í eini lítlari føroyskari bygd, við persónligu menningarsøguna hjá høvuðspersónunum. Norðurlendska dómsnevndin rósar filminum Seinasta Paradís á Jørð fyri autentiska tónan, tey framúr góðu sjónleikaraavrikini hjá bæði ungum og tilkomnum leikarum (Sámal H.Hansen, Bjørg B. Egholm, Bjørn M. Mohr, Esther á Fjallinum, Hans Tórgarð, Hjálmar Dam, Kristina Sørensen Ougaard, Annika Johannesen, Noomi Kunoy Heradóttir, Vivian Sjóklett, Ísak Vest, Ketty Maria Nielsen, Eyð Matras, Lukas Niclasen, Elsebeth Haraldsen og Rókur Olsen) og fyri sína stillisligu, men neyvu lýsing av sterka stríðnum fyri familju og tilveru og at hóra undan. Tónleikurin (Hettarher) verður róstur eins og filmsfotograferingin (Virginie Surdej) er fantastisk sambært dómsnevndini, ið heldur Seinasta Paradís á Jørð vera ein varða í bæði føroyskum og norðurlendskum filmi.
Sakaris Stórá: “Tað kennist púra óveruligt”
Hetta eru av sonnum føgur og flott orð. Tá eg spyrji leikstjóran, Sakaris Stórá hvussu tað følist at vinna Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins, hevur hann ikki ordiliga skilt tað enn: “Tað kennist púra óveruligt. Eg havi slett ikki fatað tað enn. Eg eri sjálvandi ótrúliga glaður og eisini heilt ómetaliga takksamur. Nógv fólk hava lagt nógva orku í filmin og uttan tey, hevði filmurin ikki veri tað hann er. Heiðurin er ein viðurkenning av teirra evnum og teirra arbeiði. Alt filmsliðið og ikki minst leikararnir. Men eg eri eisini takksamur fyri, at dómsnevndirnar valdu ein film sum sigur akkurát hesa søguna. Tí eg haldi hana vera týdningarmikla”.
Týdningarmikil virðisløn
Men hvønn týdning hevur virðislønin sambært leikstjóranum? – Hetta er størsti heiður, sum ein filmur kann fáa í Norðurlondum yvirhøvur, staðfestir Sakaris Stórá, og ein stórur heiður: “Fleiri av teimum, sum áður hava vunnið hesa virðislønina, eru nøvn, sum eg havi sæð upp til, líka síðan eg byrjaði at fáa áhuga fyri filmi. Eg og Jón vóru so glaðir fyri sjálva tilnevningina, tí hon onkursvegna var við til at javnseta okkum við okkara grannalond, eins og hon prógvar at vit í Føroyum hava evnini, at siga okkara egnu søgur á filmi. Tað var eitt av okkara hjartamálum. At okkara filmur vinnur, undirstrikar hetta og tað letur eisini nakrar dyr upp fyri føroyskum filmi. Vónandi kann hetta eisini vera við til at fáa okkum, og ikki minst - politisku skipanina, at fáa eyguni upp fyri týdninginum av søgunum, ið vit hava í Føroyum og okkara førleika til at siga hesar søgur.
Svørt Orkidé
Svørt Orkidé er eitt vakurt, brotakent bókaverk, sett saman av lyriskum og essayistiskum tekstum, minnisbrotum og staðfestingum við sitatum úr bókmentasøguni, sum evnisliga snýr seg um mammuleiklutin og hvussu tað er at vera mamma, tá alt ikki gongur sum eftir ánni. Brotakendi bygnaðurin leggur dent á, at upplivingarnar hjá mammuni eru syndraðar og leitandi og lýsir hennara roynd at finna mál fyri tí, sum ikki kann sigast. Verkið viðger óttan hjá mammuni fyri at missa sonin, tá hann er um at snáva í tilveruni. Sambært norðurlendsku dómsnevndini er bókin visuelt sterk, samanhangandi og háaktuel á tann hátt, at hon snýr seg um ólukkuligan ungdóm eins og hon skrivar seg inn í eina bylgju av móðurbókmentum. Um Vónbjørt Vang sigur dómsnevndin, at hon er ein týdningarmikil rødd á føroyska bókmentapallinum, men hvussu hevur høvundin tað sjálv við stóra heiðrinum? Eg havi spurt hana.
Vónbjørt Vang: “Eg føli meg sædda sum rithøvund”
Vónbjørt Vang er sera kensluborin av heiðrinum, greiðir hon frá, men hon er eisini sera takksom: “Fyri at vera púra erlig so havi eg grátið nógv seinastu tíðina, síðani eg fekk tað at vita. Hetta hevur bara verið ov nógv fyri mítt system at rúma, og so havi eg grátið meir saman við mínum nærmastu, sum so við og við hava fingið tað at vita. Hetta er jú kempistórt og eingin, og so slett ikki eg, høvdu ímyndað okkum, at hetta fór at henda. Vit hava jú vant okkum við, at føroysk verk ikki vinna hesa stóru og heiðurligu virðisløn, eingin hevur vunnið í 39 ár og bara tvær ferðir frammanundan hevur nakar føroyingur vunnið, hóast at fleiri verk, sum seinastu árini hava verið tilnevnd eru fult á hædd við tey verk, sum okkara norðurlendsku kollegar hava skrivað, so hinvegin er tað kanska heldur ikki løgið at mín bók nú vinnur. Eg føli meg á eygnahædd sum rithøvundur í einum norðurlendskum høpi. Hóast vit skriva á einum evarska lítlum máli, so skriva vit sterkar og týdningarmiklar bøkur. Tað eri so ómetaliga glað fyri, at ein norðurlendsk nevnd nú hevur fingið eyga á. Eg eri eisini serstakliga glað fyri vinnaramotiveringina, sum juryin kom við. Eg havi ongantíð fyrr følt meg so sædda sum rithøvund, so nú tá eg havi havt tíð og rúmd at latið hetta sodna, so er bara gleði og takksemi eftir. Eg vóni at hendan virðisløn eisini kann vera við til at seta fokus á aðrar bókmentir úr Føroyum, og at vit í størri mun verða inkluderað í norðurlendska bókmentaalmennið.”
Norðurlendsku virðislønirnar eru væl uppiborin heiður hjá nøkrum ávísum, dugnaligum einstøkum listafólkum, sum skara framúr, men heiðurin fevnir eisini breiðari í føroyska listaumhvørvinum til einstaklingar, stovnar og feløg, sum javnt og samt arbeiða fyri listini. Á ein hátt kann mann siga, at ein tílík viðurkenning sum tann, føroyskar bókmentir og filmur hava fingið, nertur alt økið sum tað er. Listútbúgvingin á Fróðskaparsetrinum hevur til dømis týdning, tí Svørt Orkidé var upprunaliga ein BA-ritgerð í ritlist. Allir einstaklingar í føroysku filmsvinnuni kunnu bretta sær á – eisini tey, sum í mong ár hava stuðlað og fjølgað um filmslist og bókmentir m.a. Filmshúsið, Klippfisk, forløg og í hesum føri serliga Forlagið Eksil, føroyska listastuðulskipanin umframt aðrir stuðlar umframt øll tey mongu, sum hjálpa til fyri ikki at tala um innstillingarnevndirnar bæði tær føroysku og tær norðurlendsku, sum við at velja føroysku verkini ikki bara gleða ein gamlan, rutineraðan undirhund. Merkisverda valið vísir eisini dirvi og vilja til í eini larmandi tíð at raðfesta tvey stillfør listaverk, sum varpa ljós á tað vakra, skroypiliga menniskjað á tremur av ótta, iva og kærleika.
Føroysku vinnararnir og føroysku uppskotini til at vinna virðislønir Norðurlandaráðsins verða fagnað í Norðurlandahúsinum í dag klokkan 17. Tiltakið er alment og øll eru vælkomin. Skráin sæst her: https://www.nlh.fo/?event=11844/hatidarhald-av-foeroysku-tilnevningunum-til-virdisloenir-nordurlandaradsins-2025
Kinna Poulsen
Takk fyri tónleikin Hanus G.
/Mynd KVF
Gamaní er nakað síðani mann upplivdi hana live, sterku djúpu røddina á Hanusi G.Johansen, men allíkavæl er tað ómetaliga løgið og syrgiligt at ímynda sær, at hon er tagnað sum tað skilst nú deyðsboð komu av kenda vísusangaranum og tónaskaldinum. Hann fekk í 2019 Mentanarvirðisløn Landsins fyri sang- og tónleikaavrik síni og hevði stóran mentanarligan týdning ikki minst fantastiska plátuútgávan, Gaman og Álvara Hanus syngur Poul F, sum vit studentaskúlaungdómar í fýrsunum dyrkaðu, sungu og tulkaðu sum var talan um sjálvar deyðahavsrullurnar. Tá Hanus fyllti sjeyti fyri fimm árum síðani, skrivaði eg hesa hugleiðing: Hanus er eyðvitað ein maður við stórum mentanarligum týdningi fyri føroyingar. Men í mínari egnu privatu dannilsissøgu hevur hann eisini havt stóran týdning heilt frá eg fyrstu ferð upplivdi hann framføra í SMS, tá Sølumiðstøðin var spildurnýggj. Eg minnist ikki akkurát hvat hann sang, kanska var tað Streets of London? Men eg minnist í øllum førum hvussu tað føldist. Tað var hasin intensiteturin, sum rúnarbant lurtaran alt fyri eitt. Seinni var eg so heppin at sleppa at vera í sama sangleiki sum hann, tað var vist áðrenn orðið sangleikur yvirhøvur var uppfunnið, men eftir sum talan var um bæði sang og leik av onkrum slagi, kann Jesus og Makedonarin hjá Paula í Sandagerði helst bólkast sum sangleikur. Eg var tá ein nokk so blaðung og smæðin Maria Moy meðan Hanus G.Johansen saman við Fróða Sandoy sang og spældi Kaifas og Annas, so at mann fekk gásarhold. Tað var fullkomiliga einastandandi at hoyra teir syngja saman við Kolbein Simonsen og hinum fínu tónleikarunum. Samstarvið við Paula í Sandagerði hevði nógv stuttligt og spennandi við sær eisini fyri mítt egna viðkomandi, m.a. sungu vit Blómubróðir saman, eg og Hanus G. á plátuni Ung 85. Tað var stórt og eitt sindur avantgarde. Tað var eisini nokk so tíðliga, at samstarvið byrjaði millum Gentukórið hjá Paula, tað, sum síðan kom at eita Cantabile og Hanus G. Tær fyrstu framførslurnar standa millum bestu ungdómsminnini. Við síni innliving, intensiteti og djúpu rødd er Hanus G.Johansen ein dramatiskur performari, ið so lætt sum einki megnar at hava fastatøkur á bæði smáum samkomum og veldugum menniskjamongdum. Plátan, sum Hanus G gav út í 1988, Gaman og Álvara er ein varði í føroyskari tónleikasøgu við framúrskarandi tónleikarum umframt løgum, ið eru sannir klassikarar, og sum vit spældu og spæla aftur og aftur og sum eisini tryggjaði Poul F uppibornan endurnýggjaðan áhuga í føroyska samfelagnum. Í 2015 kom útgávan Heitur Kossur, har Hanus G. saman við Cantabile framførir 12 kærleikssangir, ið allir eru útsettir av Paula í Sandagerði. Eisini hevur Hanus G. framført barnasangir eins og hansara samstarv við Aldubáruna hevur úrslitað í mongum framførslum og útgávum, m.a. Bouquet í 2000. í 2010 kom Hørpuspælarin og í 2012 Á fold eru túsund gudar, báðar við yrkingum eftir Poul F.Joensen. Í 2013 fekk Hanus G. Listavirðisløn Nólsoyar Páls frá heimstaðnum Klaksvík, har tey púra skilliga eru errin av honum.
PS Nakrar dagar eftir, at henda heilsa var skrivað á Listaportalin og haðani borin út umvegis Facebook, fekk eg messengerboð frá føðingardagsbarninum, sum eg í ósketni var komin at kalla fyri Hanus Johansen. Hann takkaði fyri orðini um tey altso vóru hugsað um hann, tí hann kendi ikki hendan Hanus Johansen. Eg skundaði mær at seta eitt G inn á røtt støð. Við samkenslu til tey avvarðandi má mann siga Góði Hanus G. – Takk fyri teg. Maðurin er farin, men tónleikurin verður verandi!
Kinna Poulsen
Sorg er ein kvinna
/Foto Gwenaël Akira Helmsdal Carré
Við leikinum Upphav verður ein roynd gjørd at seta orð á eina persónliga familjusorgarsøgu, ið er lík upplivingunum hjá so mikið nógvum føroyingum, at talan er um okkurt slag av kollektivum trauma. Ein sorg, sum hjá mongum hevur verið hegnað inni av tøgn og tí er eitt upplagt evni at viðgera listarliga.
Leygarkvøldið var einrøðuleikurin Upphav eftir Gunnvá Zachariasen og Maritu S.Dalsgaard frumframførdur í Skálanum í Norðurlandahúsinum. Leikurin, sum var partur av leiklistafestivalinum VERK - Nordic Stage Days, er tann triði, eg havi upplivað her í Havn uppá minni enn tríggjar vikur. Tað er fantastiskt og tríggjar sera ymiskar leikupplivingar, eg eri takksom fyri.
Í forhøllini fáa vit eina leikskrá, har Gunnvá Zachariasen og Marita S.Dalsgaard hvør í sínum lagi greiða frá leikhugskotinum og tilgongdini. Síðstnevnda er leikstjóri og hevur verið við til at skriva leikritið meðan Gunnvá Zachariasen eigur hugskotið, stigtakan og leikrit eins og hon eisini er á palli teir útivið trýss minuttirnar, sum leikurin varar. Upphav tekur útgangsstøði í sorgarleikinum í 1919, tá tveir bátar við tilsamans 11 monnum gingu burtur – tann eini var langabbi Gunnvá.
Inn á interimistiska/ transportabla pallin innast í Skálanum í Norðurlandahúsinum, sum er myndaður av einum snóratræi, einum vatnfati og eini uppvørpu, kemur Gunnvá gangandi eitt sindur fjáltrut á at líta við bókum og avísklippum og myndum – nú skal skil fáast á hetta, sum hendi, tá omma hennara og mong onnur børn í Hesti gjørdust faðirleys. Vi uppliva fleiri ferð, at Gunnvá skiftir ham og verður til smágentu og vaksna konu og á henda hátt uppliva vit søguna úr ymiskum sjónarhornum og hoyra eisini ymsar tekstir lisnar upp.
Hetta leikslagið, har ein verulig, søgulig hending verður viðgjørd í eini kollasjumerktari heild við upplestri, frágreiðing, sjónleiki, faktamiðlan, framløgu og beinleiðis talu til áskoðararnar hava vit sæð fleiri dømi um seinastu árini og ikki bara í Føroyum og ikki bara í leikum hjá Det Ferösche Compagnie, ið tó næstan er vorðið samheiti við hendan sera kreativa og improvisatoriska devise-framferðarháttin. Tá mann ikki hevur sæð tílíkt áður, er lætt at vera tikin av bóli av ymiskum effektum, men leikslagið krevur aga og listaligt yvirskot á øllum parametrum. Tað eru royndar og dugnaligar kvinnur, sum hava skapt Upphav – umframt Gunnvá Zachariasen og Maritu S.Dalsgaard, eru Anna Katrin Ø.Egilstrøð, sum gjørdi ljóð og tónleik og Silje Grimstad, sum stóð fyri visuellum design við. Tónleikurin er sera vakur og málar við tónum heimleysa longsulin. Visuella designið er einfalt og sameinir funktionalitet og innihald við kritahvítum løkum, sum verða hongd á snórar og løgd saman og fungera sum myndalørift, men eisini fáa leiklutin sum spøkilsir, tá longsulin verður ov stórur og tey dansa eins og skuggar. Tekstliga er leikurin settur saman av brotum í bygdasøgum og avísgreinum uttan ta stóru bókmentaligu dýpdina. Og hetta er helst orsøkin til, at fjøðurin í frásøgnini viðhvørt linkast og undirritaði áskoðari eina løtu missir tráðin, fer at skymast og hyggja uppá rulliskíggjan, sum heldur asynkront vísir enskan tekst fyri teimum útlendsku gestunum á leiklistafestivalinum.
Teir, sum gingu burtur vóru menn - tey, sum kendu sviðan vóru kvinnur og børn. Leikurin leggur dent á kvinnuliga sjónarhornið, tað ófatiliga stríðið hjá einkjum, sum skuldu lívbjarga sínum húski í heimum, har pápin manglar sum inntøkukelda - sum menniskja. Hetta evnið er viðkomandi – eg havi sjálv átt eina ommu, sum skuldi skaffa mettuna til sjey fólk í húsi og hvørs tilvera var treytað av greipum uttan avsendara á trappuni og aðrari hjálp frá bygdafólkinum. Tó, at børnini mangan vóru slept út úr húsinum til skips og í hús at tæna so skjótt sum tey vóru konfirmerað, var tað eitt satt baks hjá konunum, áðrenn sosialar veitingar so sum einkjupensjón var til. Sakn og sorg hava listafólk sum Sámal Joensen-Mikines og Janus Djurhuus mangan viðgjørt við lýsingum av marmorbleikum kvinnum og børnum. Minni er gjørt burtur úr ítøkiliga matstríðnum í kjalarvørrinum av deyðum og druknaðum monnum. Tí er Upphav eitt tiltrongt listaverk, sum heilt vist eigur at verða sýnt kring Føroyar eins og fyriskipararnir hava í hyggju.
Seinastu árini hevur listin havt ein lutfalsliga myrkan tóna. Tað er kanska ikki so merkiligt. Vit lesa bøkur um innrás og pest, síggja leikir, sum viðgera ágang og forfylging, sjálvt popptónleikurin hevur dystopiskt brá og finna vit ikki ræðuleikan í okkara egnu tíð so læna vit frá gomlum tíðum. Tað er líka við, at er tað ikki trist, so er tað heldur ikki list og tað kann gerast eitt sindur fábroytt. Myrkur og sorg eru í sjálvum sær merkiliga avmarkaðar kenslur listaliga sæð, tí tú fært ikki tikið meira inn enn eitt vist av stríði, gráti og pínu – ovurnýtsla av sentimentalismu elvir til kensluloysi. Tessvegna er tað umráðandi at sleppa ljósinum inn og tí er nógv tann mest rørandi lýsingin í leikinum Upphav tann, har vit síggja ommuna í vakra tulipanhavanum og skilja, at tað eydnaðist langommuni at gera ein urtagarð.
Kinna Poulsen
Toymið handan leikin:
Hugskot og leikrit: Gunnvá Zachariasen
Leikstjórn og dramaturgi: Marita S. Dalsgaard
Tónasmið: Anna Katrin Ø. Egilstrøð
Ljóssnið: Silje Grimstad, NO
Framleiðsla: TVAZZ í samstarvið við Leikhús SKIFT
Framførslur: Leikurin verður frumframførdur í Skálanum í Norðurlandahúsinum 4. oktober 2025 í sambandi við norðurlendska pallistafestivalin VERK – Nordic Stage Days. Síðani verða framførslur í Norðurlandahúsinum/Skálanum frá týsdegnum 7. Oktober til sunnudagin 12. oktober. Atgongumerki fáast á nlh.fo
Rundferð kring landið: Leikurin er gjørdur til at fara á rundferð í Føroyum. Í fyrstu atløgu í høvuðsstaðarøkinum og síðani kring alt landið, har vit ynskja at framføra á størri og smærri støðum. Stuðlar: Sýningin er stuðlað av Tórshavnar Kommunu, Mentamálaráðnum, Atlantic Airways, Mentanargrunni Landsins, Norðurlandahúsinum og LISA.
Sámal Joensen Mikines Skipini fara 1937
Upphav
/Foto: Bjarni Árting Rubeksen
Einrøðuleikur eftir Gunnvá Zachariasen
og Maritu S. Dalsgaard
Fyrsta apríl 1919 fóru tríggir bátar á havið, tvey seksmannafør og eitt fýramannafar við fýra monnum. Harðasti streymur var og mysing, men ørgrynna av fiski. Skjótt drógu allir upp í bátarnar og koyrdu segl á aftur at landi ...
Tá ið tað var blivið hálvmyrkt, og eingin bátur var komin, var eingin ivi um, at ein vanlukka var hend. Sjey menn tóku seg saman at fara at leita eftir teimum. Lykt høvdu teir við sær. Um ta tíðina, tá ið teir vóru komnir út fyri Hæl, varð ein sovorðin bøla niða, at ein sá einki burtur frá sær, og munnu teir tá hava rógvið seg á land. Eingin dugdi at svimja, hvørki á fýramannafarinum ella seksmannafarinum ...
Fólk í bygdini fóru til gongu út í Hælin og róptu, um nakar var har. Har kom einki aftursvar. Deyðans tøgn hevði tikið alt í sín kalda favn. Einans eitt tjaldur læt sítt klipp, klipp sum ein gravarsang yvir teimum, ið farnir vóru.
Leikurin "Upphav" hevur persónligan týdning fyri Gunnvá Zachariasen. Langabbi hennara var ein av 11, ið sjólótust á skaðadegnum í Hesti í 1919, ið leikurin tekur støði í.
Lurta eftir allari samrøðuni við Gunnvá og Maritu, sum var í Kultura HER.
Hugskot og stigtakan: Gunnvá Zachariasen
Leikrit: Gunnvá Zachariasen og Marita S. Dalsgaard
Framleiðsla: TVAZZ í samstarvið við Leikhús SKIFT
Leikari: Gunnvá Zachariasen
Leikstjóri: Marita S. Dalsgaard
Tónasmið: Anna Katrin Ø. Egilstrøð
Ljóssnið: Silje Grimstad
Sýningin er stuðlað av Mentamálaráðnum, Atlantic Airways, Tórshavnar Kommunu, Mentanargrunni Landsins, Norðurlandahúsinum og LISA.
Leikurin er skaptur sum endamál at ferðast kring landið. Nærri kunning fæst við at skriva til tvazz@tvazz.fo
Sýningin er partur av leiklistafestivalinum VERK - Nordic Stage Days, sum er stuðlaður av Nordisk Kulturfond.
Reyp og sjálvrós má til...
/Heystið er komið við sínum ljúvliga streymi av listaupplivingum, sum veruliga krevja, at mann dugir at raðfesta, tí tað ber illa til at fara til alt. Tveir flottir leikir hava verið framførdir síðstu vikurnar og leygardagin verður tann triði leikurin, Upphav framførdur í Norðurlandahúsinum sum partur av pallistafestivalinum Verk – Nordic Stage Days, har tey í næstum fara at kjakast um Eitt leikhús í órøkt – ein tjóð uttan pall? Tíverri gongur hetta fyri seg samstundis sum undirritaða og flest onnur við eru til arbeiðis fríggjamorgunin klokkan 10. Áhugaverda skráin sæst her: https://www.nlh.fo/?event=11507/verk-nordic-stage-days
Í hesum árum hevur føroysk list eitt altjóða gjøgnumbrot, sum vit kanska ikki ordiliga varnast. Men tað er í heilum, at føroysk listafólk, sjónleikarar, filmsfólk, tónleikarar, dansarar, rithøvundar osfr. framsýna, framføra og gera vart við seg úti í heimi. Herfyri var eitt strálandi ummæli á Asymptote av yrkingasavninum hjá Kim Simonsen Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið (2013), sum Randi Ward týddi og sum var útgivin í ár What good does it do for a person to wake up one morning this side of the new millennium. Hetta er ein bók, heldur Sayana Sarkar ummælari, til lesarar, sum fyritrekkja eitt slag av elegi, sum heldur er fyribúgvin og alvakin enn at vera til pynt. https://www.asymptotejournal.com/blog/2025/09/25/deep-time-elegy-a-review-of-what-good-does-it-do-for-a-person-to-wake-up-one-morning-this-side-of-the-new-millennium-by-kim-simonsen/ Leygardagin 4.okt klokkan 17 verður upplestur hjá m.a. Kim Simonsen og øðrum føroyskum og íslendskum høvundum í Gallarí Havnará.
Traitor eitur framsýningin hjá Jóhan Martini Christiansen, sum letur upp leygardagin í Trykkeriet Bergen við eini røð av koparprentum. Svíkjarin er týdningarmikil partur av okkara mentan og teimum stóru søgunum. Hvat var Jesus uttan Judas. Svíkjarin vekir bæði ótta og fascinatión – onkur, sum stígur uttanfyri samfelagið og harvið gerst sjónligur. Við verkum, sum eru prentað meðan Jóhan Martin hevur verið á residency uppihaldi í Bergen, kannar listamaðurin tvídráttin millum vakurleika og skomm. https://www.trykkerietbergen.no/traitors/
Randi Samsonsen er júst heimafturkomin úr New York, har hon hevur verið nakrar vikur. Nordic Textile Takeover nevndist eitt átak í Scandinavia House, har Randi Samsonsen tók lut á ymiskan hátt m.a. á eini framsýning https://www.scandinaviahouse.org/exhibitions/textile-takeover/ 18.oktober letur upp ein onnur framsýning sama stað, ið er ein 25 ára jubileumsframsýning við heitinum A TIME FOR EVERYTHING, sum Emily Stoddart kuraterar. Eisini her luttekur Randi Samsonsen saman við eini røð av framúrskarandi norðurlendskum listafólkum. https://www.scandinaviahouse.org/exhibitions/a-time-for-everything-25-years-of-contemporary-art-at-scandinavia-house/
Kinna Poulsen
Vegurin til heljar
/Fotomynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré
Sjálvt um okkurt er stuttligt, er ikki nógv at flenna eftir hjá teimum neyðars menniskjunum í triðja ríkinum í leikinum, sum verður leiktur í løtuni á Tjóðpalli Føroya. Eftir leiklok er stilt sum í grøvini inntil onkur tekur seg saman at takka fyri veldugu upplivingina við lógvabrestum. Vit taka undir og klappa við lít, men myrkrið eltir meg kortini út í garderobuna, har ljóðið av einum jakkatræi, sum dettur á gólv, fær meg at hvøkka við. Eg eri ikki einsamøll um hesa kenslu, sum eg hómi í andlitunum á mínum medáskoðarum; fjálturin í leikinum er farin inn undir húðina á okkum inn í sjálva nervaskipanina, har hann hevur funnið ein móttakara, ið kennir aftur brá í óhugnaliga mynstrinum, sum leikurin vísir okkum.
Gerandislív í triðja ríkinum eitur leikurin, sum byggir á upprunaleikritið Furcht und Elend des Dritten Reiches, eftir kenda týska dramatikaran og leikstjóran, Bertolt Brecht. Leikurin er settur saman av ellivu leikbrotum úr gerandislívinum hjá ymiskum fólkum sum liva í einum landi, har nazistarnir hava tikið yvir, har samfelagið er totalitert, merkt av einstevning og ræðslu fyri at vera á skeivari síðu, fyri at halda og hugsa okkurt skeivt. Og hvat er nú tað rætta? Tað er ikki lætt at vita. Í leikbrotinum um ein dómara í villareiði um ein dóm, verður ivin lagdur fram næstan in absurdum. Meistarliga leiktur av Hans Tórgarð verður dómarin so ørkymlaður, at tað næstan gerst fysiskt óbehagiligt hjá áskoðaranum. Eg bleiv í hvussu er heit og tung fyri ondini har eg sat.
At byrja við helt eg heitið “Gerandislív” í týðingini hjá Hans Tórgarð klinga merkiliga ódramatiskt í mun til ekspressiva upprunaheitið, men tað rakar í grundini beint á sardoniska huglagið hjá Brecht, sum er kolasvart – eisini um ljós er í myrkrinum. Sjálvt ljósið er ótespiligt í leikinum eins og tað, vit fáa upplýst er ræðuligt. Í upplýstum rípum frá ljóskastarum sæst bara myrkur, elendigheit, misálit, kúgan, ótti, paranoia og ein sorg so djúp, at tú missir ondina. Leikbrotið, tá jødiska konan sigur manni sínum farvæl, er so nívandi, at tað fer ikki frá mær – ógloymandi leikavrik hjá Sofíu Nolsøe Mikkelsen, sum gerst ímynd av kærleika og hita í einum køldum, hørðum samfelag. Tað er so rørandi at uppliva hitan í tí annars rættiliga karikeraða leikinum – serliga samansetingin av hesum sera menniskjansliga lyndinum til at lata sum um og lúgva fyri okkum sjálvum og okkara nærmastu, tá støðan í roynd og veru er vónleys “- jú, jú, tað man fara at ganga, vit síggjast skjótt og hetta man ikki fara at vara so leingi” - og so vitanini um, at leikurin er skrivaður millum 1936 og 1938, tá søguligu ræðuleikarnir, sum leikurin er bygdur á, enn vóru í síni byrjandi fasu. Heljardýpið Holocaust – øll tann ræðuliga søgan verður vakt í huga okkara av eini eittans pallmynd, tá konan er á veg avstað og stendur í myrkri í mótljósi og vit hoyra ljóðið frá einum toki, sum harðliga høggur bremsurnar í.
Bæði innihald og estetikkur minna um óhugnaliga málningin Die Nacht, sum týski málarin Max Beckmann málaði eftir fyrsta veraldarbardaga í 1919. Trý ár seinni var 22 ára gamli føroyski rithøvundurin Jørgen Frantz Jacobsen á ferð í Týsklandi og skrivar í brævi til vinmannin William Heinesen í Havn hesa gløggskygdu lýsing: “Som du vil vide, er tyskerne nu et folk, der er på afgrundens rand, men det danser på afgrundens rand. Det danser lige til det styrter ud. Tyskland befinder sig nu, efter krigen, i yderste dekadence. Moralen er i alle henseender på retur.. hvor det går ad helvede til, der danser man...”. Hesum visti Bertholt Brecht av. Hann sá fátækradømið og ørskapin í sínum heimlandi og fanst at stýrinum. Hann var marxistur og systemkritikari, so hann var sjálvandi á onkrum deyðslista hjá nazistunum. Saman við familjuni flýddi hann til Danmarkar, har hann skrivaði m.a. Furcht und Elend des Dritten Reiches í útlegd.
Leikuppsetingin á Tjóðpallinum livir í nógvum upp til hugskotini hjá Bertholt Brecht um eina leiklist, sum skal vekja og ørkymla áskoðaran, ið ikki sleppur at heingja heilan frá sær á sama knaga sum vit heingja hattin á í garderobuni. Vit sleppa ikki at slappa av við tankan um, at allar hesar sýndu elendigheitir eru søguligar, avmarkaðar í tíð og stað, innilokaðar á pallinum, langt burtur frá okkum. Í staðin verða vit kløkkað, plágað, tikin við og fáa ábyrgd fyri tí, sum hendir. Leikurin er konfronterandi, illusiónin brotnar og fjórði veggurin gerst ein talva, sum problematiserar og undirvísir okkum við lyklaorðum um alt tað góða, sum triðja ríkið skal gera til tess at tryggja tess íbúgvum lebensraum. Vegurin til heljar er sum kunnugt lagdur við góðum lyftum og tað er hagar vit eru ávegis. Eingin ivi um tað. Óhugnin er við okkum frá byrjan.
Á veggin verða videobrot varpað afturvið festligum harmonikutónum. Hetta man vera okkurt hátíðarhald í gomlum døgum við fittum brosandi børnum og fólkum, sum eru pyntað í tjóðbúnum. Sólin skínur og mann fer so spakuliga at murra við og at hugsa um bæði ólavsøku og flaggdag, tá brádliga sjálvur Førarin dagar undan væl tilpassar veittrandi til fólkið og so er allur hugni líkasum horvin sum døgg fyri sól. Jú, leikupplivingin er nokk so DFC og tað kemur m.a. av, at tann dugnaligi Sámal Blak er pall- og búnasniðgevi. Pallurin er einfaldur við fáum leikgripum, ið allir hava eina praktiska funktión, men har skógvar kortini fáa ein symbolskan týdning. Er pallurin einfaldur, er ljóðsíðan tað mótsetta og tað er nokk so nógv ljóð, sum stressa áskoðaran, so at vit sita uttast á stólinum. Tað er flott gjørt, men er eisini nokk so nógv at kapera. Visuelt ber leikurin brá av surrealismu. Eitt gamaldags telefonhorn hongur og darlar niður úr loftinum og flokksmenninir í bovlarum minna bæði um Magritte og A Clockwork Orange. - Ikki eitt orð um leiklistastríðið, men tað er kortini gott at síggja, at sjónleikarapalettin hjá Tjóðpallinum er víðkað. Øll leikavrik eru framúr; tað er frálíkt at síggja Kjartan Hansen aftur við hansara serliga ansi fyri humor og tí groteska og at uppliva Súsonnu Tórgarð spæla við øllum sínum heimliga óhugna og ikki minst at síggja Bjørn Mouritzarson Mohr, sum spældi í filminum hjá Sakarisi Stórá, The Last Paradise on Earth, spæla so væl á palli við orkumiklum, ungum óndskapi. Tað er flott. Hetta er fyrsti leikur, sum Tjóðpallur Føroya setir upp síðan Harald Thompson Rosenstrøm bleiv stjóri og leikstjórin er ein av hansara kontaktum, ukrainski Orest Pastukh. Ein góð byrjan og eg gleði meg til framhaldið og at síggja enn fleiri av okkara framúr góðu sjónleikarum framføra á okkara tjóðpalli.
Gerandislív í triðja ríkinum er ein leikur um eitt søguligt tíðarskeið, sum er langt burturi og nokk so langt úti eisini. At hugsa sær fólk, sum ganga og grenja um regn, meðan medmenniskju verða pínd og dripin, meðan fólkadráp gongur fyri seg, meðan kríggj taka seg upp og fascismuspøkilsið vaknar og rembist við sínari tjóðarøsing, rasismu, vápnadubbing og fakenews. Dronur og kavbátar í sjónarringinum. Nei, eingin kann vera í iva um hvussu aktuellur ein tílíkur leikur er og hvussu stóran týdning tað hevur at uppliva hann á okkara egna máli og eg ætlaði ikki at koma inn á mentanarpolitisku ómegdina og tess óbygdu hvørviborgir, men kanska kundi mann gjørt sum eitt ljóst høvd skjeyt upp fyri mær nú ein dagin og bygt uppá meiaríið. Eg meini so við. Tá annarhvør entreprenantur Havnarmaður sleppur at byggja síni hús um til veldugar airbnb-borgir við túsund elasmáum kømrum í besta búrhønu- og í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir-stíli, mátti okkara tjóðpallur sloppið at smíðað sær einar-tvær- tríggjar hæddir aftrat.
Kinna Poulsen
HØVUNDUR
Bertholt Brecht
TÝÐARI
Hans Tórgarð
LEIKSTJÓRI
Orest Pastukh
LEIKARAR
Sofía Nolsøe Mikkelsen
Kjartan Hansen
Súsanna Tórgarð
Hans Tórgarð
Bjørn Mouritzarson Mohr
PALL- OG BÚNASNIÐGEVI
Sámal Blak
LJÓS- OG LJÓÐSNIÐGEVI
Turpin Napoleon Djurhuus
TÓNASMIÐUR
Bohdan Lysenko
TØKNINGUR
Jákup Skovsgård Thøgersen
BÚNAMAKARI
Anna Kristin Bæk
HÁR OG SMYRSL
Julia Jacobsen
PALLSMÍÐ
Janus Brix Kamban
MYNDIR
Gwenaël Akira Helmsdal Carré
GRAFISKUR SNIÐGEVI
Kirstin Helgadóttir
LJÓS OG LJÓÐ UNDIR SÝNING - KVØLDARSÝNINGAR
Tórálvur Tórgarð
LJÓS OG LJÓÐ UNDIR SÝNING - SKÚLASÝNINGAR
Ása Helena Brynjarsdóttir
"FRONT OF HOUSE"
Anny Leo Thorsen
SAMSKIPARI
Barbara Hentze í Stórustovu
STJÓRI
Harald Thompson Rosenstrøm
ØSSUR JOHANNESEN listaframsýning i Reykjavík
/Øssur Johannesen hevur listaframsyning í Gunnars húsi, Dyngjuvegur 8, kjallaraíbúðin, Reykjavík, frá 26. til og við 28. september frá kl 17 til 20.
Myndevnini eru tekningar frá ræðuliga krígnum í Gaza og Ukraina og eisini náttúrumyndir úr Føroyum, umframt onnur myndevni.
Øll eru hjartaliga vælkomin
Olivur við Neyst Minnisframsýning - vernissage, list og fólk í Steinprenti
/Leygardagin var ein rúgva av fólki komin saman í Steinprenti til tess at minnast ein av okkara gávaðu listamonnum, Olivur við Neyst, sum andaðist í fjør. Jan Andersson beyð vælkomin og síðan setti Bárður Jákupsson listina hjá Olivuri í listasøguligt perspektiv. Framsýningin í Steinprenti er sett saman av oljumálningum, grafikki og vatnlitamálningum, ið fevna víða í tíð. Framsýndar eru myndir úr sjeytiárunum og fram í okkara øld. Millum gestirnar vóru nógv listafólk, familja og vinfólk hjá Olivuri við Neyst, so løtan gjørdist innilig og góð. Listamaðurin er farin, men verkini eru eftir.
Kinna Poulsen
Sonur olivur við neyst, Hallur og mamma hansara Dagmar Joensen Næs
Bárður Jákupsson greiðir frá
Eitt hugtakandi barnaportrett í reyðum og grønum
Listafólk práta
Ein akvarel
Fríða Matras Brekku í Steinprentstoyminum
Fólk lurta eftir Bárði
Kavadagur
Jan Andersson og onnur
Listaprát
Ein grafisk mynd
Ein lýsandi gulur oljumálningur
Listaprát
Ein akvarel
Olivur við Neyst minnisframsýning í Steinprenti
/Leygardagin letur minnisframsýning upp í Steinprenti við verkum eftir Olivur við Neyst. Bæði við læntum verkum frá m.a. Runavíkar Kommunu, Norðoya Listafelag, og í samstarvi við Dagmar Joensen-Næs hava tey í Steinprenti fingið hesa framsýning upp at standa og gleða seg at halda fernisering leygardagin 20. september kl. 15, har Bárður Jákupsson fer at halda røðu. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Prima Facie - DFC og Ljós í myrkri
/So vóru tey aftur her, Det Ferösche Compagnie við enn einum feskum altjóða, áleikandi aktuellum leiki, sum verður framførdur mitt í Havn á góðum føroyskum máli. - Tað er leikurin Prima Facie, sum australski rithøvundurin og fyrrverandi sakførarin Suzie Miller skrivaði í 2019. Leikurin er framførdur í London, á Broadway og kring heimin tey seinastu árini eins hann er virðisløntur fleiri ferð.
Prima Facie er ein einkvinnuleikur við Kristinu Sørensen Ougaard í høvuðsleiklutinum. Hon spælir sakføraran Tessu Ensler, ið hevur stóra succes við at vinna neyðtøkumál sum gløggur og effektivur verji hjá teimum ákærdu. Kristina Sørensen Ougaard manifesterar fyri okkum eina at síggja til knallharða kvinnu við reyðari varrastift. Hon kemur úr smáum korum og hevur stríðst seg ígjøgnum fyri nú at standa á ovastu tindum, har hon errin deklamerar sín løgfrøðiliga framferðarhátt, sum meira gongur út uppá at vinna málini enn um veruligt rættvísi. Tá Tessa Ensler sjálv er fyri kynsligum ágangi upplivar hon hvussu tað kennist at standa hinumegin og vera offur. Tá sær hon hvussu órættvís skipanin er. Prima Facie er løgfrøðiligt hugtak, ið merkir í fyrstu atløgu og hevur við próvbyrðu at gera. Í leikinum verður staðfest, at tað er sera sjáldan, at dómur stendst í einum máli um neyðtøku ella kynsligan ágang.
Tá eg trein út úr Perluni í leygarkvøldið við øllum tess bláa vikuskiftissigarettroyki og skiftandi anga av luktilsum, kom mær til hugs, at Prima Facie í grundini er eitt slag av problemteatur, ið viðger og problematiserar eitt aktuelt samfelagsmál soleiðis sum vit síðan nýbrotið hava upplivað tað í leikum hjá Henrik Ibsen, og sum ikki minst í sjeytiárunum fekk ringt orð á seg, tí tað skuldi eitast at vera meira samfelagsligt enn listaligt. Eg nevni hetta sum eitt fyrivarni bara tí eg havi varhugan av, at onnur fólk eru eitt sindur sum eg sjálv og tískil kunnu finna uppá at raðfesta sína dýrabæru tíð uttan um ein leik, ið snýr seg um eitt so mikið ótespiligt evni sum órættvísi í sambandi við kynsligan ágang. Det Ferösche Compagnie hevur í sambandi við leikin samstarvað við Javnstøðunevndina, Sig Frá verkæltanina hjá Almanna- og mentamálaráðnum, Kvinnuhúsið og Neyðtøkutilbúgvingina í Sjúkrahúsverkinum – við hesum gerst evnið eisini sera ítøkiligt og veruligt. Um eg ikki var boðin til leikin sum ummælari, veit eg ikki um eg hevði farið. Hetta kemst eisini av, at eg frammanundan haldi meg vita, at rættarskipanin hevur eina patriarkalska kjarnu og harvið ikki havi tørv á at fáa lisið og konuspleynað okkurt, eg longu veit av. Aja, eg átti at vitað av, at mann skal líta á listina. Nú havi eg verið til Prima Facie hjá DFC og viðmæli øllum inniliga at fara til leikin sum skjótast, hann verður bert framførdur fáar ferðir (sí ovast). Prima Facie er eitt framúr relevant og væl framborið samtíðarlistaverk við plássi fyri teimum týdningarmiklu nuansunum og fyri eini hóming av ljósi í myrkrinum. Leikstjóri er bretski Matthew Richardson. Dánjal á Neystabø er tónasmiður og er á palli saman við pallstjóranum Anny Thorsen, ið hjálpir høvuðsleikaranum við rekvisittum. Ljóð- og tónleikaparturin av leikinum hevur sera stóran týdning og er rættiliga serstakt avgreiddur. Dánjal virkar sum eitt slag av listaliga kvomum diskara, ið fylgir við og skiftir ljóðspor eftir hvar leikarin er í handritinum. Harvið flytist pulsurin í leikinum upp og niður.
Leikurin er framførdur í Perluni. Tað er eitt margháttligt lítið, snórabeint kommunalt glasogbetonghús - sum ikki á nakran hátt minnir um sína herligu, skeivu jazznavnastórasystur - sum enn ikki hevur funnið sítt endamál og sum riggar so sera illa til tað allarmesta. Men við Sámal Blak sum sniðgeva í DFC-regi, so vísir tað seg sum, at alt ber til. Hansara scenografi er altíð listaliga áhugaverd og ótrúliga varierað og disciplinerað, tí hon tekur støði í júst uppsetingini og huglagnum, sum teir ymisku leikirnir skulu hava. Í scenografiini hjá Sámali Blak er Perlan á einfaldan men gjøgnumførdan hátt umbroytt til okkurt, sum ikki er (!), men kortini minnir um ein rættarsal við okkum sýningargestum sum áskoðarum/dómsnevnd.
Prima Facie er á so mangan hátt ein eyðkend DFC framførsla semjast eg og sonurin um á veg heim frá leikinum. Men hvat er tað í grundini spyr hann. Kanska svarið verður eitt sindur breitt viðgangi eg í og við, at leikskráin hjá DFC fevnir um bæði gamalt og nýtt, um Shakespeare og um samtíðarleiklist. Somuleiðis er manningin fjølbroytt við nógvum skiftandi luttakarum og einari nokk so fastari listaligari kjarnu. Men samanumtikið er DFC eksperimentalteatur, ið um somu tíð tykist víðgongt og viðkomandi og listaliga progressivt. Senografiskt taka leikirnir støði í skiftandi innihaldi, men eru eisini staðspesifikkir við skiftandi hølisumstøðum alt eftir um leikurin gongur fyri seg í einum sjónleikarhúsi, einum skúla ella einum lítlum glashúsi í miðbýnum í Havn. Estetiskt eru leikirnir ofta merktir av einum hugtakandi blandi millum tað ógvuliga analoga, næstan barnsliga spælandi og so onkrum, ið er meira tøkniliga framkomið. Í fleiri leikum hava talvur verið brúktar í onkrum slagi av framløgu eins og ljóð- og filmsupptøkur ofta viðka um leiklistarúmið uttan, at tað yvirdoyvir sjálvan sjónleikin.
Sjónleikurin er altíð í fokus og tað merkir í hesum føri, at Kristina Sørensen Ougaard hevur okkara fulla uppmerksemi í gott og væl hundrað minuttir. Hetta ber hon við imponerandi yvirskoti, intensum tempo og so mikið stórum trúvirði, at tíðin flýgur. Eg trúgvi heilt einfalt uppá hennara ímyndan av Tessu Ensler og tað geri eg eisini av tí, at týðingin hjá Beini Bergsson er góð. Onkrar danismur koma fyri; eg hevði kanska heldur sagt mutla enn mumla og brúkt orðið sannførd heldur enn yvirbevíst, men tað tykist sum eru orðini tilvitað vald bæði við atliti til sosiolekt og talumál. Har er ómetaliga nógvur tekstur at framføra hjá sjónleikaranum, sum onkra løtu tykist leita eftir einum orði og nakrar fáar ferðir fær hjálp frá pallstjóranum uttan at hetta gongur út yvir trúvirði. Vit áskoðarar eru onkursvegna við uppá, at leikurin er ein leikur, ein showcase, sum vísir okkum lýti í okkara rættarskipan. Tað besta við leikinum eru nuansurnar og at ljós onkursvegna hómast í myrkrinum. Ljósglottar eru í móðurkærleikanum og í umsorganarfulla atburðinum hjá løgreglukvinnuni og í uppgerðini hjá Tessu, sum við sínari seinastu røðu í vitnisbásinum fær menniskjaliga og moralska uppreisn eins og áskoðarin fær eina vón um broyting.
Kinna Poulsen
Anna Katrin Ø. Egilstrøð í Haldórsvíkar kirkju
/Leygardagin 13.september klokkan 17 verður forkunnug konsert við Onnu Katrini Ø. Egilstrøð, í Haldórsvíkar kirkju. Anna Katrin Ø. Egilstrøð arbeiðir bæði við elektroniskari og klassiskari kompositión, og arbeiðir tvørlistaliga. Hon er útbúgvin á Jyska Musikkonservatorinum innan elektroniska kompositión, og hevur framført í 25 londum, millum annað sum songkvinna í tónleikabólkinum Valravn.
Í Haldórsvíkar kirkju vevar hon eitt ljóðteppi við røddini og elektroniskum ljóðum blandað við sonevndar fieldrecordings.
Konsertin er ókeypis. Fyriskipari er Forlagið Eksil í samstarvi Listafólkasambandi Føroya og Sunda Kommunu.
KÆRLEIKSBRØV
/Sunnudagin 31.august klokkan 16 verður sjónleikur í Løkshøll, tá leikurin Kærleiksbrøv verður framførdur av donsku leikarunum Ellen Hillingsø og Michael Mouritzen
Kærleiksbrøv er bæði ein skemtiligur og hugtakandi leikur um tvey menniskju - Melissa og Andrew - sum longu sum børn kenna seg drignan at hvørjum øðrum, hóast tey eru sera ymisk. Alt lívið halda tey fast í einum djúpum og hjartaligum vinarlagi við at skriva hundraðtals brøv til hvønn annan. Tey byrja við smáum sakleysum pappírslepum við loyndarmálum í skúlanum, og í ungdómsárunum verður innihaldið meira holdborið og sansaligt, og tá ið tey eru vaksin snúgva brøvini seg meira um álvarsligar hendingar og gerandisavbjóðingar. Hetta er søgan um kærleika, sum áhaldandi vaksur sum árini ganga, og hetta er søgan um tey val, ið vit øll taka - ella kanska ikki taka. Og hettar er søgan um tær avleiðingar, vit hvør í sínum lagi, standa til svars fyri, tá ið alt skal gerast upp.
Upprunaleikritið eigur amerikanski A. R. Guerney og leikurin varð frumframførdur í New York í 1988. Susse Wold og Bent Mejding og Malene Schwartz og Jesper Langberg hava áður havt leiklutirnar sum Melissa og Andrew og til hesa sýningina í Løkshøll eru tað Ellen Hillingsø og Michael Moritzen, sum eisini fingu sera góð ummælir, tá ið tey framførdu leikin á fyrsta sinni í 2023.
"Áskoðararnir sótu rúnarbundnir gjøgnum allan leikin og gloymdu seg heilt burtur í flottu leikaraavrikunum" skrivaði ein ummælari.
Vit eru fegin at kunna bjóða tykkum hendan leikin sunnudagin 31. august kl. 16.00. Atgongumerki á 225 kr (+ 10 kr avgjald) á loksholl.fo
Mynd @ Baes
Rørandi vakrar Eftirmyndir
/Í gjár læt framsýningin Eftirmyndir hjá Jens Dam Ziska upp í Listasavninum. Har var mikil blíðskapur og rómur. Við einari góðari og viðkomandi røðu gav kuratorurin, Kirstin Helgadóttir framsýningargestunum eina góða introduktión til framsýningina og síðani las Lív Maria Róadóttir Jæger praktfullar yrkingar úr síni komandi bók, sum Eksil gevur út í næstum. Eftir hetta diskaði Dan Helgi í Gong (-ja, tá mann leggur fyri við Grace Jones – what´s not to like?).
Listaáhugað hava gjøgnum fleiri ár lagt merki til Jens Dam Ziska, listamannin, hvørs verk javnan eru at síggja í framsýningarhøpi. Ofta hava verkini verið lutfalsliga smá, men við eini serligari dygd, onkrum, sum ger, at tú leggur merki til tey í rúgvuni. Í 2022 tók hann lut á framsýningini BROT við list í stórari stødd og árið eftir fór listamaðurin somuleiðis upp í stødd í sínum verkum í sambandi við sína MFA framsýning í New Wight Gallery á UCLA í Los Angeles. Hesi verk verða nú framsýnd á fyrsta sinni í Listasavninum, har tey mynda meginbulin í eini framsýning, sum eisini fevnir um nøkur fá smærri verk og nakrar keramiskar vasar.
At mála er ikki bara sum at siga tað. Tøknið er í sær sjálvum á tremur í tilfarsligum freistingum, dárandi lekrum litum og feitari, mjúkari máling, sum glansar og fær nógv at halda, at tey duga at mála. Tað gera tey ikki. Heimurin á tremur av vánaligum málningum og sama lyndið ger seg galdandi her um leiðir. So nógvir vánaligir málningar eru í Føroyum, at mann lættliga kundi fyllt allan Kirkjubømúrin við teimum, ja mann kundi snilt bygt eitt heilt bábelstorn av vánaligum málningum. Men hví skuldi mann gjørt tað, tá hesir kunnu seljast? Stórur áhugi er fyri list í Føroyum bæði góðari og vánaligari. Tað er sum ræður eitt ávíst Klondykehuglag innan føroyska listaheimin, har fólk uttan vitan, útbúgving ella áhuga fyri øðrum enn reinari kommersialismu selja vánaverk, sum um nøkur ár fara at hópa seg upp í dustmiklum goymslurúmum. Ódugnaskapurin hevur kringsett okkum. Sosialir miðlar eru fullir av málarum, sum bjóða seg fram og vilja læra teg hvussu tú skjótt og lætt uttan útbúgving ella royndir kanst læra tips og effektir og harvið gerast heimskendur málari. Men um tað var so lætt, hví gera tey tað ikki sjálvi? Kundi mann spurt. Men tað er kanska eitt sindur keðiligt at spyrja so, tá øll hava tað gott, kassaapparatið ringir jólini inn og ivin heldur kjaft. Tað ger hann ongantíð hjá Jens Dam Ziska og hetta er ein orsøk til, at hann er nakað so sjáldsamt sum ein viðkomandi og áhugaverdur málari, sum umsitur málitøknið við virðing og aga.
Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt - hugsaði eg, tá kuratorurin nevndi, at hetta er síðsta framsýning áðrenn umbyggingina, tí framsýningin hóskar heilt ómetaliga væl inni í gamla slitna Listaskálanum, bygninginum frá 1970, sum er okkara Louvre okkara Louisiana okkara MoMA. Umbyggingin skuldi verið sett í gongd fyri langari tíð síðan, men her er onkur kinkur komin í og tí kunnu vit nú skoða Eftirmyndir í Listasavninum. Og tað er gott, men slavni modnaroykurin inni í skálanum minnir áskoðaran á, at tørvurin á eini umvæling av Listaskálanum er bráðfeingis. Framsýningin er vakurt disponerað við plássi fyri einstøku verkunum. Málningarnir eru hongdir eitt sindur út frá vegginum og belýstir so at teir fáa eitt næstan ágangandi brá. Teir vilja tær okkurt. Málningarnir eru bæði abstraktir og konkretir við organiskum náttúrukendum skapum, ið eru sett saman við beinum linjum og arkitektoniskum elementum. Summir bera brá av surrealistiskum rúmum, men samlaða árinið er abstrakt málarí við stórum denti á flatuna, ið ofta er bygd upp av fleiri litløgum og tískil trínur fram ítøkiliga - næstan trídimensjonalt í myndunum. Onkur skap hava geometrist brá, men ofta eru tær beinu linjurnar ruflutar eins og myndirnar í støðum tykjast skøvutar, slitnar og patineraðar - estetikkurin er eymur, tað, sum verður málað hevur týdning og vekir kenslur. Onkrar litsamansetingar við til dømis pink og grønum neonlitum tykjast ógvusligar og skríggjandi, men javnvigast av døkkum, tungum litum og ofta verða sera ymiskir litir nýttir saman. Samstundis sum kompositiónir minna meg um so ymisk listafólk sum Marius Olsen, Hans Hansen og Hansinu Iversen, er okkurt ómetaliga óføroyskt yvir litavalinum hjá Jens Dam Ziska – eg veit ikki um tað er Los Angeles, ið ávirkar her, men onkur av vøkru kompositiónunum fáa meg í hvussu er at hugsa um Ocean Park málningarnar hjá amerikanska listamálaranum Richard Diebenkorn, sum hann málaði samstundis sum hann var lærari í málningalist á UCLA í trýss-hálvfjersunum. Í einum stórum ljósum málningi er loddrætta myndaflatan uppbygd av avlongum loddtrøttum og vatnrøttum strípum. Myndin hevur vindeygaskap við einum hvítum karmi uttast á báðum síðum og við lýsandi mintgrønum strípum, sum ljóma saman við skærum ljósareyðum tónum miðskeiðis í myndarúminum. Her valdar ró og kontemplatión, men stendur tú eina løtu framman fyri málninginum, hómar tú bylgjandi løg í øllum pørtum av kompositiónini, sum bróta rúmdarillusiónina, so at myndin missir sín soliditet og gerst støkkin og skroypilig. Niðast í myndini, men eisini aðrastaðni hómast hesar serligu flótandi formatiónirnar, plamasjur, ið støðugt taka seg upp, steðga, stadna. Sjálvt um myndirnar hjá Jens Dam Ziska sum áður nevnt eru abstraktar, tykjast tær fevndar av einum sorgblídni, sum er rørandi og vakurt, eini nostalgi, sum ikki bert er afturlítandi, men brýtur upp úr nýggjum við gomlum tilfari.
Kinna Poulsen