Gamaní er nakað síðani mann upplivdi hana live, sterku djúpu røddina á Hanusi G.Johansen, men allíkavæl er tað ómetaliga løgið og syrgiligt at ímynda sær, at hon er tagnað sum tað skilst nú deyðsboð komu av kenda vísusangaranum og tónaskaldinum. Hann fekk í 2019 Mentanarvirðisløn Landsins fyri sang- og tónleikaavrik síni og hevði stóran mentanarligan týdning ikki minst fantastiska plátuútgávan, Gaman og Álvara Hanus syngur Poul F, sum vit studentaskúlaungdómar í fýrsunum dyrkaðu, sungu og tulkaðu sum var talan um sjálvar deyðahavsrullurnar. Tá Hanus fyllti sjeyti fyri fimm árum síðani, skrivaði eg hesa hugleiðing: Hanus er eyðvitað ein maður við stórum mentanarligum týdningi fyri føroyingar. Men í mínari egnu privatu dannilsissøgu hevur hann eisini havt stóran týdning heilt frá eg fyrstu ferð upplivdi hann framføra í SMS, tá Sølumiðstøðin var spildurnýggj. Eg minnist ikki akkurát hvat hann sang, kanska var tað Streets of London? Men eg minnist í øllum førum hvussu tað føldist. Tað var hasin intensiteturin, sum rúnarbant lurtaran alt fyri eitt. Seinni var eg so heppin at sleppa at vera í sama sangleiki sum hann, tað var vist áðrenn orðið sangleikur yvirhøvur var uppfunnið, men eftir sum talan var um bæði sang og leik av onkrum slagi, kann Jesus og Makedonarin hjá Paula í Sandagerði helst bólkast sum sangleikur. Eg var tá ein nokk so blaðung og smæðin Maria Moy meðan Hanus G.Johansen saman við Fróða Sandoy sang og spældi Kaifas og Annas, so at mann fekk gásarhold. Tað var fullkomiliga einastandandi at hoyra teir syngja saman við Kolbein Simonsen og hinum fínu tónleikarunum. Samstarvið við Paula í Sandagerði hevði nógv stuttligt og spennandi við sær eisini fyri mítt egna viðkomandi, m.a. sungu vit Blómubróðir saman, eg og Hanus G. á plátuni Ung 85. Tað var stórt og eitt sindur avantgarde. Tað var eisini nokk so tíðliga, at samstarvið byrjaði millum Gentukórið hjá Paula, tað, sum síðan kom at eita Cantabile og Hanus G. Tær fyrstu framførslurnar standa millum bestu ungdómsminnini. Við síni innliving, intensiteti og djúpu rødd er Hanus G.Johansen ein dramatiskur performari, ið so lætt sum einki megnar at hava fastatøkur á bæði smáum samkomum og veldugum menniskjamongdum. Plátan, sum Hanus G gav út í 1988, Gaman og Álvara er ein varði í føroyskari tónleikasøgu við framúrskarandi tónleikarum umframt løgum, ið eru sannir klassikarar, og sum vit spældu og spæla aftur og aftur og sum eisini tryggjaði Poul F uppibornan endurnýggjaðan áhuga í føroyska samfelagnum. Í 2015 kom útgávan Heitur Kossur, har Hanus G. saman við Cantabile framførir 12 kærleikssangir, ið allir eru útsettir av Paula í Sandagerði. Eisini hevur Hanus G. framført barnasangir eins og hansara samstarv við Aldubáruna hevur úrslitað í mongum framførslum og útgávum, m.a. Bouquet í 2000. í 2010 kom Hørpuspælarin og í 2012 Á fold eru túsund gudar, báðar við yrkingum eftir Poul F.Joensen. Í 2013 fekk Hanus G. Listavirðisløn Nólsoyar Páls frá heimstaðnum Klaksvík, har tey púra skilliga eru errin av honum.
PS Nakrar dagar eftir, at henda heilsa var skrivað á Listaportalin og haðani borin út umvegis Facebook, fekk eg messengerboð frá føðingardagsbarninum, sum eg í ósketni var komin at kalla fyri Hanus Johansen. Hann takkaði fyri orðini um tey altso vóru hugsað um hann, tí hann kendi ikki hendan Hanus Johansen. Eg skundaði mær at seta eitt G inn á røtt støð. Við samkenslu til tey avvarðandi má mann siga Góði Hanus G. – Takk fyri teg. Maðurin er farin, men tónleikurin verður verandi!
Kinna Poulsen