So vóru tey aftur her, Det Ferösche Compagnie við enn einum feskum altjóða, áleikandi aktuellum leiki, sum verður framførdur mitt í Havn á góðum føroyskum máli. - Tað er leikurin Prima Facie, sum australski rithøvundurin og fyrrverandi sakførarin Suzie Miller skrivaði í 2019. Leikurin er framførdur í London, á Broadway og kring heimin tey seinastu árini eins hann er virðisløntur fleiri ferð.
Prima Facie er ein einkvinnuleikur við Kristinu Sørensen Ougaard í høvuðsleiklutinum. Hon spælir sakføraran Tessu Ensler, ið hevur stóra succes við at vinna neyðtøkumál sum gløggur og effektivur verji hjá teimum ákærdu. Kristina Sørensen Ougaard manifesterar fyri okkum eina at síggja til knallharða kvinnu við reyðari varrastift. Hon kemur úr smáum korum og hevur stríðst seg ígjøgnum fyri nú at standa á ovastu tindum, har hon errin deklamerar sín løgfrøðiliga framferðarhátt, sum meira gongur út uppá at vinna málini enn um veruligt rættvísi. Tá Tessa Ensler sjálv er fyri kynsligum ágangi upplivar hon hvussu tað kennist at standa hinumegin og vera offur. Tá sær hon hvussu órættvís skipanin er. Prima Facie er løgfrøðiligt hugtak, ið merkir í fyrstu atløgu og hevur við próvbyrðu at gera. Í leikinum verður staðfest, at tað er sera sjáldan, at dómur stendst í einum máli um neyðtøku ella kynsligan ágang.
Tá eg trein út úr Perluni í leygarkvøldið við øllum tess bláa vikuskiftissigarettroyki og skiftandi anga av luktilsum, kom mær til hugs, at Prima Facie í grundini er eitt slag av problemteatur, ið viðger og problematiserar eitt aktuelt samfelagsmál soleiðis sum vit síðan nýbrotið hava upplivað tað í leikum hjá Henrik Ibsen, og sum ikki minst í sjeytiárunum fekk ringt orð á seg, tí tað skuldi eitast at vera meira samfelagsligt enn listaligt. Eg nevni hetta sum eitt fyrivarni bara tí eg havi varhugan av, at onnur fólk eru eitt sindur sum eg sjálv og tískil kunnu finna uppá at raðfesta sína dýrabæru tíð uttan um ein leik, ið snýr seg um eitt so mikið ótespiligt evni sum órættvísi í sambandi við kynsligan ágang. Det Ferösche Compagnie hevur í sambandi við leikin samstarvað við Javnstøðunevndina, Sig Frá verkæltanina hjá Almanna- og mentamálaráðnum, Kvinnuhúsið og Neyðtøkutilbúgvingina í Sjúkrahúsverkinum – við hesum gerst evnið eisini sera ítøkiligt og veruligt. Um eg ikki var boðin til leikin sum ummælari, veit eg ikki um eg hevði farið. Hetta kemst eisini av, at eg frammanundan haldi meg vita, at rættarskipanin hevur eina patriarkalska kjarnu og harvið ikki havi tørv á at fáa lisið og konuspleynað okkurt, eg longu veit av. Aja, eg átti at vitað av, at mann skal líta á listina. Nú havi eg verið til Prima Facie hjá DFC og viðmæli øllum inniliga at fara til leikin sum skjótast, hann verður bert framførdur fáar ferðir (sí ovast). Prima Facie er eitt framúr relevant og væl framborið samtíðarlistaverk við plássi fyri teimum týdningarmiklu nuansunum og fyri eini hóming av ljósi í myrkrinum. Leikstjóri er bretski Matthew Richardson. Dánjal á Neystabø er tónasmiður og er á palli saman við pallstjóranum Anny Thorsen, ið hjálpir høvuðsleikaranum við rekvisittum. Ljóð- og tónleikaparturin av leikinum hevur sera stóran týdning og er rættiliga serstakt avgreiddur. Dánjal virkar sum eitt slag av listaliga kvomum diskara, ið fylgir við og skiftir ljóðspor eftir hvar leikarin er í handritinum. Harvið flytist pulsurin í leikinum upp og niður.
Leikurin er framførdur í Perluni. Tað er eitt margháttligt lítið, snórabeint kommunalt glasogbetonghús - sum ikki á nakran hátt minnir um sína herligu, skeivu jazznavnastórasystur - sum enn ikki hevur funnið sítt endamál og sum riggar so sera illa til tað allarmesta. Men við Sámal Blak sum sniðgeva í DFC-regi, so vísir tað seg sum, at alt ber til. Hansara scenografi er altíð listaliga áhugaverd og ótrúliga varierað og disciplinerað, tí hon tekur støði í júst uppsetingini og huglagnum, sum teir ymisku leikirnir skulu hava. Í scenografiini hjá Sámali Blak er Perlan á einfaldan men gjøgnumførdan hátt umbroytt til okkurt, sum ikki er (!), men kortini minnir um ein rættarsal við okkum sýningargestum sum áskoðarum/dómsnevnd.
Prima Facie er á so mangan hátt ein eyðkend DFC framførsla semjast eg og sonurin um á veg heim frá leikinum. Men hvat er tað í grundini spyr hann. Kanska svarið verður eitt sindur breitt viðgangi eg í og við, at leikskráin hjá DFC fevnir um bæði gamalt og nýtt, um Shakespeare og um samtíðarleiklist. Somuleiðis er manningin fjølbroytt við nógvum skiftandi luttakarum og einari nokk so fastari listaligari kjarnu. Men samanumtikið er DFC eksperimentalteatur, ið um somu tíð tykist víðgongt og viðkomandi og listaliga progressivt. Senografiskt taka leikirnir støði í skiftandi innihaldi, men eru eisini staðspesifikkir við skiftandi hølisumstøðum alt eftir um leikurin gongur fyri seg í einum sjónleikarhúsi, einum skúla ella einum lítlum glashúsi í miðbýnum í Havn. Estetiskt eru leikirnir ofta merktir av einum hugtakandi blandi millum tað ógvuliga analoga, næstan barnsliga spælandi og so onkrum, ið er meira tøkniliga framkomið. Í fleiri leikum hava talvur verið brúktar í onkrum slagi av framløgu eins og ljóð- og filmsupptøkur ofta viðka um leiklistarúmið uttan, at tað yvirdoyvir sjálvan sjónleikin.
Sjónleikurin er altíð í fokus og tað merkir í hesum føri, at Kristina Sørensen Ougaard hevur okkara fulla uppmerksemi í gott og væl hundrað minuttir. Hetta ber hon við imponerandi yvirskoti, intensum tempo og so mikið stórum trúvirði, at tíðin flýgur. Eg trúgvi heilt einfalt uppá hennara ímyndan av Tessu Ensler og tað geri eg eisini av tí, at týðingin hjá Beini Bergsson er góð. Onkrar danismur koma fyri; eg hevði kanska heldur sagt mutla enn mumla og brúkt orðið sannførd heldur enn yvirbevíst, men tað tykist sum eru orðini tilvitað vald bæði við atliti til sosiolekt og talumál. Har er ómetaliga nógvur tekstur at framføra hjá sjónleikaranum, sum onkra løtu tykist leita eftir einum orði og nakrar fáar ferðir fær hjálp frá pallstjóranum uttan at hetta gongur út yvir trúvirði. Vit áskoðarar eru onkursvegna við uppá, at leikurin er ein leikur, ein showcase, sum vísir okkum lýti í okkara rættarskipan. Tað besta við leikinum eru nuansurnar og at ljós onkursvegna hómast í myrkrinum. Ljósglottar eru í móðurkærleikanum og í umsorganarfulla atburðinum hjá løgreglukvinnuni og í uppgerðini hjá Tessu, sum við sínari seinastu røðu í vitnisbásinum fær menniskjaliga og moralska uppreisn eins og áskoðarin fær eina vón um broyting.
Kinna Poulsen