Olivur við Neyst Minnisframsýning - vernissage, list og fólk í Steinprenti

Leygardagin var ein rúgva av fólki komin saman í Steinprenti til tess at minnast ein av okkara gávaðu listamonnum, Olivur við Neyst, sum andaðist í fjør. Jan Andersson beyð vælkomin og síðan setti Bárður Jákupsson listina hjá Olivuri í listasøguligt perspektiv. Framsýningin í Steinprenti er sett saman av oljumálningum, grafikki og vatnlitamálningum, ið fevna víða í tíð. Framsýndar eru myndir úr sjeytiárunum og fram í okkara øld. Millum gestirnar vóru nógv listafólk, familja og vinfólk hjá Olivuri við Neyst, so løtan gjørdist innilig og góð. Listamaðurin er farin, men verkini eru eftir.

Kinna Poulsen

Sonur olivur við neyst, Hallur og mamma hansara Dagmar Joensen Næs

Bárður Jákupsson greiðir frá

Eitt hugtakandi barnaportrett í reyðum og grønum

Listafólk práta

Ein akvarel

Fríða Matras Brekku í Steinprentstoyminum

Fólk lurta eftir Bárði

Kavadagur

Jan Andersson og onnur

Listaprát

Ein grafisk mynd

Ein lýsandi gulur oljumálningur

Listaprát

Ein akvarel