Reyp og sjálvrós má til...

Heystið er komið við sínum ljúvliga streymi av listaupplivingum, sum veruliga krevja, at mann dugir at raðfesta, tí tað ber illa til at fara til alt. Tveir flottir leikir hava verið framførdir síðstu vikurnar og leygardagin verður tann triði leikurin, Upphav framførdur í Norðurlandahúsinum sum partur av pallistafestivalinum Verk – Nordic Stage Days, har tey í næstum fara at kjakast um Eitt leikhús í órøkt – ein tjóð uttan pall? Tíverri gongur hetta fyri seg samstundis sum undirritaða og flest onnur við eru til arbeiðis fríggjamorgunin klokkan 10. Áhugaverda skráin sæst her: https://www.nlh.fo/?event=11507/verk-nordic-stage-days

Í hesum árum hevur føroysk list eitt altjóða gjøgnumbrot, sum vit kanska ikki ordiliga varnast. Men tað er í heilum, at føroysk listafólk, sjónleikarar, filmsfólk, tónleikarar, dansarar, rithøvundar osfr. framsýna, framføra og gera vart við seg úti í heimi. Herfyri var eitt strálandi ummæli á Asymptote av yrkingasavninum hjá Kim Simonsen Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið (2013), sum Randi Ward týddi og sum var útgivin í ár What good does it do for a person to wake up one morning this side of the new millennium. Hetta er ein bók, heldur Sayana Sarkar ummælari, til lesarar, sum fyritrekkja eitt slag av elegi, sum heldur er fyribúgvin og alvakin enn at vera til pynt. https://www.asymptotejournal.com/blog/2025/09/25/deep-time-elegy-a-review-of-what-good-does-it-do-for-a-person-to-wake-up-one-morning-this-side-of-the-new-millennium-by-kim-simonsen/ Leygardagin 4.okt klokkan 17 verður upplestur hjá m.a. Kim Simonsen og øðrum føroyskum og íslendskum høvundum í Gallarí Havnará.

Traitor eitur framsýningin hjá Jóhan Martini Christiansen, sum letur upp leygardagin í Trykkeriet Bergen við eini røð av koparprentum. Svíkjarin er týdningarmikil partur av okkara mentan og teimum stóru søgunum. Hvat var Jesus uttan Judas. Svíkjarin vekir bæði ótta og fascinatión – onkur, sum stígur uttanfyri samfelagið og harvið gerst sjónligur. Við verkum, sum eru prentað meðan Jóhan Martin hevur verið á residency uppihaldi í Bergen, kannar listamaðurin tvídráttin millum vakurleika og skomm. https://www.trykkerietbergen.no/traitors/

Randi Samsonsen er júst heimafturkomin úr New York, har hon hevur verið nakrar vikur. Nordic Textile Takeover nevndist eitt átak í Scandinavia House, har Randi Samsonsen tók lut á ymiskan hátt m.a. á eini framsýning https://www.scandinaviahouse.org/exhibitions/textile-takeover/ 18.oktober letur upp ein onnur framsýning sama stað, ið er ein 25 ára jubileumsframsýning við heitinum A TIME FOR EVERYTHING, sum Emily Stoddart kuraterar. Eisini her luttekur Randi Samsonsen saman við eini røð av framúrskarandi norðurlendskum listafólkum. https://www.scandinaviahouse.org/exhibitions/a-time-for-everything-25-years-of-contemporary-art-at-scandinavia-house/

Kinna Poulsen