Standmyndaferð í Havn
/Fyri ein listmiðlara kunnu uppgávurnar vera ymiskar. Ofta er talan um ummæli og greinar, sum skulu orðast, men fríggjadagin fekk eg eina meira óvanliga uppgávu og høvi at fara eina standmyndarundferð við starvsfólkunum á Tjóðsavninum, sum samstundis var ein rundferð í føroyskari listasøgu. Standmyndaferðin, sum byrjaði við Móðirmálið (1948) hjá Janusi Kamban og endaði við Fagnaðartrænum (2024) hjá Edward Fuglø, var síðsti partur av starvsfólkatiltaki hjá Tjóðsavninum. Fleiri tílíkir minnisvarðar vóru í hópinum umframt tað fyrsta verkið, sum var gjørt til minnis um V.U.Hammarshaimb og hundrað ára minningarhaldið hjá skriftmálinum eins meðan síðsta standmyndin er til minnis um Andreu Árting og eitt fagnaðartræ til kvinnurnar.
Hetta var eitt áhugavert høvi hyggja eitt sindur neyvari eftir listaverkum, sum vit annars ofta ganga framvið í almenna rúminum.
Sjálvt um dømi um skulpturella list finnast í Føroyum í krossteinum og religiøsum figurum úr miðøld og renesansu, minnir gongdin innan modernaða føroyska standmyndalist um restina av føroysku listasøguni; vit komu seint í gongd og fleiri av teimum eldru verkunum eru skapt av útlendingum. Men standmyndalistin víkir kortini frá málningalistini í tøkni, týdningi, funktión og innihaldi. Skulu vit seta tað eitt sindur á spíssin, so hevur einki annað listaslag so tengt at og definerað av makt sum standmyndalistin. Av tí, at standmyndir ofta standa úti, má tilfarið tola veður og vind, tað ger t.d. bronsa, bronsa er sera dýr – hartil hava standmyndir í almenna rúminum eina lutfalsliga tunga prosess og skulu góðtakast av nevndum við politikarum uttan ta stóru listaligu ráðgevingina. Hetta er so ein orsøk til, at listalig menning ikki sæst so væl aftur á standmyndaøkinum.
Í einum atfinningarsamum íslendskum ummæli av einari føroyskari listaframsýning í 1999 stóð, at føroysk standmyndalist var á støði minnisvarða – okkurt um, at hon var tung, afturlítandi, heroisk, maskulin, konservativ, monumental. Tað var nokk so frekt skrivað, hildu vit, men kanska var tað ikki av leið. Føroysk myndlist hevur frá byrjan verið eitt ideologiskt tjóðskaparligt projekt – og hetta er í enn størri mun galdandi fyri tær dýru standmyndirnar, ið støðugt draga á konservativan bógv. Í londunum kring okkum hevur eitt ávíst lyndi verið til, at onnur listafólk enn tey, ið eru útbúgvin innan ta trídimensjonalu listina, gera standmyndir. Hetta hongur saman við gongdini hjá konseptlistini, sum støðugt hevur máað av handverkliga grundarlagnum hjá myndlistini. Tú kanst hugsa eina standmynd, tekna hugskotið, meðan onnur stoypa tað - hetta hevur í ein ávísan mun verið galdandi fyrr, tá t.d. leirstandmyndir hava verið stoyptar í bronsu á bronsustoyparí, men nú kann tilfarsliga frástøðan millum listafólk og verk vera enn størri. Júst av hesi orsøk kann tað undra, at listaligu gjøgnumbrotini í føroyskari list hesa øldina innan konseptlist, abstrakta list og nýmaterialismu ikki síggjast aftur í almenna rúminum.
Kinna Poulsen
Í góðum veðri í miðbýnum við ta merkiligu standmyndina hjá Janusi kamban maður og kona 1972
Brotamynd úr relieffmynd á basaltminnisvarðanum Móðurmálið hjá Janusi Kamban - ein vakur unglingi.
Ein mynd av netinum av Hans paula olsen við væl eydnaðu standmyndina við listasavnið 1990-92
norski listamaðurin kåre orud við skitsu til minnisvarða teirra sjólætnu í plantasjuni í havn 1956
Dansiringur á aðrari síðuni á Móðurmálinum - á hinari er søgusigarnin lýstur - tvær grundsúlur undir føroyska málinum eru kvæðini og søgurnar
fyrsta lýsingin við áheitan um at reisa Rasmusi Effersøe ein minnisvarða sæst í føroyskum bløðum beint eftir, at Effersøe doyði í 1916. Standmyndin kom í 1933.
Ein søgulig standmynd og monument fyri Andreu árting (2024) hjá edwardi fuglø - sum altíð við standmyndum var hendan nógv umdiskuterað, men hvussu er og ikki, er hetta ein standmynd, sum viðger eitt veruligt konubrot, sum verður lýst í klæðum sum vanligt (óvanligt) menniskja.