DUPULT FØROYSK LISTASENSATIÓN

Føroyar fáa tvær av virðislønum Norðurlandaráðsins

Nú Norðurlandaráðið týsdag fyrrapart avdúkaði árligu virðislønirnar, eru ikki minni enn tvey føroysk listaverk millum vinnararnar.

Tvær stórar virðislønir!!!

Vit vilja svíma og detta uppeftir í senn.

Vónbjørt Vang hevur vunnið bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið Svørt Orkidé og filmurin Seinasta Paradís á Jørð v/ Sakarisi Stórá (leikstjórn og handrit), Mads Stegger og Tommy Oksen (handrit) umframt Jón Hammer (framleiðsla) hevur vunnið filmsviðursløn Norðurlandaráðsins.

At vinna ella ikki at vinna..l

-“At vinna er ikki tað týdningarmesta” og “Vit vinna bara av at vera við” – soleiðis hava vit upp í saman roynt at ugga hvønn annan, tá vit ár eftir ár hava ásannað, at tað heldur ikki hesa ferð bar á mál og at tað heldur ikki á hesum sinni var okkara túrur at vinna ta stóru Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Ein týdningarmikil oasa birtist fyri okkum, tá Barna- og ungdómsbókmentavirðislønin varð sett á stovn í 2013 og longu í 2013 vann Bárður Oskarsson hesa virðisløn fyri sína framúrskarandi myndabók, Træið. Eivør Pálsdóttir vann somuleiðis Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2021. Men við Bókmentavirðislønini hevur tað gingið heldur trekari. Í skjótt hálva øld hava skiftandi nevndir við væl lisnum føroyskum bókmentafólkum lisið allar bókaútgávur, sum koma á føroyska marknaðin, kjakast um bøkurnar fyri síðani at velja eina bók, ið verður mett at hava ein kjans fyri at kappast á jøvnum føti við bøkur hjá høvundum í okkara norðurlendsku brøðratjóðum. Í áratíggju hava vit trúliga skotið upp eina bók fyri og aðra eftir. Góðar føroyskar bøkur, fleiri teirra framúr og nú var mann farin at halda, at hetta snøgt sagt ikki bar til, at hetta bara var okkurt, sum kundi henda í fyrru øld. Nei, tað er ikki at taka munnin ov fullan at staðfesta, at okkara luttøka í virðislønarkapping Norðurlandaráðsins hevur verið ein oyðimarkargongd av bíbilskum dimensiónum. Sum kunnugt stríddist Móses í fjøruti ár áðrenn hann hómaði lovaði landið, men í ár, nú 39 ár eru liðin síðan Rói Patursson vann virðislønina fyri frálíka yrkingasavnið Líkasum, hendi tað loksins aftur, at ein føroyingur vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins og aftur hesa ferð er talan um eitt yrkingasavn. Tað eru stórtíðindi av sonnum.

Fimm virðislønir

Norðurlandaráðið letur á hvørjum ári fimm virðislønir; Barna- og ungdómsbókmentanarvirðislønin, filmsvirðislønina, bókmentavirðislønina, tónleikavirðislønina og umhvørvisvirðislønina. Virðislønirnar frá Norðurlandaráðnum eru háttvirdar og virðismiklar - eisini peningaliga eru tær javnt stórar og fevna um 300.000 danskar krónur hvør. Tær verða allar handaðar, tá Norðurlandaráðið kemur saman – virðislønarhaldið verður hesa ferð í Stokholm 28.oktober klokkan 18 og eg giti, at tað man fara at verða sent í sjónvarpinum. Barna- og ungdómsbókmentanarvirðislønin fór í ár til Svøríkis til Saru Lundberg fyri myndabókina Ingen utom jag. Tónleikavirðislønin var latin íslendska klaverleikaranum Víkingi Ólafsson og umhvørvisvirðislønin varð latin Grønne Nabofællesskaber í Danmark.

Fyrsta filmuppskotið vann

Bókmentavirðislønin er tann elsta av virðislønunum frá Norðurlandaráðnum og hevur verið latin síðan 1962, meðan hol ikki varð sett á filmsvirðislønina fyrr enn í 2002/2005. Í ár høvdu Føroyar sína fyrstu tilnevning av einum føroyskum filmi, sum gjørdi bart og vann. Tað er søguligt, men als ikki løgið, tí talan er um ein framúr góðan og rørandi film, sum samantvinnar søguna um lívið sum verkafólk í eini lítlari føroyskari bygd, við persónligu menningarsøguna hjá høvuðspersónunum. Norðurlendska dómsnevndin rósar filminum Seinasta Paradís á Jørð fyri autentiska tónan, tey framúr góðu sjónleikaraavrikini hjá bæði ungum og tilkomnum leikarum (Sámal H.Hansen, Bjørg B. Egholm, Bjørn M. Mohr, Esther á Fjallinum, Hans Tórgarð, Hjálmar Dam, Kristina Sørensen Ougaard, Annika Johannesen, Noomi Kunoy Heradóttir, Vivian Sjóklett, Ísak Vest, Ketty Maria Nielsen, Eyð Matras, Lukas Niclasen, Elsebeth Haraldsen og Rókur Olsen) og fyri sína stillisligu, men neyvu lýsing av sterka stríðnum fyri familju og tilveru og at hóra undan. Tónleikurin (Hettarher) verður róstur eins og filmsfotograferingin (Virginie Surdej) er fantastisk sambært dómsnevndini, ið heldur Seinasta Paradís á Jørð vera ein varða í bæði føroyskum og norðurlendskum filmi.

Sakaris Stórá: “Tað kennist púra óveruligt”

Hetta eru av sonnum føgur og flott orð. Tá eg spyrji leikstjóran, Sakaris Stórá hvussu tað følist at vinna Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins, hevur hann ikki ordiliga skilt tað enn: “Tað kennist púra óveruligt. Eg havi slett ikki fatað tað enn. Eg eri sjálvandi ótrúliga glaður og eisini heilt ómetaliga takksamur. Nógv fólk hava lagt nógva orku í filmin og uttan tey, hevði filmurin ikki veri tað hann er. Heiðurin er ein viðurkenning av teirra evnum og teirra arbeiði. Alt filmsliðið og ikki minst leikararnir. Men eg eri eisini takksamur fyri, at dómsnevndirnar valdu ein film sum sigur akkurát hesa søguna. Tí eg haldi hana vera týdningarmikla”.

Týdningarmikil virðisløn

Men hvønn týdning hevur virðislønin sambært leikstjóranum? – Hetta er størsti heiður, sum ein filmur kann fáa í Norðurlondum yvirhøvur, staðfestir Sakaris Stórá, og ein stórur heiður: “Fleiri av teimum, sum áður hava vunnið hesa virðislønina, eru nøvn, sum eg havi sæð upp til, líka síðan eg byrjaði at fáa áhuga fyri filmi. Eg og Jón vóru so glaðir fyri sjálva tilnevningina, tí hon onkursvegna var við til at javnseta okkum við okkara grannalond, eins og hon prógvar at vit í Føroyum hava evnini, at siga okkara egnu søgur á filmi. Tað var eitt av okkara hjartamálum. At okkara filmur  vinnur, undirstrikar hetta og tað letur eisini nakrar dyr upp fyri føroyskum filmi. Vónandi kann hetta eisini vera við til at fáa okkum, og ikki minst - politisku skipanina, at fáa eyguni upp fyri týdninginum av søgunum, ið vit hava í Føroyum og okkara førleika til at siga hesar søgur.

Svørt Orkidé

Svørt Orkidé er eitt vakurt, brotakent bókaverk, sett saman av lyriskum og essayistiskum tekstum, minnisbrotum og staðfestingum við sitatum úr bókmentasøguni, sum evnisliga snýr seg um mammuleiklutin og hvussu tað er at vera mamma, tá alt ikki gongur sum eftir ánni. Brotakendi bygnaðurin leggur dent á, at upplivingarnar hjá mammuni eru syndraðar og leitandi og lýsir hennara roynd at finna mál fyri tí, sum ikki kann sigast. Verkið viðger óttan hjá mammuni fyri at missa sonin, tá hann er um at snáva í tilveruni. Sambært norðurlendsku dómsnevndini er bókin visuelt sterk, samanhangandi og háaktuel á tann hátt, at hon snýr seg um ólukkuligan ungdóm eins og hon skrivar seg inn í eina bylgju av móðurbókmentum. Um Vónbjørt Vang sigur dómsnevndin, at hon er ein týdningarmikil rødd á føroyska bókmentapallinum, men hvussu hevur høvundin tað sjálv við stóra heiðrinum? Eg havi spurt hana.

Vónbjørt Vang: “Eg føli meg sædda sum rithøvund”

Vónbjørt Vang er sera kensluborin av heiðrinum, greiðir hon frá, men hon er eisini sera takksom: “Fyri at vera púra erlig so havi eg grátið nógv seinastu tíðina, síðani eg fekk tað at vita. Hetta hevur bara verið ov nógv fyri mítt system at rúma, og so havi eg grátið meir saman við mínum nærmastu, sum so við og við hava fingið tað at vita. Hetta er jú kempistórt og eingin, og so slett ikki eg, høvdu ímyndað okkum, at hetta fór at henda. Vit hava jú vant okkum við, at føroysk verk ikki vinna hesa stóru og heiðurligu virðisløn, eingin hevur vunnið í 39 ár og bara tvær ferðir frammanundan hevur nakar føroyingur vunnið, hóast at fleiri verk, sum seinastu árini hava verið tilnevnd eru fult á hædd við tey verk, sum okkara norðurlendsku kollegar hava skrivað, so hinvegin er tað kanska heldur ikki løgið at mín bók nú vinnur. Eg føli meg á eygnahædd sum rithøvundur í einum norðurlendskum høpi. Hóast vit skriva á einum evarska lítlum máli, so skriva vit sterkar og týdningarmiklar bøkur. Tað eri so ómetaliga glað fyri, at ein norðurlendsk nevnd nú hevur fingið eyga á. Eg eri eisini serstakliga glað fyri vinnaramotiveringina, sum juryin kom við. Eg havi ongantíð fyrr følt meg so sædda sum rithøvund, so nú tá eg havi havt tíð og rúmd at latið hetta sodna, so er bara gleði og takksemi eftir. Eg vóni at hendan virðisløn eisini kann vera við til at seta fokus á aðrar bókmentir úr Føroyum, og at vit í størri mun verða inkluderað í norðurlendska bókmentaalmennið.”

Norðurlendsku virðislønirnar eru væl uppiborin heiður hjá nøkrum ávísum, dugnaligum einstøkum listafólkum, sum skara framúr, men heiðurin fevnir eisini breiðari í føroyska listaumhvørvinum til einstaklingar, stovnar og feløg, sum javnt og samt arbeiða fyri listini. Á ein hátt kann mann siga, at ein tílík viðurkenning sum tann, føroyskar bókmentir og filmur hava fingið, nertur alt økið sum tað er. Listútbúgvingin á Fróðskaparsetrinum hevur til dømis týdning, tí Svørt Orkidé var upprunaliga ein BA-ritgerð í ritlist. Allir einstaklingar í føroysku filmsvinnuni kunnu bretta sær á – eisini tey, sum í mong ár hava stuðlað og fjølgað um filmslist og bókmentir m.a. Filmshúsið, Klippfisk, forløg og í hesum føri serliga Forlagið Eksil, føroyska listastuðulskipanin umframt aðrir stuðlar umframt øll tey mongu, sum hjálpa til fyri ikki at tala um innstillingarnevndirnar bæði tær føroysku og tær norðurlendsku, sum við at velja føroysku verkini ikki bara gleða ein gamlan, rutineraðan undirhund. Merkisverda valið vísir eisini dirvi og vilja til í eini larmandi tíð at raðfesta tvey stillfør listaverk, sum varpa ljós á tað vakra, skroypiliga menniskjað á tremur av ótta, iva og kærleika.

Føroysku vinnararnir og føroysku uppskotini til at vinna virðislønir Norðurlandaráðsins verða fagnað í Norðurlandahúsinum í dag klokkan 17. Tiltakið er alment og øll eru vælkomin. Skráin sæst her: https://www.nlh.fo/?event=11844/hatidarhald-av-foeroysku-tilnevningunum-til-virdisloenir-nordurlandaradsins-2025

Kinna Poulsen