Sjálvt um okkurt er stuttligt, er ikki nógv at flenna eftir hjá teimum neyðars menniskjunum í triðja ríkinum í leikinum, sum verður leiktur í løtuni á Tjóðpalli Føroya. Eftir leiklok er stilt sum í grøvini inntil onkur tekur seg saman at takka fyri veldugu upplivingina við lógvabrestum. Vit taka undir og klappa við lít, men myrkrið eltir meg kortini út í garderobuna, har ljóðið av einum jakkatræi, sum dettur á gólv, fær meg at hvøkka við. Eg eri ikki einsamøll um hesa kenslu, sum eg hómi í andlitunum á mínum medáskoðarum; fjálturin í leikinum er farin inn undir húðina á okkum inn í sjálva nervaskipanina, har hann hevur funnið ein móttakara, ið kennir aftur brá í óhugnaliga mynstrinum, sum leikurin vísir okkum.
Gerandislív í triðja ríkinum eitur leikurin, sum byggir á upprunaleikritið Furcht und Elend des Dritten Reiches, eftir kenda týska dramatikaran og leikstjóran, Bertolt Brecht. Leikurin er settur saman av ellivu leikbrotum úr gerandislívinum hjá ymiskum fólkum sum liva í einum landi, har nasistarnir hava tikið yvir og samfelagið er totalitert, merkt av einstevning og ræðslu fyri at vera á skeivari síðu, fyri at halda og hugsa okkurt skeivt. Og hvat er nú tað rætta? Tað er ikki lætt at vita. Í leikbrotinum um ein dómara í villareiði um ein dóm verður ivin lagdur fram næstan in absurdum. Meistarliga leiktur av Hans Tórgarð verður dómarin so ørkymlaður, at tað næstan gerst fysiskt óbehagiligt hjá áskoðaranum. Eg bleiv í hvussu er heit og tung fyri ondini har eg sat.
At byrja við helt eg heitið “Gerandislív” í týðingini hjá Hans Tórgarð klinga merkiliga ódramatiskt í mun til ekspressiva upprunaheitið, men tað rakar í grundini beint á sardoniska huglagið hjá Brecht, sum er kolasvart – eisini um ljós er í myrkrinum. Sjálvt ljósið er ótespiligt og tað, vit síggja er ræðuligt. Í upplýstum rípum frá ljóskastarum sæst bara myrkur, elendigheit, misálit, kúgan, ótti, paranoia og ein sorg so djúp, at tú missir ondina. Leikbrotið, tá jødiska konan sigur manni sínum farvæl, er so nívandi, at tað fer ikki frá mær – ógloymandi leikavrik hjá Sofíu Nolsøe Mikkelsen, sum gerst ímynd av kærleika og hita í einum køldum, hørðum samfelag. Tað er so rørandi at uppliva hitan í tí annars rættiliga karikeraða leikinum – serliga samansetingin av hesum sera menniskjansliga lyndinum til at lata sum um og lúgva fyri okkum sjálvum og okkara nærmastu, tá støðan í roynd og veru er vónleys “- jú, jú, tað man fara at ganga, vit síggjast skjótt og hetta man ikki fara at vara so leingi” - og so vitanini um, at leikurin er skrivaður millum 1936 og 1938, tá søguligu ræðuleikarnir, sum leikurin er bygdur á, enn vóru í síni byrjandi fasu. Heljardýpið Holocaust – øll tann ræðuliga søgan verður vakt í huga okkara av eini eittans pallmynd, tá konan er á veg avstað og stendur í myrkri í mótljósi og vit hoyra ljóðið frá einum toki, sum harðliga høggur bremsurnar í.
Bæði innihald og estetikkur minna um óhugnaliga málningin Die Nacht, sum týski málarin Max Beckmann málaði eftir fyrsta veraldarbardaga í 1919. Trý ár seinni var 22 ára gamli føroyski rithøvundurin Jørgen Frantz Jacobsen á ferð í Týsklandi og skrivar í brævi til vinmannin William Heinesen í Havn hesa gløggskygdu lýsing: “Som du vil vide, er tyskerne nu et folk, der er på afgrundens rand, men det danser på afgrundens rand. Det danser lige til det styrter ud. Tyskland befinder sig nu, efter krigen, i yderste dekadence. Moralen er i alle henseender på retur.. hvor det går ad helvede til, der danser man...”. Hesum visti Bertholt Brecht av. Hann sá fátækradømið og ørskapin í sínum heimlandi og lýsti hann í sínum bókum. Hann var marxistur og systemkritikari, so hann var sjálvandi á onkrum deyðslista hjá nazistunum. Saman við familjuni flýddi hann til Danmarkar, har hann skrivaði m.a. Furcht und Elend des Dritten Reiches í útlegd.
Leikuppsetingin á Tjóðpallinum livir í nógvum upp til hugskotini hjá Bertholt Brecht um eina leiklist, sum skal vekja og ørkymla áskoðaran, ið ikki sleppur at heingja frá sær á sama knaga sum vit heingja hattin á í garderobuni. Vit sleppa ikki at slappa av við tankan um, at allar hesar sýndu elendigheitir eru søguligar, avmarkaðar í tíð og stað, innilokaðar á pallinum, langt burtur frá okkum. Í staðin verða vit kløkkað, plágað, tikin við og fáa ábyrgd fyri tí, sum hendir. Leikurin er konfronterandi, illusiónin brotnar í heilum og fjórði veggurin gerst ein talva, sum problematiserar og undirvísir okkum við lyklaorðum um alt tað góða, sum triðja ríkið skal gera til tess at tryggja tess íbúgvum lebensraum. Vegurin til heljar er sum kunnugt lagdur við góðum lyftum og tað er hagar vit eru ávegis. Eingin ivi um tað.
Á veggin verða videobrot varpað afturvið festligum harmonikutónum. Hetta man vera okkurt hátíðarhald í gomlum døgum við fittum brosandi børnum og fólkum, sum eru pyntað í tjóðbúnum. Sólin skínur og mann fer so spakuliga at murra við og at hugsa um bæði ólavsøku og flaggdag, tá brádliga sjálvur Førarin dagar undan væl tilpassar veittrandi til fólkið og so er allur hugni líkasum horvin sum døgg fyri sól. Jú, leikupplivingin er nokk so DFC og tað kemur m.a. av, at tann dugnaligi Sámal Blak er pall- og búnasniðgevi. Pallurin er einfaldur við fáum leikgripum, ið allir hava eina praktiska funktión, men har skógvar kortini fáa ein symbolskan týdning. Er pallurin einfaldur, er ljóðsíðan tað mótsetta og tað er nokk so nógv ljóð, sum stressa áskoðaran, so at vit sita uttast á stólinum. Tað er flott gjørt, men er eisini nokk so nógv at kapera. Visuelt ber leikurin brá av surrealismu. Eitt gamaldags telefonhorn hongur og darlar niður úr loftinum og flokksmenninir í bovlarum minna bæði um Magritte og A Clockwork Orange. -Ikki eitt orð um leiklistastríðið, men tað er kortini gott at síggja, at sjónleikarapalettin hjá Tjóðpallinum er víðkað. Øll leikavrik eru framúr; tað er frálíkt at síggja Kjartan Hansen aftur við hansara serliga ansi fyri humor og tí groteska og at uppliva Súsonnu Tórgarð spæla við øllum sínum heimliga óhugna og ikki minst at síggja Bjørn Mouritzarson Mohr, sum spældi í filminum hjá Sakarisi Stórá, spæla so væl á palli við orkumiklum, ungum óndskapi. Tað er flott. Hetta er fyrsti leikur, sum Tjóðpallur Føroya setir upp síðan Harald Thompson Rosenstrøm bleiv stjóri og leikstjórin er ein av hansara kontaktum, ukrainski Orest Pastukh. Ein góð byrjan og eg gleði meg til framhaldið og at síggja enn fleiri av okkara framúr góðu sjónleikarum framføra á okkara tjóðpalli.
Gerandislív í triðja ríkinum er ein leikur um eitt søguligt tíðarskeið, sum er langt burtur og nokk so langt úti. At hugsa sær fólk, sum ganga og grenja um regn, meðan medmenniskju verða pínd og dripin, meðan fólkadráp gongur fyri seg, meðan kríggj taka seg upp og fascismuspøkilsið vaknar og rembist við sínari tjóðarøsing, rasismu, vápnadubbing og fakenews. Dronur og kavbátar í sjónarringinum. Nei, eingin kann vera í iva um hvussu aktuellur ein tílíkur leikur er og hvussu stóran týdning tað er at uppliva hann á okkara egna máli og eg ætlaði ikki at koma inn á mentanarpolitisku ómegdina og tess óbygdu hvørviborgir, men kanska kundi mann gjørt sum eitt ljóst høvd skjeyt upp fyri mær nú ein dagin og bygt uppá meiaríið. Eg meini so við. Tá annarhvør entreprenantur Havnarmaður sleppur at byggja síni hús um til veldugar airbnb-borgir við túsund elasmáum kømrum í besta búrhønustíli og í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir, mátti okkara tjóðpallur sloppið at smíðað sær einar-tvær- tríggjar hæddir aftrat.
Kinna Poulsen
HØVUNDUR
Bertholt Brecht
TÝÐARI
Hans Tórgarð
LEIKSTJÓRI
Orest Pastukh
LEIKARAR
Sofía Nolsøe Mikkelsen
Kjartan Hansen
Súsanna Tórgarð
Hans Tórgarð
Bjørn Mouritzarson Mohr
PALL- OG BÚNASNIÐGEVI
Sámal Blak
LJÓS- OG LJÓÐSNIÐGEVI
Turpin Napoleon Djurhuus
TÓNASMIÐUR
Bohdan Lysenko
TØKNINGUR
Jákup Skovsgård Thøgersen
BÚNAMAKARI
Anna Kristin Bæk
HÁR OG SMYRSL
Julia Jacobsen
PALLSMÍÐ
Janus Brix Kamban
MYNDIR
Gwenaël Akira Helmsdal Carré
GRAFISKUR SNIÐGEVI
Kirstin Helgadóttir
LJÓS OG LJÓÐ UNDIR SÝNING - KVØLDARSÝNINGAR
Tórálvur Tórgarð
LJÓS OG LJÓÐ UNDIR SÝNING - SKÚLASÝNINGAR
Ása Helena Brynjarsdóttir
"FRONT OF HOUSE"
Anny Leo Thorsen
SAMSKIPARI
Barbara Hentze í Stórustovu
STJÓRI
Harald Thompson Rosenstrøm