-Ein viðurkenning av okkara førleikum at siga okkara egnu søgur á filmi

Seinasta paradís á jørð eftir Sakaris Stórá, er tilnevndur filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins. Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur filmur er tilnevndur virðislønina og tað er í sjálvum sær framúr – men tað besta við hesi tilnevning, er at filmurin, sum verður skotin upp er eitt so mikið gott og originalt listaverk, at hann í roynd og veru kann vinna á frægu norðurlendsku kappingarneytunum.

Tað verður so mangan nevnt hvussu lítlar Føroyar eru og hvussu lutfalsliga nógv listafólk eru í Føroyum. Men listin letur seg eyðvitað illa avmarka av statistiskum ella demografiskum ásetingum – tað er sum so eingin logisk frágreiðing uppá listafólkakonsentratiónina her um leiðir. Kortini kann eingin, sum hevur fylgt við í føroyskum filmi í hesari øldini, vera bilsin um, at tað júst er ein filmur hjá Sakaris Stórá, Seinasta Paradís á jørð, ið nú verður fyrsta føroyska uppskotið til ta týdningarmiklu filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins. Ein virðisløn, sum varpar ljós á góðskufilmar bæði í Norðurlondum og altjóða. Eingin kann ivast í, at Sakaris Stórá hevur serligar gávur at siga søgur við livandi myndum –Tað sæst á øllum, sum hann hevur latið frá sær frá Passasjeren (2009), ið var próvtøkuverkætlan á skúlanum í Lofoten, Summarnátt, sum í 2012 vann Geytan og Vetrarmorgun, sum Í 2014 vann The Special Prize of the Generation 14plus International Jury á Berlinaluni. Um alt verkið hjá Sakarisi Stórá ljómar ein serstakur inniligur og stillførur tóni, sorgblítt huglag og universalur kærleiki, sum verður borin fram spakuliga og drálandi við eini frásagnarrútmu, ið ongantíð ræðist tøgnina, ið ikki fatar tøgnina sum tálmandi, men tað øvugta.

Tað er í sjálvum sær flott at vera í uppskoti at fáa eina filmsvirðisløn sum hesa norðurlendsku, men hvussu man tað kennast at vera tilnevndur í einum høpi, sum telur listafólk sum Dagur Kári, Pernilla August, Sjón, Dag Johan Haugerud, Thomas Vinterberg, Per Fly, Roy Andersson, Lars von Trier, Aki Kaurismäki osfr? Eg havi spurt Sakaris Stórá, sum svarar, at tað sjálvsagt er stórt: “Tað er sjálvandi øgiliga stórt. Nógv av teimum ið áður eru tilnevnd, eru fólk sum eg havi sæð upp til síðan eg byrjaði at gera filmar”. Føroyski leikstjórin er inniliga fegin eisini av tí, at tilnevningin vísir, at føroyingar eisini duga. “Málið sum eg og Jón Hammer settu okkum, áðrenn vit fóru í gongd, var - at um vit skuldu gera hendan filmin, so skuldi hann vera á einum støði, sum var javnt við filmar úr grannalondunum. Og eg haldi at hetta er við til at vísa, at vit hava megnað tað”. Sakaris Stóra metir tilnevningina vera eitt slag av góðskustempli og viðurkenning av okkara førleikum í at siga okkara egnu søgur á filmi. ”At føroyskur filmur sleppur uppí part, er eisini við til at opna dyrnar fyri øðrum føroyskum filmum og tað eri eg sera glaður um, tí soleiðis kann føroyska filmslistin mennast..”.

Filmurin, Seinasta paradís á jørð sum hevði frumsýning á filmsstevnu í Gøteborg fyrr í ár, er framleiddur av Jón Hammer, og handritið skrivaðu Tommy Oksen og Mads Stegger, saman við Sakarisi Stórá.

Kykmyndir og Adomeit Film framleiddu við stuðli frá Det Danske Filminstitut, FilmFyn, DR - Danmarks Radio, Mentamálaráðnum, Creative Europe og Filmshúsinum.
Altjóða sølu stendur REinvent fyri.

https://www.listaportal.com/tidindi/2025/4/11/ein-ringrs-av-krleika

https://www.norden.org/da/news/her-er-de-nominerede-til-nordisk-raads-filmpris-2025

Kinna Poulsen