Sorg er ein kvinna
/Foto Gwenaël Akira Helmsdal Carré
Við leikinum Upphav verður ein roynd gjørd at seta orð á eina persónliga familjusorgarsøgu, ið er lík upplivingunum hjá so mikið nógvum føroyingum, at talan er um okkurt slag av kollektivum trauma. Ein sorg, sum hjá mongum hevur verið hegnað inni av tøgn og tí er eitt upplagt evni at viðgera listarliga.
Leygarkvøldið var einrøðuleikurin Upphav eftir Gunnvá Zachariasen og Maritu S.Dalsgaard frumframførdur í Skálanum í Norðurlandahúsinum. Leikurin, sum var partur av leiklistafestivalinum VERK - Nordic Stage Days, er tann triði, eg havi upplivað her í Havn uppá minni enn tríggjar vikur. Tað er fantastiskt og tríggjar sera ymiskar leikupplivingar, eg eri takksom fyri.
Í forhøllini fáa vit eina leikskrá, har Gunnvá Zachariasen og Marita S.Dalsgaard hvør í sínum lagi greiða frá leikhugskotinum og tilgongdini. Síðstnevnda er leikstjóri og hevur verið við til at skriva leikritið meðan Gunnvá Zachariasen eigur hugskotið, stigtakan og leikrit eins og hon eisini er á palli teir útivið trýss minuttirnar, sum leikurin varar. Upphav tekur útgangsstøði í sorgarleikinum í 1919, tá tveir bátar við tilsamans 11 monnum gingu burtur – tann eini var langabbi Gunnvá.
Inn á interimistiska/ transportabla pallin innast í Skálanum í Norðurlandahúsinum, sum er myndaður av einum snóratræi, einum vatnfati og eini uppvørpu, kemur Gunnvá gangandi eitt sindur fjáltrut á at líta við bókum og avísklippum og myndum – nú skal skil fáast á hetta, sum hendi, tá omma hennara og mong onnur børn í Hesti gjørdust faðirleys. Vi uppliva fleiri ferð, at Gunnvá skiftir ham og verður til smágentu og vaksna konu og á henda hátt uppliva vit søguna úr ymiskum sjónarhornum og hoyra eisini ymsar tekstir lisnar upp.
Hetta leikslagið, har ein verulig, søgulig hending verður viðgjørd í eini kollasjumerktari heild við upplestri, frágreiðing, sjónleiki, faktamiðlan, framløgu og beinleiðis talu til áskoðararnar hava vit sæð fleiri dømi um seinastu árini og ikki bara í Føroyum og ikki bara í leikum hjá Det Ferösche Compagnie, ið tó næstan er vorðið samheiti við hendan sera kreativa og improvisatoriska devise-framferðarháttin. Tá mann ikki hevur sæð tílíkt áður, er lætt at vera tikin av bóli av ymiskum effektum, men leikslagið krevur aga og listaligt yvirskot á øllum parametrum. Tað eru royndar og dugnaligar kvinnur, sum hava skapt Upphav – umframt Gunnvá Zachariasen og Maritu S.Dalsgaard, eru Anna Katrin Ø.Egilstrøð, sum gjørdi ljóð og tónleik og Silje Grimstad, sum stóð fyri visuellum design við. Tónleikurin er sera vakur og málar við tónum heimleysa longsulin. Visuella designið er einfalt og sameinir funktionalitet og innihald við kritahvítum løkum, sum verða hongd á snórar og løgd saman og fungera sum myndalørift, men eisini fáa leiklutin sum spøkilsir, tá longsulin verður ov stórur og tey dansa eins og skuggar. Tekstliga er leikurin settur saman av brotum í bygdasøgum og avísgreinum uttan ta stóru bókmentaligu dýpdina. Og hetta er helst orsøkin til, at fjøðurin í frásøgnini viðhvørt linkast og undirritaði áskoðari eina løtu missir tráðin, fer at skymast og hyggja uppá rulliskíggjan, sum heldur asynkront vísir enskan tekst fyri teimum útlendsku gestunum á leiklistafestivalinum.
Teir, sum gingu burtur vóru menn - tey, sum kendu sviðan vóru kvinnur og børn. Leikurin leggur dent á kvinnuliga sjónarhornið, tað ófatiliga stríðið hjá einkjum, sum skuldu lívbjarga sínum húski í heimum, har pápin manglar sum inntøkukelda - sum menniskja. Hetta evnið er viðkomandi – eg havi sjálv átt eina ommu, sum skuldi skaffa mettuna til sjey fólk í húsi og hvørs tilvera var treytað av greipum uttan avsendara á trappuni og aðrari hjálp frá bygdafólkinum. Tó, at børnini mangan vóru slept út úr húsinum til skips og í hús at tæna so skjótt sum tey vóru konfirmerað, var tað eitt satt baks hjá konunum, áðrenn sosialar veitingar so sum einkjupensjón var til. Sakn og sorg hava listafólk sum Sámal Joensen-Mikines og Janus Djurhuus mangan viðgjørt við lýsingum av marmorbleikum kvinnum og børnum. Minni er gjørt burtur úr ítøkiliga matstríðnum í kjalarvørrinum av deyðum og druknaðum monnum. Tí er Upphav eitt tiltrongt listaverk, sum heilt vist eigur at verða sýnt kring Føroyar eins og fyriskipararnir hava í hyggju.
Seinastu árini hevur listin havt ein lutfalsliga myrkan tóna. Tað er kanska ikki so merkiligt. Vit lesa bøkur um innrás og pest, síggja leikir, sum viðgera ágang og forfylging, sjálvt popptónleikurin hevur dystopiskt brá og finna vit ikki ræðuleikan í okkara egnu tíð so læna vit frá gomlum tíðum. Tað er líka við, at er tað ikki trist, so er tað heldur ikki list og tað kann gerast eitt sindur fábroytt. Myrkur og sorg eru í sjálvum sær merkiliga avmarkaðar kenslur listaliga sæð, tí tú fært ikki tikið meira inn enn eitt vist av stríði, gráti og pínu – ovurnýtsla av sentimentalismu elvir til kensluloysi. Tessvegna er tað umráðandi at sleppa ljósinum inn og tí er nógv tann mest rørandi lýsingin í leikinum Upphav tann, har vit síggja ommuna í vakra tulipanhavanum og skilja, at tað eydnaðist langommuni at gera ein urtagarð.
Kinna Poulsen
Toymið handan leikin:
Hugskot og leikrit: Gunnvá Zachariasen
Leikstjórn og dramaturgi: Marita S. Dalsgaard
Tónasmið: Anna Katrin Ø. Egilstrøð
Ljóssnið: Silje Grimstad, NO
Framleiðsla: TVAZZ í samstarvið við Leikhús SKIFT
Framførslur: Leikurin verður frumframførdur í Skálanum í Norðurlandahúsinum 4. oktober 2025 í sambandi við norðurlendska pallistafestivalin VERK – Nordic Stage Days. Síðani verða framførslur í Norðurlandahúsinum/Skálanum frá týsdegnum 7. Oktober til sunnudagin 12. oktober. Atgongumerki fáast á nlh.fo
Rundferð kring landið: Leikurin er gjørdur til at fara á rundferð í Føroyum. Í fyrstu atløgu í høvuðsstaðarøkinum og síðani kring alt landið, har vit ynskja at framføra á størri og smærri støðum. Stuðlar: Sýningin er stuðlað av Tórshavnar Kommunu, Mentamálaráðnum, Atlantic Airways, Mentanargrunni Landsins, Norðurlandahúsinum og LISA.
Sámal Joensen Mikines Skipini fara 1937