Ein døpur dreingjabók úr 21.øld

Eitt pinkalítið hey við lítlum umframt kolon og parantes sum í einum ætlaðum brostekni er eitt trojanskt ross av lítillæti á permuni á nýggju útgávuni hjá Trygva Danielsen, ið er eitt stórt og ambitiøst beist av einari bók. Tá er meira stórlæti og schwung í undirheitinum TAÐ METAMODERNISTISKA DÓMADAGSMANIFESTIÐ ANNO DOMINI MMXXV ET IN FUTURUM, ið eisini hóskar nógv betri til monstrøsa vavið á bókini. Hon sigst vera útivið 900 síður til longdar – (allar uttan síðutal!). Men sjálvt um bókin altso er tjykkri enn Ó, er hon ikki eins drúgv ella orðarík - verri enn so. Og sjálvt um bókin verður nokk so setursliga presenterað sum ein hybrid samrøðuskaldsøga og ein metamodernistiskur dialogur við samtíðina, so er hon ógvuliga líkatil og løtt at lesa, pallsett sum hon er eins og eitt kjattsamskifti á netinum – tað, sum flest okkara taka lut í dagliga og møguliga eisini duga og tíma betri at lesa enn tjúkkar bøkur.  

Tann skrivandi persónurin í bókini er ein ungur maður á Argjum, ið skrivar til sín javngamla vinmann. Men mann kann kanska siga, at samskiftið fyri tað nógva er einvegis – t.e. um mann fatar fyribrigdið samskifti sum nakað, ið gongur fyri seg millum í minsta lagi tveir persónar – tí tann eini skrivar ikki nógv. Men í tekstinum hendir so líðandi okkurt samanfall millum persónin, sum skrivar og tann, hann skrivar til, so at lesarin at enda ivast í hvør er maður og hvør er skuggi - “eg var hálvur í tínum skugga”.

Teksturin líkist sera væl kjatt-tekstaslagnum, sum hann hermir eftir. Reglurnar eru grafiskt settar á ein gráan skugga á sama hátt sum tá tú prentar eitt kjattsamskifti út og onkuntíð sæst ein regla av prikkum eins og teir, mann sær á messenger, tá onkur er í ferð við at skriva boð. Stílsliga líkist teksturin eisini slíkum boðum við skiftandi framburði, ið valdast nær mann skrivar og undir hvørjum umstøðum og ofta ber teksturin brá av at vera skrivaður í skundi uttan serlig málslig atlit og við talimáli, stavi- og slávillum. Onkuntíð við stuttum staðfestingum, meðan teksturin aðrastaðni blæsist upp. Tað merkist hvussu tann skrivandi skiftir sinnalag, at hann er fullur viðhvørt meðan hann meira og minni desperat roynir at fáa vinmannin í talu. Summastaðni eru youtube-leinki sett inn við (veruligum) sangbrotum, ið kunnu lýsa hvat mann hugsar um og okkurt gamalt ballvideo, har ein ungur og fullur Trygvi Danielsen ger seg fyri skommum. Ella tað hevði mann møguliga hildið fyrr í tíðini. Nú er alt partur av eini listaligari verkætlan og tað er ikki til at siga hvar hon byrjar og hvar hon endar.

Eitt metamodernistiskt manifest. Tað ljóðar øgiligt og kanska er tað eyðkent fyri tann til tíðir stóra í ondini skuggapersónin, sum skrivar. Men manifest er eisini eitt serliga bombastiskt tekstaslag, sum eg haldi ofta verður skrivað av ungum fólkum, sum kanska ikki eru púra blaðung; Filippo Tommaso Marinetti var 33 ár, tá hann skrivaði futuristiska manifestið. Karl Marx var 29 ár, tá hann skrivaði kommunistiska manifestið saman við Friedrich Engels, sum tá var 28 ár. Jesus var 33. Mina Loy var 31 ár, tá hon skrivaði feministiska manifestið. Andre Breton var 28, tá hann skrivaði tað surrealistiska manifestið. Trygvi Danielsen er 34 nú hann hevur skrivað metamodernistiska manifestið. Sum skilst tekur metamodernisman bæði støði í og ger upp við postmodernismuna við eini samtíðarlist og ástøði, sum savnar sjónarmið frá modernismu og postmodernismu. Tað serliga við metamodernismuni er viljin til at sveiggja ímillum modernaða idealismu og postmodernað speisemi, millum reinlyndi og mistrúgv. Hetta hugtak rakar nokk so væl á listaliga framburðin hjá fleiri ungum nú í tíðini, sum seta uppá at vera bæði góðtrúgvin og besnissað. Tey gera verk, sum eru speisk og fitt í senn, relativistisk og sannleikasøkjandi, ivasom og optismistisk alt í einum. Men kanska er metamodernisma gamalt vín í nýggjum fløskum? Tað skuldi undra meg um góða gamla og rúmliga modernismudefinitiónin ikki megnaði at fevna bæði meta og mótsetninginum millum tað góðviljaða og kyniska.  

Teksturin í bókini klingar heldur dapurt – tað er ikki óvæntað í einum dómadagsmanifesti um okkara tíð. Alt gongur av skriðuni, alt doyr alla tíðina og so og so nógv doyggja um sekundið. Hugburðurin er kolasvartur hjá eg-persóninum, ið hartil tykist sera einsamallur, har hann býr í einari kjallaraíbúð á Argjum. Hansara samskifti við onnur menniskju tykist avmarkað – hann møtir onkrum tilvildarligum rasistiskum kunda á einum pitsaria og sín egna útleigara kennir hann ikki á annan hátt enn, at hann hoyrir onkuntíð hoyrir hann gráta uppiá. Tað er ússaligt og syndarligt tað heila.

Gjøgnum frásøgnina hjá hesum samtíðarliga kjallaramenniskjanum birtist fyri okkum ímyndin um tveir vinmenn, sum vaksa upp í Havn í byrjanini av 21.øld. Onkrastaðni í hugarenslinum rennur eitt flogfar á háhús og vit skilja, at vit nú eru við yvirgangsálopið í New York 11.september í 2001. Í millum endurminningarbrotini verður hugleitt um m.a. átrúnað, filosofi, sálarfrøði, vísindi og søguna hjá menniskjanum og tess forfedrum. Hesin streymur av staðfestingum er strævin at lesa ikki tí hann er óvitandi - als ikki, men tí persónurin aftanfyri tykist vita alt og ikki ivast í nøkrum samstundis sum hann er perspektivleyst negativur. Tað er strævið at hoyra uppá (lesa) - og mann kennir hendan hugburðin aftur, fullur sum hann er av paratvitan og amerikaniseringum av europeiskum hugtøkum sum t.d. “hubris”. Púff. Ein keðiliga nalvaskoðandi hugsunarháttur - púra øvugtur av akademiskum idealum, har tað gongur út uppá at kanna málið frá fleiri síðum og kortini ivast í øllum.

Vit hoyra um happing, rasismu, drekkarí umframt annað skrambul og eitt ójavnt vinarlag, har tann eini skrivandi er meira áhugaður enn hin og eisini hevur verið meira áhugaður í vinarlagi og møguliga eisini meira enn tað, meðan passivi móttakarin eftir øllum at døma hevur verið meira svinnur og eisini hevur førkað seg úr sugguni, hevur fingið damu, er hildin uppat at drekka osfr. Nokk so leingi tykist tað sum um, at hesin síðstnevndi er ein fittari, klókari og betri persónur enn kjallaramenniskjað. Teir eru mótsetningar sum Frodo og Voldemort ella Luke Skywalker og Darth Vader, men hava kortini verið sera góðir vinir sum í fellowship of the ring og vit hoyra ymiskar søgur um allar møguligar støður og typur og ungdómslív á festivalum við rúsi og rokilsi. Í fyrstani er tað “túið”, sum stamar, men seinni er tað egpersónurin, sum hevur ilt at fáa orð av munni júst sum veruleikans rithøvundur Trygvi Danielsen, ið einaferð skrivaði eina grein í Dimmalætting um at koma út úr skápinum sum stamari.

Sálarfrøðiliga verður serligur dentur lagdur á Jung og hansara tankar um menniskjans skuggasíðu, ið ikki má hyljast ella skotrast burtur, tí at hann tá blæsir seg upp og gerst ov stórur. Tá vinnur tann ónda síðan – tá freistast Boromir og tað er hartil, vit eru komin, skilja vit, umgyrd sum vit eru av skotgrøvum: “tí vinstravongurin er smildraður í túsund ymiskar/ peikifingar// sum peika á alt sum skilir okkum sundur// meðan høgrademagogar samla fólkið//..”.

Mitt í orðastreyminum í bókini eru fleiri tílíkar oasur, smáar perlur av gløggskygdum orðingum, sum raka samtíðina á høvdið, hugleiða um polariseringina og vaknaða fascismuspøkilsið :“tað byrjaði við covid, ha?/ vit mistu álitið/ býttu okkum sundur/ teknaðu strikur/ í sannleikan/ sum bleiv so fløktur/ at tað sum fyrr ljóðaði sum okkara hassjaravinir/ í kjallaranum hjá mammuni/ kom nú úr foreldrunum við døgverðaborðið..”.

Tá eg havi lisið síðstu reglu í bókini, melur tað fyri mær. Og meðan høvdið følist sum ein uppsteðgað samtíðarsentrifuga á tremur í orðum sum soyboy, taki eg meg í at droyma ein lítlan dreym um, at bókin var eitt komprimerað (og genialt) lítið yrkingasavn við síðutølum. Men nei, tað er ikki ætlanin við dómadags-manifestinum hjá Trygva Danielsen, sum ístaðin hevur skrivað eina sjáldsama generatiónsskaldsøgu um vinarlag, um uppvøkstur og um skuggar í okkara tíð - eina dapra dreingjabók úr 21.øld. Tá H.C. Andersen á sinni í 1847 skrivaði um Skuggan, lá sjónarhornið og samhugin hjá lærda manninum, sum skrivaði um tað góða, tað sanna og tað vakra – alt til onga nyttu, tí tíðin var býtt. Tað er hon enn í 2025 og framvegis vinna tey óndu. Men í staðin fyri at siga søguna við tryggari frástøðu frá øllum tí býtta, ótilpassaða, ússaliga og flóvisliga, verður rithøvundurin eitt við síni skuggasíðu, sum hann endurgevur solidariskt og við eymleika, so at vit føla við skugganum, har hann situr í kjallaranum og blæsur seg upp í bláu skýggjaglæmuni, sum blaktrar í myrkrinum.

Kinna Poulsen