Anna Katrin Ø. Egilstrøð í Haldórsvíkar kirkju

Leygardagin 13.september klokkan 17 verður forkunnug konsert við Onnu Katrini Ø. Egilstrøð, í Haldórsvíkar kirkju. Anna Katrin Ø. Egilstrøð arbeiðir bæði við elektroniskari og klassiskari kompositión, og arbeiðir tvørlistaliga. Hon er útbúgvin á Jyska Musikkonservatorinum innan elektroniska kompositión, og hevur framført í 25 londum, millum annað sum songkvinna í tónleikabólkinum Valravn.

Í Haldórsvíkar kirkju vevar hon eitt ljóðteppi við røddini og elektroniskum ljóðum blandað við sonevndar fieldrecordings.

Konsertin er ókeypis. Fyriskipari er Forlagið Eksil í samstarvi Listafólkasambandi Føroya og Sunda Kommunu.