Rørandi vakrar Eftirmyndir

Í gjár læt framsýningin Eftirmyndir hjá Jens Dam Ziska upp í Listasavninum. Har var mikil blíðskapur og rómur. Við einari góðari og viðkomandi røðu gav kuratorurin, Kirstin Helgadóttir framsýningargestunum eina góða introduktión til framsýningina og síðani las Lív Maria Róadóttir Jæger praktfullar yrkingar úr síni komandi bók, sum Eksil gevur út í næstum. Eftir hetta diskaði Dan Helgi í Gong (-ja, tá mann leggur fyri við Grace Jones – what´s not to like?).

Listaáhugað hava gjøgnum fleiri ár lagt merki til Jens Dam Ziska, listamannin, hvørs verk javnan eru at síggja í framsýningarhøpi. Ofta hava verkini verið lutfalsliga smá, men við eini serligari dygd, onkrum, sum ger, at tú leggur merki til tey í rúgvuni. Í 2022 tók hann lut á framsýningini BROT við list í stórari stødd og árið eftir fór listamaðurin somuleiðis upp í stødd í sínum verkum í sambandi við sína MFA framsýning í New Wight Gallery á UCLA í Los Angeles. Hesi verk verða nú framsýnd á fyrsta sinni í Listasavninum, har tey mynda meginbulin í eini framsýning, sum eisini fevnir um nøkur fá smærri verk og nakrar keramiskar vasar.

At mála er ikki bara sum at siga tað. Tøknið er í sær sjálvum á tremur í tilfarsligum freistingum, dárandi lekrum litum og feitari, mjúkari máling, sum glansar og fær nógv at halda, at tey duga at mála. Tað gera tey ikki. Heimurin á tremur av vánaligum málningum og sama lyndið ger seg galdandi her um leiðir. So nógvir vánaligir málningar eru í Føroyum, at mann lættliga kundi fyllt allan Kirkjubømúrin við teimum, ja mann kundi snilt bygt eitt heilt bábelstorn av vánaligum málningum. Men hví skuldi mann gjørt tað, tá hesir kunnu seljast? Stórur áhugi er fyri list í Føroyum bæði góðari og vánaligari. Tað er sum ræður eitt ávíst Klondykehuglag innan føroyska listaheimin, har fólk uttan vitan, útbúgving ella áhuga fyri øðrum enn reinari kommersialismu selja vánaverk, sum um nøkur ár fara at hópa seg upp í dustmiklum goymslurúmum. Ódugnaskapurin hevur kringsett okkum. Sosialir miðlar eru fullir av málarum, sum bjóða seg fram og vilja læra teg hvussu tú skjótt og lætt uttan útbúgving ella royndir kanst læra tips og effektir og harvið gerast heimskendur málari. Men um tað var so lætt, hví gera tey tað ikki sjálvi? Kundi mann spurt. Men tað er kanska eitt sindur keðiligt at spyrja so, tá øll hava tað gott, kassaapparatið ringir jólini inn og ivin heldur kjaft. Tað ger hann ongantíð hjá Jens Dam Ziska og hetta er ein orsøk til, at hann er nakað so sjáldsamt sum ein viðkomandi og áhugaverdur málari, sum umsitur málitøknið við virðing og aga.

Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt  - hugsaði eg, tá kuratorurin nevndi, at hetta er síðsta framsýning áðrenn umbyggingina, tí framsýningin hóskar heilt ómetaliga væl inni í gamla slitna Listaskálanum, bygninginum frá 1970, sum er okkara Louvre okkara Louisiana okkara MoMA. Umbyggingin skuldi verið sett í gongd fyri langari tíð síðan, men her er onkur kinkur komin í og tí kunnu vit nú skoða Eftirmyndir í Listasavninum. Og tað er gott, men slavni modnaroykurin inni í skálanum minnir áskoðaran á, at tørvurin á eini umvæling av Listaskálanum er bráðfeingis. Framsýningin er vakurt disponerað við plássi fyri einstøku verkunum. Málningarnir eru hongdir eitt sindur út frá vegginum og belýstir so at teir fáa eitt næstan ágangandi brá. Teir vilja tær okkurt. Málningarnir eru bæði abstraktir og konkretir við organiskum náttúrukendum skapum, ið eru sett saman við beinum linjum og arkitektoniskum elementum. Summir bera brá av surrealistiskum rúmum, men samlaða árinið er abstrakt málarí við stórum denti á flatuna, ið ofta er bygd upp av fleiri litløgum og tískil trínur fram ítøkiliga - næstan trídimensjonalt í myndunum. Onkur skap hava geometrist brá, men ofta eru tær beinu linjurnar ruflutar eins og myndirnar í støðum tykjast skøvutar, slitnar og patineraðar - estetikkurin er eymur, tað, sum verður málað hevur týdning og vekir kenslur. Onkrar litsamansetingar við til dømis pink og grønum neonlitum tykjast ógvusligar og skríggjandi, men javnvigast av døkkum, tungum litum og ofta verða sera ymiskir litir nýttir saman. Samstundis sum kompositiónir minna meg um so ymisk listafólk sum Marius Olsen, Hans Hansen og Hansinu Iversen, er okkurt ómetaliga óføroyskt yvir litavalinum hjá Jens Dam Ziska – eg veit ikki um tað er Los Angeles, ið ávirkar her, men onkur av vøkru kompositiónunum fáa meg í hvussu er at hugsa um Ocean Park málningarnar hjá amerikanska listamálaranum Richard Diebenkorn, sum hann málaði samstundis sum hann var lærari í málningalist á UCLA í trýss-hálvfjersunum. Í einum stórum ljósum málningi er loddrætta myndaflatan uppbygd av avlongum loddtrøttum og vatnrøttum strípum. Myndin hevur vindeygaskap við einum hvítum karmi uttast á báðum síðum og við lýsandi mintgrønum strípum, sum ljóma saman við skærum ljósareyðum tónum miðskeiðis í myndarúminum. Her valdar ró og kontemplatión, men stendur tú eina løtu framman fyri málninginum, hómar tú bylgjandi løg í øllum pørtum av kompositiónini, sum bróta rúmdarillusiónina, so at myndin missir sín soliditet og gerst støkkin og skroypilig. Niðast í myndini, men eisini aðrastaðni hómast hesar serligu flótandi formatiónirnar, plamasjur, ið støðugt taka seg upp, steðga, stadna. Sjálvt um myndirnar hjá Jens Dam Ziska sum áður nevnt eru abstraktar, tykjast tær fevndar av einum sorgblídni, sum er rørandi og vakurt, eini nostalgi, sum ikki bert er afturlítandi, men brýtur upp úr nýggjum við gomlum tilfari.

Kinna Poulsen