Sjálvt um føroysk filmslist er nógv ment í hesari øldini, er løtan ikki av handahógvi merkt, tá mann eitt hóskvøld situr í Havnar Bio og bíðar í spentum myrkri eftir at síggja nýggja filmin hjá Sakarisi Stórá. Tað er ikki á hvørjum degi, vit sleppa at uppliva ein føroyskan spælifilm og tí er kenslan longu frá byrjan merkt av takksemi. Og byrjanarsekvensurin við kórframførsluni av yndisliga og sorgblíða lagnum hjá Nyholm Debess og Jógvani Waagstein, Aldan brýtur í vøkru, men samtíðardissonantu útsetingini hjá Sunleif Rasmussen, ber alt fyri eitt boð um ein film við fleiri løgum og stórari melankoli “Aldan vætir, klettur grætur. – Aldututl um sveimu stund”. Ljóðsporið er altíð spennandi í filmunum hjá Sakarisi Stórá og nýggi filmurin er einki undantak.
Seinasta paradís á jørð samantvinnar søguna um lívið sum verkafólk í eini lítlari føroyskari bygd við persónligu søguna hjá høvuðspersónunum, Kára (Sámal H. Hansen) og Silju (Bjørg B. Egholm). Filmurin er framleiddur av Jón Hammer fyri Kykmyndir og Adomeit Film við stuðli frá Danska Filmsgrunninum. Filmurin, sum gongur fyri seg í einum avbyrgdum og avdankaðum øki, hevur ein týðiligan norðurlendskan tóna. Vit fylgja unga manninum Kára og systur hansara Silju, sum eftir at mamma teirra er deyð búgva saman við einum fráverandi og útslitnum pápa (Hans Tórgarð) í einari lítlari bygd, hvørs lívæðr av einum flakavirki stendur fyri hóttafalli. Filmurin fylgir sjónarmiðnum hjá Kára. Vit halda við honum og ógvast um ta stóru ábyrgd, sum verður løgd oman á hansara ungu herðar. Hann er ein gløggur og empatiskur persónur við ábygdarkenslu og tyngd og tað ávirkar tempoið í filminum, sum er róligt og til tíðir tungt. Onkuntíð er tað sum um sjálv frásøgnin steðgar upp og verður til reint huglag, ið verður bygt upp av litum, ljósi og ljóði. Tílíkar løtur verða fotomyndirnar eins djúpar og universalromantiskir málningar hjá Caspar David Friedrich við nakkanum og rygginum á høvuðspersóninum í forgrundini og tí alsamt meira ótolna sjónarringinum í bakgrundini – har má okkurt henda, tað vita vit.
Filmurin er annars realistiskur í sinn og skinn. Tað verður ikki pyntað uppá nakað og tað verður als ikki fallið fyri freistingum at fylla kvirruna og tómleikan við onkrum slagi av morð og balladu. Sum áskoðari kanst tú ótolnast eina løtu, men kvirra, seinferð og stillstøða eru neyðug til tess at vit skulu skilja dýpdina í veruligari sorg um, at ein mamma heldur uppat við at vera til ella tá eitt arbeiðspláss gongur undir.
Flakavirkið er tað, sum tað er og Kári tykist nøgdur við sítt arbeiði har við flekingarmaskinuna, men vit fáa tíðliga varhugan av, at støðan ikki er varandi. Pengar mangla, tilfeingið svíkir og tað verður at síggja til longur millum fiskarnar við samlibandið. Ymiskt slag av órøkt, sliti, undirgangsestetikki við bátum uppi á turrum og einum troyttandi infunktionellum vesi indikerar somuleiðis, at nógvar góðar grundir eru til at forláta heimbygdina. Tað tykist sum um at øll uttan Kári eru á veg út í heim. Men Kári fer ongan veg og tykist nøgdur við sítt stilla og superanaloga lív. Stillisliga uttan betrivitandi peikifingrar verður ein søga søgd um eina veruliga gerandishetju, sum stendur fast. Hetta er ikki ein ljótur dunnuungi, sum skal transformerast til hávvælbornan svana. Tað hevur hann einki ynski um.
Kári er bæði ov ábyrgdarfullur og ov sjálvstøðugur til at fylgja rákinum í okkara tíð við andstyggiliga kravinum um æviga optimering og at vera besta útgáva av sær sjálvari (púff). Kári stríðir og strevast og eina løtu hugsar áskoðarin kanska sum gentan, honum dámar, at hann er “ov góður til hatta”, men spakuliga broytist henda hugsan. Tað er mamma gentuna, leikt við fjálgari nærveru av Anniku Johannessen, ið staðfestir ta sannroynd, sum spakuliga birtist fyri okkum, at orsøkin til, at Kári heldur so fast í heimbygdini sum hann ger, hevur við kærleikan til ta deyðu mammuna at gera. Bygdin minnir hann um mammuna og Kári minnir bygdina um mammuna, tá hann gongur við konfirmatiónskortum. Ein rørandi ringrás av kærleika. Eisini sjálvt um hann ger tað við ringum tannabiti.
Í hesum filmi er kærleikin størstur. Ikki tann romantiski kærleikin við sínum egomaniska forelskilsi, men meira kærleikin sum fyribrigdi og lívstreyt. Tað er kærleikin millum systkin, kærleikin til heimbygdina og kærleikin frá mammuni, sum seyrar ígjøgnum øll løgini í filminum. Tá konurnar leypa á bláman, er tað sum eitt satt undur av vakurleika, av kvinnuligum hita og kærleika, sum vit uppliva gjøgnum eyguni á systrini, so at vit sansa hennara miss og missa ondina av samkenslu.
Bjørg B. Egholm spælir so sannførandi, at vit trúgva uppá hennara persón. Ígjøgnum henda persónin fáa vit møguliga enntá varhugan av ófatiliga missinum. Somuleiðis trúgva vit uppá Kára í fálátaða men kensluborna persóninum, sum Sámal H.Hansen myndar og koma eisini til at halda nógv av lívliga vinmanninum soleiðis sum Bjørn M.Mohr spælir hann. Tað er sum heild gott at uppliva so góðar leiklistagávur millum tey ungu (eisini Esther á Fjallinum) og at síggja, at eisini okkara eldri sjónleikarar megna skiftið frá leikpalli til film og at alt filmskollektivið megnar sína uppgávu. Nú eru nøkur ár liðin síðan síðsta filmin frá Sakarisi Stórá, ið framvegis er sum skaptur til at gera film. Tað ger hann aftur hesa ferð saman við fotografinum Virginie Surdej, hvørs myndamál næstan er vorðið eitt náttúrligt forleingilsi av hansara leikstjórapersona so at tað er ilt at siga hvar ein byrjar og hin endar. Eingin ivast kortini í, at Seinasta paradís á jørð er eitt filmsligt listaverk, sum skal upplivast í biografinum.
Kinna Poulsen