Tjóðleikhúsið ongan góðan

Einaferð varð bíðað eftir Godot, men har kom nakað væl betur burturúr enn hendan úrslitaleysa og sera pínliga bíðanin eftir einum føroyskum tjóðleikhúsi. Í Degi og Viku fríggjakvøldið varð varhugin um, at ein nationalsena í høvuðsstaðnum ongan góðan eigur so dyggiliga váttaður. Tann kroysti borgarstjórin Heðin Mortensen brúkti ta at síggja til demonstrativu niðurskaleringina á fíggjarlógini ið komandi ár ætlar at flotta sær við heilum tveimum milliónum krónum uppá Tjóðpallin - sum orsøk til at hálsa um. Hann heldur nú eins og hinir kommunalu politikararnar, at hetta er tað rættasta at gera populistiskt sæð beint áðrenn eitt val. Men er tað so? Eru veljararnir í Havn veruliga so ómentaðir? Tað er ivasamt. Hinvegin kann borgarin í Havn og í Føroyum ikki longur vita hvørjum mann kann trúgva og hava álit á, men ivast í øllum glæsiligum lyftum, samtyktum, arkitektakappingum osfr. frá teimum mongu av landsins kosnu, sum hava samtykt, stungið út í kortið, sett hol í sjógv og sett gongd á byggingina av einum føroyskum tjóðleikhúsi her og har og hinastaðni.

Hetta vísir seg alt at vera lótur. Her í Havn - í Føroya lands høvuðsstaði tykist einki rúm vera fyri einari føroyskari nationalsenu. Tað er skelkandi at uppliva slíka líkasælu í samskiftinum um eitt føroyskt tjóðleikhús. Landsstýriskonan í mentamálum Sirið Stenberg gav í sjónvarpinum borgarstjóranum og Tórshanvnar kommunu alla skuld og hevði ongan hug at taka í egnan barm viðvíkjandi áðurnevndu jánkasligu upphædd og vantandi framdriftini yvirhøvur í málinum um tjóðleikhúsið. Eg veit ikki hvør eigur ábyrgdina, men í morgun áðrenn eg visti av, at eisini staðsetingin á Bursatanga fór at verða havnað, skrivaði eg niður nakrar tankar um eitt mál, sum eg og mong við mær hava verið vónbrotin av mangan.

Nýggja tjóðleikhús okkara hongur enn sum áður í klønum tráð. Tað eru vit von við og góðtaka støðuna alt meðan vit burturhugað fylgja við kjakinum sum var talan um onkran týdningarleysan venjingartennisdyst. Einasta tíðspunktið, at føroyingar ordiliga vakna við, er tá onkur í roynd og veru ætlar sær í gongd við at byggja tjóðpallin. Tá kemur øði í grindina og mótmæli, tí hvat so við parkeringsplássunum, bilunum, ferjunum, farminum, flotanum og skuldi mann ikki heldur bygt hús til tey gomlu ella tey ungu ella tey miðaldrandi, ein barnagarð ella eitt ellisheim ella meira parkeringspláss? Vit leggja heilt merkiliga lítið í henda heimsins einasta tjóðpall, har okkara mál verður tosað, har føroyskt mál og skaldskapur verður borin fram og har týdningarmikil samfelagslig evni verða viðgjørd listaliga á okkara egna máli og við føroyskum perspektivi. Leiklistin í Føroyum hevur sum mongum kunnugt verið merkt av stríði og politiskari líkasælu, sum serliga hevur gingið út yvir yrkisleiklistina bæði nú og sum mann kann ræðast fyri fer at skaða føroyska leiklist í framtíðini. Í almenna rúminum rekst Tjóðpallurin sum bukka millum sengur. Tað er lítið virðiligt. Eingin byggiætlan er so óstøðug sum Tjóðpallurin, ið verður fluttur higar og hagar eftir tilvild og eftir hvat er mest opportunt fyri ymiskar lands- og kommunalpolitikarar at halda. Hvussu er og ikki er tað skomm fyri bæði land og kommunu (og okkum øll), at vit ikki megna at taka hesa verkætlan so frægt í álvara, at vit halda fast í eini staðseting í Havn, tí eitt tjóðleikhús, ein nationalsena hevur sítt náttúrliga pláss í landsins høvuðsstaði.

Eitt er bygningurin, nakað annað er bygnaðurin. Har er eisini galið og mann ivast viðhvørt hvat tað í veruleikanum snýr seg um og hvørt tað er tilvild, ómegd ella um talan er um intentionella partískheit. Undirliggjandi er eitt stríð so djúpt, ónt og oyðileggjandi eins og í einum Shakespeare-leiki. Innan fleiri listaøki tykist okkurt slag av konsensus valda um, at mann fyri alt í verðini ikki skal sleppa teimum ordiliga dugnaligu framat – tey eru eyðsýniliga serliga vandamikil – hetta sæst serliga týðiliga á leiklistaøkinum og sjálvt um øll uppføra seg kurteisliga og hampiliga tykist einki loyst. Sjónleikarar eru sleptir upp á fjall undir dysfunktionellum viðurskiftum, har tey royna at positionera seg í óstillum sjógvi millum Scyllu og Charybdis, ið eins og óhugnaligar fíggindamyndir taka seg upp upp á báðum síðum. Støðan skilir øll - eisini tey, sum (væl skiljandi) ignorera balladuna, satsa uppá sjónleikin og halda seg uttan fyri ósemju og kegl. Støðan er ikki gagnlig fyri føroyska leiklist, sum eyðvitað hevði verið enn betur í sátt og semju. Leiklistin er heilt ómetaliga týdningarmikil fyri okkara mentan. At fara so tilvildarliga fram er lítið virðiligt. Føroysk yrkisleiklist hevur júst hesi seinnu árini gjørt sonn skarvslop á altjóða støði við altjóða framførslum. Kæru politikarar. Hugsið tykkum um. Latið ikki eitt føroyskt leikhús liggja og flóta tilvildarliga sum bukka millum sengur. Haldið tær samtyktir, sum tit sjálvi hava gjørt avtalu um. Latum okkum nú taka okkum sjálvi og føroyska tjóðpallin í álvara og gera hann til eitt veruligt vakurt tjóðleikhús í høvuðstaðnum okkum øllum at gagni.

Kinna Poulsen

Komin er heystsins hin virkna stund

Oktober kølnar spakuliga samstundis sum litirnir umbroytast til teir heitu brúnligu og reydligu brendu. Henda mótsøgn er líka undurfull hvørt tað einasta ár; alt lívið, sum finst í deyðanum. Áðrenn ódnirnar eru fullkomiliga farnar í sjálvsving er heystið tann vakrasta og besta árstíðin og eg eri ósamd við Grundtvig, sum í fyrstu reglu í sínum praktfulla sálmi heldur, at skógurin “falmar” trindt om land - koloristiskt er tað einki, sum fánar beint nú, tvørturímóti – hygg bara at trøunum – onkrastaðni er eldur í. Meðan tindar hvítna, tekur tú sjálva í at munga eftir røstum. Soleiðis er tíðin. Alt tað góða er í umbúna. Kjøtið hongur í hjallinum. Bøkur, framsýningar, tónleikaútgávur og framførslur hanga, liggja og standa í atelierum, teldum, prentstovum, venjingarrúmum, alt flytir seg og er á veg og vit gleða okkum at taka ímóti.

Heystið er eisini tíðin, tá mentafólk verða virðislønt fyri teirra arbeiði. Herfyri fekk Inger Smærup Sørensen sum kunnugt háttvirda Munch-Christensens debutantpris fyri ta gulu skaldsøguna Dødsbo. Í rósandi røðu síni segði Anne-Marie Mai professari í bókmentum, at skaldsøgan hjá Inger er klima-litteratur uttan peikifingrar. Eg havi lisið og lænt røðuna á FB síðuni hjá ummælaranum Lars Bukdahl, har stendur m.a: “Inger Smærup Sørensens roman er et stykke klima-litteratur uden løftede politiske pegefingre. Vi har selvfølgelig brug for vildt fægtende klima-pegefingre, men vi har også brug for noget andet, et engagement, der er vildt i al sin stilfærdighed. Man kommer til at holde af de sølvfisk, man ellers bekæmper i sit eget køkken, men om jeg ligefrem ender med at slukke lyset, så møllene ikke brænder op i lyset, men får fred til at spise tøjet, er nok et spørgsmål. Fortællingen balancerer hele tiden på kanten af en klimaangst, der er på vej til at blive selvdestruktiv og sær, og en omhu og besindelse, vi alle pinedød har brug for. Det er på en måde virkelig ulækkert og mærkeligt, når kvinden i sin angst for at forbruge ressourcer lægger sig i Ellys gamle, snavsede seng. Men man tænker også: Måske er det mindre ulækkert og mindre farligt end de CO2-udledende feriefly, som vi selv gladelig og alt for tit sætter os op i. Måske skulle vi opgive at lede efter mindfulness på Bali, som en anden dansk forfatter har sagt det, og i stedet give os til at se på myrerne. Gak til myren og bliv vis, lød det i den gamle Ordsprogenes Bog. Kvinden gendanner i alt fald sig selv som menneske ved blandt andet at stirre på myrerne – det hedder om dem: ”Man måtte stirre længe på myrerne. Man måtte handle ligesom myrerne. Man måtte forstå sin rolle, mærke sine omgivelser, være der for hinanden og forstå, at man hverken var god eller ond.” (139) Og der er fine skildringer af, hvordan kvinden langsomt kommer til stede i Ellys omgivelser og får fat i sit eget liv og en menneskelighed, der ikke er ødelæggende: ”Mørket kom hurtigt nu. Hvis man lod være med at tænde lyset i Ellys hus, sivede mørket ud i alle kroge, og man kunne høre sin egen puls.” (186) Fortællingen følger landsbyens rytme, giver små portrætter af drukkammeraterne ved Brugsen, sygetransporter, kvinders og børns veje gennem landskabet og en ældre mand med sit barnebarn. Indimellem er fortællingen lige så fin og spinkel som et edderkoppespind, men sådan et er også utrolig stærkt. og det er den styrke i naturen, som romanen holder frem. Inger Smærup Sørensens roman efterlader sin læser i mange eftertanker, men også med en oprigtig og meget stor glæde over, at en debuterende forfatter kan skrive så fint og udtryksfuldt på dansk og skabe en fortælling, som ikke slipper sin læser, men åbner samtaler og giver et håb.”

Vónríkt og gleðiligt er somuleiðis at frætta, at Tjóðpallurin fer at seta ein leik hjá Jon Fosse upp; Sonurin, ið verður frumframførdur 14.november. Á heimasíðuni stendur: “Ein av okkara størstu samtíðarhøvundum í norðurlondum verður nú fyri fyrstu ferð settur á pall í Føroyum. Sonurin, eftir norska høvundin Jon Fosse, er ein dramatisk søga um alt tað, vit aldri siga hvør øðrum. Søgan hjá Jon Fosse lýsir eitt lítið samfelag har færri og færri fólk búgva, har friður, einsemi og brostnir dreymar mynda landið – og slaturin. At leikstjórna hesi hugspennandi søgu hevur Tjóðpallurin fingið Kim Dambæk at koma upp til Føroya. Kim hevur áður leikstjórnað Reinsan og Elektra á Tjóðpallinum. At sniðgeva búnar og pallmynd fer scenografurin, Anne Mette Bo Drivsholm at taka sær av. Ljóssniðgevi verður Turpin Napoleon Djurhuus. Marna Jacobsen hevur týtt leikin til Føroyskt. Leikararir í Soninum verða Kristina Sundar Hansen, Hans Tórgarð, Hjálmar Dam og Elias Magnussen”.

Gott er við virksemi á Tjóðpallinum, Glasi og aðrastaðni á pallum kring landið. Nýggja tjóðleikhús okkara hongur enn sum áður í klønum tráð. Tað eru vit von við og góðtaka støðuna alt meðan vit burturhugað fylgja við kjakinum sum var talan um onkran týdningarleysan venjingartennisdyst. Einasta tíðspunktið, at føroyingar ordiliga vakna við, er tá onkur í roynd og veru ætlar sær í gongd við at byggja tjóðpallin. Tá kemur øði í grindina og mótmæli, tí hvat so við parkeringsplássunum, bilunum, ferjunum, farminum, flotanum og skuldi mann ikki heldur bygt hús til tey gomlu ella tey ungu ella tey miðaldrandi, ein barnagarð ella eitt ellisheim ella meira parkeringspláss? Vit leggja heilt merkiliga lítið í henda heimsins einasta tjóðpall, har okkara mál verður tosað, har føroyskt mál og skaldskapur verður borin fram og har týdningarmikil samfelagslig evni verða viðgjørd listaliga á okkara egna máli og við føroyskum perspektivi. Leiklistin í Føroyum hevur sum mongum kunnugt verið merkt av stríði og politiskari líkasælu, sum serliga hevur gingið út yvir yrkisleiklistina bæði nú og sum mann kann ræðast fyri fer at skaða føroyska leiklist í framtíðini. Í almenna rúminum rekst Tjóðpallurin sum bukka millum sengur. Tað er lítið virðiligt. Eingin byggiætlan er so óstøðug sum Tjóðpallurin, ið verður fluttur higar og hagar eftir tilvild og eftir hvat er mest opportunt fyri ymiskar lands- og kommunalpolitikarar at halda. Hvussu er og ikki er tað skomm fyri bæði land og kommunu (og okkum øll), at vit ikki megna at taka hesa verkætlan so frægt í álvara, at vit halda fast í eini staðseting í Havn, tí eitt tjóðleikhús, ein nationalsena hevur sítt náttúrliga pláss í landsins høvuðsstaði.

Mann ivast viðhvørt hvat tað í veruleikanum snýr seg um og hvørt tað er tilvild, ómegd ella um talan er um intentionella partískheit. Undirliggjandi er eitt stríð so djúpt, ónt og oyðileggjandi eins og í einum Shakespeare-leiki. Innan fleiri listaøki tykist okkurt slag av konsensus valda um, at mann fyri alt í verðini ikki skal sleppa teimum ordiliga dugnaligu framat – tey eru eyðsýniliga serliga vandamikil – hetta sæst serliga týðiliga á leiklistaøkinum og sjálvt um øll uppføra seg kurteisliga og hampiliga tykist einki loyst. Sjónleikarar eru sleptir upp á fjall undir dysfunktionellum viðurskiftum, har tey royna at positionera seg í óstillum sjógvi millum Scyllu og Charybdis, ið eins og óhugnaligar fíggindamyndir taka seg upp upp á báðum síðum. Støðan skilir øll - eisini tey, sum (væl skiljandi) ignorera balladuna, satsa uppá sjónleikin og halda seg uttan fyri ósemju og kegl. Støðan er ikki gagnlig fyri føroyska leiklist, sum eyðvitað hevði verið enn betur í sátt og semju og hetta at trívast í andróðri merkir ikki at mann er tolin, men tollut.

Aja. Á borðinum hjá mær liggur ein pakki av pensillin, sum eg eri ómetaliga glað fyri. Við síðuna av liggur nýggja bókin, sum Øssur Johannessen hevur skrivað um listamannin Frimod Joensen og undir henni liggur nýggja bókin um og við myndum hjá Rannvá Kunoy. Tvær sera ymiskar, men áhugaverdar bøkur, so her er nógv at síggja og lesa og at skriva um. Tað kemur. Í dag kl 16 letur eisini upp føðingardagsframsýning hjá Elin Josefinu Smith í Gallarí Havnará, sum tit mugu fara at síggja. Fyri fyrst fari eg yvir aftur í rekonvalescenssofuna at hvíla meg.

Kinna Poulsen

 

Inger Smærup Sørensen fingið danska bókmentavirðisløn

Danska forlagið Grif hevur júst boðað frá, at Inger Smærup Sørensen hevur vunnið virðisløn fyri skaldsøguna Dødsbo. Talan er um Munch- Christensens debutantpris 2024, sum úr 30 uppskotum valdi seks bøkur, ið allar eru útkomnar í ár. Í úrvalsnevndini eru Anne-Marie Mai, Lars Bukdahl, Marie Bojsen, Lise Vandborg, Else Zakarias og Joan Høeg. Tey valdu hesar bøkurnar: Amina Elmi: Barbar (Gyldendal), Silas Toft: Solen er en fod bred (Arena), Mie Læssøe: Svalkatekster (Basilisk), Inger Smærup Sørensen: Dødsbo (Grif), Elias Sadaq : Djinn (Gyldendal), Aske Viuff: Terminaler (Gyldendal) og tá av tornaði høvdu Inger Smærup Sørensen og Silas Toft vunnið virðislønina, sum umframt heiðurin telur 50.000 krónur til hvønn. Hetta er størsta debutantvirðisløn í Danmark og verður hon latin gávuríkum debutantum. Inger Smærup Sørensen er í Føroyum mest kend sum listamiðlari og fyriskipari av framsýningum í m.a. Norðurlandahúsinum. Dødsbo er ein sera væl skrivað, áhugaverd bók við gløggskygdum eygleiðingum av okkara tíð. Virðislønin er sera væl uppiborin. Hjartaliga til lukku, Inger.

Eg síggi eisini teg - framsýning um og við grønlendskari list á Norðurbryggjuni

DU SER MIG AN — SOM JEG SER DIG er heitið á listaframsýning við og um grønlendska list, sum letur upp á Norðurbryggjuni leygardagin 5.oktober.

Den grønlandske samtidskunstner Ivínguak’ Stork Høegh går i dialog med ældre værker af Christine Deichmann, Oda Isbrand, Ellen Locher Thalbitzer, Emilie Demant Hatt og Jette Bang 5. oktober 2024—16. februar 2025

Samtidskunstner Ivínguak` Stork Høegh (f. 1982) arbejder i digitale fotocollager med blikke på Arktis, hvor hun på humoristisk vis leger med stereotype forestillinger om det eksotiske, som stilles til skue og genforhandles.

Christine Deichmann (1869-1945), Oda Isbrand (1904-1987), Ellen Locher Thalbitzer (1883-1956), Emilie Demant Hatt (1873-1958) og Jette Bang (1914-1964) rejste alle til Grønland før 1940. Som Grønlandsrejsende kvindelige kunstnere er de stort set skrevet ud af den danske kunsthistorie. Modsat deres mandlige kollegaer skildrede de ikke storslåede landskaber og inuit i folkedragt, derimod skildrede de kvinder og børn i hverdagssituationer, som ikke kun bliver set på, men som også ser tilbage på beskueren.

I en dialog mellem samtidskunst og ældre værker sætter udstillingen fokus på de Grønlandsrejsende kunstnere og udforske kunstens koloniale blikke på Grønland, samt når selvsamme blikke kastes tilbage på beskueren og genforhandles.

Udstillingen er kurateret af Laila Lund Altinbas og Stine Lundberg Hansen, og den er generøst støttet af Statens Kunstfond, Augustinus Fonden og Ny Carlsbergfondet.

Um springaradráp og serføroyska eskapismu

Kringvarpið boðar frá í morgun, at Føroyar ikki sum ætlað verða fokusland á størsta tónleikavinnufestivalinum í Europa, The Great Escape í Brighton komandi ár. Tað er sera harmiligt, ja meira enn tað. Í okkara avmarkaða marknaði hevur tað alt at siga hjá okkara listafólkum at royna seg uttan fyri landoddarnar og hetta við grindini liggur mangan í buktini, tá føroysk mentanar- og listafólk fara út í heim - tónleikafestivalarnir kenna eisini til trupulleikan. Sum føroyingur hevur mann hug at kveistra tílíkt til viks við vanligu frágreiðingini, sum í stuttum gongur út uppá, at tey fara skeiv og vit gera rætt. At okkara grindadráp er siðbundið og burðardygt og at føroyingar annars eru eitt friðarfólk, sum kunnu vera errin av ikki at hava tikið lut í nøkrum kríggi, ongantíð lopið á onnur lond og vilja átt tey. Vit veiða djór fyri at eta tey heilt einfalt. Tað er partur av einum aldargomlum livihátti, sum og so frameftir. Í nógvum hava vit rættvísið á okkara síðu, men tað hjálpir so ikki føroyskum tónleikarum. Sambært Una L.Hansen á heimasíðu Kringvarpsins eru tað lokalir djóraverndarfelagsskapir í Onglandi, sum hava lagt trýst á The Great Escape, sum verður hildin í Brighton, ið er beinleiðis orsøk til, at festivalurin hevur valt at strika Føroyar sum fokusland, stendur í fráboðanini á heimasíðuni. Felagsskapurin Sussex Dolphine Project verður nevndur í fráboðanini, sum sæst ovast her - tað er altso ikki minst springaradráp, sum er ein trupulleiki. Sussex Dolphin Project er stovnaður í 2018 við tí góða og greiða endamáli at verja lokal springarasløg við eygleiðing, gransking, tilviti og upplýsing. Sussex Dolphine Project er partur av WCA (World Cetacean Alliance). Tónin í fráboðanini frá bretska festivalinum er yvirhøvur ovurhonds kurteisligur og nuanseraður. Føroyskur tónleikur verður róstur upp til skýggja og gjørt verður greitt, at átakið frá The Great Escape á ikki fer at raka teirra stuðul og samstarv við føroyskar tónleikarar, men tað hevur tað longu gjørt so dyggiliga og so lemjandi, at tað eigur at fáa okkum at hugsa okkum um. Kunnu vit gera nakað betur? Tað offensiva riggar ikki ordiliga og tað munar lítið at fara aftur í tíð og argumentara við tí siðbundna, at gamalt var ditt og gamalt var datt. Próvførslan tykist avoldað og óviðkomandi í einum so framkomnum samfelagi sum tí føroyska. Tað nyttar heldur ikki longur at tosa um grísar, tí øll eru samd um, at ídnaðarframleiðsla av djórum er av tí ónda og tað meinar mann bæði áðrenn og aftaná mann hevur keypt inn (kanska ikki ímeðan). Tá mann roynir at greiða frá hvussu stóran týdning grindin hevur havt, at hon eigur lívið í føroyingum, lurta útlendingar eina løtu fyri síðan at leggja aftrat, at ja, men tað ger hon ikki meira, eru tit ikki eitt tað ríkasta landi í heiminum og hvussu við the dolphins? Tá hasin springaraspurningurin kemur, verður eygnabráið á føroyingum flákrandi. Eg veit ikki hvat eg skal svara og tað er ofta eitt tekin um, at mann sjálv er varug við veikleikar í konstruktiónini, so her kemur eitt uppskot. Hvat um vit í staðin fyri at seta hart móti hørðum heldur fyrihalda okkum eitt sindur meira nuanserað til tingini og forhandla? Har er skil á grindini, tað finnast tøl og avtalur og javnan verða grindir sleptar, tí at tað verður mett, at nóg mikið er veitt av grind (og vónandi verður hetta minkað enn meira). Men hvussu við springarunum? Her tykist hugburðurin heilt øðrvísi, vit plagdu ikki at drepa springara, men seinastu árini hava fleiri størri springaradráp verið í Føroyum, sum eru føroyskari mentan, list og vinnu (ferðafólkavinnu, fiskivinnu, útflutningi osfr) - tað vil siga øllum føroyingum til alstóran skaða. Vit flenna at býttum, disneyficeraðum útlendingum og teirra skilaleysa uppbýti av elskuligum og ikki elskuligum djórum, men spurningurin er um ikki the great escape er okkara og føroyingar sjálvir eru stóreskapistar, tá tað kemur til springaradráp. Heilt erligt. Hvat fær ein meðal hampa føroyingur burtur úr springaradrápi? Nú missa vit fokus á einum týdningarmikli tónleikafestivali og harvið ein gylltan møguleika fyri tónleikari menning og -vinnu. Vilja vit okkum sjálvum tað besta eiga vit alt fyri eitt at vísa góðan vilja og seta bann fyri springaradrápi - hetta kann vera eitt fyribils bann, ið kann endurmetast javnan, men avgerðin má takast ongantíð ov skjótt.

Kinna Poulsen

Tiltrongd kvinnustandmynd í Steinatúni

Sunnudagin 22.september 2024 var nýggja standmyndin hjá Edwardi Fuglø, sum Tórshavnar Kommuna hevur reist til minnis um undangongukvinnuna Andreu Árting, avdúkað í Steinatúni, hagar ein rúgva av fólkið var komin saman at lurta eftir tónleiki, røðum umframt at skoða verkið. Havnar Hornorkestur spældi fleiri løg - harímillum vóru tvey hjá Andreu Árting. Borgarstjórin, Heðin Mortensen helt røðu – tað sama gjørdu ommusonur Andreu; Kári Árting, Edward Fuglø og Gunvør Balle, sum tók stig til standmyndina, tá hon var forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs fyri seks árum síðani.

Standmyndin er stoypt úr bronsu, skapt sum eitt stiliserað træ við eini profilmynd av undangongukvinnuni, sum er stansað út í bulinum. Burtur úr hesum sama viðarbuli spríkja upp sjey greinar, ið eru myndaðar av ávikavist fuglum, hondum, hjørtum, krónum, nótum, bátum og fiskum, sum á lutfalsliga ítøkiligan hátt ímynda ymisk øki, har Andrea Árting hevur gingið undan og skarað framúr. Edward Fuglø greiddi gjølliga frá og grundgav fyri øllum myndevnum í standmyndini, sum hann sjálvur kallar fyri Fagnaðartræ. Havnarfólk tóktust glað fyri standmyndina, ið er dekorativ við atliti til teir mongu vøkru havarnar í Havn, sum listamaðurin tók til í røðuni. Annars vóru nógvar meiningar og hugsanir sum altíð, tá talan er um list í almenna rúminum, tær flestu spentar og fegnar, meðan onnur vóru meira ivasom. Onkur teirra hevði hug at venda sær til ummælaran við vón um ein skjótan dóm, tí er tað ikki ov galið, at eitt tílíkt konubrot skal vera avmyndað í negativum formi – sum eitt hol?

Og altso jú. Kritikarin er altíð serliga við uppá at kritisera listina í almenna rúminum, ið framvegis er tann listin, sum prinsipielt er ringast fyri í Føroyum. Sjálvt um tað viðhvørt riggar sum t.d. í Politistøðini og nú í Steinatúni, hevur almenn listprýðing í mong ár sveimað onkrastaðni fýrahundrað kilometrar aftan fyri ta samtíð, sum hon sjálv er partur av – og fyri tað allarmesta dúvar hon uppá avgerðir hjá býar- og bygdaráðslimum, sum uttan fakligheit grunda síni val á tilvildarligan áhuga og eina mangan avoldaða hugsan um hvat ein standmynd eigur og skal vera. Eitt íslendskt ummæli av eini føroyskari framsýning staðfesti um aldarskiftið, at føroysk skulpturlist er minnisvarðalist og her er í grundini ikki nógv broytt eftir standmyndunum í almenna rúminum at døma. Aftrat koma kommersielt løddu vónirnar um, at standmyndirnar gerast turistmagnetar eisini. Einki av hesum ger standmyndirnar í Føroyum listaliga áhugaverdar.

Aftur til standmyndina í Steinatúni, ið sum skilst var ein uppgáva, sum var latin Edvardi Fuglø spesifikt. Hann hevur samanumtikið fingið nógvar kommunalar prýðingsuppgávur, ið eru loystar á fjølbroyttan hátt við skiftandi tilfari, sum m.a. kann vera readymade tilfari, plexiglasi og silvurfolie. Eingin teirra minnir um standmyndina í Steinatúni, ið er tilfarsliga øðrvísi av teirri orsøk, at talan er um eina bronsustandmynd. Tað kann mann meina nógv ymiskt um, men ein tílík standmynd er í hvussu er haldgóð eins og tilfarið er vakurt. Hon kann standa leingi í Steinatúni og spakuliga gerast grøn og tað fer allarhelst at klæða henni. Hetta er neyvan tann fyrsta ella tann síðsta standmyndin, ið er formað sum eitt træ við greinum við symbolskum ímyndum. Hinvegin haldi eg, at standmyndin hjá Edwardi Fuglø tekur seg væl út upp móti gamla Føroyabankabygninginum við tess vøkru grønu bronsudetaljum og grøna bussterminalinum, sum aftur rigga væl mótvegis teimum reyðu býarbussunum.

Hatta við, at fakfelagskempan ikki er lýst naturalistiskt sum ein veruleikakendur persónur, men er myndað sum eitt hol hugsi eg ikki, at vit skulu leggja so nógv í. Uppi í plantasjuni er ein annar prominentur persónur; William Heinesen avmyndaður í negativum formi í Tarirustandmyndini og tað er heldur ikki illa meint; beint tvørturímóti. Tað er gleðiligt, at vit nú eisini hava valt at heiðra eina veruliga kvinnu við eini standmynd - tað er tiltrongt og økir um skulpturella fjølbroytnið og betrar tilvitanina um javnrættindi í samfelagnum. Tað er okkurt við mátanum, sum bronsugreinarnar taka seg upp við stiliseraðum mynstrum, ið minnir um gróðurin í klippmyndum hjá Williami Heinesen, men hyggur mann nærri, eru staklutirnir meira konkretir í standmyndini og í grundini eyðkendir fyri myndamálið hjá Edwardi Fuglø.  

Kinna Poulsen


Avdúking av standmynd av Andreu Árting

Í dag, sunnudagin 22.september klokkan tvey verður standmynd av Andreu Árting eftir Edward Fuglø avdúkað í Steinatúni í Havn. Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Gunvør Balle, býráðslimur, avdúka standmyndina. Havnar Hornorkestur spælir løg hjá Andreu Árting. Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin. Kári Árting, ommusonur Andreu Árting, heldur røðu. Edward Fuglø, listamaður, heldur røðu. Og Gunvør Balle, býráðslimur, ber fram heilsan, áðrenn standmyndin verður avdúkað. Tað var Gunvør Balle, ið var forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs, sum mælti til at gera standmynd av Andreu Árting. Aftan á standmyndina av Elinborg Lützen, sum Hans Pauli Olsen evnaði til og sum var avdúkað í Klaksvík í 2019, er hetta tann næsta standmyndin í Føroya søgu, sum fagnar eini veruligari kvinnu, sum hevur livað og gingið ímillum okkum. Tað blíðkar fyri hugaðum konum og monnum.

Sambært heimasíðuni hjá Demokratia: var Andrea Árting forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelagi frá 1937-1977. Hon var nevndarlimur í Føroya Arbeiðarafelagi 1940-1958. Hon stillaði upp sum valevni fyri Loysingarflokkin í 1940, men varð ikki vald. Á fólkaatkvøðuni í 1946 talaði hon fyri loysing frá Danmark. Fólkaatkvøðan førdi til at Føroyar fingu heimastýrislógina í 1948. Misnøgdin við at Føroyar ikki fingu fullveldi frá Danmark førdi til at Tjóðveldisflokkurin varð stovnaður í 1948, og Árting gjørdist ein teimum mest trúføstu stuðlunum. Andrea Árting vaks upp hjá mostrini Trinu, sum var gift við Eliasi Johansen í Rættará, til hon var 11 ára gomul. Elias í Rættará var bátabyggjari og var aktivur politiskt og mentanarliga. Andrea arbeiddi í fiski tvey summar. Tá ið hon var liðug við skúlan arbeiddi hon á fiskabollavirki, hon stóð í krambúð og lærdi bókhald. Hon fekk tuberklar 17 ára gomul og noyddist at búgva á sanatoriunum í eini tvey ár. Síðan fór hon til Danmarkar, har hon var tænastukona í seks ár í Keypmannahavn. Í 1922 giftist hon við fiskimanninum Johannes Frederik Árting og gjørdist heimagangdi í nøkur ár, meðan børnini vóru smá. Í 1937 varð Andrea Árting vald til forkvinnu í Havnar Arbeiðskvinnufelagi, ið varð stovnað árið fyri. Tær flestu av limunum arbeiddu í fiskiídnaðinum, og tær høvdu trupult við at fáa nakra av hesum til at átaka sær starvið sum forkvinna, eftirsum tað var vandi fyri, at koma á svartalista hjá arbeiðsgevarunum. Sum heimagangandi var Andrea meira sjálvstøðug, og hon hevði eisini víst, at hon ikki var bangin fyri at siga sína meining alment. Samráðingarnar um líkaløn til kvinnur og menn vóru tær seinastu í hennara tíð sum forkvinna í Arbeiðskvinnufelagnum. Andrea var heiðurslimur í Havnar Arbeiðskvinnufelagi og fekk løn svarandi til forkvinnulønina restina av lívinum, til hon andaðist í 1988, 96 ára gomul. Andrea var í 1918 stigtakari til at kvinnur fóru at rógva kapp í skipaðum kappróðri, ið annars var ein ítróttagrein, ið bert mannfólk luttóku í áður. Hon var áhuga í tónleiki, gekk til undirvísing og lærdi at spæla á fleiri ljóðføri. Hon gjørdi eisini løg og yrkti sangir, sum vísa hennara politisku sjónarmið.

Millum luft og stein

Hansina Iversen hevði sagt mær, at hon í allari óhátíðarligheit fór at heingja nakrar myndir upp í Steinprenti og tí hugdi eg inn á gólvið har seinnapartin uttan tó at vænta mær stórt annað enn okkurt hálvliðugt eiti av einum málningi ella tveimum. Innkomin stóð eg nevsligin og púra still í fleiri minuttir. Hetta er sanniliga annað og meira enn bara okkurt hissini, men ein heil framsýning, sum er komin heilt spontant. Hon er spontan í síni fyriskipan, í sínum skapi og síni kjarnu. Tað var ikki meiningin, men eg haldi, at tey í Steinprenti sjálvi halda hetta vera so mikið gott, at tað má vera okkurt slag av upplating og hon verður mikudagin komandi millum 16 og 18. Øll eru vælkomin. FRAMSÝNINGIN VERÐUR HANGANDI TIL 20.OKTOBER.

Framsýningarheitið, Millum luft og stein ber brá av, at listakvinnan hevur arbeitt á verkstaðnum í Steinprenti nakrar vikur. Hon er enn ikki heilt komin á mál, tí okkurt stórt prent er eftir at fullgera. Men fleiri av teimum nýggju steinprentunum eru við á framsýningini, har tey hanga við góðari frástøðu millum fýra málningar; tveir vatnrættar, sum báðir eru um at implodera av øllum teimum mongu rektanguleru, avrundaðu skapunum, sum liggja á myndaflatanum og umskarast í fleiri løgum av heitum reyðum, gulum og hvítum litflatum. Men har er sum altíð stýr uppá tingini hjá royndu listakvinnuni – tað sæst, tá mann hevur hugt eina løtu og eyguni samla seg um mynstur, ið fella aftur í myndbygnaðinum meðan onnur skap traðka fram alt eftir hvar vit fokusera. Eg tók myndir, men seti bara onkrar detaljur inn her, so at tit øll, sum vilja, kunna fáa somu stóru uppliving sum eg at verða tikin á bóli av framsýningini. Tað eru ikki minst teir báðir stóru málningarnir á framsýningini, sum koma óvart á. Koloristiskt og formliga eru teir garvillir við avgjørdari og sera væl eydnaðari nýtslu av spraymáling, sum sparkar nýggjan dynamikk í málaðu strokini og formarnar við assosiatiónum til okkurt vilt og stórbýarkent. Samstundis eru myndirnar framúr væl komponeraðar við ansi fyri litum og fyri figur/grund lutfallinum millum litløgini. Her henda nógvir mótsetningar, tá tveir litheimir hittast; ein jarðlittur og ein spektrallittur. Men sjálvt um stórur munur somuleiðis er millum kompaktu skapini í undirlagnum og tey dansandi luftigu, frítt fabulerandi sporini av málningapenslinum ella frá spraydósini, tykjast myndirnar visuelt samanhangandi. Eingin ivi er um, at steinprentsmannagongdin, har arbeitt verður í løgum, hevur ávirkað Hansinu eisini í hennara málningum. Tit kunnu gleða tykkum at síggja hesa framsýningina.

Kinna Poulsen

 

Við iva og undran

Faðir fyrigev teimum, tí tey vita ikki hvat tey gera – orðini kenna vit sum tey mest miskunnsomu søgd av Jesusi áðrenn hann doyði á torturinstrumentinum, sum er vorðið symbolið uppá kristindóm og frelsu. Pína, fyrigeving, ævig skuld og harav fylgjandi ring samvitska eru grundleggjandi í kristnari mentan og í modernaðari tíð eisini hetta at koma yvir tað. Altso kom yvir tað. Vit skulu øll koma yvir alt møguligt. Børn og tey í yngra ættarliðnum eru ikki komin yvir tað. Listafólk sum Dania Tausen og Jósef Zachariassen eru ikki komin yvir tað og takk fyri tað!

Við sínum sangum minnir Jósef okkum á tíðina áðrenn syndafallið og alt tað, vit vaksnu hava gjørt skeivt og framhaldandi fara at gera skeivt móti okkara børnum og alt, sum varð gjørt skeivt ímóti okkum. Tað er eitt sindur ótespiligt at uppliva ein, sum í so stóran mun insisterar uppá at standa í andgletti og at syngja um tað. Tú fært hug at bjóða honum lívdarskjól og geva honum drekkamunn við sandkøku sum vissu fyri, at alt nokk fer at ganga - tað er altíð lættari at lúgva eitt pinkalítið sindur. Løgini hjá Jósef Zachariassen fáa meg at hugsa, at tað í grundini er líka lætt at vera frelstur sum at vera heiðin. Um tú altso ert sannførdur av sonnum og veitst hvat tú ert. Svarini eru ongantið uppi men leggja seg í henta bíðirøð til at taka og tú sleppur undan at ivast í, at tað, sum tú gert er tað rætta. Tað er hinvegin ikki lætt at vera kritiskur mótvegis sínum egna upphavi og uppvøkstri, sum vit hava upplivað tað frá Jósefi Zachariassen t.d. í sanginum Human frá 2021 við teirri merkisverdu byrjanarorðunum: “I almost shat my pants at a Christian camp the summer I turned 9. Accept Jesus Christ as youre one and only saviour or you´ll burn in hell”. Orðini raktu við míni egnu minni um Zarepta, tá eg var 11 og upplivdi sama skelk um hetta lúrandi heljardýpið, sum eg áðrenn (góða og stuttliga!) uppihaldið á leguni í Vatnsloyrum ikki hevði givið nógvan ans. Jósef helt ikki tað kundi vera rætt at vísa børnum á helviti og henda ónøgd fekk hann at venda samkomulívinum bakið. Hann er síðan komin til sættis við sín uppruna og greiddi frá á konsertini hvussu stóran týdning samkoman hevur havt fyri hann menniskjaliga og tónleikaliga. Og við imponerandi avgerðini um framhaldandi at fyrihalda seg nuanseraðan til tingini, skikkar Jósef sær sum ein rættur listamaður, eitt uppreistrarfólk, ið sum Ingálvur av Reyni orðaði tað, er ein protestantur innast inni í sær sjálvum. Aftaná konsertina á Reinsarínum leygarkvøldið rokni eg við, at tað fer at gangast Jósefi væl, tí hesin gjøgnummusikalski ungi maðurin bæði hevur gott høvd at hugsa við og góðan musikalskan fylgiskap av dugnaligum tónleikarum; á konsertini hoyrdu vit Håkon Brunborg Kjenstad á bratsj, guitar og tangentar, Torjus Gravir Klykken spældi bass og Amund Kleppan spældi trummur

Ivin og undranin eru brennievni, sum Jósef Zachariassen brúkar til at siga søgur í musikalskum búna á útgávuni Fugloy, sum er eitt vakurt, ambitiøst, fjølbroytt og samanhangandi verk bæði tekstliga og tónleikaliga. Forsøgan hjá verkinum er eitt uppihald hjá listamanninum á Fugloynni í 2022, har meginparturin av løgunum á útgávuni eru skrivað í einsemi. “Kom til oyggjar at leita í mær sjálvum, at finna fjaldar tónar”. Sangurin Æviga Hvílan snýr seg um deyðan, ið bæði verður viðgjørdur beint fram og líkafram samstundis sum myrkur og disharmoni, men eisini vón og gleði fevna ein gálgaskemtiligan deyðsvals. Við sanginum Zacharias hevur Jósef laðað abba sínum ein kærleiksfullan varða, sum fær áhoyraran at koma í tankar um fleiri sovorðnar botnleyst góðar fyrimyndir sum bara eru í staðin fyri at siga hvat mann skal vera. Tónleikurin er fjølbroyttur og kortini samanhangandi í einum inntonktum universi, sum er fult av yndisligum klavertónum og spennandi elektroniskum ljóðum við vísukendum og jazzkendum brá samstundis sum mann ofta kemur í tankar um klassiskan tónleik – tað er kanska serliga í skiftandi dynamikkinum og yvirhøvur nærlagda og ótilvildarliga mátanum, sum útgávan er bygd upp við intermezzo, introum og outro´um. Í stillum løtum við turrisligum staðfestingum minnir útgávan meg um Teit Lassen meðan villskapurin fær meg at hugsa um nakrar norskar rokkarar, sum í byrjanin av øldini ætlaðu at taka kontroll på kontinente – teir eita Kaizers Orchestra og spældu eina framúr konsert á G! í 2006 haldi eg tað var. Men mest av øllum er útgávan Fugloy merkt av sínum upphavsmanni, Jósefi Zachariassen sum leitar og finnur relevantar søgur at siga okkum. How long var fyrsta lagið, sum kom út – tað hevur verið spælt í útvarpinum og er mítt yndislag beint nú. Tað er inniliga sorgblítt og vakurt og spyr: How long do you think it´s gonna last till his innocence becomes the distant past? og vendir spurninginum inneftir: “Father forgive us for we know not what we do. We take for granted a story that is yet to be told..”

Kinna Poulsen

Stór lítil framsýning um tráð og trá

Maibritt marjunardóttir

Fríggjadagin læt framsýningin Træðrir upp í Listasavninum. Tað er ein framsýning við fimm installatiónum, sum fimm føroysk samtíðarlistafólk hava gjørt. Listafólkini eru Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen, Maibritt Marjunardóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Alda Mohr Eyðunardóttir. Í hvør sínum rúmi og við hvør sínari tilgongd sýna tey fram listaverk, ið viðgera tráð og trá; tilfar og longsul eftir húð og persónligum frælsi. Hetta er í útgangsstøði ein framsýning við tekstil, sum skal vísa nýggjar øðrvísi mátar at brúka tóvirki í føroyskari myndlist. Kirstin Helgadóttir hevur kuraterað framsýningina við einum listafólkaúrvali, ið gevur góða meining. Tey fimm listafólkini skara øll framúr innan nýmaterialistiska rákið - ikki minst Jóhan Martin Christiansen, ið tó ikki framsýnir tekstil á hesum sinni, men eina røð av at síggja til vøkrum klassiskum grafikki, tað eru portrettmyndir av einum sovandi manni. “Jeppe svevur” er ein vøkur og intim svita, sum hongur sum eitt samanhangandi band niðarlaga í rúminum við føstum ovara kanti, sum vóru myndirnar bundnar saman av einum ósjónligum tráði í erva sum tá mann hongur seingjarklæði út á snór. Avmyndaði maðurin svevur í einari song við kodda og dýnu og sjálvt um talan er um strikutekningar við denti á konturstrikuna kring figurin, eru myndirnar sera tilfarsligar við markantum strikum, sum næstan stinga antin talan er um skeggstubbar, hár ella kullur og rørslur í seingjarklæðunum. Myndirnar eru ómetaliga vakrar, tær minna um kendu myndina hjá Frederic Leighton, Flaming June av einari fagrari sovandi kvinnu í appilsingulum kjóla, men myndevnið við sovandi fólkum er nógv brúkt í listasøguni heilt úr fyrndini og fram til modernaða list. Goya teknaði krígsmarrur, sum leypa á, tá mann svevur, men myndirnar hjá Jóhan Martin Christiansen eru helst tættari skyldar við tær hjá David Hockney í trýssunum og hálvfjersunum. Sjálvandi eru tey, sum sova fyrimyndarlig model at tekna eftir, tí tey liggja í frið. Men tað er eisini okkurt við óseka svøvninum, sum hugtekur; tað sansaliga, men eisini afturlatna við menniskjum, sum sova. Tey eru beint hjá tær og kortini so langt burtur. Myndir av sovandi fólkum kunnu sostatt vera merktar av bæði longsli og tráan. Myndirnar í Jeppe svevur røðini tykjast kærleiksfullar, men eisini voyeuristiskar; vit hyggja at einum manni, sum ikki veit av, at vit hyggja at honum.

Framsýningin kundi væl verið fimm ferð um ikki fimmhundrað ferðir størri enn hon er, men ikki við somu staðseting, tí hon er sama stað, har Ólavsøkuframsýningin í ár varð skipað í teimum smáu klivunum. Tað er eitt sindur klaustrofobiskt í hesum partinum av okkara Listasavni, men verkini eru frálík og gera okkurt við støddarkensluna, so at tað kenst sum minimodellframsýningar av fimm risastórum framsýningum. Mann fær varhugan av, at ein listalig tsunami er farin gjøgnum alt Listasavnið, so at allir teir gomlu oljumálningarnir eru skolaðir burtur. Tað er herligt og jú, sjálvandi gleðir mann seg at síggja tey gomlu dýrabæru høvuðsverkini hjá Steffani Danielsen, Ingálvi av Reyni, Ruth Smith, Zachariasi Heinesen og øllum hinum framúr fínu listafólkunum aftur. Men har er okkurt svalandi yvir teirri nýggju listini – at uppliva eins egnu tíð eisini í hesum partinum av Listasavninum, sum er gjørt til ta gomlu listina við tess mongu málningum í sofakompatiblari stødd. Tað er ein definerandi partur av okkara listasøgu, at føroysk list einamest var stuðlað av privatfólkum, sum hava keypt list til síni heim. Í okkara øld er listin grundleggjandi broytt – tað havi eg skrivað eina heila bók um, sum kemur út næsta ár – men meðan eg nú gekk og hugdi at nýggju monumentalu verkunum í smáu klivunum hugsaði eg aftur, at Listasavnið skuldi verið varðveitt sum eitt savn hjá teirri klassisku modernistisku listini, sum savnið varð bygt til. - Nú verður tað spennandi at síggja umbyggingina, ið er tiltrongd, men eg haldi, sum eg havi skrivað áður og nú skrivi eg tað eina ferð aftrat, at Listaskálin skuldi verið varðveittur. Tað er líka mikið hvussu bygningurin lekur, tað má kunna drenast og bøtast osfr – talan er um ein fundamentalan bygning í føroyskari listasøgu, sum vit mugu virða og varðveita. Um vit sjálvi ikki taka okkara listasøgu í álvara – hvør annar skuldi gjørt tað?  

Maibritt Marjunardóttir bindir við svørtum strimlum úr VHS-bondum, ið hava ein sera áhugaverdan materialitet, sum listakvinnan hevur gagnnýtt og bundið til okkurt slag av organiskum tilfari, ið tykist hanga og vaksa upp eftir veggunum eins og soppavøkstur ella sum hitt løgna svarta, livandi tilfari, sum einaferð legðist á Spiderman, so at hann bleiv óndur. Hølið skiftir huglag, verður dramatiskt og scenografiskt, tú fert inn í tað og fært hug at kroysta tilfarið fyri ordiliga at hoyra og føla tað hvasst í lógvanum, men Heðin Ziska Davidsen hevur tikið upp og ornað fyri, at vit hoyra ljóðið av tilfarinum í hátalaranum. Hetta er sum heild ein framsýning, sum í stóran mun verður sansað og føld við eygum og oyrum, húð og hár og við luktisansinum, tí verkið hjá Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard luktar av ull. Tað er eitt áhugavert verk, Blokk keta við træðrum og vovnari føroyskari ull í teimum fimm náttúrulitunum. Samstundis sum verkið tykist sera grafiskt er tað sera fysiskt og tykist víðka um rúmið, har tað hongur.

Heklaðu standmyndirnar hjá Randi Samsonsen í verkinum, When will you come to see you as I do sum einaferð stóðu hvør sær í Miklagarði og aðrastaðni í býnum eru nú savnaðar saman í einum bjørtum gulum symposion. Og kanska er tað tí teirra heimur nú er vorðin gulur, at tann lítla gula standmyndin hevur fingið dirvi til at seta seg hægst í hópinum og so mugu hinar bara lurta, men tær eru neyvan lættar at reka í rætt so ymiskar sum tær eru. Um hugsað verður um føroyskt standmyndamál bróta hesar standmyndirnar hjá Randi Samsonsen upp úr nýggjum á fleiri parametrum, tí tær eru bleytar, heklaðar, abstraktar, stuttligar, óhátíðarligar og gátuførar.

Alda Mohr Eyðunardóttir hevur nýtt sín part av framsýningini at varpa ljós á abortmálið, sum ikki varð samtykt herfyri í Løgtinginum. Hetta verkið er samfelagskritiskt og vendir sær meira til heilan enn til sansirnar og tað krevur eisini tíð um mann ætlar at lesa allan tann drúgva tekstin, sum er prentaður á verkið – til ber at taka tekstin við heim í einum hefti. Tó, at bókstavirnir eru eitt sindur ov smáir hjá mær at lesa, haldi eg meg kortini skilja listaverkið sum eitt feministiskt/mannarættindaligt mótmælisverk, ið er júst so monumentalt sum eitt tílíkt eigur at vera, tí málið krevur eftir øllum at døma, at mann rópar nokk so hart um tað vónandi skal takast upp aftur og samtykkjast ongantíð ov skjótt. Listaverkið, Ein roynd ikki at skriva í klombrum er í skapi sum ein stórur lágur rektangulerur pallur við einum teksti, sum er prentaður á eitt gjøgnumskygt pergament, sum liggur eins og ein dúkur omaná pallinum. Verkið minnir um eina uppsligna síðu í einari týdningamiklari bók í monumentalari stødd. Á flatuni síggjast nakrir hvítir togendar við knútum, sum eg orsakað av tíðindaskrivinum hugsi eru sonevndir kellingaknútar. Tað er eitt nokk so frekt heiti fyri at binda rættan knút skeivt, tvs. at binda ein óbrúkiligan knút. Orðið kelling kenna vit frá samansetta orðinum gandakelling, men kelling hevur verið brúkt niðrandi um kvinnur síðan 1700 talið, serliga um tær kjaftabreiðu, sum høvdu hug at blanda seg uppí. Verkið hjá Aldu staðfestir hvussu bráðneyðug okkara uppíblanding er í dagsins Føroyum anno 2024.

Framsýningin verður at síggja heilt fram til mars í komandi ár. 

janus kamban millum tekstilverk í listaskálanum - foto ole wich úr bókini janus kamban

Ragnhild hjalmarsdóttir højgaard

jóhan martin christiansen

randi samsonsen

randi samsonsen

maibritt marjunardóttir

ragnhild hjalmarsdóttir højgaard

Nobelprísvinnari á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum

Heimskendi rithøvundurin Jon Fosse verður við, tá Norðurlandahúsið bjóðar til Bókadagar í heyst í døgunum 16. - 17. novembur.

Bókadagar 2024 hava sum vant altíð nógv at bjóða øllum, ið elska bókmentir - tiltøk við bæði føroyskum og við norðurlendskum rithøvundum. Á skrá verður m.a. rithøvundasamrøður, verkstovur, kjak og nógv annað. Fyrsta navnið, sum Norðurlandahúsið kunnger, er norski rithøvundurin, dramatikarin og bókmentaligúrmælingurin, Jon Fosse.

Tað størsta nakrantíð
Fosse er kendur fyri m.a. Morgen og aften (sum er týdd til føroyskt í 2013), Hvidhed og skaldsøgutríverkið Andvake. Hann hevur skrivað bæði skaldsøgur, leikir og yrkingasøvn. Sum rithøvundur er hann heimskendur og hevur vunnið fleiri heiðurslønir, t.d. Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2015 og ikki minst Nobelvirðislønina í bókmentum í 2023. 

Skráin kunngjørd í oktobur
Skráin fyri Bókadagar verður kunngjørd fyrst í oktobur. Sum vant eru Bókadagar eitt samstarv millum Norðurlandahúsið, rithøvundar, forløg, bókahandlar og onnur í bókmentaheiminum. Nógv áhugavert verður á skrá til bæði vaksin og børn. Tiltøkini eru ókeypis við tilmelding til onkur tiltøk.

Fosse fyri tornom
Sum upphiting til Bókadagar og Jon Fosse, bjóðar Norðurlandahúsið til skemtisýningina Fosse for dumskallar (Fosse fyri tornom) longu í oktobur. Í sýningini, sum norski NRK-journalisturin, Linda Eide, framførir, eru frásøgur, anekdotur og undirhaldandi greiningar av Jon Fosse. Við skemtiligum lýsingum gevur hon eina mynd av Jon Fosse, sum bæði fangar og undirheldur tey, ið vita, hvør Fosse er, og tey, ið eru áhugað at vita, hvør hann er. Sýningin verður 21. oktober, kl. 18.

Markleys Eivør

Hon er eitt djór. Hon hevur tenn. Hon lúrir í myrkrinum sum ein krokodilla í díkinum, tá bara ansnu eyguni daga undan vatnskorpuni. Hon er fjøldin, sum er komin í Norðurlandahúsið at lurta eftir Eivør, at tyggja hana við øllum sínum vónum og væntanum um at uppliva Eivør júst soleiðis sum mann kennir hana best. List er á ein hátt tað øvugta av tí, sum mann kann forvænta. List er at leypa á bláman uttan trygdarnet. At selja bláseym, tá tú ætlaði at keypa smør. Tað er ein avbjóðing - ikki minst tá vígvøllurin er tann áh so lætta og grunna poppsjangran. Tú heldur teg hava bílagt ein ljósareyðan candyfloss og fært ein bunka av mold og ein spaka, sum av sær sjálvum fer í gongd við at grava djúpt. Ein poppkonsert sum tann í gjár var eitt sjangruspreingjandi trojanskt ross, fult innan av samtíðarlist. Eivør og hennara fólk leveraðu einki minni, tá tey framførdu tey átta løgini á nýggju útgávuni ENN. Tað er djarvt og dirvi krevst somuleiðis til tess at vera upphitari hjá einari livandi legendu sum Eivør. Tað møtumikla jobbið var hesa ferð latið upp í hendurnar á Jógvani Joensen, ið saman við góðum tónleikarum legði fyri við at spæla nøkur løg av útgávuni Tøgn. Hon kom út í fjør og var mikið fagnað við at kalla fullum stjørnutali í Kvørnini. Sangirnir eru sera álvarsligir fyri ikki at siga daprir við tekstum um angist, longsul og einsemi. Tað er djarvt at seta orð á tílíkar kenslur og standa við sinnisligt viðkvæmi, bundinskap og eksistentielt broyskni. Sangirnir, sum eru einfaldir og í støðum eitt sindur ágangandi við tungari weltschmerz í fremstu røð, eru í vøkrum løtum sálmakendir.

Álvarsliga huglagið heldur á eftir steðgin, tá Eivør byrjar við tí stórfingna Ein Klóta, sum er fyrsti sangur á ENN og mítt yndislag higartil, so konsertin byrjaði við einum hæddarpunkti. Tað er eitt brak av einari yrking hjá Marjun Syderbø Kjelnæs, ið er tulkað við so intensari empati við so framúrskarandi musikaliteti, at hárini reisast um allan kroppin og tú ert um at bresta í sjóheitan grát. Tað er “Ein klóta/ í leysum lofti/ rekandi/ rekandi/ uttan meg.” Huglagið er máttmikið, rúmdarkent við stórum rúmklangi - tað er okkara lítla jørð í endaleysum universi, men perspektivið er centrallyriskt grundað í tí einstaka menniskjanum og teirri syrgiligu syrgiligu sannroynd, at jørðin einaferð skal reka uttan meg og teg.

Huglagið í hesi nýggju plátuni minnir í støðum um atmosferisku introina í leikinum Tóm rúm frá 2014, har Eivør sang eina yrking úr Rót Trip hjá Marjun Syderbø Kjelnæs um óttan, sum er bundin í longsulin, sum er bundin í sálina, sum er bundin í kjøtið, sum er bundið í moldina... osfr. Nú er óttin miðsavnaður um okkara egnu jørð, men har er okkurt slag av ugga ella lykt í lívsandanum. Tað var forrestin sama triumvirat, sum stóð fyri áðurnevndu Tóm Rúm introini, ið er skapandi megin í Enn og sum skilst á plátuhúsanum eru Eivør og maður hennara, Tróndur Bogason felags um tað musikalska. Dugnaligu, topproffessionellu tónleikararnir, sum spældi saman við Eivør í gjárkvøldið og sum eisini hava framleitt plátuna saman við Eivør og Tróndi eru Per Ingvaldur Højgaard Petersen, Mikael Blak, Mattias Kapnas og Theodor Kapnas (ljóð).

At siga, at Eivør Pálsdóttir er dugnalig og syngur væl er sum at siga, at Mona Lisa hjá Leonardo da Vinci er ein pen mynd ella at Eiffeltornið er ein ókey skeg bygningur. Tað er í grundini ein avbjóðing at lýsa hvussu framúr væl Eivør syngur. Hon hevur altíð sungið fantastiska væl og nú ber av. Hon tykist markleys. Røddin er monumental og verður brúkt við hugtakandi fjølbroytni og við so perfektari javnvág millum tey ymisku avrikini, at mann ikki leggur merki til skiftini. Antin hon syngur orðini fram ella improviserar við tónum er hon eitt einastandandi instrument henda røddin, sum flýgur himmalhøgt og kavar niður í djúpastu avgrundir alt meðan hon ótarnað skiftir millum luftmiklan klang, klokkukláran tóna og sterkt fullregistar. Røddin er mjúkasta silki, ið legst eins og balsam um sálina eisini í støð, har tú ikki visti, at tær tørvaði mýkjandi viðgerð. Røddin er júst sum Eivør, yndislig, men torir til alla eydnu eisini at vera ljót, óklár, løgin og rá – tað ger alt hetta musikalska universið ómetaliga fjølbroytt og listaliga relevant. Egil Barclay Høgenni Hansen stóð fyri vøkru ljósunum á framførsluni, men út yvir tað var visuelli framburðurin lutfalsliga einfaldur og tað var gott. Máttmikla musikkuniversið hjá Eivør & Tróndi hevði væl klárað at borið eitt øgiligt pallshow – tað kundi í hesum sambandi verið áhugavert at sæð t.d. eina scenografi hjá Barbaru í Gongini. – Nåh, men aftur til Norðurlandahúsið í gjárkvøldið, har eg stóð og lurtaði og lat meg rúnarbinda av Enn. Einaferð helt eg meg vera á klassiskari klaverkonsert. Tað var fantastiskt og als eingi mørk millum klassiskt og rútmiskt, bara tað besta úr báðum heimum, minimalt og maximalt alt í einum. Marjun Syderbø Kjelnæs eigur allar teir fínu tekstirnar á útgávuni uttan “Hugsi bert um teg”, sum Eivør sjálv hevur skrivað. Tað er aftur ein av teim vælsignaðu svøvnleysu náttum, ið eisini hevur kastað av sær perlur sum Morning Song (2015). Huglagið er eitt sindur lættari og meira popput á hesum kærleikssanginum, sum er fullur av longsli, men góða slagnum av longsli, sum jú er, tá mann hevur onkran at leingjast eftir. Ljós er neyðugt eisini tá tú skalt miðla myrkur, sum aleina og í sjálvum sær verður ja, perspektivleyst. Fyri meg var framførslan av nýggju útgávuni nóg mikið í sjálvum sær, men eg haldi nógv vóru glað fyri, at Eivør eisini spældi gamalt tilfar. Eivør er ikki gírig ella afturhaldin á nakran hátt og framførdi hugaliga eldri løg, My true love, Gullspunnin og í Tokuni. Vit fingu eisini eina framførslu av mest spælda sanginum hjá henni á Spotify; Trøllabundin. Tá nýtti eg høvi at hvíla mær oyruni og fór á ves. Tað skuldi eg kanska ikki havt gjørt. Konan á vesinum høgrumegin floytaði Trøllabundin meðan tann vinstrumegin murraði sama sang og tær vóru hvørki í synk ella stemmaðu, so tað var ein heldur óvæntað næstan avantgardukend uppliving har á vesinum í Norðurlandahúsinum. Endasangurin var aftur hesa ferð tann framúrskarandi flotti Falling Free - tá var einki eyga turt. Útgávan Enn kom í juni í ár og konsertirnar í Norðurlandahúsinum er byrjanin til eina ordans konsertferð við 38 konsertum í ár. Konsertferðin fevnir millum annað um spælingar í Europa, Nýsælandi og Australia - Hepnu tey í Australia og hepnu tit, sum fara til eina útselda konsert í kvøld.  

Elin á Rógvi vann virðisløn fyri Flytifuglar

Elin á Rógvi hevur vunnið Barna og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri bók sína, Flytifuglar. Virðislønin verður latin annað hvørt ár fyri at seta fokus á og styrkja barna- og ungdómsbókmentir í útnorðri. Virðislønin er á DKK 60.000. Hjartaliga til lukku.

Um bókina:

Eitt mist heim.

Eitt rænt barn.

Og ein pistól ímóti høvdinum …

Hóast 11 ára gamla Mai hevur búð í Vestmanna í fleiri ár, er tað ringt at føla seg heima, tá eingin letur hana gloyma, at hon er øðrvísi. Tá ein drongur hvørvur sporleyst úr einum barnavogni, royna Mai og vinkonan Emma at finna hann. Dagarnir ganga, og leitanin tykist vónleys. Men knappliga stendur Mai við einum smábarni í ørmunum og má flýggja fyri lívinum, um hon skal bjarga sær sjálvari og barninum. Flytifuglar er ein spennandi krimi, og ein søga um at vera tilflytari, sum ikki pyntar upp á veruleikan. Bøkurnar, ið vóru í uppskoti at fáa Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins 2024 vóru Flytifuglar, Eli aalisagaesuarlu eftir Apollus Inûsugtok´ (Grønland) og Hérargerði eftir Lóa Hlín Hjálmtýsdóttir (Ísland).

Eivør framførir nýggju fløguna "ENN" í Norðurlandahúsinum

Eivør - mynd: Sigga Ella

Fríggjadagin og leygardagin, 30. og 31. august, verður ein serlig konsertuppliving í Norðurlandahúsinum, tá ið Eivør við bólki fer at framføra løg av nýggju fløguni "ENN”.

Í juni í ár gav Eivør fløguna "ENN" út, og í sambandi við útgávuna fer hon á konsertferð við heili 38 konsertum í ár. Konsertirnar í Norðurlandahúsinum verða tær fyrstu á túrinum, ið síðani heldur fram til Íslands og víðari út í heim. Konsertferðin í heyst fevnir millum annað um spælingar í Europa, Nýsælandi og Australia, og í byrjanini av 2025 eisini í USA, umframt at Europa eisini verður aftur á skránni tá.

Konsertin í høllini í Norðurlandahúsinum verður ein standikonsert, har Jógvan Joensen hitar upp. Nøkur sitipláss eru í Klingruni, og fólk við serligum tørvi kunnu venda sær til Norðurlandahúsið fyri at bíleggja sitipláss. 

Atgongumerki fáast á NLH.fo, og vit mæla til at keypa í góðari tíð, tí atgongumerkini seljast skjótt. Til leygardagskonsertina 31. august eru bert heilt fá atgongumerki eftir.

Bæði og...

Mitt í øllum rokanum sum var av festivalum og ólavsøku og ferniseringum og sangi og snapsi gloymdu vit ta týdningarmiklu hending, at hesin Listaportalur, tit í løtuni eru í ferð við at lesa, hevði 10 ára jubileum í juli. Undirritaða hevur hesi tíggju árini skrivað heilt fitt av tilfari um list og mentan og eg ætli mær at halda áfram eisini um eg ikki fái fjølmiðlastuðul. Eg søkti seinast stuðul til eina verkætlan at skriva ummæli av mentan og list og fekk ikki - kanska av tí, at stuðulin mest er hugsaður til privatar miðlar við redaktiónum. Eg haldi kortini, at stórur tørvur er á kritiskari mentanarmiðling og tí fari eg at søkja aftur.

Takk fyri tit, sum lesa Listaportalin - uttan tykkum var eingin orsøk at skriva. Men enn hava tit ikki funnið út av hví ein altartalva hjá Torbirni Olsen prýðir hetta innleggið á Listaportalinum, tað skal eg siga tykkum beinanveg.

Tá mínir næmingar í myndlist arbeiða í bólkum, plagi eg at geva teimum tey sjáldsama sjálvsøgdu ráð; at tey muga lurta eftir hvørjum øðrum - í staðin fyri at berjast um hvørjar eygleiðingar eru tær røttu, haldið so heldur fast í báðum sjónarmiðum, tí sannleikin í báðum sjónarmiðum er sterkari enn bara í tí eina og tað er hartil áhugavert, at tað ber til at síggja list á so ymiskan hátt. Nú var kjak um hvørt eitt tableau til ta olympisku upplatingarhøgtíðina sipar til kristindóm ella ikki. Í kristinkonservativa ekkorúminum verður hildið, at festliga leikmyndin av dragqueens og litríkum personasjum ímyndar Heilagu Kvøldmáltíðina hjá Leonardo da Vinci og harvið ger gjøldur við kristindóminum. Í hinum prog-humanistiska ekkorúminum verður hinvegin hildið uppá, at sipað verður til eitt dionysiskt ball og ein obskuran málning, sum fáur kendi til áðrenn kjakið kyknaði. Og soleiðis kann mann hugna sær í hvør sínari grøv og púra sleppa undan at ivast ella at taka hvønn annan í álvara. Men hvør fær nakað burtur úr tí? - Fyri tað fyrsta: Sjálvandi er talan um eina tilsiping til Heilagu Kvøldmáltíðina hjá Da Vinci OG til ymsar Dionysusmálningar og ímyndir. Leonardo sæst bæði á kompositiónini við tiltikna langborðinum og handarørslum hjá fleiri av persónunum. Tað er tann serliga dramatiskt lødda løtan í líðingarsøguni, tá Jesus sigur seg vita, at hann verður svikin, sum ofta er tulkað í listaverkum. Versiónin hjá Leonardo hevur serstatus og er kend av teimum allarflestu. Jesus og lærusveinarnir sita allir á somu síðu á borðinum – t.e. jú sosialt sæð ikki heilt upplagt til ta felagsskapsløtu sum kvøldmáltíðin ímyndar, men kemst av, at myndin er ein veggjamálningur, sum er málaður á veggin í matarsalinum í kleystrinum í Santa Maria delle Grazie í Milano. Eg ímyndi mær hvussu bilsnir munkarnir hava verið av at sita til borðs saman við so prominentum harrum. Í kirkjuni í Vík hongur velduga altartalvan hjá Torbirni Olsen, sum er ein variatión yvir heilagu kvøldmáltíðina hjá Leonardo við kendum listafólkum í teimum ymisku leiklutunum; ein mynd, sum tá hon varð málað eisini elvdi til ávíst kjak. Listamenninir sótu allir við eitt langborð og drukku øl og snaps afturvið góðum føroyskum mati meðan teir vóru málaðir og onkur fór at ivast í um hetta mundi vera rætt ahem moralskt gudiliga sæð. - Eingin ivast longur í, at málningurin, sum var brúktur sum permumynd á einari danskari bíbliuútgávu fyri nøkrum árum síðani, er eitt høvuðsverk innan modernaða kristiliga list. Tað er hon, tí Torbjørn í myndini megnar at raka felagsskapin og tað serliga menniskjaliga, sum býr í vinalagnum, felagsskapinum men eisini í veikleikanum, svikagerðini og sum alt verður lýst so væl í líðingarsøguni. Hvat hevði Leonardo da Vinci sagt til at vera siteraður soleiðis í eini altartalvu frá 1996 og í heimsins størstu og týdningarmestu sjónvarpshending í 2024? Tað kunnu vit av góðum grundum ikki vita, men eg kann illa ímynda mær annað enn, at hann hevði verið glaður um, at vit enn minnast hansara verk eisini um tað er við monnum í konuklæðum ella øvugt – tann modernaða og humanistiska renesansulistin tykist yvirhøvur rættiliga opin fyri tí androgyna; menn tykjast femininir og kvinnur mansligar í nógvum gomlum myndum, har tey velja BÆÐI OG heldur enn at lata annað kynið dominera. Við hesum tableaunum sipa fyrireikarar bæði til kristindóm og Olympia í eini vón um at raka nakað, sum sameinir okkum í eini veldugari ítrottarveitslu - tað er stuttligt. Í staðin fyri at firtnast og krympast hvørsær, kom heldur og flenn saman!

Kinna Poulsen

Fog Swept Cargo – Føroysk list í New York t/r

Á ólavsøku verða tvær framsýningar í Steinprenti á Skálatrøð. Í gallarínum niðriundir verður framsýningin Omanfyri Eikilund við verkum hjá Anker Mortensen og uppiá er framsýningin Fog Swept Cargo – Føroysk list í New York t/r við verkum eftir Rannva Kunoy, Hansinu Iversen, Jóhan Martin Christiansen, Tórodd Poulsen, Aldu Mohr Eyðunardóttir, Hanna Bjartalíð og Randi Samsonsen.

Talan er um eina tillagaða framsýning við teimum flestu av listaverkunum, sum vóru við á stórfingnu listaframsýningini Fog Swept Cargo – Art from the Faroe Islands, sum var í Scandinavia House í New York frá apríl til juli í ár. Kinna Poulsen kurateraði framsýningina, ið var partur av føroyskum mentanarátaki, sum Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Almanna- og mentamálaráðið fyriskipaðu saman við Visit Faroe Islands við stuðli frá Atlantic Airways, OCJ, Føroya Tele, Faroe Ship, Føroya Bjór, Ocean Rainforest, Betri Trygging, Hiddenfjord, Farcargo, Articon og JFK.

Føroyska listin varð væl móttikin í New York millum teir mongu áskoðararnar, ið komu til upplatingina. “Shifting light & Color” var yvirskriftin á eldhugaða ummælinum hjá Kathleen Cullen, sum m.a. skrivaði: “It is the curators hope that the viewer notices a great joyful light, especially light in the dark, but also a melancholic feeling of volatility and exposure and a sense of being alert to what is approaching on the horizon. Fog Swept Cargo exhibition begins with a wall poem by Tóroddur Poulsen along with one of his works from the STEINPRENT (the Faroese word for stone lithography) the workshop where international artists congregate to produce printed works...”

Samansetta framsýningarheitið er um somu tíð sveimandi og ítøkiligt og fevnir um mótsetningar millum aldargamlar, undurvakrar mjørkaoyggjar og modernaða føroyska samfelagið við risastórum stálskipum, ið støðugt daga fram í havsbrúnni - fullfermd av fagurlittum bingjum. Kuratoriska hugskotið er sostatt tilfarsligt og byggir á mótsetningin millum romantiskar mjørkaoyggjar og stálbingjuskip og gerst eitt slag av myndamáli fyri óstøðugu tilveruna. Mjørkin inniheldur myrkur og ljós. Hann minkar um sýnið, men kann eisini styrkja t.d. litirnar á lutunum beint við. Tilfarsliga er mjørkin myndaður av elasmáum dropum av vatni og lívgevandi dropin hevur eisini týdning á framsýningin. Í staðin fyri at vísa á myndum hvussu tað sær út í Føroyum, gevur framsýningin eina hóming av hvussu tað er at vera her í ljósinum og myrkrinum og mjørkanum.

Hjartaliga vælkomin og góða ólavsøku!

Opið er í Steinprenti:

26.juli klokkan 9-18  

27.juli klokkan 11-16

28.juli klokkan 11-20

29.juli klokkan 12-20

30.juli klokkan 12-17

brot úr verki hjá randi samsonsen

OMANFYRI EIKILUND

Anker Mortensen í Steinprenti

Fríggjadagin 26.juli klokkan 16-18 letur ein framsýning við verkum hjá Anker Mortensen upp í Steinprenti. Talan er um nýggjar oljumálningar og vatnlitsmyndir hjá vælumtókta listamanninum, sum ikki framsýnir so ofta og hvørs serframsýningar tessvegna eru serliga forkunnugar.

Sum framsýningarheitið bendir á, er myndaheimurin hjá Anker Mortensen poetiskur av lyndi eins og hansara myndir bera brá av onkrum sveimandi og óítøkiligum. Leita vit aftur í okkara egnu barndómsminni, hóma vit hvat tað er, sum hongur oman fyri eikilund, tí vit minnast vøkru barnarímuna um silvurkannuna og dansandi frýr í ringi. Og lesa vit yrkingina hjá Hans Andriasi Djurhuus við verkunum hjá Anker Mortensen í huga, fær hon nýggjan listaligan relevans sum ein huldur heimur av gandaðum søgum og glitrandi litum. Oman fyri eikilund/ hongur silvurkanna/ skínur yvir alla grund/ dansa lítla Anna.

Myndirnar hjá Anker Mortensen eru abstraktar, men onkrastaðni hómar tú okkurt, sum tú heldur teg kenna aftur. Kanska er tað eitt træ, ein fiskur, ein bátur ella er tað ein silvurkanna? Myndaflatin er bygdur upp av fleiri løgum av máling við skiftandi tjúkd. Okkurt er gjøgnumskygt meðan onnur strok eru sett á løriftið við tjúkkari máling onkrastaðni lag á lag. Blátt er vorðin ein høvuðslitur hjá Anker og sjálvt um, at hansara myndir tykjast lívrunnar og bera brá av náttúru, er tað ikki so nógv sjógvurin í sjálvum sær ella havsins lív, tú kemur í tankar um. Hetta, sum verður lagt fram fyri okkum er ein duldur metafysiskum heimur, ið er smíðaður úr sama tilfari sum yrkingar, sálmar, søgur og gandaðar upplivingar. Og samstundis sum myndirnar hjá Anker sveima, eru tær sera fysiskar og av hesi verð sum tá tú spældi í túninum ella í fjøruni og í sandbunkum, smásteinum, hyljum og kombikkum sansaði allan tann stóra alheiminum.

 Kinna Poulsen

APERITIF – Bólkaframsýning í Víngarðinum

Ólavsøkan byrjar tíðliga í ár, tá vit fríggjadagin 26.juli klokkan 15-17 lata upp framsýningina APERITIF í Víngarðinum. Framsýnd verða verk hjá einum ólavsøkuligum blandi av royndum og minni royndum luttakarum: Nancy Nónskarð Dam, Torbjørn Olsen, Silja Strøm, Hansina Iversen, Randi Samsonsen og Helga Djurhuus.

Franska orðið apéritif er avleitt av latínska orðinum “aperire”, ið merkir at lata upp. Tað snýr seg altso um at byrja okkurt, at seta sjøtul á og fara í gongd. Við hesi framsýningini hjá einum sera blandaðum framsýnarabólki vóna vit at raka vónríka huglagið, ið merkir byrjanina á eini veitslu, tá luftbløðrurnar í glasinum enn surkla lystiliga upp móti vatnskorpuni. Samanumtikið er APERITIF ein sansalig, fjølbroytt og fesk framsýning á tremur í glógvandi litum og kanska eitt sindur sum Ólavsøkuframsýningar vóru fyrr í tíðini, tá verk hjá teimum kendastu listafólkunum hingu lið um lið við ung og lutfalsliga óroynd listafólk. Hetta varð gjørt bæði av kurteisi fyri at bjóða teimum nýliga komnu at vera vælkomin, men eisini við eini ásannan um ein grundleggjandi tørv á byrjanum.

Sum kunnugt er væl byrjað hálvgum fullført og júst tí kunnu vit illa vera fyriuttan verkini hjá Nancy Nónskarð Dam, sum debuterar við nøkrum smáum vatnlitsmyndum, ið vóru partur av endaligu próvtøkuverkætlan hennara í Myndlist A á Glasi. Hon er nýklaktur studentur og nakað so sjáldsamt sum eitt koloristiskt talent, hvørs smáu vatnlitsmyndir av børnum og skíggjum sýna listaligar gávur.

Fyri Torbjørn Olsen hevur tað at síggja myndevnið meðan hann málar alt at siga, men tað skuldi mann ikki trúð, tá mann sær tær sera sjálvstøðugu tulkingarnar, ið mangan eru radikalt øðrvísi í mun til hvussu veruleikin sær út. Tað er sum um, at Torbjørn hevur eitt serligt innara eyga, sum ger hann føran fyri at sansa ein innara veruleika í øllum, sum hann málar.

Listaverkini hjá Silju Strøm eru bæði figurativ og abstrakt við fleirtýddum frásøgnum um tilveru og list og viðurskifti millum menniskju og umhvørvi, millum einstaklingin og samfelagið, men eisini um listaligar relatiónir millum teknað og málað og millum mynd og verkheiti. Hesi hava poetiskt flog og myndirnar eru fram um alt merktar av stórari máligleði og inniligum áhuga fyri menniskjanum og øllum tess førleikum og møguleikum.

Hetta við at arbeiða listaliga við fleiri løgum er galdandi fyri fleiri av listafólkunum á framsýningini – tað er galdandi fyri ta slóðbrótandi abstraktu málningalistina hjá Hansinu Iversen, men eisini fyri tey formeksperimenterandi, um somu tíð stuttligu og álvarsomu tekstilverkini hjá Randi Samsonsen. Málningarnir, sum Helga Djurhuus hevur við á framsýningini, eru somuleiðis abstraktir fullar av flótandi litskapum, sum tvinnast saman á myndaflatanum í grafiskum, dynamiskum mynstrum. Helga er útbúgvin innan visuelt design frá Kunstakademinum í Keypmannahavn.

Vælkomin til upplatingina fríggjadagin 26.juli klokkan 15-17.

Brot úr verkum hjá Helgu Djurhuus, Hansinu Iversen, Torbirni Olsen, Randi Samsonsen og Nancy N.Dam

Anna Kathrina Højgaard 70

Í dag fyllir fotografurin Anna Kathrina Højgaard hálvfjers ár. Vit kenna hennara hugfarsligu myndir frá Ólavsøku- og Várframsýningum eins og hon hevur havt serframsýningar í Smiðjuni í Lítluvík og aðrastaðni. Anna Kathrina er fødd og uppvaksin í Havn. Hon fór sum ung í læru hjá fotografinum Svend Poulsen, vanliga nevndur Bambus og eftir tvey ár har var hon niðri og lærdi hjá donskum fotografum. Hon arbeiddi eisini eina tíð sum fotomodell og í summum av hennara portrettmyndum hómast ein tílíkur modernaður mótaestetikkur við neyvum atliti til ljóslegging. Anna Kathrina var liðug við meistaralæruna í 1975 og tá hon aftur búði í Føroyum arbeiddi hon m.a í reklamuhøpi. Anna Kathrina hevur gjøgnum árini fingist við fleiri ymisk listalig tøkni, men tað er innan foto, hon hevur skarað framúr við myndum, ið sýna eitt sjáldsama gott eyga fyri kompositiónum og myndamøguleikum eisini í óvæntaðum støðum. Eitt dømi um hetta er fotomyndin á einari framsýning hjá Onnu Kathrinu í 2010 av einari hotelterassu, ið hugtók og minti um onkran gamlan Agatha Christie film, har tú beinanveg sært fyri tær Poirot dusa sær við einum góðum temunni saman við bretskari yvirstætt í India ella Egyptalandi. Men myndin er púra fólkatóm - hon er figurativ við speglingum, men kompositiónin við linjum og rundum skapum tykist samstundis næstan abstrakt við áhugaverdum formellum mótsetningum millum tað avmyndaða og tað speglaða rúmið. Hjartaliga til lukku, Anna Kathrina Højgaard.

Kinna Poulsen

Ólavsøkuframsýningin 2024

Ólavsøkuaftan 28. juli kl. 15 letur ársins Ólavsøkuframsýning upp á Listasavni Føroya. Hilmar Høgenni, formaður í Listafelagi Føroya, bjóðar vælkomin, og Alda Mohr Eyðunardóttir, kurator, sigur nøkur orð. Aftan á setanina er performancelist við GUT// productions & Leikhús SKIFT, Guðrið Poulsen & Rannvá Holm Mortensen og Vár B. Árting við RIVA. Øll eru hjartaliga vælkomin!

Í fleiri áratíggju hevur Ólavsøkuframsýningin verið ein tryggur karmur kring føroyskt mentanarlív, eins og hon hevur havt avgerandi týdning fyri føroysku listasøguna sum eitt byrjanar- og savningarstað hjá føroyskum myndlistafólki. Seinastu mongu árini hevur Listaskálin verið karmur um Ólavsøkuframsýningina, men nú skálin skal umvælast, er ársins framsýning flutt inn í teir fimm klivarnar og Vetrarstovuna í førstu framsýningini á Listsavni Føroya. Rúmini deila framsýningina upp í seks partar, sum hvør í sínum lag húsa verkunum, ið tey 13 luttakandi listafólkini hava skapt til høvið.

LISTAFÓLKINI ERU:

Anný Djurhuus Øssursdóttir, Bjørk Ellindsdóttir Frýdal, Dan Helgi Helgason í Gong, Femja Haack, Guðrið Poulsen & Rannvá Holm Mortensen, GUT// productions & Leikhús SKIFT, Katla Lave Næs, Laila Mote, Sigmund V. P. Zachariassen & Gwenael Akira Helmsdal Carré, Supervisjón, Tróndur Dalsgarð, Vár Samuelsen og Vár B. Árting við RIVA.

UM FRAMSÝNINGINA:

Í dagsins samfelagi hava vit lyndi til at seta tað trupla í klombur. Tað, ið er ringt at skilja, stoytir okkum ella rætt og slætt er ov ræðuligt at bera. Tá ið vit lata trupulleikar í klombur, gerst tað lættari at hyggja burtur, men er tað veruliga lættari í longdini? Framsýningin viðger klombrini. Hvussu kunnu vit støðast í teimum ella við teimum? Og ber yvirhøvur til at sleppa burtur úr teimum? Hóast vit vita, at verða vit verandi í teimum, kann tað hava ræðuligar avleiðingar. Kunnu vit fara aftur til áðrenn ella fram til eftir, at vit vóru ílatin klombrini? Ella er tað í veruleikanum best at royna at sprutta úr ílatinum sum best ber til? Listaverkini á ársins framsýning eru skapt ígjøgnum samrøður, tí tað er við samrøðu, at vit kunnu kenna okkum minst einsamøll ella maktarleys, tá ið tað kemur til klombrini í okkara lívi. Við listini ber til at steðga á og geva sær far um tað, sum annars verður sett til viks, goymt burtur í klombrunum.

Góða ólavsøku!

28. og 29. juli er Listasavn Føroya opið kl. 11-20. Ólavsøkuframsýningin letur upp ólavsøkuaftan kl. 15. Performance-framførslur eru millum kl. 15-16.

Framsýningin er opin til og við týsdagin 20. august, og Listasavn Føroya er opið allar dagar frá kl. 11-17.

Fríggjadag 2. august er kvøldaropið, og til ber at uppliva listafólkaprát og performance-framførslur. Tey, ið framføra hetta kvøldið eru Guðrið Poulsen & Rannvá Holm Mortensen, GUT// productions & Leikhús SKIFT, Supervisjón og Vár B. Árting við RIVA.