Fog Swept Cargo – Føroysk list í New York t/r
/Á ólavsøku verða tvær framsýningar í Steinprenti á Skálatrøð. Í gallarínum niðriundir verður framsýningin Omanfyri Eikilund við verkum hjá Anker Mortensen og uppiá er framsýningin Fog Swept Cargo – Føroysk list í New York t/r við verkum eftir Rannva Kunoy, Hansinu Iversen, Jóhan Martin Christiansen, Tórodd Poulsen, Aldu Mohr Eyðunardóttir, Hanna Bjartalíð og Randi Samsonsen.
Talan er um eina tillagaða framsýning við teimum flestu av listaverkunum, sum vóru við á stórfingnu listaframsýningini Fog Swept Cargo – Art from the Faroe Islands, sum var í Scandinavia House í New York frá apríl til juli í ár. Kinna Poulsen kurateraði framsýningina, ið var partur av føroyskum mentanarátaki, sum Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Almanna- og mentamálaráðið fyriskipaðu saman við Visit Faroe Islands við stuðli frá Atlantic Airways, OCJ, Føroya Tele, Faroe Ship, Føroya Bjór, Ocean Rainforest, Betri Trygging, Hiddenfjord, Farcargo, Articon og JFK.
Føroyska listin varð væl móttikin í New York millum teir mongu áskoðararnar, ið komu til upplatingina. “Shifting light & Color” var yvirskriftin á eldhugaða ummælinum hjá Kathleen Cullen, sum m.a. skrivaði: “It is the curators hope that the viewer notices a great joyful light, especially light in the dark, but also a melancholic feeling of volatility and exposure and a sense of being alert to what is approaching on the horizon. Fog Swept Cargo exhibition begins with a wall poem by Tóroddur Poulsen along with one of his works from the STEINPRENT (the Faroese word for stone lithography) the workshop where international artists congregate to produce printed works...”
Samansetta framsýningarheitið er um somu tíð sveimandi og ítøkiligt og fevnir um mótsetningar millum aldargamlar, undurvakrar mjørkaoyggjar og modernaða føroyska samfelagið við risastórum stálskipum, ið støðugt daga fram í havsbrúnni - fullfermd av fagurlittum bingjum. Kuratoriska hugskotið er sostatt tilfarsligt og byggir á mótsetningin millum romantiskar mjørkaoyggjar og stálbingjuskip og gerst eitt slag av myndamáli fyri óstøðugu tilveruna. Mjørkin inniheldur myrkur og ljós. Hann minkar um sýnið, men kann eisini styrkja t.d. litirnar á lutunum beint við. Tilfarsliga er mjørkin myndaður av elasmáum dropum av vatni og lívgevandi dropin hevur eisini týdning á framsýningin. Í staðin fyri at vísa á myndum hvussu tað sær út í Føroyum, gevur framsýningin eina hóming av hvussu tað er at vera her í ljósinum og myrkrinum og mjørkanum.
Hjartaliga vælkomin og góða ólavsøku!
Opið er í Steinprenti:
26.juli klokkan 9-18
27.juli klokkan 11-16
28.juli klokkan 11-20
29.juli klokkan 12-20
30.juli klokkan 12-17
brot úr verki hjá randi samsonsen