Í dag fyllir fotografurin Anna Kathrina Højgaard hálvfjers ár. Vit kenna hennara hugfarsligu myndir frá Ólavsøku- og Várframsýningum eins og hon hevur havt serframsýningar í Smiðjuni í Lítluvík og aðrastaðni. Anna Kathrina er fødd og uppvaksin í Havn. Hon fór sum ung í læru hjá fotografinum Svend Poulsen, vanliga nevndur Bambus og eftir tvey ár har var hon niðri og lærdi hjá donskum fotografum. Hon arbeiddi eisini eina tíð sum fotomodell og í summum av hennara portrettmyndum hómast ein tílíkur modernaður mótaestetikkur við neyvum atliti til ljóslegging. Anna Kathrina var liðug við meistaralæruna í 1975 og tá hon aftur búði í Føroyum arbeiddi hon m.a í reklamuhøpi. Anna Kathrina hevur gjøgnum árini fingist við fleiri ymisk listalig tøkni, men tað er innan foto, hon hevur skarað framúr við myndum, ið sýna eitt sjáldsama gott eyga fyri kompositiónum og myndamøguleikum eisini í óvæntaðum støðum. Eitt dømi um hetta er fotomyndin á einari framsýning hjá Onnu Kathrinu í 2010 av einari hotelterassu, ið hugtók og minti um onkran gamlan Agatha Christie film, har tú beinanveg sært fyri tær Poirot dusa sær við einum góðum temunni saman við bretskari yvirstætt í India ella Egyptalandi. Men myndin er púra fólkatóm - hon er figurativ við speglingum, men kompositiónin við linjum og rundum skapum tykist samstundis næstan abstrakt við áhugaverdum formellum mótsetningum millum tað avmyndaða og tað speglaða rúmið. Hjartaliga til lukku, Anna Kathrina Højgaard.
Kinna Poulsen