Bæði og...

Mitt í øllum rokanum sum var av festivalum og ólavsøku og ferniseringum og sangi og snapsi gloymdu vit ta týdningarmiklu hending, at hesin Listaportalur, tit í løtuni eru í ferð við at lesa, hevði 10 ára jubileum í juli. Undirritaða hevur hesi tíggju árini skrivað heilt fitt av tilfari um list og mentan og eg ætli mær at halda áfram eisini um eg ikki fái fjølmiðlastuðul. Eg søkti seinast stuðul til eina verkætlan at skriva ummæli av mentan og list og fekk ikki - kanska av tí, at stuðulin mest er hugsaður til privatar miðlar við redaktiónum. Eg haldi kortini, at stórur tørvur er á kritiskari mentanarmiðling og tí fari eg at søkja aftur.

Takk fyri tit, sum lesa Listaportalin - uttan tykkum var eingin orsøk at skriva. Men enn hava tit ikki funnið út av hví ein altartalva hjá Torbirni Olsen prýðir hetta innleggið á Listaportalinum, tað skal eg siga tykkum beinanveg.

Tá mínir næmingar í myndlist arbeiða í bólkum, plagi eg at geva teimum tey sjáldsama sjálvsøgdu ráð; at tey muga lurta eftir hvørjum øðrum - í staðin fyri at berjast um hvørjar eygleiðingar eru tær røttu, haldið so heldur fast í báðum sjónarmiðum, tí sannleikin í báðum sjónarmiðum er sterkari enn bara í tí eina og tað er hartil áhugavert, at tað ber til at síggja list á so ymiskan hátt. Nú var kjak um hvørt eitt tableau til ta olympisku upplatingarhøgtíðina sipar til kristindóm ella ikki. Í kristinkonservativa ekkorúminum verður hildið, at festliga leikmyndin av dragqueens og litríkum personasjum ímyndar Heilagu Kvøldmáltíðina hjá Leonardo da Vinci og harvið ger gjøldur við kristindóminum. Í hinum prog-humanistiska ekkorúminum verður hinvegin hildið uppá, at sipað verður til eitt dionysiskt ball og ein obskuran málning, sum fáur kendi til áðrenn kjakið kyknaði. Og soleiðis kann mann hugna sær í hvør sínari grøv og púra sleppa undan at ivast ella at taka hvønn annan í álvara. Men hvør fær nakað burtur úr tí? - Fyri tað fyrsta: Sjálvandi er talan um eina tilsiping til Heilagu Kvøldmáltíðina hjá Da Vinci OG til ymsar Dionysusmálningar og ímyndir. Leonardo sæst bæði á kompositiónini við tiltikna langborðinum og handarørslum hjá fleiri av persónunum. Tað er tann serliga dramatiskt lødda løtan í líðingarsøguni, tá Jesus sigur seg vita, at hann verður svikin, sum ofta er tulkað í listaverkum. Versiónin hjá Leonardo hevur serstatus og er kend av teimum allarflestu. Jesus og lærusveinarnir sita allir á somu síðu á borðinum – t.e. jú sosialt sæð ikki heilt upplagt til ta felagsskapsløtu sum kvøldmáltíðin ímyndar, men kemst av, at myndin er ein veggjamálningur, sum er málaður á veggin í matarsalinum í kleystrinum í Santa Maria delle Grazie í Milano. Eg ímyndi mær hvussu bilsnir munkarnir hava verið av at sita til borðs saman við so prominentum harrum. Í kirkjuni í Vík hongur velduga altartalvan hjá Torbirni Olsen, sum er ein variatión yvir heilagu kvøldmáltíðina hjá Leonardo við kendum listafólkum í teimum ymisku leiklutunum; ein mynd, sum tá hon varð málað eisini elvdi til ávíst kjak. Listamenninir sótu allir við eitt langborð og drukku øl og snaps afturvið góðum føroyskum mati meðan teir vóru málaðir og onkur fór at ivast í um hetta mundi vera rætt ahem moralskt gudiliga sæð. - Eingin ivast longur í, at málningurin, sum var brúktur sum permumynd á einari danskari bíbliuútgávu fyri nøkrum árum síðani, er eitt høvuðsverk innan modernaða kristiliga list. Tað er hon, tí Torbjørn í myndini megnar at raka felagsskapin og tað serliga menniskjaliga, sum býr í vinalagnum, felagsskapinum men eisini í veikleikanum, svikagerðini og sum alt verður lýst so væl í líðingarsøguni. Hvat hevði Leonardo da Vinci sagt til at vera siteraður soleiðis í eini altartalvu frá 1996 og í heimsins størstu og týdningarmestu sjónvarpshending í 2024? Tað kunnu vit av góðum grundum ikki vita, men eg kann illa ímynda mær annað enn, at hann hevði verið glaður um, at vit enn minnast hansara verk eisini um tað er við monnum í konuklæðum ella øvugt – tann modernaða og humanistiska renesansulistin tykist yvirhøvur rættiliga opin fyri tí androgyna; menn tykjast femininir og kvinnur mansligar í nógvum gomlum myndum, har tey velja BÆÐI OG heldur enn at lata annað kynið dominera. Við hesum tableaunum sipa fyrireikarar bæði til kristindóm og Olympia í eini vón um at raka nakað, sum sameinir okkum í eini veldugari ítrottarveitslu - tað er stuttligt. Í staðin fyri at firtnast og krympast hvørsær, kom heldur og flenn saman!

Kinna Poulsen