APERITIF – Bólkaframsýning í Víngarðinum

Ólavsøkan byrjar tíðliga í ár, tá vit fríggjadagin 26.juli klokkan 15-17 lata upp framsýningina APERITIF í Víngarðinum. Framsýnd verða verk hjá einum ólavsøkuligum blandi av royndum og minni royndum luttakarum: Nancy Nónskarð Dam, Torbjørn Olsen, Silja Strøm, Hansina Iversen, Randi Samsonsen og Helga Djurhuus.

Franska orðið apéritif er avleitt av latínska orðinum “aperire”, ið merkir at lata upp. Tað snýr seg altso um at byrja okkurt, at seta sjøtul á og fara í gongd. Við hesi framsýningini hjá einum sera blandaðum framsýnarabólki vóna vit at raka vónríka huglagið, ið merkir byrjanina á eini veitslu, tá luftbløðrurnar í glasinum enn surkla lystiliga upp móti vatnskorpuni. Samanumtikið er APERITIF ein sansalig, fjølbroytt og fesk framsýning á tremur í glógvandi litum og kanska eitt sindur sum Ólavsøkuframsýningar vóru fyrr í tíðini, tá verk hjá teimum kendastu listafólkunum hingu lið um lið við ung og lutfalsliga óroynd listafólk. Hetta varð gjørt bæði av kurteisi fyri at bjóða teimum nýliga komnu at vera vælkomin, men eisini við eini ásannan um ein grundleggjandi tørv á byrjanum.

Sum kunnugt er væl byrjað hálvgum fullført og júst tí kunnu vit illa vera fyriuttan verkini hjá Nancy Nónskarð Dam, sum debuterar við nøkrum smáum vatnlitsmyndum, ið vóru partur av endaligu próvtøkuverkætlan hennara í Myndlist A á Glasi. Hon er nýklaktur studentur og nakað so sjáldsamt sum eitt koloristiskt talent, hvørs smáu vatnlitsmyndir av børnum og skíggjum sýna listaligar gávur.

Fyri Torbjørn Olsen hevur tað at síggja myndevnið meðan hann málar alt at siga, men tað skuldi mann ikki trúð, tá mann sær tær sera sjálvstøðugu tulkingarnar, ið mangan eru radikalt øðrvísi í mun til hvussu veruleikin sær út. Tað er sum um, at Torbjørn hevur eitt serligt innara eyga, sum ger hann føran fyri at sansa ein innara veruleika í øllum, sum hann málar.

Listaverkini hjá Silju Strøm eru bæði figurativ og abstrakt við fleirtýddum frásøgnum um tilveru og list og viðurskifti millum menniskju og umhvørvi, millum einstaklingin og samfelagið, men eisini um listaligar relatiónir millum teknað og málað og millum mynd og verkheiti. Hesi hava poetiskt flog og myndirnar eru fram um alt merktar av stórari máligleði og inniligum áhuga fyri menniskjanum og øllum tess førleikum og møguleikum.

Hetta við at arbeiða listaliga við fleiri løgum er galdandi fyri fleiri av listafólkunum á framsýningini – tað er galdandi fyri ta slóðbrótandi abstraktu málningalistina hjá Hansinu Iversen, men eisini fyri tey formeksperimenterandi, um somu tíð stuttligu og álvarsomu tekstilverkini hjá Randi Samsonsen. Málningarnir, sum Helga Djurhuus hevur við á framsýningini, eru somuleiðis abstraktir fullar av flótandi litskapum, sum tvinnast saman á myndaflatanum í grafiskum, dynamiskum mynstrum. Helga er útbúgvin innan visuelt design frá Kunstakademinum í Keypmannahavn.

Vælkomin til upplatingina fríggjadagin 26.juli klokkan 15-17.

Brot úr verkum hjá Helgu Djurhuus, Hansinu Iversen, Torbirni Olsen, Randi Samsonsen og Nancy N.Dam