Beinir fekk gávugóðsið

Gávugóðs Thorvalds Poulsen av Steinum 2022 er í kvøld latið Beini Bergssyni

Á hátíðarhaldi í kvøld í Nýggjustovu hjá Listasambandi Føroya varð avdúkað, at ungi yrkjarin, Beinir Bergsson, fær 40.000 krónur í gávugóðsi úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum 2022. Nevndin í grunninum, sum umboðar Fróðskaparsetur Føroya, Listasamband Føroya og Føroya Lærarafelag, grundgevur m.a. soleiðis fyri avgerðini um, at júst hetta unga skaldið hevur uppiborið fíggjarligan styrk og heiður:

Beinir Bergsson hevur givið út tvey yrkingasøvn: Tann lítli drongurin og beinagrindin og Sólgarðurin.

Beinir Bergsson hevur longu fingið viðurkenning fyri sínar skaldagávur. Fyrsta Ebbuvirðislønin varð latin honum fyri debutyrkingasavnið Tann lítli drongurin og beinagrindin í 2018, og Sólgarðurin var í uppskoti til norðurlendsku bókmentavirðislønina í 2022.

At gávugóðs úr Grunni Torvalds Poulsen av Steinum nú verður latið honum er fyri at strika undir, at her er eitt ungt yrkjaratalent, hvørs skaldskapur hevur dygd og serligan týdning og tí stuðul uppibornan. Yrkingasavnið Tann lítli drongurin og beinagrindin, ið Sprotin gav út í 2017, snýr seg um sorg eftir at hava mist pápan. Tað er torført at seta orð á sorgina, nevna tey deyðu og tosa um tey. Í nøkrum reglum úr yrkingini “Buldurbrakið” lýsir Beinir Bergsson frustratiónina soleiðis:

Orðini kámaðust alsamt, tey grulvaðu longur niður í hálsin.

Í neyðstøðuni koyrdi hann hondina inn í munnin fyri at

fáa fatur á ljóðunum. So hann endiliga kundi hoyra, hvørji

tey vóru.

Hondin fekk fatur á teimum, aftaná at hava leitað allastaðni

í hálsinum, sum hon hevði leitað áður.

Hetta er ein góð og sterk lýsing, sum knýtir saman orð, hond, háls o.s.fr., og letur sorgina koma fram í rørslum, sum lesarin kann kenna aftur og skilja.

Seinna savnið, Sólgarðurin, sum kom út í 2021 á forlagnum Exil, er eitt undangonguverk, tí tað er so opið og týðiligt um kærleikan, longsulin og girndina millum tveir menn. Ein kundi hugsað, at tað ikki var neyðugt at nevna hetta innihaldsliga eyðkennið í savninum ella gera nakað burturúr tí; men tað er umráðandi at nevna, tá vit hugsa um ta umrøðu og viðgerð, sum samkynd og LGBT+ hava fingið í almennum kjaki í Føroyum..

Tí kunnu vit vera errin og fegnast um, at Beinir Bergsson hevur dirvi at geva yrkingasavn út um sínar kenslur og sína tráan uttan at fjala, hvør hann er. Hetta er fyrimyndarligt og ruddar slóð fyri øðrum, ungum sum eldri. Við útgávuni Sólgarðurin letur Beinir Bergsson upp fyri nýggjum leiðum í føroyskari yrking á ein vakran og inniligan hátt, har náttúra, kroppar, kærleiki, tráan og vinar- og ættarbond ganga inn í hvørt annað.

Beinir Bergsson hevur MA-útbúgving í bókmentum og týðingarfrøði frá Háskóla Íslands, og hann lesur í løtuni Ritlist á Fróðskaparsetri Føroya.


Hjúpuljóð - Nýtt yrkingasavn

Sprotin: Hjúpuljóð hjá Maluni Poulsen er eitt viðkomandi savn, sum festir í nógvar tankar.  Millum annað um lívið, meðan tað hevur sítt trygga stev og samljóð, og tá ið menniskju missa mál og mið. Tá ið tað at eldast ikki verður virðismett, tey gomlu verða óbrúkilig og nyttuleys sum handskin, ið liggur gloymdur “millum nýfallið heystleyv”. Malan nýtir m.a. hjúpuna sum eina mynd av at eldast og kortini vera sterkur og ikki vilja sleppa takinum og enda “á náttbláa ellisheiminum”. Annars lýsa yrkingarnar nógv sambandið  millum samfelag, einstakling, náttúru og minni.

Eitt sindur aftrat um trúgv í list

tóroddur poulsen hin heilaga kvøldmáltíðin

 Listaframsýningin í Listasavninum um myndir í trúnni gevur íblástur, so at mann gongur og kemur í tankar um alla møguliga list, ið á onkran hátt hevur við trúgv at gera. Trúgv er sjálvandi eitt rættiliga stórt evni, sum kann viðgerast á ymiskan hátt - sjálv haldi eg, at evnið er mest áhugavert, tá tað loyvir myrkrinum og ivanum framat. Annars kann tað blíva eitt sindur ov pent og nydeligt tað heila og tað er eisini orsøkin til, at eg í mínum ummæli av framsýningini Myndir í trúnni sakni t.d. Tórodd Poulsen. Í 2017 kurateraði eg eina framsýning í Hoyvíkar Kirkju í sambandi við, at kirkjan fyllti tíggju ár. Heitið á framsýningini var “Ein framsýning um trúnna á tað góða sjálvt um tað ónda er til”. Hetta vóru verk úr Steinprenti hjá Claus Carstensen, Erik Heide, Peter Carlsen, Anker Mortensen, Tóroddi Poulsen og Fríðu Matras Brekku.

Í bókini hjá Søren Ulrik Thomsen og Claus Carstensen, Lille Dæmonologi frá 2013 hugleiðir danski yrkjarin um óndskap og um okkara lyndi til at minka um og gera óndskapin minni duldarfullan við at fata hann sálarfrøðiliga eins eina holdsliggerð av okkara burturskotraðu hugsanum, angist og trá. Claus Carstensen hevur í fleiri umførum granskað í ymiskum sløgum av myrkum myndamáli, ið talar til tey ólukkuligu og ótilpassaðu og vil ala fram eina hatursmentan. Hansara døkku myndir eru fullar av negativari orku, av uppøstum hundum og bøðlum, av hatri andlitum, sum við óndum, tómum eygum stara illbønandi út móti áskoðaranum. Við støði í ræðuligu frásagnunum frá nazistiskum týningarlegum, men eisini orsakað av sínum egnu upplivingum av gerandisligari sadismu er Søren Ulrik Thomsen farin at halda,  at tað ónda er til, tí hóast óndskapur er ringur at fata, er hann ikki uttan mál og mið. Thomsen heldur, at sjálvt um djevulin kann tykjast óviðkomandi, tá hann verður lýstur sum ein mystiskur, miðaldarligur figurur, ja, so hava vit tørv á einum tílíkum tilvitaðum illamanni, sum vil øllum ilt og sum innlimar allan óndskap.

Hugmóðin

Andsagnarligi trupulleikin við illamanni og óndskapi er sjálvandi, at tað ónda onkursvegna má henda við loyvi frá einum alvaldandi Guði. Vit kenna øll klassiska spurningin: Um Guð er til, hevur skapt alt, er allastaðni og altavgerandi, hvussu kann Hann tá loyva øllum ræðuleikunum í heiminum og hevur Hann ikki skapt hungursneyð, kríggj, terror, flóttafólkastreymar, ja sjálvan deyðan? Í Koranini kemur tað ónda inn í heimin við syndafallinum, ið á sama hátt sum í Bíbliuni er ein søga um hvussu fyrsta menniskjað misti sítt sakloysi. Koranin hevur eins og Bíblian onga eintýðuga frágreiðing, ið ger greitt hví tað ónda er til, og hvaðani tað stavar. Men óndskapurin tykist fylgja menniskjanum næstan sum ein trúfastur hundur og sýnist knýttur at nøkrum kenslum, ið tykjast sára menniskjansligar. Sambært Koranini skapti Guð menniskjað av leiri og blásti lív í tað. Síðani greiddi Guð einglunum frá ætlan síni við menniskjunum, at tey skuldu vera hansara umboð á foldum. Einglarnir høvdu hug at mótmæla eitt sindur og hildu, at hetta fór ikki at ganga væl. Men Guð sannførdi einglarnar og vildi hava teir at bukka fyri og vera lýdnir mótvegis fyrsta menniskjanum. Hetta gjørdu allir einglarnir uttan ein, sum æt Iblis og tá Guð spurdi hann hví hann ikki vildi bukka, svaraði Iblis: Eg eri betur enn menniskjað; tú skapti meg av eldi og hann av leiri. Síðani varð Iblis stoyttur út úr himmalinum og í fallinum umbroyttist hann frá lýsandi eingli til ein ræðuligan skapning, al-Shaytân (Sátan). Søgan minnir um okkara skapanarsøgu, og hon endar als ikki her, men tað áhugaverda í hesum sambandi er, at tað er hugmóðin, sum er útgangsstøðið í niðurtúrinum og orsøkin til tað fatala ólýdnið.

Deyðssyndir sum nútíðar dygdir

Hugmóðina kenna vit menniskju væl. Henda sjálvfeita varhugan av, at vit eru betri enn hini fólkini. Hugmóðin varð einaferð hildin at vera ein tann ringasta syndin. Tær sjey deyðssyndirnar er elligamalt hugtak fyri kardinalsyndir so álvarsligar, at tær vóru mettar at vera ein grundleggjandi og ófyrigevandi uppreistur móti Guði. Gudfrøðingur og táverandi biskupur, Jan Lindhardt skrivaði eina bók um hetta í 2001, De syv dødssynder. Sambært honum eru deyðssyndirnar ikki tað tær verið, fleiri av hesum syndum verða beint tvørturímóti mettar sum dygdir í dag. Grammleiki verður t.d. samsýndur ikki við revsing men við pengum, ognum og dýrum ferðum. Tílíkar herligheitir verða lovprísaðar ella leikaðar í stóran stíl á Facebook – ikki minst um tú onkran vanligan dag uttan fyri feriutíð almannakunnger eina mynd av lekrum hotelmati, víni og easy living. Leti er gott, tí tað verður mett sum eitt tekin um ríkidømi. At vera nøgdur og støðufastur, at stríðast og geva einum arbeiðsplássi alla tína arbeiðstíð verður hinvegin ikki mett serliga høgt. - Nei, tú skalt flyta teg javnt og samt og menna tíni potentiali. Hesin hugsunarhátturin er bara áhugaverdur út frá eini samtykt um, at menning er nakað, sum er gott. Uttan nakað endamál tykist hugsunarhátturin avstubbaður sum var einstaklingurin sjálvur byrjanin og endin á alheiminum og tað er hetta sjálvgóða, stuttskygda og býtta bráið, sum listamaðurin Peter Carlsen viðger í sínum sjey sjálvsmyndum, ið eru skaptar í Steinprenti.

 Menniskjansliga anti-hetjan

 Í okkara bíbliusøgu hava leiklutirnir hjá antihetjunum ikki minni týdning enn tann  hjá hetjunum. Tað heroiska er onkursvegna upphevjað og oman fyri okkum øll, meðan vit væl skilja menniskjansligar veikleikar. Tá nú Judas er ónøgdur og verður freistaður, so skilja vit, at eisini lærusveinarnir vóru menniskju eins og vit. Tað sama tykist Tóroddur Poulsen halda í síni mynd av Heilagu Kvøldmáltíðini her ovast, sum er nakað væl einfaldari enn kenda myndin hjá Leonardo da Vinci. Samstundis er hon meira kompleks, tí listin hjá Tóroddi Poulsen er konseptuel og grundað á tankar og hugskot. Á myndini hjá Tóroddi Poulsen síggja vit gyltar ljósstrálur í erva. Í miðjuni eru trettan spannir, har ein er koppað og niðast eru trettan skøltar. Øll tann neyðuga sorgarsøgan verður søgd við fáum skreytum og við denti á tað menniskjansliga. 

Trúgvin á tað góða

Í øllum prentmyndunum hjá Erik Heide hómast ein serligur forkærleiki fyri ti eyðmjúka og eitt inniligt takksemi fyri tað stórbæra í lívsins smálutum. Ein av prentmyndum hansara hevur sermerkta heitið: Pinnurin hjá Mikkjali og er hetta ein tekning av einum pinni, sum ein smádrongur einaferð fann sær at spæla við. Samstundis er myndin ein pallseting av øllum tí nógva, sum eitt barn kann fáa burtur úr einum púra einføldum pinni. Erik Heide er føddur á oynni Mors í 1934, har hann enn býr. Hann er ikki minst kendur fyri sínar mongu kirkjuprýðingar, sum hann sjálvur hevur mist talið á, hann var bara 22 ára gamal, tá tann gjørdi ta fyrstu. Listamaðurin hevur stóran áhuga fyri keltiskari list og hansara egnu verk eru merkt av sama sterka einfeldi og inniliga átrúna sum hómast inni í gomlum romanskum kirkjum. Verkini hjá Erik Heide eru modernað við álvarsligum eksistentiellum innihaldi, tey snúgva seg um lív og deyða hjá menniskjanum á foldum og sjálvt um listamaðurin ikki altíð nýtir eitt beinleiðis kristiligt myndamál í myndum sínum, eru hetta myndir, sum trúgva uppá og sum takka fyri alt tað góða í tilveruni. Eitt takksemi, ið er fult av ljósi og skugga sum í hesi lýsingini hjá Williami Heinesen, ið lýsir bardagan millum ónt og gott soleiðis:

“Solen skinner paa vaagens vestlige side. En vidunderlig morgen! De smaa støvede og skimlede pakhusruder fører en haabløs kamp for at holde solskinnet ude. Men det er dem for overmægtigt. Det har godhedens sejrrige vælde i sig, det tøer dem op med samt deres grønne mug og teologiske edderkoppespind, ligesom den gode handling tilintetgør smaa menneskers rænker og nederdrægtigheder (s.199 De fortabte Spillemænd).

 Seyðir og Víkin fagra

Djóra- og landslagslýsingarnar hjá Fríðu Matras Brekku eru somuleiðis fullar av kærleika og tokka. Djórini eru myndevnisligur aðaltáttur í verkunum hjá Fríðu Matras Brekku og speglar hetta hennara stóra áhuga fyri djórum. Hon hevur teknað og málað seyð, sum annars hava verið merkiliga litið avmyndaðir í føroyskari list. Fríða Matras Brekku hevur málað fleiri kerlig og stuttlig seyðaportrett, og seyðir síggjast eisini ymsastaðni í hennara landsløgum. Hugsa vit listasøguliga um seyð og lomb, eru vit komin til tað øvugta av hugmóðini og aggressiónini, tí seyður hevur altíð verið ímyndin av tí eyðmjúka. Seyðirnir hjá Fríðu Matras Brekku eru ikki beinleiðis kristin symbol eins og í bíbliuni, men allíkavæl eru seyðamyndirnar merktar av einum serligum takksemi og undran yvir heimin og tilveruna. Og sjálvt um myndamálið hjá Anker Mortensen er meira abstrakt, eru hansara myndir av Víkini føgru merktar av júst sama inniliga takksemi. Her eru nakrar myndir av listaverkum, sum á onkran hátt lýsa trúgv og iva.

peter carlsen - accidia

claus carstensen og søren ulrik thomsen - steinprent

Tóroddur poulsen lovsongur

Fríða matras brekku

Erik heide pinnurin hjá mikkjali

tóroddur poulsen lovsongur II

tóroddur poulsen

tóroddur poulsen hin góða spannin og hinar

Claus carstensen

hans pauli olsen

Ingálvur av reyni - damaskus

steffan danielsen - nólsoyar kirkja

elin josefina smith heimloysi

brot úr mynd hjá mikines, sum er partur av framsýningini myndir í trúnni á listasavni føroya

 

Ingi Joensen - fotolist í Víngarðinum - vernissage

Leygardagin 4.februar læt framsýning upp í Víngarðinum við fotomyndum hjá Inga Joensen. Har vóru nógv fólk og tað kann mann fegnast um, tí uttan móttakaran var eingin orsøk at gera sær ómak við nøkrum - kurator í Víngarðinum, Kinna Poulsen helt eina stutta røðu, sum ljóðaði nøkulunda soleiðis:

Góðu tit øll

Vælkomin í Víngarðin til okkara 19.framsýning, sum er okkara fyrsta framsýning við fotolist burturav. Hetta er ein røð av fotomyndum hjá Inga Joensen, sum eg fari at siga eitt sindur um, men eg fari at byrja í London í 1853. Tá var The Royal Photographic Society stovnað og longu á fyrsta fundinum hjá nýstovnaða felagnum var fotografi og list á skránni. Formaðurin í felagnum, Sir Charles Eastlake, sum eisini var leiðari á bretska kunstakademinum bjóðaði listamálaranum Sir William Newton at halda fyrilestur. Hesin hevði heitið “Upon Photography in an Artistic View” og snúi seg um hvussu fotografi kundi gerast myndlist. Mátin var at imitera málningalist, helt Newton og skjeyt upp, at fotografar kundu eitt nú flyta myndirnar úr fokus, so at fotomyndin gjørdist eitt sindur óklár sum eitt málarí.

Hetta sama skismaið hevur fylgt við fototøkninum, sum ikki fyrr enn í tjúgundu øld kundi góðtakast sum list og tá bara í avmarkandi mun har sum framsýggin fólk vóru rundan um fotografúrmælingar. Tað eru tveir eginleikar við fotomyndum, sum støðugt - og eisini i dag fáa fólk at ivast í teirra listaliga validiteti. Tann eini er, at fotomyndir í stóran mun hava verið brúktar sum dokumentariskar um veruleikan og hesum hava vit ikki stóra virðing fyri, tí list og veruleiki, kunst og natúr skulu helst vera mótsett. Hin eginleikin er handverkligur og snýr seg um ta misfatan, at fotografi er einki fyri og bara snýr seg um at trýsta á ein knøtt. Tað er heldur ikki rætt og argumentið er í øllum førum óbrúkiligt - myndlist var longu við modernismun loyst frá handverksligum treytum, tá m.a. Picasso legði dent á tað einfalda og upprunaliga og fór at hálova barnatekningini.

Eg var niðri herfyri og hevði ta eydnu at uppliva framsýningina Tað kalda eyga um list í Týsklandi undir Weimar – tað var tað, tey nevndu Neue Sachlichkeit. Størstu upplivingina fekk eg av svørthvítu fotomyndunum hjá August Sander. Honum dámdi ikki siðbundna, háborgarliga stílin í sambandi við portrettmyndafoto, har mann roynir at imitera málarí. Hann brúkti blankt pappír fyri at fáa myndirnar so klárar og detaljeraðar sum møguligt. Í staðin fyri at taka myndir inni í fotoatelierinum, insisteraði hann uppá at fara út í ta veruligu verðina at fotografer og at taka sínar portrettmyndir frontalt – tað er heilt fantastiskt at uppliva psykologiska innlitið men eisini tað sosiala, tí Sander fotograferaði allar stættir.  August Sander dokumenteraði sína samtíð og sítt høgt elskaða heimland, men myndirnar hava kortini listaligan integritet. Síðan miðlarnir kollveltust av interneti og fartelefonum eru fotomyndir enn meira degraderaðar ella trivialiseraðar nú hvørt menniskja gongur við fototóli í lummanum. Av tí, at eg sjálv skrivi um list á mínari heimasíðu, havi eg tørv á myndum til dokumentatión og tí keypti eg mær eina Iphone. Tað er løgið at hugsa, at fyrsta Iphone´in kom á marknaðin í 2007 – tað følist sum um hon hevur verið her altíð. Eg hugsi ofta hvat pápi mín hevði sagt til alt hetta nýggja. Meðan hann livdi og fotograferaði insisteraði hann uppá at brúka sítt flotta, men øgiliga gamaldags Hasselblad kamera, sum var stórt og óstortligt og ógvuliga analogt. Ásmundur Poulsen kundi ikki droymt um at kalla seg fyri listafólk, men hansara myndir vísa listaligt flog. Hann var føddur á Eiði í 1931 og tá hann tók myndir av meðan tey hoyggjaðu í heimbygdini, høvdu tey næstan skomm av honum – ein vaksin maður, sum gekk soleiðis og spældi sær og ikki arbeiddi - til arbeiðis lív ella deyð”

Eg veit ikki hvussu skjótt hugburður broytist, men tá fotomyndin hjá Andreas Gursky av Rínánni var seld á auktión fyri 4,3 milliónir dollars var tað umrøtt sum eitt (kapitalistiskt) gjøgnumbrot hjá fotolistini. Hetta var í 2011. - Um tað hevur gingið trekt at góðtaka fotolist úti í heimi, hevur tað møguliga verið enn trekari her. Tað er kanska ikki so løgið tá vit hugsa um støðið, ið hevur havt við sær, at vit ofta verða noydd til at byrja heilt frá Adam og Evu, tá tað snýr seg um list við spurninginum HVAT ER LIST? Tað er eitt sindur troyttandi. Av tí, at mekanismurnar kring listina hava verið lutfalsliga veikar í Føroyum, tá vit hugsa um útbúgving, akademi, listaráð osfr, hevur mann í enn størri mun her enn aðrastaðni hildið fast í nøkrum ytri eyðkennum og hetta hevur helst seinkað menningini. List var pr definitión oljumálarí av náttúru og umhvørvi og soleiðis var tað leingi – og eg haldi ikki altíð, at tað var nóg mikið í sjálvum sær - tí hevði mann eisini tørv á øgiliga stórum og feitum gullrammum – eg minnist hvussu imponerað øll vóru av gullrammumum – tað var ektað blaðgull - hetta kapitualismunnar frumevni, tað var nakað mann kundi fyrihalda seg til. - Aja, eg fegnist um, at Ingi Joensen hevur valt blaðgullið frá og í staðin hevur valt vakrar ljósar trærammur við museumsglasi frá Rammukarl.

Ingi Joensen er eitt ættarlið yngri enn pápi mín og tá eg spurdi Inga hvat fyri myndatól, hann brúkar var svarið ”Pentax og Fuji –tað hevur ongan týdning, annað enn, at tað skal passa til tínar hendur”. Ingi Joensen fór longu átjan ára gamal niður á Listaskúla og í 1973 –(tað eru hálvtrýss ár síðan!!) – fór hann á Danmarks Designskole har hann var liðugt útbúgvin í 1977. Hann hevur arbeitt sum grafiskur sniðgevi og loyst hópin av uppgávum innan hetta øki. Hann hevur parallelt við hesum virksemi arbeitt við fotolistini og hevur tikið lut á nógvum framsýningum bæði saman við øðrum og einsamallur – í 1992 kom bókin Reflektión við berømtu forsíðumyndini, sum nógv hava imiterað bæði tilvitað og ótilvitað. Í 2003 var framsýningin Inn og út um gluggan / Inside - outside m.a. í Listaskálanum á Akureyri, hetta var saman við Oddfríði M.Rasmussen. Í 2007 var framsýningin Støð og støður í Listasavninum, tá kom eitt katalog við teksti eftir Gunnar Hoydal og í 2015 var framsýningin Í Kerinum 40 í Norðurlandahúsinum, sum eg ummælti og var sera hugtikin av.

Í hesari øldini hevur list í stóran mun snúð seg um tað stórfingna – Tað er BUMM og BANG, sterkir litir, ógvusligar effektir og risastórar installatiónir av verkum. Í mun til tað er hendan framsýningin beint tvørturímóti. Fotomyndirnar hjá Inga Joensen tykjast stillførar og krevja ró og kontemplatión. Hetta eru grafiskar myndir, merktar av linjum, ið definera myndarúm og kompositión. Ofta er tað eins og eitt tómrúm kynar millum myndaliðirnar. Her hevur áskoðarin møguleika fyri sjálv/ur at leggja sína egnu hugsan í tað, mann sær; millum tær dekorativt staðsettu gæsnar og tað dúnmjúka og kritahvíta skýggið uppi yvir teimum er til dømis pláss til onkran hugfarsligan tanka. Hetta sama hendir millum hjólið og fiskagreipurnar í myndini við vindeygað. Og meira tú hyggur, tess meira gerst tú varug við sjálvar fjalarnar í vegginum í bakgrundini – tá er tað eins og tilfarið trínur fram og gerst sjálvur kjarnin í myndini. Gevur tú tær tíð at hyggja, henda smáir støkkir og undantøk nógvastaðni – t.d í teirri einu myndini yviri við strond, har pelin í miðjuni er brotnaður. Hetta lítla frávikið í einum at síggja til regluføstum myndbygnaði, tendrar í upplivingina av myndini, sum vit kunnu tulka estetiskt men eisini eksistentielt og filosofiskt – hvørjum er tað vit hyggja eftir? Er hetta kanska ein hávirðing av tí brotna, tí slitna og óperfekta? - Hetta er í øllum førum slow art, sum krevur, at tit hyggja sjálvi og lata tykkara egnu hugsanir spæla saman við myndunum. Framsýningin hongur her fram til og við leygardegnum 25 mars – og júst tann dagin hevur listamaðurin føðingardag og fyllir hálvfjers. Ótrúligt – takk fyri Ingi, at tú segði ja til at framsýna í Víngarðinum – og hevur nakar hug at keypa eina mynd, kunnu tit siga mær frá. Takk fyri.

PS Opið er í Víngarðinum Hósdagar frá 11:30 - 21:00. Fríggjadag 11:30 - 01:00 og Leygardag 18:00 - 01:0

 

Fotolist í Víngarðinum

Leygardagin 4.februar klokkan 15-17 letur ein forvitnislig framsýning upp í Víngarðinum við verkum hjá roynda fotolistamanninum Inga Joensen. Talan er um eina myndarøð í átjan pørtum, sum er sett saman við støði í framsýningarstaðnum, greiðir listamaðurin frá. Honum dámar mótsetningin millum tað pinkalítla garasjukenda høli og so tað Miðalhavskenda huglagið í franska vín/mat- og liststaðnum mitt í Havn. Av hesum er hann komin í tankar um at ferðast: ”Eg minnist hesa myndina, eg tók av konuni í Prag, tá vit ferðaðust har. Hon er komin úr baðnum og situr og hyggur út gjøgnum vindeygað. Myndin hevur sama huglag sum í einum gomlum málningi. - Tá eg so havi valt eina fólkamynd at vera við í framsýningini, leggur tað eina linju og eitt krav um, at fleiri myndir við fólki mugu við eins og og ferðatemaið - hetta blandað við minimalistiskar landslagsmyndir”.

Framsýningin hevur fingið heitið KYRRINDI - Fram um alt eru hesar myndir grafiskar, merktar av horisontalum og vertikalum linjum, ið skilmarka myndarúm og kompositión. Ofta kyknar eitt tómrúm millum myndaliðirnar, har áskoðarin hevur møguleika fyri sjálv/ur at leggja sína egnu hugsan í tað, mann sær; millum tær dekorativt staðsettu gæsnar og dúnmjúka skýggið uppi yvir teimum er til dømis pláss til onkran hugfarsligan, kanska enntá skemtiligan tanka. Hetta sama hendir millum hjólið og tær hangandi fiskagreipurnar uppiyvir í miðgrundini í einari mynd, men bara inntil tú gerst varug við sjálvar fjalarnar í vegginum í bakgrundini – tá er tað eins og hetta tilfarið trínur fram og gerst sjálvur kjarnin í myndini. Gevur tú tær tíð at hyggja, er tað eins og tílíkir smáir støkkir og undantøk geva rúm fyri umhugsan nógvastaðni – t.d í teirri einu myndini yviri við strond, haðan vit síggja ikoniska útsýnið yvir á Nólsoynna oman fyri eitt stik í forgrundini við trimum pelum, harav tann í miðjuni er brotnaður og hetta lítla frávikið í einum at síggja til regluføstum myndbygnaði, tendrar í upplivingina av myndini, sum kann tulkast allar møguligar vegir. Hjartaliga vælkomin til vernissage í Víngarðinum Tróndargøtu 31 nú leygardagin 4.februar klokkan 15-17. Framsýningin heldur fram inntil 25.mars.



Myndir í trúnni - upplatingarrøðan

Torbjørn olsen: emmaus - steinprent

Framsýningin Myndir í trúnni læt upp á Listasavni Føroya fríggjadagin 3.februar - framsýningin verður hangandi til 14.juni. Til ferniseringina helt Theodor Eli Dam Olsen prestur upplatingarrøðuna:

“Trúgv er treyst í tí, sum vónað verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja. “ Soleiðis verður tikið til í Hebrearabrævinum í NT, tá sigast skal, hvat trúgv er. Sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja. Men trúgv skal eisini síggjast. Og her kemur listin inn í bílætið, um vit kunnu siga tað so í hesum sambandinum. Hin skapandi listin.

“Í fyrstuni skapaði Guð himmalin og jørðina.“ Ja, soleiðis byrjar Halgabók, Bíblian. Guð skapaði. Verðin byrjaði við listini. “Og jørðin var oyðin og ber, og myrkur var yvir frumhavinum, og Guðs andi lá á vøtnunum.”

Alt var oyði. Men andin sveimaði. Hvaðani kom so alt? Kunnu vit spyrja Skapanargongdin kann mangan vera torfør at skilja, og endamálið við at skapa er kanska uppaftur torførari at fata. Tí hví skulu vit tað? Gomlu grikkarnir tosaðu um tað góða, vakra og sanna. Hesi trý. Men hvat hava tey við hvørt annað at gera? Siga vit, at list er skapan, so er spurningurin, hvar listin var, áðrenn hon varð til. Kom hon burtur úr ongum, ella var hon íblást?

Í bókini Skabelse og tilintetgørelse eftir K.E. Løgstrup minnir hann á, at alt, sum er til, hevur vunnið seg fram, tað verður verandi eina tíð og endar við at farast. Men eginleikin ella valdið til at vera hvílir í sær sjálvum, ferst ikki og er ævigur. Alt er her eina løtu. Alt hongur saman. Dagur og nátt. Gleði og sorg.. Tilveran er tvítýdd. Alt hongur saman.

Men er heimurin skaptur, sigur Løgstrup, so er eisini neyðugt at gera upp við subjektivismuna, ið sigur, at allir heimsins litir bara eru nakað, ið vit síggja í okkara høvdi. Tí vit verða ávirkað av tí, sum vit síggja. Heimurin er ikki eitt hvítt lak ella ein líkverja, sigur hann.

Løgstrup sigur eisini, at í listini býr etikkur. List er sannkenning ella erkennilsi. Sansir og huglag eru avgerandi fyri listaverkið, meðan fatanin – okkara vit og skil - kemur í aðru røð. Listin er í síni veru etisk, tí í góðari list eigur altíð at vera ein frástøða til oyðileggjandi og sjálvsøknar kreftir. Listafólkið kann sum øll onnur villast í leitanini eftir hægsta sannleikanum. Tí kunnu vit heldur ikki skylda upp á listaverkið, tá vit skulu taka støðu.

Tað, sum tó er eyðkenni fyri eitt gott listafólk, er, at tað ikki himprast við at taka tær síðstu avleiðingarnar, sigur Løgstrup. Tað serliga er, at her er ikki einans talan um logikk, men tað er bara logikkurin og kenslan undir einum, sum kann gera hetta. Vísindafólkið og heimspekingurin kunnu stundum ikki vita, hvat tey siga, ella hvat tað inniber, tí tey vera verandi á ástøðinum, og tað kann vera meinaleyst – og viðhvørt lekur millum teori og praksis, sum Rói Patursson tók til. Men listafólkið umsetir teoriina og varnast, hvussu tingini og okkara egna tilvera síggja út, tá ein ger álvara av, hvat vísindafólkið og heimspekingurin í síni meinaleysu teori hava hugsað.

Men okkara evni at sansa gera, at menniskjan ikki er innilæst í egnum likami, men er sett í frælsi úr likaminum. Sansandi eru vit til staðar, og vit kunnu gáa eftir einum og ansa eftir einum øðrum. Vit sansa ta skaptu verðina. Vit eru til í verðini og í tilveruni. Kierkegaard vildi vera við, at menniskjan ræðist tómleikan. Løgstrup sigur hinvegin, at menniskjan verður altíð ávirkað av sansunum, ið merkja nærveru alheimsins, og tað er gott. Sagt á annan hátt: Eru tit tung í huga, so farið tykkum ein túr og merkið alheimin og verið glað! Okkara sansir skulu fría okkum! -- Vit vita frá gomlum holum og hellum úti í heimi, at stundum finnast tekningar og málningar. Eisini átrúnaðarligir ella tilveruligir málningar. Og sum mín gamli lærari segði: Tað, at hesi fólkini hava dugað at abstraherað, vísir okkum, at tey hava havt ein átrúnað. Átrúnaður er eisini abstraktión – at lyfta seg upp um tað ítøkiliga.

Elsta myndin av kristindóminum, vit vita um, var funnin fyri eini 150 árum síðani, tá grivið var út undir Palatinaraheygnum í Rom. Har komu tey fram á eina tekning, og er tað, vit í dag høvdu kallað graffitti. Tekningin er ein karikaturur ella heldur ein spottandi tekning av Jesusi við einum esilhøvdi, sum hongur á einum krossi. Undir myndini stendur: Alexanenos tilbiður sín gud. Helst hevur ein rómverskur hermaður teknað og møguliga happað ein fanga. Men tann fyrsta avmyndanin av kristindóminum var altso ein spottrekandi tekning – og tað sigur kanska eitt sindur. Líðingin og niðranin var longu ein realitetur. Í gamla jødadóminum var myndaforboð. Hesin siður helt fram í kristindóminum. Tó var loyvt at prýða veggir og annað við myndum av halgimennum. Longu um ár 200 vita vit, at hesar myndir skaptu mikið stríð og ósemju. Hildið varð, at myndirnar skaptu eitt millumlið millum tann sansaða og andaliga veruleikan. Myndirnir gjørdust halgilutir, ið kundi vera tilbidnir, og vóru tí brot á myndabannið ella 1. boð, ið sigur, at tú mást ikki hava aðrar gudar. Men enn brúkar serliga ortodoksa kirkjan í eysturevropu ikonir, halgimyndirnar, ið eru ein fysisk manifestatión av tí, tær ímynda Og Ikonir hava eisini hava givið íblástur til verk á hesi framsýning. Longu um ár 7-800 var stríð í Byzans ella í Miklagarði – ikonoklastiska stríðið – millum ikondular – myndatrælir – og ikonoklastar – myndaknúsarar. Orsøkin til stríðið var, at hildið var, at nú var fólkið farið at tilbiðja myndirnar meira, enn gott var. Avgudadyrkan, var tað kallað.

Í 726 tók keisarin eina kristusmynd niður, og setti ein kross ístaðin og setti forboð fyri at tilbiðja myndir. Tað førdi við sær, at hópin av myndum vórðu oyðilagdar. Seinni vendi rákið. Tað ger tað sum oftast. Myndir blivu aftur loyvdar. M.a. við tí grundgeving, at Guð bjóðar tí skapta menniskjanum lut í tí ikki-skapta gjøgnum sína mynd. Menniskjan var jú skapað í Guðs mynd. Í 16. øld fingu vit siðaskiftið. Eisini tá var kjak um myndir. Reformatorar sum Zwingli og Calvin fýltust á myndir, m.a. á altarhalgimyndir og settu tað í samband við skurðgudar. Guðfrøðiliga eru brøðurnir í Føroyum ikki sørt skyldir við Calvin, og er hetta kanska ein av orsøkunum til, at ikki so nógvar myndir eru í salunum hjá Brøðrasamkomunum her á landi. Luther helt ikki, at spurningurin um myndir hevði so stóran týdning. Sum við so nógvum øðrum, helt hann, at týdingarmikið var, at hetta var brúkt rætt. Hann var praktikari.

Tað mundi vera í miðøldini, at kirkjurnar á okkara leiðum fingu myndir, ið vóru knýttar at altarinum – altartalvur. Altar kemur av orðinum altus, ið merkir heyggur, har offur vóru brend. Men heyggjarnir blivu til borð, og borðini fingu myndir. Tey flestu munnu sum børn hava onkursvegna kent kensluna av sita og hyggja at eini altartalvu, meðan presturin ella deknurin ikki bleiv liðugur við prædiku ella lestur. Altartalvurnar munnu tí hava verið eitt slag pedagogiskum amboði ella listaligum kveikjara hjá nógvum føroyingum gjøgnum tíðirnar. Áðrenn altartalvur gjørdust vanligar, vóru halgilutir ella relikviir av ymskum slag vanlig. Og helst hevur ein krossur ella krucifix staðið á altarunum í Føroyum.

Men við tíðini komu sum sagt altartalvurnar. Ofta málaðar av donskum málarum. Men so við og við komu fleiri, og summar blivu enntá kopieraðar. T.d. man myndin av Martu og Mariu hanga í eini seks kirkjum í Føroyum. Alt er kortini ikki so lætt at kopiera. T.d. hongur ein serligur málningur eftir Eckersberger í Oyndarfirði. Aðrar altartalvur hava verið so serligar, at enn hevur hugsingur ikki verið um at skift tær út. Eg kundi nevnt hana í Havnar kirkju, sum Statens Museum for Kunst nokk upprunaliga átti – tað er ein longri søga – og Joakim Skovgaard í Christianskirkjuni í Klaksvík, sum er meinlík henni í Dómkirkjuni í Viborg – ein fótur er nokk á muni. Við tíðini fingu fleiri føroysk listafólk møguleikan at gera altartalvur. Vit kundu nevnt Waagstein í Hovi og Árnafirði, Kristin í Geil í Kollafirði, Niels Kruse við Gjógv og á Selatrað, Mikines í Kirkjubø, Jóannes Kristiansen í Leirvík, Fridu á Hamri við sínum serliga træskurði í Kvívik, Astrid Andreasen við síni installatión í Vestmanna, Oggi Lamhauge í Hattarvík – og sjálvandi Torbjørn, Trónd o.s.fr. Flestu kirkjulutir í Føroyum eru lokalir, og bygdarfólkið vil hava teir í síni heimbygd. Gamla krusifiksið, sum var altartalva í gomlu Mariukirkjuni í Havn og sum mundi hugtaka meg og mong onnur skúlabørn har, varð fyri nøkrum árum síðani sent tíl eina kirkju í Rumenia. Kanska ein munur á eini lutherskari bygdakirkju og tí katólsku alheimskirkjuni?

Í Føroyum eru umleið 60 kirkjur, ið hoyra til fólkakirkjuna. Tað er tó ikki alt, sum kann hangast ella setast upp í eina kirkju. Her krevst loyvi frá dómpróstinum, áðrenn nakað kann setast inn í kirkjurúmið. Tað er gott, spyrt tú meg, tí so kann ikki alt setast inn í eina kirkju. Á fleiri altartalvum síggjast motivini í føroyskum umhvørvi. Vit kenna fjøllini og farvøtnini aftur, har Jesus kemur gangandi eftir vatninum. Og tey lokalu kenna kanska tey, sum hava verið modell hjá málararanum – eins og vit vita, at Torbjørn hevur brúkt síni fólk at vera modell. Eisini á hesi framsýning eru verk hjá Titu og Jóhan Martan, ið flyta átrúnaðarliga týdningin í heimligt jørðildi – so ella so. Við blæum ella menniskjahári av føroyingum. Hetta at brúka ella misbrúka kend andlit til altartalvur og málningar kenna vit eisini uttan úr heimi. Michelangelo brúkti hetta í Vatikaninum, og tá Michael Ancher, kendi skagenmálarin, ikki slapp at brúka skaldið Holger Drachmann sum modell til Pætur, varnaðust fólk seinni, at skuggin av Pæturi var skuggi Drachmanns. Í øllum førum spælir list ein avgerandi leiklut í trúarlívinum hjá føroyingum. Ikki bert altartalvur, men so sanniliga eisini skip, bátar, dúkar, messuaklar, ljósakrúnur. Ofta olmussugávur. Ja, vit hava í øllum førum eina bók um klokkur, altartalvur og skip – meðan ein onnur er um føroysk kirkjuklæði.

Trúgv er treyst í tí, sum vónað verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja. Men trúgvin skal eisini síggjast. Tí er tað at frøast um, at vit hesi seinastu árini hava átt listafólk sum Torbjørn Olsen, sum hevur endurnýggjað altartalvusjangruna og bíbilska myndafrásøgn, Sigrun Gunnarsdóttur, sum hevur brúkt kristiligan og tilveruligan myndasymbolikk í so at siga hvørji mynd hesi seinastu árini, Trónd Patursson, sum við sínum glasi hevur sett nýggjan standard fyri kirkjulist, Edward Fuglø, sum við sínum verkum í Christianskirkjuni hevur skrivað listasøgu, Eli Smith við sínum steinmyndum, Anker Mortensen við sínum ikonum – men eisini yngri og nýggjari listafólk sum Vár Samuelsen, sum hevur spælt sær við tryptikonum í eini altartalvu við eini mynd, ið minnir um ein atombumbu – til stuttleika kann eg nevna, at ein vinkona eg havi á facebook, sum eg kenni frá Pastoralseminariinum, Elisabeth Engell Jessen, í vikuni deildi ein sálm, sum eitur ”Guds rige er atomet selv”. Jú, viðhvørt hugsa listafólk tað sama um somu tíð – hóast ymisk. Jú, við kjarnorka kann sjálv tað allarminsta og innasta vera grundarlagið undir tí størsta. Og soleiðis er eisini við trúnni, ið kann vera lítil sum eitt sinnopskorn. Vit síggja ikki trúnna – men hon kann avmyndast. Og hevur listafólkið eina ábyrgd, sum Løgstrup segði.

Jú, listafólk kunnu geva hvørjum øðrum íblástur. Andin blæsur, hagar hann vil. Trúgv í list umfatar eisini flestu listasløg. Í 2009 spældi Birita Mohr sjónleikin Pieta á Tjóðpallinum – Pieta er jú ein hin kendasta standmyndin hjá Michelangelo, har Maria situr við deyða syni sínum, Jesusi, í føvninginum. Hon fekk ein skaða í sjeytiárunum, tá ein sjúkur maður leyp á standmyndina. Tað skapta er komið fyri at vera her eina tíð, men hevur eginleikan at vera.

Sigst at Mikines fekk íblástur til sínar pietàmálningar – málningar av líkum á børu – frá yrkingini ”Pieta” hjá Williami Heinesen frá 1930: ”…Stum i den naadeløse Aftenvind hun sidder med den Dødes Haand i sin og stirrer i hans slukte Ansigt ind…” So mikið um Pieta og Mikines.

Jú, íblásturin kann henda millum listagreinir, og á myndunum hjá Atri Luihn á hesi framsýning, kann andin og íblásturin streyma frá átrúnað til átrúnað, frá mynd til mynd. Men hvaðani koma so litirnir, um teir ikki koma úr egnum høvdi? Tað sigst, at einki átrúnaðarligt mál finst uttan ímyndir ella symbol. Tað, vit ikki skilja, royna vit at greiða frá onkursvegna. Við orðum, tónum, myndum, litum. Vit skilja við súmbolum. Í fyrstuni sveimaði andin yvir vøtnunum. Og síðan hevur andin merkt bæði jødiska og evropeiska tankagongd soleiðis, at vit altíð hava hildið okkum merkt okkurt, ið gav okkum input. Íblástur. Ja, íblástur merkir lív, líkasum Ádam fekk íblástur í moldina, sum hann upprunaliga varð gjørdur úr. Men skilja vit altíð andan? Hann blæsur, hagar hann vil. Hvussu kunnu vit tá fanga hann? Trúgv er í øllum førum sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja. Men í dag sígga vit teir.

Takk til tykkum, sum hava skipað fyri. Takk fyri at eg slapp at siga nøkur orð og bestu eydnu við framsýningini! Nú er hon sett!

Anker mortensen

mikines - brot

Eleanor C. Tscherning - brot úr altartalvumynd

Gomul myndabíblia

Vár Samuelsen

Jóhan Martin Christiansen - brot

Myndir í trúnni

Fríggjadagin 3.februar klokkan 16.00 letur serframsýningin Myndir í trúnni upp á Listasavni Føroya við verkum hjá átjan listafólkum.

Hvussu er trúgv avmyndað í føroyskari myndlist? - Tað er spurningurin, sum tey fyriskipandi á Listasavni Føroya hava sett sær sjálvum. Spurningurin, vit vitjandi á Listasavninum kunnu seta okkum er hvørt evnið er relevant og um framsýningin er listaliga viðkomandi. Fyribils svarið er eitt møøøøguliga og eitt ja! Sjálvt um evnið tykist onkursvegna reduktivt í síni grundhugsan, eru fleiri av teimum framsýndu verkunum tað ikki.

Tematiskar framsýningar hava sterkar og veikar síður. Bæði viðvíkjandi miðlan og námsfrøðiliga eru eyðsæddir fyrimunir við tílíkum framsýningum, tí tú her hevur ein tematiskan karm at seta eygleiðingar og fatanir inn í. Eisini hevur tú eitt upplagt høvi at gera ein listasøguligan bygnað, so at áskoðarin t.d. kann síggja menningina; hvussu eitt myndevni verður lýst í einum tíðarskeiði samanborið við eitt annað – elsta verkið á framsýningini er frá 1842 og tað nýggjasta er frá 2022. Framsýnd verður eisini ein gomul altartalva eins og dømi um gamlar myndabíbliur verða framsýnd. Einki at ivast í, at framsýningin fer at verða væl dámd millum skúlaungdóm og ikki minst millum lærarar.

Evnisframsýningar kunnu hava tann vansan, at tær gerast ov ovurtýðuligar og ikki nóg avbjóðandi listaliga sæð, men tað hevur í stóran mun eydnast kuratorinum, Onnu Mariu Dam Ziska at lata listina tala frítt. Tískil ber til at uppliva ta eydnuríku samrøðuna, sum kyknar millum myndaheimin hjá Anker Mortensen og tann hjá Vár Samuelsen. Tey eru annars rættiliga ymisk listafólk, ið hoyra til hvør sítt ættarlið, men tey tykjast kortini andaliga skyld – tað er væl sæð av kuratorinum og ein stór listalig uppliving. Tað er eisini gott at síggja sólgulu triptykonina hjá Vár Samuelsen aftur – hon var framsýnd í Hoydølum herfyri. Umframt málningar hevur Anker Mortensen eisini nakrar av sínum fínu ikonum við, ið eru skornar úr viði og málaðar, ofta í minimalari stødd, hetta økir bert um inniligleikan og tað er gott at síggja eitt úrval av hesum partinum av verkinum hjá Anker Mortensen, sum hann hevur dyrkað í mong ár. Beint við hansara ikonir hanga nakrar heilt øðrvísi litfagrar russiskar ikonir ella tað kann mann halda til mann ber eyga við eina súlu í eyðkenda neyva stílinum hjá Astrid Andreasen.

Ein framsýning um trúgv má innihalda verk hjá Sigrun Gunnarsdóttir, tað sigur seg sjálvt og tað er áhugavert, at vit í hesum myndum síggja hvussu trúgv er til staðar í heiminum samstundis sum kristnitrúgvin verður myndað við smáum symbolum; fuglum og lyklum. Torbjørn Olsen, tann stóri altartalvumálarin er ein eins sjálvsagdur partur av eini listaframsýning um trúgv og her var eg eitt sindur vónbrotin av úrvalinum, sum gamaní er fínur grafikkur, men sjálvandi skuldu málningar verið við á framsýningini. Við tað, at altartalvurnar eru so risastórar sum tær eru, kunnu tær ikki koma við av praktiskum áðum, men Torbjørn Olsen hevur málað hópin av skitsum, sum eru til. Tað mesta er tíverri keypt av privatum keyparum (tíverri, tí tær eru ikki at síggja), men eg hevði altso glett meg til at endursíggja onkra av altartalvuskitsunum. - Eg veit ikki, kanska er tað bara tí eg haldi, at Torbjørn Olsen manglar eina serframsýning í Listasavninum – kanska mugu listáhugað gera eina fólkafylking til tess at fáa eina ordiliga framsýning við málningum hjá Torbirni Olsen í Listasavni Føroya. Tey framsýndu prentini eru fín, tey eru avbrigdi av ymiskum altartalvumotivum og eru øll framleidd í Steinprenti, har eitt úrval av teimum var at síggja á framsýning fyri nøkrum árum síðani, tá Torbjørn fyllti trýss - Annars er tað eisini áhugavert at síggja elsta listaverkið á framsýningini, gomlu altartalvuna í kirkjuni í Miðvági júst har undir liðini á myndunum hjá Torbirni, hvørs framúrskarandi stórverk er altartalva í staðin fyri gomlu myndina frá 1842 hjá donsku listakvinnuni, Eleonora Christine Tscherning (Fødd Lützow), sum hon málaði eftir mynd hjá Caracci. Bæði tann gamla og tann nýggja altartalvumyndin ímynda krossfestingina.

Mikines er sjálvandi eisini við á hesari framsýningini eins og á flestum temaframsýningu - har hongur niðurtøkan av krossinum umframt Jesus spákandi á sjónum í ymsum ekspressivum avbrigdum. Verkið hjá Titu Vinther, Pætursnót er somuleiðis tikið fram aftur – hetta løgna, dramatiska og eitt sindur óhugnaliga verk, ið er gjørt burtur úr m.a. menniskjahári sum ímynd fyri sjómannin Símun, ið gjørdist menniskjafiskarin Pætur - verkið skapar dynamikk í framsýningina. Har eru annars ikki nógv trídimensjonal verk at síggja – her kundi mann kanska lænt okkurt verk hjá Hans Paula Olsen t.d. skitsuna/forarbeiðið til verkið uttan fyri Vesturkirkjuna um ein tílík finst.

Hinvegin tykist framsýningarrúmið sera ruddiligt og opið, so at verkið hjá Vár Samuelsen m.a. fær gott pláss. - Sum skilst hongur ein røð av steinmyndum hjá Eli Smith til dagligt í kapellinum. Eg havi ikki áður lagt hesar til merkis, men í Listasavninum hugtók ein av teimum meg við síni einføldu, eyðmjúku og dekorativu lýsing av teirri tómu grøvuni. Ikki langt hiðani hanga minimalu og rituellu verkini hjá Oggi Lamhauge, ið m.a. hugleiðir um stokkutu tilveruna við atliti til silvurtráðin hjá Prædikaranum 12:6 ”áðrenn silvurtráðurin slitnar, og gullskálin brotnar, áðrenn krukkan sorast sundur við kelduna, og hjólið fer í sor og dettur niður í brunnin”. Yvirav hanga nøkur sonevnd relikvium ella halgilutir hjá Edward Fuglø, ið eru settir saman av readymade lutum, ið mynda eina áhugaverda lítla surrealistiska heild í framsýningini, ið møguliga skuldi sloppið at breitt seg eitt sindur meira – surrealistiskt hugflog hómast somuleiðis í tí eina verkinum hjá Rannvá Holm Mortensen. Í hesum sama partinum av framsýningini í aftasta hølinum hanga eisini tvey tekstilverk hjá Jóhan Martin Christiansen, sum eru góð og hanga væl, meðan frágreiðingin/tulkingin á vegginum kann tykjast eitt sindur ov avgjørd og harvið avmarkandi. Listamaðurin hevur sjálvur nevnt sveittadúkin hjá Veroniku sum eina møguliga keldu til íblástur, men verkið er annað og meira enn kristiligt. Toyblæur eru eisini tað, tær eru, altso toyblæur, sum hava verið brúktar til rumpur og høvd í sjeytiárunum og harvið kunnu verkini eisini fatast t.d. í einum meira heimligum, feministiskum konteksti.

Í tíðindaskrivi verður greitt frá, at trúgv kann vera nógv ymiskt. Ein átrúnaður, ein sannføring, yvirtrúgv, okkurt eksistentielt, okkurt abstrakt. - Lagt kann vera aftrat, at trúgv eisini kann vera trúgv á náttúruna, eins og summi vilja vera við, at abstraktar myndir sum heild innihalda okkurt slag av metafysikki, eina trúgv á, at okkurt er, sum er størri enn vit. Hetta uppliva vit longu úti í vindfanginum og í forhøllini har glasmyndir hjá Tróndi Patursson hanga og halda vit fast í eini tílíkari breiðari allýsing, so kundi framsýningin verið nógv størri enn hon er.

Úrvalið er sum tað er um so okkurt tykist meira upplagt enn okkurt annað í mun til temaið. Videoverkið hjá Heiðriki á Heygum, Marias donkey (2007) kendi eg ikki, men myndamálið er eyðkent fyri Heiðrik, sum pallsetir listamannin sum ein líðandi kristusfigur. Á balkongini er framvegis ein veggur fyri útsýnið - stjórin í Listasavninum, Karina Lykke Grand greiddi mær frá, at hetta bæði er fyri at fáa meira pláss til list og av ymsum praktiskum áðum, sum vóru til at skilja og góðtaka, tó at eg sakni útsýnið. Á hesum veggi hanga verkini hjá Astri Luihn, sum plaga at hanga í permanenta partinum. Eg havi ikki hugsað um trúgv í sambandi við hesar myndir, men kuratorurin vísti á eina veru, sum bæði er kristilig og heiðin í senn. Tað er spell, at einki av teimum mongu progressivu og nýskapandi verkunum hjá Tóroddi Poulsen er við, tí hjá honum eru trúgv og kristindómur viðgjørd á originalan og øðrvísi hátt, sum hevði klætt framsýningini. Men annars eru Myndir í trúnni undirhaldandi og hugfarslig framsýning við fleiri góðum verkum - eg má leggja aftrat, at tað er ein fragd at vera í Listasavninum nú ordilig café er komin í húsið. Við á framsýningini eru verk eftir hesi listafólk: Framsýnd verða verk hjá Astrid Andreasen, Jóhan Martin Christiansen, Edward Fuglø, Sigrun Gunnarsdóttir, Heiðrik á Heygum, William Heinesen, Astri Luihn, Oggi Lamhauge, Marianna Matras, Anker Mortensen, Rannvá Holm Mortensen, Sámal Joensen-Mikines, Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson, Eli Smith, Vár Samuelsen, Eleanor C. Tscherning og Tita Vinther

ANker mortensen

Astrid Andreasen

Kuratorurin framman fyri grafisk prent hjá Torbirni olsen

Emmaus - Torbjørn Olsen

nærmynd av pætursnót

úr videoverki hjá heiðriki á heygum

 

Eli smith

jóhan martin christiansen

Um Jóhan Martin christiansen

úr framsýningini

edward fuglø

Sigrun gunnarsdóttir

.

 

Henrik Nordbrandt

Í gjár doyði danski yrkjarin Henrik Nordbrandt. Tær mongu minningargreinarnar avdúka, at yrkjarin ikki hevur verið frammi í huganum á fólki leingi. Tey flestu endurgeva kendu yrkingina um árið, sum hevur 16 mánaðar við endurtøkuni av november november november november – Eg giti, at tá Weekendavisen og vikukiftisavísirnar koma, verða gjølligari greinar um ritverkið hjá Nordbrandt. Tí tað var nakað serligt - Henrik Nordbrandt var nakað serligt. Tá eg las niðri, hildu vit Politiken, har sum eg búði á Grønjordskollegiinum og eg minnist umrøður um og samrøður við Henrik Nordbrandt, sum vóru óvanligar á so mangan hátt. Hann var ofta uttanlands og tóktist ofta so álvarsligur fyri ikki at siga grumpy. -Hann tímdi ikki Danmark, segði hann, og hann orkaði ikki fyri sonevndnari danskheit. Tað var ikki heilt lætt fyri meg at skilja tá, so inniliga fegin sum eg var um mítt nýggja heimland. – Hann skuldi verið føddur í Føroyum, hugsaði eg, men tá eg las yrkingarnar, gav útlongsulin og friðloysið meira meining - hesar kenslur merktu ikki bara mannin tilveruliga, men eisini fagurfrøðiliga og poetiskt. Hansara yrkingar høvdu ein serligan altjóða dám – minti meg um skrivaðan verðinsmusikk. Í yrkingini Solhverv, sum er tann fyrsta yrkingin í savninum Drømmebroer frá 1998 stendur: ”Ved midvinter faldt solen så lavt/ at man kunne se ud/ under alle verdens porte” – sjálvt í einum so donskum, køldum og norðurlendskum umhvørvi sum í einum furuskógi, er perspektivið alheimsligt við einum eysturlendskum tóna. Hann bæði føddist og doyði í Danmark í ávikavist 1945 og 2023 og debuteraði sum yrkjari í 1966.

Einaferð í hálvfemsunum møtti eg Nordbrandt inni á Kruts Karport, eini café á Østerbro, sum spesialiseraði seg innan whisky og absint høvdu tey eisini. Og nei, vit drukku ikki absint og Nordbrandt møtti ikki mær, sjálvt um eg var í sera festligum selskapi og drakk fínt whisky saman við góðum fólki, millum annað onkrum, hvørs brennandi eldhugi nú hevur ført til eina fyritøku, sum er í holtur við at framleiða heimsins besta whisky í Føroyum. So hetta var ikki bara okkurt, men whisky við vatndropa í pipettu, eg haldi tað var írskt, sum fyribils er tað frægasta eg havi drukkið, men eg eri ikki sofistikeraður whiskydrekkari. Tað var í øllum førum stuttligt at sita har og roksa alt meðan eg umhugsaði at siga okkurt við Henrik Nordbrandt, men kundi ikki finna uppá nakað áhugavert at siga og ræddist fyri at órógva, so hann fekk frið. Veitslukenda seansan endaði vistnokk við einari spontanari framførslu av Wie liegt die Stadt so wüst hjá Rudolf Mauersberger og tað ljóðaði óalmindiliga væl hildu vit - tá var Nordbrandt farin heim og tað var fyri neyðini.

Í nýggjari tíð er tað ikki minst yrkingina Vuggevise, sum vit minnast Henrik Nordbrandt fyri. Í 2015 ruddaði tann yrkingin forsíðuna á Politiken og slíkt hendir ikki á hvørjum degi. Yrkingin er politisk, bygd upp sum ein vøgguvísa og tað trygga, inniliga og fitta tekstaslagið stendur sum týðiligur mótsetningur til innihaldið, ið snýr seg um flóttafólkasorgarleikin. Júst í 2015 var flóttafólkakreppan í hæddini við menniskjum í túsundatali, sum flýddu undan kríggi umvegis Miðjarahavið - vit hoyra enn um druknaðar immigrantar, tá bórust dagliga ræðuligu tíðindini um druknað flóttafólk í hópatali. Tey flestu minnast helst eisini fotomyndina av einum lítlum druknaðum drongi í reyðari blusu, sum framvegis stendur óhugnaliga klár í huganum, tá mann lesur yrkingina Vuggevise.

Nordbrandt fekk nógvar heiðurslønir m.a. ta stóru frá Norðurlandaráðnum fyri yrkingasavnið Drømmebroer. Í yrkingini Når et menneske dør frá 1972 skrivar hann ósentimentalt, men eisini rámandi um deyðan og hetta løgna, at tá vit fara og okkara eygu eru slóknað, ja so er tað, tey hugdu eftir enn har. Eg fari at finna mær okkurt savn hjá Nordbrandt fram aftur. Takk fyri tankarnar og fyri orðini, Henrik Nordbrandt.

Når et menneske dør
bliver dets omgivelser tilbage:

Bjergene i det fjerne
kvarterets huse
og vejen som om søndagen
går over en træbro
lige inden den fører ud af byen.

Og forårssolskinnet
som lidt ud på eftermiddagen
når en hylde med bøger
og tidsskrifter, som uden tvivl
engang var nye.

Det er ikke spor mærkeligt.

Men det har ikke desto mindre
ofte undret mig.

 

Skeið til nýggjar listaummælarar í Berghen Kunsthall

Bergen Kunsthall lýsir við listaummælaraskeiði, sum tey halda saman við ritstjórum úr kenda tíðarritinum/heimasíðuni Frieze. Umsóknarfreist er 24.februar.

Sí leinki her: https://www.kunsthall.no/no/journal/nyheter/frieze-new-writers/

Frieze New Writers:
14–16 Apr
Location: Bergen Kunsthall

Application Deadline:
Friday 24 Feb 2023
00:00 CET

Apply to the 2023 Frieze New Writers Programme.

Bergen Kunsthall is excited to co-host Frieze New Writers in Bergen, a 3-day free art writing course, led by editors of Frieze magazine. With this project, Bergen Kunsthall aims to support art criticism within the Nordic countries and strengthen the infrastructure for discourse. Writing and publishing are vital areas of an ecology for critical thinking in the arts. Without public reflection and debate there can’t be artistic, curatorial and institutional progression. The course is an opportunity to start transnational dialogues and contributes to continued efforts to amplify diverse voices within the art world and to develop strong critic voices.

Apply:
Are you a new writer looking to develop as a critic? Interested in exploring different approaches to writing about art and searching for tips on how to get published? Applications are now open for the 2023 Frieze New Writers Programme in Bergen, Norway: a free-to-attend, three-day intensive course taking place from 14–16 April, where a group of aspiring writers will have the opportunity to develop their skills with support from the frieze editorial team and our wider network of art-world professionals.

A series of workshops will offer practical advice on how and where to pitch, interview techniques and what makes a great profile or review. Gallery and studio visits will give participants insights into the art world and the people who shape it.

The course is open to emerging writers over the age of 18 from across the Nordic region, which includes Denmark, the Faroe Islands, Finland, Greenland, Iceland, Norway and Sweden. All participants will have full expenses covered, including travel, food and accommodation.

Each participant will have their work edited by editors of frieze, with an opportunity for their work to appear on frieze.com.

The deadline for applications is: 12 midnight (CET) Friday 24 February 2023. Read on for details on how to apply.

This initiative is part of Frieze’s wider commitment to amplifying diverse voices within the art world. Frieze is committed to practicing anti-discrimination including race, gender and disability, together with artists, writers and cultural practitioners from all backgrounds.

If you have any further questions, be sure to check out Frieze’s FAQ page → https://www.frieze.com/article/frieze-new-writers-faq-2022

Details:
• The course is free-to-attend and applications are open to all aspiring arts writers based in the Nordic region (Denmark, the Faroe Islands, Finland, Greenland, Iceland, Norway and Sweden) over the age of 18.
• Writers should have published no more than three pieces of art writing in English.
• The course will take place in Bergen from Friday 14 April to Sunday 16 April
• The course has been devised to take place in person; if you have access needs, please let us know in your application email so that we can discuss them with you.

Applicants should submit:

• One unpublished piece of writing, no longer than 350 words. This should be a review of a recent art exhibition or an individual artwork.
• A 150-word statement about why you are applying to the course and what you hope to gain from it.
• Applications should be sent to applications@frieze.com with the subject line ‘Frieze New Writers 2023’ and your full name.
• Emails should include your full name, address and telephone number with country code. The texts can be submitted either in the body of the email or as an attachment. We accept .doc .docx .txt and .pdf formats.
• The deadline for submissions is: 12 midnight (CET) Friday 24 February 2023. Entries will not be considered if submitted after this deadline.
• We will let participants know whether they have been selected by 10 March 2023.
• We regret that we are not able to give feedback on unsuccessful applications, though you will be notified if you are not selected for the programme.

Participants will be selected by members of the frieze editorial team and a curator from Bergen Kunsthall.

Grønlendskar løtur á Norðurbryggjuni

Leygardagin 11.februar verða tvær framsýningar at síggja í Norðurnbryggjuni í Keypmannahavn, talan er um fotomyndir hjá einum grønlendskum og donskum fotografi.

Í tíðindaskrivinum stendur: To fotoudstillinger med fokus på hverdagslivet – nu og før, set indefra og udefra. Udstillingen Grønlandske øjeblikke viser to unge fotografers blikke på hverdagslivet i Vestgrønland ­– for 50 år siden og nu. Begge fotografers dagsorden handler om, at det, de ser, skal fastholdes for eftertiden. Teit Jørgensen ud fra en politisk indignation, Inuuteq Storch drevet af, at livet i Grønland skal dokumenteres af dem, der lever det.

Inuuteq Storch viser arbejder fra sit seneste projekt Keepers of the Ocean. Det er billeder fra hverdagslivet, som det leves her og nu i hjembyen Sisimiut. Han udstiller dem side om side med fotos taget af den første grønlandske fotograf John Møller (1867-1935), hvis arbejder Inuuteq Storch har samlet og restaureret i bogen Mirrored, (2021). For Inuuteq Storch er det vigtigt at markere, at Grønland har sin egen fotohistorie. Inuuteq Storch (f. 1989) er uddannet fotograf fra Fotoskolen Fatamorgana og International Center of Photography.

Sommeren 1972 tilbragte Teit Jørgensen to måneder i den vestgrønlandske kulmineby Qullissat, lige før den blev nedlagt, for at optage filmen Da Myndighederne sagde Stop sammen med politiker og digter Aqqaluk Lynge og kunstneren Per Kirkeby.  Undervejs tog han en masse stillfotos, som nu vises for første gang i Danmark. Teit Jørgensens fotos er billeder af dagliglivet, registreret af en ganske ung fotograf, men også billeder taget med bevidstheden om, at dette skal huskes for eftertiden. Teit Jørgensen (f. 1947) er uddannet fotograf fra Delta Foto og filmfotograf fra Den Danske Filmskole

FAKTA
Grønlandske øjeblikke – Inuuteq Storch / Teit Jørgensen
Udstilling:11. februar 2023 – 29. maj 2023

Fernisering: lørdag 11. februar kl. 15
Nordatlantens Brygge, Strandgade 91, Christianshavn, 1401 København K
Åbningstider: alle hverdage kl. 10-17 og weekender kl. 12-17
Om ferniseringen: lørdag 11. februar 2023 kl. 15-17

Mette Sandbye, professor, kunst- og fotografikritiker, holder åbningstalen. Derefter er der forfriskninger, og musik ved DJ Aviaja. Kunstnerne vil være til stede.


Ingi Joensen: KYRRINDI

Fotoframsýning í Víngarðinum

Frá sjónum kenna vit kyrrindi sum lagaligu løtuna, tá spakasta rákið ræður, og streymstøðan eina løtu er haldgóð at royna eftir fiski áðrenn sjóvarfallið aftur vendir. Arbeiðast má miðvíst og varliga, tí djúpt er niðurfyri. Tað er henda sama kenslan av møguleikum og spentum andarhaldi, ið merkist, tá tú skoðar fotolistina hjá roynda fotolistamanninum, Inga Joensen – Leygardagin 4.februar kl 15-17 letur framsýningin KYRRINDI upp í Víngarðinum við einum úrvali av fotomyndum hjá Inga Joensen.

Talan er um eina myndarøð í átjan pørtum, ið tó, at myndirnar eru stakar sum so og upprunaliga ikki framleiddar at vera partar av eini seriu, ber brá av at vera samanhangandi. Hetta kemst millum annað av bylgjandi linjuni av sjónarringum og fjallatromum, ið gongur gjøgnum landslagsmyndirnar, sum fyri ein part eru føroyskar. Hetta eru kortini ikki tær eyðkendu ógvusligu, ekspressivu náttúrutulkingarnar av ódn og sjóroki, sum vit so mangan hava sæð í føroyskari málningalist. Heldur er talan um sáttligar lýsingar av sjógvi, bøi, klettum, húsum, bygd og bý, lutum og fólkum, ið alt samalt myndar skiftandi strukturar.

Ingi Joensen hevur tikið støði í framsýningarstaðnum, Víngarðinum - ein garasja ella ein gomul kiosk, ið er umskapt til eitt Miðalhavskent franskt vín- og matstað mitt í Havn. Hetta hevur givið honum tankar um at ferðast: ”Eg minnist hesa myndina, eg tók av konuni í Prag, tá vit ferðaðust har. Hon er komin úr baðnum og situr og hyggur út gjøgnum vindeygað. Myndin hevur sama huglag sum í einum gomlum málningi. Tá eg so havi valt eina fólkamynd at vera við í framsýningini, leggur tað eina linju og eitt krav um, at fleiri myndir við fólki mugu við og temaið at ferðast - hetta blandað við minimalistiskar landslagsmyndir”.

Allar myndirnar á framsýningini eru svarthvítar - tað eru í roynd og veru kompositiónir av gráum litbrigdum við støði í skiftandi tilfarum. Tað eru skiftini, ið skapa vondina í myndunum, ið kann vera merkt av mótsetningum millum ljós og myrkur, stórt og smátt, hart og bleytt og millum ítøkiligt og óítøkiligt. Tó, at myndirnar í røðini eru serstakliga ymiskar um hugsað verður um nær og hvar tær eru tiknar og av hvørjum, tykjast tær samantengdar av eini ávísari fagurfrøði og einum serligum eyga. Hetta er stillfør, slow art, sum tekur tíð at uppliva. Tá lata myndirnar seg upp estetiskt og eksistentialistiskt. Í einari mynd síggjast spælandi børn, men so varnast tú, at hoppibandið myndar sama vakra bogaskapið, sum sæst á fjallatromini aftanfyri; børnini skapa fjallið.

Fram um alt eru hesar myndir grafiskar, merktar av horisontalum og vertikalum linjum, ið skilmarka myndarúm og kompositión. Ofta kyknar eitt tómrúm millum myndaliðirnar, har áskoðarin hevur møguleika fyri sjálv/ur at leggja sína egnu hugsan í tað, hon sær; millum tær dekorativt staðsettu gæsnar og dúnmjúka skýggið uppi yvir teimum er til dømis pláss til onkran hugfarsligan, kanska enntá skemtiligan tanka. Hetta sama hendir millum hjólið og tær hangandi fiskagreipurnar uppiyvir í miðgrundini í einari mynd, men bara inntil tú gerst varug við sjálvar fjalarnar í vegginum í bakgrundini – tá er tað eins og hetta tilfarið trínur fram og gerst kjarnin í myndini. Gevur tú tær tíð at hyggja, er tað eins og tílíkir smáir støkkir og undantøk geva rúm fyri umhugsan nógvastaðni – t.d í teirri einu myndini yviri við strond, haðan vit síggja ikoniska útsýnið yvir á Nólsoynna oman fyri eitt stik í forgrundini við trimum pelum. Miðskeiðis í myndini síggja vit, at mittasti hegnpelin er brotnaður og hetta lítla frávikið í einum at síggja til regluføstum myndbygnaði, avger upplivingina av myndini, sum hesa løtuna gerst sterkari enn veruleikin.

Hjartaliga vælkomin til vernissage í Víngarðinum, Tróndargøtu 31 leygardagin 4.februar klokkan 15-17. Framsýningin heldur fram inntil 25.mars.

SÍÐSTI KJANSUR: Julie Sass í Víngarðinum

Nú er síðsti kjansur at uppliva framúrskarandi framsýningina I LET DIFFERENT LIGHT IN hjá Julie Sass í Víngarðinum. Har er opið 27.jan fríggjadag frá klokkan 16 og 28.jan leygardag frá klokkan 18. Framsýningin fevnir um alt rúmið í gallarínum/matstovuni/vínbarrini; veggirnir eru málaðir sambært fyriskriftum frá listakvinnuni, so at tú trínur inn í eitt listaligt univers, tá tú kemur inn í Víngarðin.

Her eru málningar, kollasjur og verk á pappíri, ið øll hava ein serligan dám, sum er eyðkendur fyri listakvinnuna, Julie Sass. Myndirnar eru abstraktar og dynamiskar við ferð á strokunum. Samstundis sum máliprosessin tykist spontan og vill, eru myndirnar merkt av gjølligari umhugsan – tú fært varhugan av einum serligum neyvleika í onkrum, ið samstundis er eins og ein ferð í tí ókenda. Hetta eru verk, tú kanst hyggja leingi eftir. Tú varnast hvussu sterkur myndabygnaðurin er, hvussu skroypilig javnvágin er. Litirnir eru tónaðir niður og vit uppliva eitt samandrigið árin við onkrum, ið kemur til sjóndar í myrkrinum og møguliga stígur fram eins og var tað veruligt. Í framsýningarheitinum staðfestir listakvinnan, at hon letur eitt øðrvísi ljós inn í myndirnar. Við tað, at svart er høvuðslitur í myndunum á framsýningini tykist orðingin øvug; sum kunnugt er svart fullkomiliga fyriuttan ljósvirði. Ljósið upp móti tí svarta verður silvurkent eins og vit kunnu uppliva tað eina fullmánanátt. Í døkka framsýningarrúminum koma litir og ljós spakuliga fram. Ymsastaðni hómast dreymakendar eftirmyndir av landsløgum, ið minna um tær um somu tíð serstakliga neyvu og abstraktu tekningarnar og tekstirnar í artistbókini, Vandretilstande, sum í fjør varð løgd fram í Listasavninum. Julie Sass hevur tikið lut á mongum framsýningum her á landi saman við m.a. føroyskum listafólkum t.d. Ólavsøkuframsýningini í Listasavninum, í Norðurlandahúsinum á listaeventinum á G!Festivalinum og í Steinprenti, eins og hon hevur samstarvað við føroysk listafólk eitt nú sum kurator. Julie Sass hevur útbúgving frá Kongaliga Kunstakademinum og NYU í New York. Hon hevur havt framsýningar nógvastaðni; á Charlottenborg, Brandts, Rønnebæksholm, Den Frie, AREA-lugar de proyectos, Puerto Rico, Vikingsberg Konstmuseum, Dalhousie Art Gallery í Halifax, Smack Mellon í Dumbo, Brooklyn, Jessica Murray Projects, New York og Untitled í Miami.

Er nakar arkitektur til staðar?

Nú vit næstan eru komin vegin fram ígjøgnum januarmyrkrið, er tað gott, at tað endiliga lýsir í – eisini í Kringvarpinum, har áhugaverdar sendingar sum Breddin og Ljóarin aftur eru á skránni. Mikumorgun var málið um útbyggingar hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri viðgjørt í Breddanum

- Hetta er sum við vindmyllum. Øll vilja hava tær, men eingin vil hava tær tætt hjá sær sjálvum, helt Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum, um mongu atfinningarnar móti verkætlanini. Hin síðan stúrir hinvegin fyri, at kommunan starir seg blinda í hesi eini stóru vinnuni, og sostatt gloymir aðrar vinnur – tað segði Rósa Heinesen, sum hevði framløgu á borgarafundi á Tvøroyri í gjár. Meðan eg lurtaði eftir Breddanum hugsaði eg um hvussu fólkaligir føroyingar eru - sjálvt um ósemjan er stór, er tosið sáttligt, tó at ósemjan ikki er til at taka feil av og tá mann hyggur at myndunum frá Varðanum Pelagic, er ónøgdin hjá t.d. Onnu Mortensen á café Mormor sera skillig, tí her missa tey útsýnið, eins og tey helst fara at hava ampa av ringum lukti. Tað er fyrst og fremst staðsetingin, sum er ein trupulleiki. Hetta, at ídnaðarbygningar verða staðsettir í miðbýnum á Tvøroyri har sum fólk búgva. Í Breddanum komu meiningarnar fram og sum so ofta endar tílíkt kjak við at gerast ein spurningur um pengar og estetikk og um annað skal raðfestast fram um hitt. Hetta sýnist sera gamaldags, mann skuldi hildið, at kapitalurin í 2023 megnaði at byggja við atliti til og virðing fyri byggilistaligum og mentanarligum virðum. Hetta eigur at vera kravt í øllum førum, tá risastór virki verða bygd um landið. Sjálvandi eru vit øll glað fyri at fáa fleiri arbeiðspláss – serliga um hesi verða staðsett soleiðis, at tey ikki skemma bygd og bý. Vit hava hoyrt borgarar, politikarar og stigtakarar. Nú mangla bara metingarnar frá teimum óheftu fakfólkunum, tvs. teimum, sum hava skil uppá mentan, byggisøgu, friðing, bygningar, dimensiónir, skala og estetikk. Hugsast kann sjálvandi, at onkur arkitektur er við og hevur gjørt tekningarnar, sum Varðin Pelagic hevur lagt út, men tað hevur stóran týdning, at aðrir óheftir arkitektar ella møguliga umboð fyri Arkitektafelagið kunnu koma við eini meting av stóra byggjarínum í miðbýnum á Tvøroyri. Hetta kundi verið eitt upplagt evni at havt á skrá í einum komandi Ljóara?

PS Takk fyri viðmerkingar til hesa greinina á Listaportalinum. Ein avkláring er neyðug, tí ætlanin var ikki at ganga teim arkitektum ov nær, sum jú hava gjørt sítt arbeiði á Tvøroyri. Mítt poeng er bara, at tá verkætlanir eru, sum í so stóran mun gera seg inn á eitthvørt umhvørvi, er tørvur á einum nógv størri kjaki. Okkara náttúra og mentanarliga umhvørvi er størri enn ein og hvør kommunukassi og tað haldi eg, at tey flestu eru farin at taka undir við, ikki bara arkitekturin Kári Thomsen, sum í mong ár hevur mótmælt á Tvøroyri, í Havn og aðrastaðni. Nú Varðin Pelagic ætlar at víðka um virksemið og byggja út, er tørvur á viðgerð frá fleiri óheftum arkitektum og øðrum fakfólkum, so at avgerð kann takast á góðum grundarlagi.

vh Kinna Poulsen

Myndirnar eru funnar á internetinum

soleiðis verður útsýnið hjá café mormor (sambært in.fo)

Varðin Pelagic



Steinprent - vernissage

Fríggjadagin læt framsýning upp í Steinprenti - har vóru nógv glað fólk til hesa ársins fyrstu upplating í nýmálaðum framsýningarhølum við væl disponeraðum listaverkum hjá Tróndi Patursson, Rannvá Kunoy, Hansinu Iversen og Hanna Bjartalíð. Talan er um málningar, glasrelieff og tusjtekningar. Listafólkini eru millum tey kendastu og mest etableraðu av okkara listafólkum. Málningarnir hjá Rannvá Kunoy eru eyðkendir við sínum skyggjandi myndaflatum, skiftandi litbrigdum og eini ørgrynnu av svørtum strokum, skapum, teknum, orðum og tølum; myndaliðir, ið at síggja til bylgja aftur og fram á myndaflatanum sum um okkurt antin er við at kykna ella ganga undir. Fjøllistamannin Trónd Patursson kenna vit sum listamálara og glaslistamann, ið eisini arbeiðir við monumentalum verkætlanum. Í Steinprenti framsýnir hann málningar við eyðkenda kalligrafiska mynstrinum, sum ongantíð er heilt tað sama, men støðugt broytist. Myndirnar tykjast nonfigurativar, men mynstrið er organiskt og náttúrukent - tað byggir á náttúruupplivingar hjá listamanninum. Hansinu Iversen kenna vit somuleiðis sum málara og grafikara - eisini hon hevur útint størri verk, t.d. prýðingina av tinghúsbygninginum. Hennara málningar eru koloristiskir við denti á litir og skap - á hesari framsýningini er ein einstakur málningur hjá henni við - Hansina Iversen skal hava serframsýning í Steinprenti í apríl. Hanni Bjartalíð er somuleiðis fjøltáttaður listamaður, sum ger standmyndir og relieff umframt tekningar og grafikk. Tusjtekningarnar, sum hann hevur teknað seinastu tíðina, eru litríkar og fullar av lutum og av áhugaverdum myndum í myndini. Verkini skulu síggjast í veruleikanum í Steinprenti á Skálatrøð - har er opið mánadag til fríggjadag klokkan 9 til 17 og leygardag frá 11 til 16 .


Skyggjandi list í Steinprenti

Fríggjadagin verður sjøtul settur á listaárið 2023, tá ein listaframsýning við verkum hjá Tróndi Patursson, Hansinu Iversen, Hanna Bjartalíð og Rannvá Kunoy letur upp í Steinprenti. Talan er um málningar, tekningar og glasrelieff.

Listafólkini eru millum tey kendastu og mest etableraðu av okkara listafólkum. Málningarnir hjá Rannvá Kunoy eru eyðkendir við sínum skyggjandi myndaflatum, skiftandi litbrigdum og eini ørgrynnu av svørtum strokum, skapum, teknum, orðum og tølum; myndaliðir, ið at síggja til bylgja aftur og fram á myndaflatanum sum um okkurt antin er við at kykna ella ganga undir. FjøllistamanninTrónd Patursson kenna vit sum listamálara og glaslistamann, ið eisini arbeiðir við monumentalum verkætlanum. Í Steinprenti framsýnir hann málningar við eyðkenda kalligrafiska mynstrinum, sum ongantíð er heilt tað sama, men støðugt broytist. Myndirnar tykjast nonfigurativar, men mynstrið er náttúrukent og byggir á náttúruupplivingar hjá listamanninum. Hansinu Iversen kenna vit somuleiðis sum málara og grafikara - eisini hon hevur útint størri verk, t.d. prýðingina av tinghúsbygninginum. Hennara málningar eru koloristiskir við denti á litir og skap - í apríl hevur hon serframsýning í Steinprenti. Hanni Bjartalíð er somuleiðis fjøltáttaður listamaður, sum ger standmyndir og relieff umframt tekningar og grafikk. Tusjtekningarnar, sum hann hevur teknað seinastu tíðina, eru litríkar og fullar av lutum og av myndum í myndini - tað er ikki minst í hesum myndum, at vit uppliva áhugaverdar tilsipingar til føroyska list. Hjartaliga vælkomin til vernissage í Steinprenti fríggjadagin 20.januar klokkan 16.

Um farandi og komandi framsýningar

Julie Sass

Eitt nýtt ár er byrjað og í gallaríum og framsýningarstøðum verða framsýningar tiknar niður og nýggjar hongdar upp. Í Listasavninum er tann frálíka BROT komin at enda - har letur ein framsýning upp 3.februar við verkum í savninum undir temanum, trúgv.

anker mortensen

Á heimasíðuni hjá Listasavninum stendur skrivað: Trúgv kann vera nógv ymiskt. Ein átrúnaður, ein sannføring, yvirtrúgv, okkurt eksistentielt, okkurt abstrakt. Í føroyska samfelagnum hevur trúgv fylt ógvuliga nógv, og tað ger hon í stóran mun enn í dag. Taka vit átrúnað, er tað serliga kristindómurin, sum fyllir nógv í Føroyum. Áðrenn Føroyar vórðu kristnaðar, var tað Ásatrúgv, eisini nevnd norrøna gudalæra, sum var høvuðstrúgvin undir fornøld og víkingatíðini. Í dag eru fleiri enn 140 kirkjur og samkomuhús í Føroyum. Kirkjurnar hava flest allar eina altartalvu, og tískil hava tær eisini verið nøkur av fáum almennum støðum, har tað hevur verið møguligt at síggja list. Gjøgnum tíðirnar hava listafólk nevniliga skapt óteljandi stórverk og altartalvur til ymsar kirkjur, tempul og samkomur eftir bílegging. Hetta er ikki bara galdandi fyri Føroyar men fyri alheims- og serliga evropeisku listasøguna eisini. Av somu orsøk hava átrúnaðarlig myndevni eisini ein sera stóran og týðandi leiklut í alheimslistasøguni. Vit kenna millum annað myndevni so sum “Hin heilaga kvøldmáltíðin,” “Krossfestingin,” og “Pietà,” sum vísir Mariu Moy við deyða soni sínum í fanginum. Tí kann eisini sigast, at trúgv og list hava verið sera tætt knýtt hvør at øðrum søguliga sæð. Ikki minst, so hevur list teir eginleikar, at hon kann skapa nærum andaligar upplivingar. Men hvussu er trúgv avmyndað í føroysku listini? Tað ber til at síggja á hesi framsýningini. Framsýningin sýnir fram eitt breitt úrval av listaverkum, ið viðgera trúgv. Eldsta verkið á framsýningini er frá 1842, og nýggjasta verkið er gjørt í 2022. Meðan summi av verkunum snúgva seg um kristindóm, snúgva onnur seg um norrønu gudalæruna, umframt eina meiri abstrakta, andaliga trúgv. Við á framsýningini eru verk eftir hesi listafólk:

Astrid Andreasen, Jóhan Martin Christiansen, Edward Fuglø, Sigrun Gunnarsdóttir, Heiðrik á Heygum, William Heinesen, Astri Luihn, Oggi Lamhauge, Marianna Matras, Anker Mortensen, Rannvá Holm Mortensen, Sámal Joensen-Mikines, Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson, Eli Smith, Vár Samuelsen, Eleanor C. Tscherning og Tita Vinther.

tróndur patursson

Í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík hongur ein framsýning hjá Tróndi Patursson í januar og ætlanirnar fyri restina av 2023 síggja soleiðis út:
​Februar - Zacharias Heinesen
Mars - Frits Johannesen
Apríl - Sámal Toftanes
Mai - Silja Strøm
Juni - HáTrýst
August - Hansina Iversen
September - Livar Nysted
Oktober - Bárður Jákupsson
November - Torbjørn Olsen

Í Steinprenti letur ein framsýning upp fríggjadagin 20.januar við trimum listafólkum, Tróndi Patursson, Hansinu Iversen og Rannvá Kunoy. Meira fæst at vita um hesa framsýningina í næstum.

Í Víngarðinum bíða vit eitt sindur við at skifta framsýning, so at øll fáa høvi at síggja I LET DIFFERENT LIGHT IN hjá Julie Sass. Hon verður at síggja komandi vikuskiftið, 20. og 21.januar og vikuskiftið aftaná 27. og 28.januar. Her framsýnir listakvinnan málningar og verk á pappíri, sum snúgva seg um mánalýsi og skugga. Myndirnar eru abstraktar og dynamiskar við ferð á strokunum. Samstundis sum máliprosessin tykist spontan og vill, eru myndirnar merkt av gjølligari umhugsan – tú fært varhugan av einum serligum neyvleika í onkrum, ið samstundis er eins og ein ferð í tí ókenda. Hetta eru verk, tú kanst hyggja leingi eftir. Tá varnast tú hvussu sterkur myndabygnaðurin er, hvussu skroypilig javnvágin er. Litirnir eru tónaðir niður og vit uppliva eitt samandrigið árin við onkrum, ið kemur til sjóndar í myrkrinum og møguliga stígur fram eins og var tað veruligt. Í framsýningarheitinum staðfestir listakvinnan, at hon letur eitt øðrvísi ljós inn í myndirnar. Við tað, at svart er høvuðslitur í myndunum á framsýningini tykist orðingin øvug; sum kunnugt er svart fullkomiliga fyriuttan ljósvirði. Ljósið upp móti tí svarta verður silvurkent sum mann kann uppliva tað eina fullmánanátt. Ymsastaðni hómast dreymakendar eftirmyndir av landsløgum, ið minna um tær um somu tíð serstakliga neyvu og abstraktu tekningarnar og tekstirnar í artistbókini, Vandretilstande, sum í vár varð løgd fram í Listasavninum. Julie Sass hevur tikið lut á mongum framsýningum her á landi saman við m.a. føroyskum listafólkum t.d. Ólavsøkuframsýningini í Listasavninum, í Norðurlanda-húsinum á listaeventinum á G!Festivalinum og í Steinprenti, eins og hon hevur samstarvað við føroysk listafólk eitt nú sum kurator.

Komandi framsýning í Víngarðinum verður við fotomyndum hjá Inga Joensen, hon letur upp leygardagin 4.februar klokkan 15-17, meira verður at frætta um hesa framsýning seinni.

Ingi joensen

NÝGGJÁRSKONSERTIN: Sjálvt um tónleikurin er gamal, eru tíðirnar nýggjar...

Tann árliga Nýggjárskonsertin hjá Føroya Symfoniorkestur varð framførd í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið og leygarkvøldið, tá konsertin varð sjónvarpað í allar stovur. Sjónvarpssendingin var væl skipað. Tað var ein sonn fragd at hyggja og lurta eftir vøkru konsertini við væl uppløgdum vertum, dugnaligum sangarum og tónleikarum og framúr fínum framførslum hjá solistum, orkestri, kóri og dirigenti - hetta er av sonnum okkara besta nýggjárstraditión, tá vit fegnast um, at vit eiga eitt symfoniorkestur í Føroyum. Aftaná framførslurnar hevur kjak tikið seg upp um skránna á Nýggjárskonsertini.

Spurningurin um hvørt vit kunnu loyva okkum at brúka og njóta tann fantastiska russiska tónleikin og ta framúrskarandi russisku listina í skugganum av russisku hertøkuni av Ukraina, hevur verið frammi síðani kríggið byrjaði. Í fyrstani vóru nógv, sum konkluderaðu, at vit mugu halda fram at framføra russiska tónleikin av teirri sjálvsøgdu orsøk, at hann er skaptur langt áðrenn Putin invaderaði Ukraina. Onnur halda, at list og politikkur eiga ikki at verða blandað saman og at list eigur at verða mett nógv hægri og langt omanfyri slík politisk atlit. So líðandi eru alsamt fleiri orkestur, ensemble og stovnar úti í heimi farin at raðfesta annan tónleik enn tann russiska. Øll tosa ikki líka hart um tað; tey velja bara annan tónleik. Í Russlandi brúkar Putin seg um óndsinnaða amerikaniseraða cancelkulturin og brúkar hann sum dømi um hvussu umheimurin tíggjar sær motiveraður av óskiljandi og ørligum hatri mótvegis Russlandi.

Tvístøðan millum etikk og estetikk er elligomul og afturvendandi - vit taka støðu til hana í heilum. Spurningurin í hvønn mun tað ber til at njóta list hjá óflýggjakroppum er javnan frammi. Í filminum hjá Woody Allen, Murder Mystery on Manhattan fær problematikkurin eina eitt sindur stuttliga vend, tá karakterurin hjá Woody Allen, Larry Lipton kurteisliga greiðir frá, at einki er galið við Wagner sum so - tað er bara tað, at tað ber illa til hjá honum at lurta eftir Wagner uttan at fáa eina ávísa trongd til at hertaka Pólland.

Mær dámar væl bæði Wagner og Woody Allen og haldi ikki ikki, at tað finst nakað einfalt svar, nakað antin ella. Men sjálvt um eg ivist og ikki taki undir við sonevndari cancel-mentan, so má eg viðganga, at høga raðfestingin á Nýggjárskonsertini av russiskum verkum og russiskari úttalu undraði meg sára. Tí tað var eina løtu sum livdu vit í einum parallellum heimi uttan fyri tann veruliga, har sjónvarpsskíggin er fullur av russiskum krígsbrotsverkum. Tað kann gera tað sama um Rachmaninov, ið summi hava ført fram, flýddi úr Russlandi og gjørdist amerikanskur statsborgari ella um verkið hjá Borodin er grundað á ein miðaldartekst uttan samanhang við okkara tíð - tað snýr seg um eitt ávíst signal. Tá tíðindi konsertkvøldið bórust um hvussu russiska tilboðið um jólafrið vísti seg at vera lótur, varð mann aftur eitt sindur illa við.

Møguliga eru partar av skránni lagdir áðrenn kríggið - við hesum í huga kundi mann valt at varðveitt Rachmaninovverkið, sum Aksel Remmel heilt víst hevur vant væl og leingi og sum hann framførdi so einastandandi flott. Men mann kundi kanska funnið okkurt annað verk at framføra enn hatta hjá Borodin? - Gamaní er klassiski tónleikurin gamal, men tíðirnar eru nýggjar, vit kunnu ikki ignorera altjóða paradigmuskifti og als ikki kríggj. Vit mugu fyrihalda okkum til okkara tíð og samfelag og gera okkara besta. Vit kunnu ikki gera sum tá ein ávísur flokkur ráddi fyri borgum og avtala at avleggja etisk mál, tá tað snýr seg um list. Etisk mál eru viðkomandi allastaðni allatíðina - tað snýr seg um, at vit uppføra okkum ordiligt og í dag merkir hetta altso eisini, at onnur atlit enn bert listalig eru neyðug, tá skráin verður løgd til eina slíka konsert sum Nýggjárskonsertina - kanska verður tá eisini pláss fyri einum kvinnuligum tónaskaldi á skránni.

Um standmyndir

Standmyndir og yvirhøvur list í almenna rúminum ríka okkum dagliga við at fáa okkum til at undrast og at hugsa. Hetta hevur nógv størri týdning og ávirkan á okkara hugsunarhátt enn mann skuldi hildið. Í øðrum londum hava tey í fleiri ár verið varug við hendan týdning og tey serligu krøv, hetta setur til listina. Mong vóru illa við og óð, tá eg í eini viðmerking í august 2014 samanbar ta nýggju standmyndina av kópakonuni í Mikladali við amerikansku sjónleikarakvinnuna, Pamelu Andersson, sum serliga var kend fyri hálvnakna leiklut sín í Baywatch. https://www.listaportal.com/tidindi/2014/8/1/av-llum-teim-snekkjum-i-norhavi-bar Samanberingin var skemtilig, men eisini nøsk og bar brá av, at undirritaði ummælari var firtin bæði vegna sítt egna kyn og kópakonuna, ið oman á sína ræðuligu lagnu sum valdstikin kvinna, skuldi koma afturíaftur sum ein lekkur, nakin kroppur, ið tykist vera sæddur við sexualiserandi eygum. Listamaðurin handan Kópakonuna, Hans Pauli Olsen er ein ómetaliga arbeiðssamur og dugnaligur listamaður, sum hevur gjørt eitt megnararbeiði innan føroyska og danska standmyndalist. Traðarmaðurin, sum stendur uttan fyri Býráðshúsini við Vaglið í Havn, er ein av fleiri fínum standmyndum, sum vit kunnu fegnast um dagliga og sum heiðrar traðarmonnunum. Hetta er ein sterkur, nakin maður við ovurstórum hondum, sum ber ein tungan klett - um vit hugsa um Kópakonustandmyndina er tað áhugavert, at Traðarmaðurin er fullkomiliga avsexualiseraður. Hann hevur einki kyn niðan fyri beltið. Hans Pauli Olsen hevur gjørt rættiliga nógvar av standmyndunum, sum eru settar upp í Føroyum seinastu árini. Tað er ikki ringt at skilja sum so. Hann er dugnaligur, arbeiðssamur og vit hava ikki nakran annan, sum dugir tað, sum Hans Pauli Olsen dugir at fáa burtur úr leiri – herfyri skapti hann enntá ta fyrstu føroysku standmyndina av eini navngivnari kvinnu, t.e. av listakvinnuni Elinborg Lützen í Klaksvík. Mín kritikkur snýr seg ikki um listamannin, men um tey, ið bíleggja standmyndir runt um í Føroyum. Listarlig dygd hevur ómetaliga nógv at siga, men fjølbroytni og innihald er somuleiðis av eyðsæddum týdningi í einum rúmligum, demokratiskum samfelag. Kanska eru vit ov national og lokal, tá vit bíleggja verk. Tað er eins og tær stóru broytingarnar í hugsanarhátti og tilviti, sum eru komnar í kjalarvørrinum av Metoo, Black lives matter og veðurlagsbroytingum ikki ordiliga rína við. Kanska ynskja vit ikki list, ið umboðar okkara samtíð, men heldur myndprýðing av fortíðar sagnum. Eitt er vist og tað er, at vit hava fleiri listafólk í Føroyum, sum arbeiða skulpturelt modernað og sum høvdu megnað monumentalar uppgávur. Eisini kundi mann bjóðað uppgávur út, so at útlendingar kundu verið við. Tað kundi verið við til at tryggja fjølbroytni. Í Íslandi t.d. var eg imponerað, tá eg fyri nøkrum árum síðani sá altjóða skulpturparkina í Hafnafirði, har listafólk úr 16 londum hava gjørt hvør sítt verk, har eru verk hjá listafólkum úr m.a. Mexiko, Sveis, Fraklandi, Finnlandi, Japan og Týsklandi. Á Viðey við Reykjavík tendra tey hósdagin Imagine Peacetower, framúrskarandi ljósstandmyndina hjá Yoko Ono Lennon fyri børnunum í Palestina/Ísraelstríðnum. Fyrr í tíðini var ein standmynd tað sama sum ein bronsustandmynd, eitt monumentalt minnismerki til eftirtíðina. Soleiðis er tað ikki longur, ein standmynd hevur í prinsippinum listarligt frælsi javnbjóðis við alla aðra list. Men av tí, at standmyndir ofta eru heldur dýrari og umstendiligari at gera og seta upp, verða tær í størri mun enn onnur list treytaðar av avgerðunum hjá meira og minni kompetentum kommunupolitikarum. Tað er heldur fantasileyst og av handahógvi merkt. Eg haldi, at okkara standmyndir í ov stóran mun eru figurativar, naturalistiskar heteronormativar, bronzustandmyndir av hvítum menniskjum við idealkroppum Okkum tørvar eitt meira fjølbroytt skulpturelt úttrykk í almenna rúminum í Føroyum.

Kinna Poulsen

Mentan og list í 2022

Tað er týsdagur triði januar - jólateljiljósið stendur kalt og stadnað í vindeygakarminum og er brádliga farið at síggja út sum fjákut órudd saman við restini av tí áður so glæsiliga jólapyntinum. Tað er januar og havragrýnstíð. Uttanfyri skýmir næstan áðrenn tað lýsir í. Tað er januar og hann er júst sum hann plagar, eirindaleysur uttan aðrar glottar enn onkra hendinga øra ætlan um klænkingarkur og annað feittbrennarí. Í morgunsendingini í útvarpinum í morgun vóru teir annars so kátu morgunvertirnir so mikið mótfalnir, at teir fóru í holt við ramsa upp allar feriudagar í 2023 líkasum messandi upp móti voldemortsku januarniðuni - men eg veit ikki um tað hjálpti, minnist bara, at tey søgdu, at ólavsøka verður fríggjadag og leygardag og tað er eitt sindur meh.

Men tjúgutrýogtjúgu klingar ikki nógv meira futuristiskt enn tveyogtjúgu ella øll hini árstølini í hesi øldini. Meðan krúnusóttin herjaði á fyrsta sinni spáddu summi tjúguni at gerast okkum eitt veitslukent tíðarskeið eins og eftir Sponsku sjúku, men gakk. Hesi tjúguni minna yvirhøvur ikki um brølandi stuttliga tíðarskeiðið við konstantum ballsting, náttklubbaroki, syrutum surrealismusjónum og garvillum charlestondansi. Mann fær tann keðiliga tanka, at vit møguliga hava droppað uppsvingið og eru kavað beinleiðis niður í depressiónina við kríggi, ótta og pengamangul. Tað góða við at vera á botninum sigst vera, at so slepst ikki longur niður og tann støðan er rímiliga stabil um ikki annað, havragrýn er gott og annars kann eldur kykna í gamalt fýrverk – tað segði hann í øllum førum í útvarpinum. Nú tey sendu ”Árið, ið fór í mentan” lurtaði eg spent – var sjálv onnur at greiða frá myndlistaárinum og tað gekk skjótt fyri seg. Gamaní gongur eitt ár skjótt, men at klára alt uppá so stutta tíð er ikki lætt, tí tað er kortini hent nógv á listaøkinum, tá mann fer at hugsa seg um. Kortini er tað gott, at tey í Nón skipa fyri einari yvirlitssending fyri mentanarárið, tí ein tílík samanumtøka jú eisini minnir okkum á hvussu dýrabær listin er.

rannvá kunoy un éclat de soleil 2022

Í París

Mítt 2022 var, sum eg segði í sendingini, serstakliga hendingaríkt og mest myndlistaligt; eg upplivdi flóvisliga fáar konsertir og allir teir mongu góðu filmar hjá Filmsfelagnum, sum fóru framvið… Ei heldur upplivdi eg ársins mest fagnaða sjónleik, Lykkenborg, hevði atgongurmerki, men fekk corona sama dag.

Eg kurateraði átta framsýningar í 22 og skrivaði nógv fleiri greinar og bókatekstir um føroyska og útlendska list. Árið byrjaði stórsligið við framsýningini Un Éclat de Soleil í Le Bicolore í París. Tað var ein framsýning um ljós, ið fevndi gongdina í føroyskari málningalist frá 20. til 21.øld frá figuratión til abstrakta list. Við á framsýningini vóru verk hjá Ingálvi av Reyni, Zachariasi Heinesen, Hansinu Iversen og Rannvá Kunoy. Útgangsstøði var tikið í sálminum hjá Kingo Som den gyldne sol frembryder, har sólarljósið og glæman fær serliga megi orsakað av myrkrinum rundanum. Ljósið hevur havt ein týdningarmiklan leiklut í føroyskari myndlist heilt frá byrjan og er hetta sjálvandi knýtt at landslagnum, ið hevur verið høvuðsmyndevni. Men í roynd og veru er ljómandi ljósið og skæru litirnir í føroyskari myndlist eisini ávirkað av franskari myndlist umvegis danska Kunstakademiið í Keypmannahavn, sum í nógv ár var staðið, har føroysk listafólk fingu sína útbúgving. Her var tað, at áhugin kyknaði fyri franskari list og fyri París, hagar danskir professarar og listafólk ferðaðust fyri at uppliva franskar fyrimyndir. Millum hesar var Aksel Jørgensen professari, sum við íblástri í impressionismu og serliga listarligum hugskotum hjá Paul Cézanne menti ein koloristiskan flatumálning, ið fekk stóra ávirkan á føroyska myndlist og grundaði eina serliga glitrandi kolorismu, sum enn glógvar í føroyska málarínum. Áðrenn framsýningina varð eg ávarað um atfinningarsamar franskar ummælarar, men tá av tornaði vóru teir sera blíðir allir sum ein – eitt úrval kann lesast niðast í hesi greinini: https://www.listaportal.com/tidindi/2022/1/24/sum-gjgnum-sortar-skggja

olaf johannessen takkar fyri heiðurin

Mentanarheiður

Sjónleikarin Olaf Johannessen fekk Mentanarvirðisløn Landsins og segði tað vera størsta heiður í eini væl fyrireikaðari og frambornari takkarrøðu. Sjálvt um upphæddirnar á Mentanarvirðislønunum hvørki eru prístalsreguleraðar ella á nakran annan hátt hækkaðar í mong harrans ár, er eingin ivi um, at hesar virðislønir framvegis eru til stóran heiður hjá móttakarunum, sum umframt Olaf vóru Guðrun Ludvig og Guðrun Rógvadóttir, ið fingu Heiðursgávu landsins og Martin Joensen, sum fekk Serstøku virðisløn landsins. Júst hetta við heiðrinum er grundleggjandi partur av Mentanarvirðislønunum, sum á hvørjum ári vekja stóran ans - hátíðarhaldið verður jú varpað út beinleiðis. Sum sjónvarpsproduktión er hetta hátíðarhald ein avbjóðing m.a. tí mann ikki skal filma áhoyrararnar – tá hevði verið ov lætt at gitt. Fleiri hildu tróttarfagnaðarsendingin vera eina meira undirhaldandi seinding og tað kann vera. Men hetta, at at mentanarvirðislønarhátíðarhaldið á hvørjum ári verður varpað út beinleiðis í Kringvarpinum er týdningarmikið og er ein váttan um ta virðing, vit sum samfelag hava fyri Mentanarvirðislønunum og tess móttakarum.

Í røðu síni til drottningina í sambandi við fimti ára hátíðarhaldið avdúkaði danski statsministarin 14.januar, at gávan frá fólkatinginum er ein listagáva. Talan er um eitt listaverk, ið skal setast upp við Norðurbryggjuna í Keypmannahavn. Tríggjar listakvinnur skulu gera verkið í felag, danska Gudrun Hasle, grønlendska Jessie Kleeman og føroyska Hansina Iversen.

Yrkjaraheiður og almennar mentanaríløgur

Yrkjarin Beinir Bergsson varð í uppskoti at vinna bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins og fekk sera nógva umrøðu í Danmark í DR og Weekendavisen, har hann fekk eitt fyri føroyskar bókmentir sjáldsama eldhugað ummæli. Listafólkalønina fingu Katrin Ottarsdóttir, Anker Mortensen og Ria Tórgarð. Maria Guldbrandsø Tórgarð, fekk gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum fyri 2021, Alda Mohr Eyðunardóttir fekk gávugóðsið fyri 2022. Endamálið hjá Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum er at stuðla og eggja ungum fólki við listaligum hegni til útbúgving. Stovnsfæ grunnsins er arvur eftir Thorvald Poulsen á Steinum sambært testamentinum hjá honum. Kim Simonsen fekk starvløn í hálvt ár frá Mentanargrunninum og undirritaða, Kinna Poulsen fekk eitt ár til verkætlan um samtíðarlist í Føroyum. Mentanargrunnur Landsins letur einaferð um árið stuðul til starvsløn og íverksetan.  Grunnurin fekk 118 umsóknir, og søkt var um knappar 33,5 mio. kr. Grunnurin læt í ár slakar 3,5 mió kr. til starvslønir og íverksetanarstuðul. Tilsamans vóru 107 mánaðir veittir sum starvsløn fyri 2022.

Legat og virðislønir

Í desember varð boðað frá, at ein gávurík føroysk listakvinna, Anna Malan Jógvansdóttir var í hópinum, tá VELUX grunnurin gav seks rithøvundum í ríkisfelagsskapinum legat til skriviuppihald á universitetum í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Tankin við verkætlanini er at styrkja samskiftið millum londini og millum hugvísindi og skapandi list. Umframt Onnu Maluna Jógvansdóttir fara Sørine Steenholdt, René Jean Jensen, Peder Frederik Jensen, Alen Meskovic og Maja Lee Langvad at flyta inn á hvør sítt universitet, har tey fara at skriva.

Virðisløn M.A.Jacobsens fyri fagrar bókmentir varð latin Carl Jóhan Jensen fyri tríverkið Terningar, Sær ein fuglabók av gloymsku og Vatn er ein vátur logi. Um síðstnevndu stóð skrivað her á Listaportalinum: ”Nýggja bláa bókin hjá Carl Jóhan Jensen, Vatn er ein vátur logi fullger sermerktu og ambitiøsu triologiina hjá skaldinum, har tilveran verður kruvd og kannað og sett saman aftur á nýggjum við orðum og setningum eins og viðkomandi listaverk...Á hillini standa hesar tríggjar bøkurnar nú sum eitt sermerkt trikoloristiskt monument í nýggjari føroyskari bókmentasøgu, Eitt serstakt listarligt univers á tremur í listarligum og formligum tilviti og nýhugsan við søgum um nívandi einsemi, óndskap, tilvild og aðra eksistentiella elendigheit..”

Dánial Hoydal og Annika Øyrabø vunnu Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri bókina "Abbi og eg og abbi", ið snýr seg um ein abba, sum broytist og er farin at gloyma. Bókadeild Føroya Lærarafelag gav út bókina í 2021, sum eisini vann M.A.Jacobsens Barnamentanarvirðisløn. Útnorðurráðið lýsti í tilnevningini Abba og eg og abba soleiðis: ”Dánial Hoydal varpar við bókini ljós á eitt eymt og viðkomandi evni á ein virðiligan og barnavinaligan hátt. Lætt og sakliga gevur bókin høvi at práta um demens, sum rakar nógvar familjur. Dánial Hoydal dugir væl at lýsa tað álvarsama saman við eitt sindur av skemti og løttum orðaspæli, so at vónin sleppur at liva. Tað ger tað lættari at skilja og tosa um tað, sum tyngir. Annika Øyrabø dugir kynstri at skapa eina søgu bara við myndum. Við skuggum og dýpd skapa hennara pappírsklipp eitt trívíddar rúm, sum gevur lesaranum kensluna av at gerast eitt við søguna um dreingin og abban. Frá sjónarhorninum hjá dreinginum, síggja vit hvussu orð og gerðir hjá abbanum broytast, so hvørt sum hann byrjar at gloyma. Við einføldum orðum og spælandi stíli lýsir Dánial Hoydal broytingina og serliga sambandið millum teir báðar. Í eini annars vónleysari støðu, merkist ein hiti og gleði”.

hanni bjartalíð (2022)

Hanni Bjartalíð

Árið hjá Hanna Bjartalíð var listaliga munagott. Hann framsýndi fleiri ferð í Steinprenti. Í mars hevði hann eina framúrskarandi serframsýning, sum eg lýsti við hesum orðum: Listaverkini tykjast ómetaliga einføld og avklárað og eru tað, tey eru. Tað er bara, tá mann skal seta orð á verkini og lýsa hvat tey eru og gera, at mann varnast hvussu komplekst og fjølbroytt og øðrvísi tey eru – á tremur av mótsetningum, so stuttlig, at tú brestur í sjóheitan grát, so fitt og hugnalig, at tað rennur tær kalt niður eftir rygginum, so vakurt, at tað er til at fáa nervasamanbrot av. Myndamálið hjá Hanna Bjartalíð kann tykjast naivt ella góðvarið, men hevur ongantíð verið tað. Tvørturímóti er hesin listamaðurin serstakliga tilvitaður um sítt úttrykk, sítt tilfar og vísir allar listaligar snildur í listaverkum, ið bert við allarfyrsta eygnabrá tykjast vandaleys og vøkur. Soleiðis eru tey skapað. Ivaleys. Halda vit. Avmarkaða støddin av hansara verkum skapar tryggleika hjá áskoðaranum, sum torir at nærkast teimum, so vit standa heilt tætt við nøsini í myndarúminum og hyggja. Pastellitir komponeraðir í yndisligari heild geva okkum eina kenslu av fullkomnari harmoni, okkurt er stuttligt, vakurt, fitt, herligt og dukkuhúskendu smálutirnir sipa somuleiðis til eina óttaleysa barnaverð, sum mann eina løtu kann njóta og hugsa afturá. Men so kemur hann sníkjandi – tómleikin, tað krakeleraða, imperfektiónin, skeivleikin, tað slitna, tað løgna, tað ókenda í tí kenda og har standa vit við nøsini upp móti Das unheimliche.

Í apríl var yrkingaupplestur í Steinprenti og ein pop up listaframsýning við orðum og myndum hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger og Claus Carstensen. Nakað seinni á árinum hongdi Lív Maria Róadóttir sína yrking LANDSSTÝRISMAÐUR upp á ein vegg í miðbýnum í Havn. Sjálv uppsetingin, installeringin av yrkingini var listarlig og harmoneraðu við veggin, har hon hekk - fullur sum hann er av rust-sárum av hundraðtals plakatum og uppsløgum. Talan var um eina aktivistiska, politiska yrking, sum var grundað á m.a. America hjá Ginsberg og kanska riggaði hon – í øllum førum varð landsstýrismaðurin koyrdur og restin er søga.

Hansina iversen beauty is in your mind 2022

Hansina Iversen og Arnold Vegghamar

Á grækarismessu læt framsýning hjá Hansinu Iversen upp í Víngarðinum við stórfingnum drama, glitrandi ljósi, men eisini lýsandi myrkri og vakurleika í málningum og steinprentum. Framsýningarheitið Beauty is in Your Mind er eitt sitat frá listakvinnuni, Agnes Martin, hvørs verk og tankar um list inspirera Hansinu Iversen. Sitatið er knýtt at eini hending, tá ein smágenta gjørdist hugtikin av eini rósu inni hjá Agnes Martin. Listakvinnan spurdi gentuna um hon helt rósuna vera vakra. -Ja, svaraði gentan, rósan er vøkur. Síðan tók Agnes Martin rósuna og helt henni aftan fyri ryggin og spurdi síðan gentuna uppaftur, um hon enn helt rósuna vera vakra – Ja, svaraði gentan, rósan er enn vøkur. – ”Skilir tú”, segði listakvinnan við smágentuna; ”vakurleikin er ikki í rósuni, vakurleikin er í tínum sinni”. 

Í mars framsýndi Arnold Vegghamar í Gallarí Havnará í Havn. Hann byrjaði at mála longu í 50´unum og var ein av næmingunum á navnframa Listaskeiðnum, sum Ingálvur av Reyni, Jack Kampmann og Janus Kamban skipaðu fyri á vetri 1958-59. Sum kunnugt hevur Arnold Vegghamar arbeitt sum gullsmiður, hann er sjálvlærdur listamaður, ið seinastu mongu árini hevur málað burturav sum yrkislistamaður. Stóra framsýningin, sum var í Listasavni Føroya í 2010 var lutvíst afturlítandi og har sást menningin hjá Arnold Vegghamar frá naturalistiskum, impressionistiskum og koloristiskum pointillistisku landsløgum til teir fínu einføldu málningarnir, sum hann hevur málað hesi seinnu árini. Hann mátti verið eitt upplagt evni til Listavirðisløn Nólsoyar Páls, sum Klaksvíkar Kommuna letur ella plagdi at lata.

Landslagið umaftur

Í Listasavninum var framsýningin “Landslagið í broyting”, sum eg lýsti við m.a. hesum orðum: Fátt man vera fagnað í Føroyum sum okkara landslag. Tá ymisk afturvendandi veður- og ljósfyribrigdi so sum kavi, sólarris, norðlýsi ella vesturskin gera um seg, er heilt galið. Tá eru sosialir miðlar á tremur í náttúrumyndum, vit eru so errin sum kundu vit sjálvi havt uppfunnið og skapt landslagið. - Í veruleikanum er føroyska landslagið so mikið trivialiserað, at tað stadnaði til klisjé fyri langari tíð síðan. Tískil er landslagið (líka sum havið, bygdin osfr) eitt slitið útgangsstøði at brúka sum framsýningartema - ikki ikki bara á teirri føstu framsýningini á Listasavninum, men eisini á serframsýningum sama stað. Her er ein ávísur vandi fyri, at verkætlanin gerst so ovurtýðilig og pedagogisk, at listalig mál og dygd koma í aðru røð. Kreativa landslagið á balkongini, har listsøguliga menningin verður lýst í tíðarrøð við ymsum tilfarum er stuttlig – ikki minst hjá børnum. Og nettupp barnapjátur var tað fyrsta, sum hoyrdist í tí eg trein innar í Listasavnið, har fleiri borð eru til taks hjá børnum, har tey kunnu klippa, klistra og tekna. Tað er gleðiligt, at børn verða boðin inn á okkara listasavn – vit skulu bara minnast til, at eisini tá tað snýr seg um børn (serliga tá) er listarlig dygd tað týdningarmesta. Okkum nýtist hvørki at tosa hart ella at tala til børn um list, sum skiltu vit betur enn tey – har eru vit vaksnu ofta trekari enn tey.

Danskir grunnar verða í vaksandi mun brúktir til fígging av føroyskari list. T.d. stuðlaði Ny Carlsbergfondet Listasavni Føroya við eini góðari millión til listainnkeyp. Átta listaverk eftir Sigrun Gunnarsdóttur, Edward Fuglø, Aldu Mohr Eyðunardóttur, Astri Luihn, Brand Patursson, Súsan í Jákupsstovu og Titu Vinther vóru harvið partur av savninum. Karina Lykke Grand, stjóri var takksom fyri stuðulin: “Vit eru ótrúliga glað fyri, at Ny Carlsbergfondet velur at játta eina so stóra upphædd til at keypa føroyska list. Tað er av stórum týdningi, at Listasavn Føroya leypandi kann leggja nýggj høvuðsverk aftur at samlingini og á henda hátt vísa tað besta av føroyskari list. Stuðulin fer til at keypa stór, týdningarmikil verk, ið øll eru rættiliga nýggj – tey eru frá 2006 til 2022. Fjølbroyttu verkini eru við til at styrkja samlingina og vísa fleiri rák innan føroyska list.”

Bruno Mikael Eysturstein (2022)

Orsakað av umvæling læt ársins Várframsýning eitt sindur seint upp í Listasavninum 24.juni, har vóru 25 framsýnarar. Av hesum var meira enn helvtin ikki myndlistafólk burturav – summi starvast innan onnur listaøki og onnur eru áhugafólk. Sostatt var framsýningin átøk eini Ólavsøkuframsýning, sum vit altso hava fingið tvær av um árið - tann eina er stýrd av Listafelagnum, hin av Felagnum Føroyskum Myndlistafólkum. Og sjálvt um talan eru um eitt sera festligt tiltak við nøkrum góðum verkum, røðum, mati og drekka og góðum lagi, vágaði eg í mínum ummæli (einaferð enn) ljósasløkkjarapositiónina við at staðfesta, at tað sum heild verður ov nógv framsýnt í Listasavni Føroya við ov lakari dygd.

Trom

Krimi er ein merkiliga kensluleys sjangra og tí kendist tað løgið, at fleiri ummælarar funnust at nýggju røðini ”Trom” fyri vantandi kenslusemi. Tað tjóðskaparliga fyllti heilt nógv í føroyska kjakinum um røðina, sum gekk heitt allastaðni millum gomul og ung – tað var næstan sum fyrr í tíðini, tá øll hoyrdu og sóu somu sendingar, tí rásin var eittans. Eg ætlaði bara at hyggja eftir einum einstøkum parti, men fekk meg ikki til at sløkkja fyri krimirøðini, ið sum heild var flottari og meira føroysk enn eg hevði væntað. Har lá eg í tímansvís á sofuni og tráhugdi at ”Trom” – men tað var ikki so nógv orsakað av plottspenningi. Eg hugdi at lýsingini av føroyska samfelagnum, teimum ymisku húsunum og heimunum við møblum og lutum, ið sum heild hóskaðu sera væl til persónarnar, teirra lyndi og lønarstig. Og eg hevði tað í grundini ikki heilt øðrvísi, tá eg fyrst í hálvfemsunum slúkti bókina ”Blíð er summarnátt á Føroyalandi” (1990) hjá Jógvani Isaksen, sum ”Trom” partvíst er bygt á – harumframt hevur Tórfinnur Jákupsson, ið  skrivaði krimirøðina saman við Donna Sharpe, tikið støði í bókunum, ”Gráur oktober”, ”Krossmessa” og ”Norðlýsi”. Tað kann væl vera, at summir leikarar spældu betur enn aðrir - Olaf Johannessen er fullkomiliga framúrskarandi. Men Mariann Hansen spælir eisini sera sannførandi og tað sama er galdandi fyri ikki minst tær ungu kvinnurnar í røðini, Helenu Heðinsdóttir og Sissal Drews Hjaltalin. Danski høvuðsleikarin, Ulrich Thomsen er frá fleiri síðum kritiseraður fyri kensluloysi og vantandi mimikk, eg veit ikki hvat fólk hava væntað. Tá tað kemur til andlitsbrá er Ulrich Thomsen eins minimalur sum hann er genialur. Tað er hansara velduga faðiruppgerð, ið ber geniala filmin, Festen, har hann fær fleiri nervasamanbrot og hysterisk herðindi uttan at nakað sum helst hendir við andlitinum. Kortini er senan, tá hann vaðar inn móti landi við ókendu dóttrini í ørmunum, ein tann mest rørandi í allari røðini, flott fotograferað sum ein modernað pietá.

8.mars læt upp framsýning við verkum hjá Guðrið Poulsen, Miu Smith, Turið Teitsdóttir, Rannvá Mortensen, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Fríðu Berg í Gallarí Havnará. Verkini hjá Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard líkjast abstraktum tekningum við eini fínari livandi striku, sum so vísir seg at vera myndað úr fínari, bundnari ull og tykjast um somu tíð skroypilig og sterk.

Matur og list

Á ROKS er myndlist bæði uttan og innan. Tað er listamaðurin, Tóroddur Poulsen, ið hevur gjørt listaverk til matstovuna og sum harumframt hevur teknað búmerkið, prýtt vínkort, fyriklæði, mat, vínskrá og júneymit – sjálvt inni á vesinum ber til at njóta listina hjá Tóroddi Poulsen, tí eisini har svimja ymiskir pussfiskar á vegginum. Yvirhøvur eru listamaðurin og matstovan eitt sjáldsama gott match, tað síggja vit á myndevnunum, men serliga á stílinum og dygdini. Eins og ROKS er Tóroddur eisini serføroyskur og altjóða í senn. Listamaðurin tykist hava tikið myndevnisliga støði í matskránni, tí har eru nógvir fiskar og sjógæti á myndunum, m.a. ein nokk so herligur høgguslokkur, sum hevur gløs við víni á øllum tentaklum.

Bárður Jákupsson

Í mai hevði Bárður Jákupsson framsýning í Steinprenti Summar av myndunum hjá Bárði Jákupsson eru figurativar, onkrar illustrativar, meðan aðrar eru rættiliga abstraktar og kagað vit í bøkurnar, sum eru skrivaðar um hann, eru serliga oljumálarí og akvarel hansara høvuðstøkni, tó at steinprent eisini verður nevnt. Eina tíð hevur Bárður av ymsum orsøkum arbeitt við hús og ikki í atelierinum. Hetta sigur hann vera orsøkina til, at hann er farin í holtur við at skera linoleum, ið er høgligt at fáast við – eisini á stovuborðinum. Tað liggur væl fyri hjá Bárði at skera linoleum - bleyta plátan er sum skapt til hansara mjúku bylgjandi linjur, sum hann hevur nýtt til tess at lýsa gongdina í Brúsajøkilskvæði í eini røð við seks linoprentum. Listamaðurin hevur lýst hendingarnar í kvæðinum skemtiliga og rokaliga við klassiskum myndamáli, ið bæði fær okkum at hugsa um ornamentini í landsløgunum hjá Elinborg Lützen og tey stuttligu trøllini hjá Williami Heinesen, men strikan er tann hjá Bárði, sum summi okkara lærdu at kenna fyri næstan fimti árum síðani í eini kritahvítari kettlingabók.

Eitt verk hjá jón sonna jensen og rosé til vernissage

Jón Sonni Jensen

Jón Sonni hevur havt nógv um at vera í listaárinum, ið fór. Hann hevur tikið lut á fleiri framsýningum m.a. MECHANICAL POSES í Víngarðinum, sum eg lýsti við hesum orðum: Ein røð av skapilsum hanga á vegginum eins og skulpturel relieff. Tey eru øll snarað og boygd avbrigdi av klassiska byggilistaliga súluskapinum, hvørs rørslur síggjast í tilfarinum eins og bylgjur ella rukkur. Verkini bera brá av onkrum mekaniskum ella funktionellum; rørum og installatiónum. Samstundis er eitt týðiligt organiskt brá yvir teimum kúputu ella innskaraðu formunum. Yvirflatan er matt, mjúk og aðrastaðni blonk og sýnist sum heild sera varierað. Verkini hava eitt hugtakandi sansaligt at kalla hedonistiskt brá, ið verður undirstrikað av ljósareyða litinum, ið gongur aftur í fleiri av verkunum á framsýningini. Ljósareytt er ein serstakur litur, sum bæði signalerar húð og kropp og og nakað, sum beint tvørturímóti er ónatúrligt og kulturelt…

Túsundáraritið

Í mai kom Túsundáraritið, sum er eitt listablað hjá Gwenaël Akira Helmsdal Carré og Sigmund V.P.Zachariassen.við 200 hondnummereraðum eintøkum. Eg havi blaðað í mínum eintaki, sum er nummar 136 og er ein poetisk kollasja við umskarandi myndum av øllum møguligum slag og setningum, sum kunnu hava samband ella ikki við myndatilfarið. Róð verður fram undir ymsar samanhangir, ið tó ikki verða forkláraðir. Kanska kunnu myndirnar lýsast sum estetiskt øvugtar av teimum náttúruyndisligu fotomyndunum, vit eru von við frá Instagram og ferðafólkaídnaðinum. Dentur tykist vera lagdur á underground, grafitti og órudd, men so er eisini ein ordiliga flott yacht í rokanum - hon siglur onkrastaðni í suðurlondum við órógvandi tekstinum Hví eri eg her? Tingini verða vend við og fremmandgjørd, meðan óruddið hinvegin fær virði og meining eins og eykalutir, ið skulu brúkast seinni.

flora heilmann

Á Landsbókasavninum vóru myndir hjá listakvinnuni, Floru Heilmann framsýndar. Av tí, at innrammaðu myndirnar verða framsýndar í glasmontrum, er eitt sindur ríkiliga nógv av glasi ímillum mynd og áskoðara, men framsýningin er kortini áhugaverd av tí, at talan er um verk hjá einum av okkara listaligu grundleggjarum og tað fari eg sjálv at hava við mær í komandi undirvísing og miðlan. Lesið meira um framsýningina her https://www.listaportal.com/tidindi/2022/8/3/slbrtarin-flora-heilmann-150-r

Á Sjómannadegnum í Klaksvík skipaðu Súsan í Jákupsstovu og Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard fyri eini listaframsýning á Spinnarínum, har eisini framløgur vóru. Har vóru verk eftir Astrid Andreassen, Ásu Hátún, Poulinu Jóannesardóttir, Súsan í Jákupsstovu, Ragnhild Hjalmardóttur Højgaard, Jórun Høgnesen, Guðrun & Guðrun, Thorup Copenhagen og Neysting. Í Gamla Seglhúsinum var nógv virksemi í 2022. Átta listamenn høvdu framsýning har m.a. Torbjørn Olsen og Heðin Kambsdal.

 

Barbara í Gongini

Ein áhugaverd framsýning var MUTATIONER hjá Barbaru í Gongini og soninum, Hauge í Gongini Djernis, ein uppliving á Norðurbryggjuni, ið um somu tíð var stórbær og sorgblíð og fekk meg at hugsa, at eitt tíðarskeið er av. Sjálvt um tey framsýndu designini hjá Barbaru ikki sýnast serliga gomul, so hava flest teirra fleiri ár á baki og tessvegna er talan jú um eina partvíst retrospektiva framsýning og tað var serligt í sjálvum sær at vera til eina retrospektiva Barbara í Gongini framsýning!!! Avantgarde og retrospektiv í einum – frammanfyri og aftanfyri í senn. Hauge er uppvaksin í Keypmannahavn, men heldur sjálvur, at Føroyar hava týdning fyri hann sum hálvan føroying. Eg havi bara upplivað listina hjá Hauge í Gongini Djernis einaferð áður – tað var á teirri áhugaverdu framsýningini í Norðragøtu, Always Coming Home - OCEANIC CONNECTEDNESS. Hansara verk og framsýningin MUTATIÓNIR sýna sama áhuga fyri at seta saman tað talgilda og analoga og fleiri staðni er tað, tú heldur vera náttúra nakað annað. Náttúrufrumevni, klettar, sjógvur og okkurt, sum minnir um korallriv kunnu í veruleikanum vera úrslitið av talgildum og listaligum strategium og myndaglitchum.

randi samsonsen 2022

List í Miklagarði

Eina av teimum heilt stóru listupplivingum í 2022 hevði eg í Miklagarði so løgið tað ljóðar. Tað var ein ferðaframsýning av standmyndum hjá Randi Samsonsen, sum byrjarði í SMS. Heitið á framsýningini When will you come to see you like I do? stavar frá jazzlagnum “The Beauty of All Things” hjá Kurt Elling og Laurence Hobgood. Framsýningin fevndi um fimm stórar heklaðar standmyndir, sum eg lýsti við hesum orðum: Standmyndirnar eru bleytar og sýnast um somu tíð einfaldar og kompleksar, ítøkiligar og abstraktar, fjálgar og gátuførar. Tilfarið tykist banalt onkursvegna og minnir um barndóm og heklaðar grýtulappar samstundis sum verkini við sínum larmandi infunktionaliteti og monumentalu stødd heilt týðiliga eru annað og meira enn hugnalig. Í staðin tykjast tey ágangandi og full av ósøgdum spurningum. Tilfarsliga snýr tað seg um vondina, tað taktila í heklingini, hvussu vit sansa tilfarið, hvussu okkara húð minnist heklaðu yvirflatuna. Tilfarið er eisini hugsað sum mótsetningur til alt annað massaframleitt tilfar inni í matvøruhandlinum, ið fyri tað mesta er papp, plastikk og metal.

gudrun hasle

Gudrun Hasle

Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum hevur í fleiri ár verið ein listalig stórhending í Føroyum, sum listáhugað gleða seg til. Í ár var einki undantak. Inger Smærup Sørensen kurateraði framsýningina Jeg leder efter ordne hjá donsku listakvinnuni Gudrun Hasle. Listin hjá Gudrun Hasle hevur eitt hálvfjersaraligt feministiskt brá - her hugsi eg bæði um arbeiðshátt, seyming og brodering og um tað kvinnutematiska innihaldið, men sjeytiárini hómast somuleiðis í áhugaverda spenningsøkinum millum tað privata og intima í verkunum, ið eisini nerta tað politiska og monumentala. Tøkniliga kann listin hjá Hasle variera, men á framsýningini í Norðurlandahúsinum var talan um tekstillist og brodering; nógv av verkunum vóru myndað av orðum, sum eru broderað og seymað á myndaflatan. Stavingin avdúkar, at listakvinnan er orðblind, meðan setningarnir innihaldsliga spegla vantandi sjálvsálit og varhugan av ikki at røkka. Í verkinum ”Der er raler”, ið hekk aftarlaga í skálanum, eru 6 reglur, sum skulu fylgjast, ið allar hava krøv til intelligens, útsjónd, heimið, mammuleiklutin og listafólkaleiklutin. Regla 5 ”Jeg må ikke være trat” sigur okkum, at verkætlanin er órealistisk, tí tað ber ikki til vera perfekt á so mongum økjum.

EINKI HEITI

Tað eru somuleiðis hetta at vera menniskja og listafólk, sum heldur á at vera viðkomandi lýst í yrkingunum hjá Tóroddi Poulsen. Hann fær ómetaliga nógv innihald at rúmast í sínum reglum, ikki minst, tá hann snarar teimum á. Øvugtleikin er ikki bara orðaspæl, tvætl, spei ella hittinorð – her er ein týdningarmikil samanhangur millum háttalag og tað, sum hann roynir at siga og tað er í grundini ófatiligt hvussu hann støðugt megnar at orða hetta av nýggjum eisini í bók nummar 45, sum inniheldur 45 yrkingar ella har á leið. Sjálvmótsigandi heitið á yrkingasavninum EINKI HEITI vísir til eina hevd innan modernistiska list, har myndlistaverk eru uttan heiti. Hetta er aftur treytað av, at myndevni og funktión verður alsamt meira opið, har móttakarin støðugt fær størri leiklut og álit og tessvegna ikki nýtist eitt heiti til tess at skilja listaverkini. Orðingin sipar sjálvsagt eisini til listaliga universið hjá Tóroddi Poulsen, sum ofta brúkar sonevndar negatiónir sum kreativt útgangsstøði í yrkingum og myndum, har “einki” ella “ikki” eru afturvendandi. Tað áhugaverda við negatiónum er, at tær í grundini ikki upploysa týdning. Tá mann til dømis lesur um eitt træ, sum IKKI var har, verður semantiska tómrúmið, ið stendst av negatiónini merkt av hesum trænum ella fyribrigdinum, sum var nevnt í negativum skapi og tá verður tað ordiliga spennandi at vera lesari í einum meira abstraktum og óítøkiligum fatanarrúmi, ið er meira merkt av døggi, ljósstrálum, támi og varhuga enn av tí ítøkiliga. Yrkingin NÝBROT snýr seg um okkurt slag av umvæling, men hesa ferð ikki av eini standmynd ella nú ert tú eitt skip – skipið er í hvussu er í hvussu er ikki longur lossað við bókmentum ella siðsøgu. Hetta gongur fyri seg í náttúruni á bønum, har sóljur siga sannleikan við summardáar og kokkurin fer niður í maskinrúmið at heinta berjalyng meðan boð verða send eftir hornorkestrinum. Hetta er ein fantastisk yrking, ið minnir um eina listaliga installatión, sett saman av ítøkiligum og óítøkiligum lutum, ið mynda ein listaligan nýbygning, sum er meira enn bara eitt far.

I LET DIFFERENT LIGHT IN er ein sermerkt framsýning hjá Julie Sass, sum framvegis kann síggjast í Víngarðinum. Her framsýnir listakvinnan málningar og verk á pappíri, sum snúgva seg um ljós og skugga. Myndirnar eru abstraktar og dynamiskar við ferð á strokunum. Samstundis sum máliprosessin tykist spontan og vill, eru myndirnar merkt av gjølligari umhugsan – tú fært varhugan av einum serligum neyvleika í onkrum, ið samstundis er eins og ein ferð í tí ókenda. Hetta eru verk, tú kanst hyggja leingi eftir. Tá varnast tú hvussu sterkur myndabygnaðurin er, hvussu skroypilig javnvágin er. Litirnir eru tónaðir niður og vit uppliva eitt samandrigið árin við onkrum, ið kemur til sjóndar í myrkrinum og møguliga stígur fram eins og var tað veruligt. Í framsýningarheitinum staðfestir listakvinnan, at hon letur eitt øðrvísi ljós inn í myndirnar. Við tað, at svart er høvuðslitur í myndunum á framsýningini tykist orðingin øvug; sum kunnugt er svart fullkomiliga fyriuttan ljósvirði. Ljósið upp móti tí svarta verður silvurkent sum mann kann uppliva tað eina fullmánanátt.

fríða matras brekku

Framsýningin Myndaódnin 2022 er eisini framvegis at síggja í Steinprenti. Fyrsta framsýning av hesum slagi var í Steinprenti í 2009 og síðani hevur hon verið á hvørjum ári sæð burtur frá onkrum einstøkum koronufráviki. Framsýningin við verkum eftir fimtan listafólk tekur saman um nógva virksemið, sum hevur verið í Steinprenti í brátt farna ári. Tvey av verkstaðsfólkunum eru við á framsýningini. Tað eru Louise Aakerman Nielsen og Fríða Matras Brekku. Fyrrnevnda hevur í mong ár savnað saman eitt myndasavn úr bløðum og tíðarritum, sum hon tekur útgangsstøði í. Í onkrum førum snýr tað seg um kollasjur, ið eru yvirførdar til litografiska steinin. Hetta úrslitar í spennandi grafiskum verkum við fáum litum við denti á huglagið í rúmum, sum eisini ofta eru merkt av myndum í myndunum. Fríða Matras Brekku sýnir fram fínar smáar litblýants- og vatnlitsmyndir av fuglum og blómum við hópin av detaljum og litbrigdum ikki minst í litríku tulkingunum av irisblómuni, ið tykjast afturhaldandi og ótálmaðar í senn.

Í oktober var Geytin í Norðurlandahúsinum og í sjónvarpinum, har vit sóu filmarnar, harav fleiri vóru góðir, t.d. Ver her hjá Mariu Winther Olsen, Tokskinnarin hjá Terja Mohr og Sálarkvøl eftir Eir í Ólavsstovu. Síðstnevndi er ein heimildarfilmur um listakvinnuna Elina Josefinu Smith, hann bæði Geytan og Áskoðaravirðislønina. Við heiðrinum fylgja eisini ávikavist 40.000 krónur fyri Geytan, ið Runavíkar kommuna læt, og 30.000 krónur fyri Áskoðaravirðislønina, ið Tórshavnar kommuna læt.

Fríggjadagin 25. november kl. 17-20 læt fína framsýningin "Dear, my dear" upp í gomlu gentukostdeildini, sum er hølið hjá LISA í Hoydølum. Tað vóru ung norðurlendsk listafólk, sum framsýndu. Charlie-Vince Jakobson (SE), Melanie Kitti (SE), Albin Werle(SE), Vár Bænadikta Samuelsen (FO), Amanda F. Koch-Nielsen (DK) Alda Mohr Eyðunardóttir (FO) & Anný Djurhuus Øssursdóttir (FO).

Ragnhild hjalmarsdóttir højgaard - brot 2022-2023

BROT eitur ein hugtakandi framsýning av føroyskari samtíðarlist í stórum formati, sum hongur í Listasavninum inntil 16.januar. Framsýnarar eru: Alda Mohr Eyðunardóttir, Anný Djurhuus Øssursdóttir, Hansina Iversen, Jens Dam Ziska, Jóhan Martin Christiansen, Jón Sonni Jensen, Kirstin Helgadóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Randi Samsonsen, Rannvá Kunoy og Silja Strøm. Møguliga hava framsýnararnir havt ymiskar treytir, í øllum førum eru summi verk gomul, meðan onnur eru spildurnýggj. Nýggjasta verkið á framsýningini er ein veldug installatión hjá Jóhan Martin Christiansen úr stáli, glasi, ljósarmaturum, sitrónum, liljum og ymsum readymades lutum við heitinum Tú ert eitt blomstur og um veturin sakni eg teg. Verkið er myndað av fimm kassastrukturum úr reyðum stáli, sum eru gjørdir við atliti til rúmið og fyllir tað út so mikið væl, at støddin, mikilleikin er tað fyrsta, áskoðarin varnast – síðan mótsetningarnir millum tað popplætta og bleyta heitið og tað tunga og harða tilfarið. Meðan eg gangi runt um verkið hómi eg grafiska einfaldleikan og perspektivið í endurtøkunum av x-skapunum og teimum mongu javnfjaru linjunum í bæði stáli og ljósarmaturum og spakuliga birtist verkið fyri mær við sínum mongu undantøkum. Tað er eins og verkið framsetir eina stranga reglugerð, sum tað síðan ger alt fyri ikki at yvirhalda. Verkið er eins og eitt byggistillass, ið myndar eitt slag av palli til smáar uppstillingar við ymiskum tilfari. Her møtir reglusemi óreglusemi, mekanisk skap fevna organiskt tilfar meðan varandi møtir tí óstøðuga. Verkið er í sjálvum sær ógvuliga konkret og arkitektoniskt, meðan heitið og staklutir benda tann luftiga, poetiska, surrealistiska vegin við óregluligum uppstillingum, ið minna um nature morte í barokktíðini, men sum kortini hava eitt samtíðarligt brá við til dømis orkudrykkjum og sodavatnsfløskum, ið bæði kunnu sipa til likamligt haldføri og farnan barndóm. Verkið tykist modernað við tilfarsligum tilsipingum til 80´ini. Eg komi eitt nú í tankar um tær sansligu, sterku og skroypiligu fotomyndirnar hjá Robert Mapplethorpe av hvítum liljum, um slóðbrótandi og bersøgnu Marquis de Sade plátuna hjá Anne Linnet og um Náttarmaskinuna hjá Michael Strunge – yrkingina frá 1981, sum innlimar blinkandi neonljós, eksistentiellan fjáltur umframt nýromantisku býarfatanina hjá 80´araættarliðnum. Av tí, at verkið hjá Jóhan Martin Christiansen er so monumentalt sum tað er við endurtøkum og avbrotum, kemur áskoðarin lætt til at lesa dynamiskar hendingar inn í verkið eins og var tað ein søguframleiðandi maskina. Kanska er verkið um somu tíð eitt sorgblítt epitaf til barndóm og ungdóm og ein fagnaður av sjálvari lívsmegini, progressivu rørsluna, sum flytir menniskjað frá føðing til deyða. Jóhan Martin Christiansen hevur áður arbeitt við standmyndum og installatiónum og sama tilfari, men nú er hetta savnað í einum monumentalum høvuðsverki, ið peikar bæði aftur og fram í samlaða verkinum hjá listamanninum.

jóhan martin christiansen tú ert eitt blomstur og um veturin sakni eg teg 2022

marjun syderbø kjelnæs gentukamarið 2022

Gentukamarið

Leikurin Gentukamarið hjá Marjun Syderbø Kjelnæs var framførdur á Tjóðpallinum og eg skrivaði, at hann snýr seg um at blíva listafólk líka nógv sum hann snýr seg um at blíva kvinna. Vit áskoðarar varnast alt fyri eitt myndina av einum av tiltiknu kamarsmálningunum hjá listamytuni Vincent van Gogh, sum hongur í Gentukamarinum beint við tað reyða plastikkspeglið. Tað er herliga fýrsaraligt, eisini hasin serligi laksaljósareyði liturin á innbúgvinum í gentukamarinum. Tónleikurin er hugtølandi, bæði tann sorgblíði og til tíðir lagnutungi tematónleikurin hjá Joachim Holbek, sum er innspældur saman við føroyskum strúkarum, og tað herliga finska tangolagið móti endanum. Møguliga vóru tónleikasenurnar við bust sum mikrofon, eitt sindur langdrignar ella flóvisligar ella fjákutar, eg veit ikki, men tær vóru eisini afturkennandi stuttligar ikki minst, tá mann kennir tónleikin, t.d. fýrsaralandapláguna hjá Rose Laurens, Africa – eg eigi singleplátuna (!) og jú, tónleikurin hevði stóran týdning í gentukamarinum – alt tað eg minnist. “In dark, deep jungle I hear the wild drum/ My heart beats faster, knowing my time's come/ The voodoo master, waiting for nightfall/ Draws signs of magic on my white woman skin. – Altíð hesin forbrendi hugur at geva seg undir viljan hjá onkrum øðrum ella hvør var tað, sum vildi hvat - aftaná paradigmuskiftið eftir metoo er hetta í øllum førum ómodernað, men gentukamarið minnast vit og tað er ikki minst afturkennandi í fínu, neyvu scenografiini hjá Siggi Óli Pálmason. - Grundhugskotið um at fara aftur í gentukamarið at hitta seg sjálva er frálíkt. Eg skilji væl feministisku motivini í leikinum, men ímyndi mær, at bæði gentu- og dreingjakamarsuniversini ikki er eins afturlatin og tessvegna heldur ikki so óhugnalig sum tey einaferð vóru, nú samskiftið millum ættarliðini tykist nógv meira opið. Leikurin tvinnar fleiri søgur saman og tekur støði í eini tilveruligari kreppu hjá vaksnu konuni, ið er fráskild og hvørs fyrrverandi maður skal giftast uppaftur. Hon fer heim til síni gomlu foreldur og inn í sítt gamla kamar, har Veran bíðar eftir henni og konfronterar hana við gomlum og nýggjum ræðslum. Fyrst og fremst er tað kærleikin og óttin, sum bindur konuna. Tað er sum móðirdjórið í The Wall hjá Pink Floyd, sum uggar sonin og sigur “Hush now, baby, baby, don't you cry/ Mamma's gonna make all of your nightmares come true/ Mamma's gonna put all of her fears into you...”. Hatta elaklæna markið millum stundvísiliga umsorgan og sjúkliga stúran. Dukkurnar taka gentuna og konuna av ræði, móðirskyldan og skuldarkenslurnar lamma hana. Tann vakrasti parturin av leikinum er tann abstrakta paralellfrásøgnin um gentuna, sum vaks og vaks og bleiv so stór, at hon ikki passaði inn nakrastaðni. Í tí absurda endanum á søguni kenna vit umhvørvishøvundin aftur, men lýsingin av hvussu likamið á teirri risastóru deyðu gentuni nørir um fiskastovnar og fólkasálir, minnir eisini um onkra yrking hjá Tóroddi Poulsen. Tað var jú hansara Venclagrein um ummæli, sum var upprunin til Gentukamarið og eg haldi kanska, at hann hómast í einum av teimum mongu negativu røddunum í gentukamarinum. Til alla lukku tykist frásøgnin lyfta seg upp um persónligt agg og fornermilsi og hin søgan um gentuna við hugflognum, sum rakk longur enn til alt tað vanliga og sum lýgur seg meira áhugaverda, er eisini hjartanemandi. Í hesum universinum ræður skommin og Beinta Clothier spælir sín leiklut sum vaksna konan við hóskandi undirgeving og vónloysi. Hans Tórgarð lyftir somuleiðis sín velduga leiklut sum veran, ið er á palli longu áðrenn leikurin byrjar og allan vegin til endan. Hann er veran, sum tá hon vaknar, førkar seg sum ein dukka, men vaksur og verður ígongdsetari og innlimar alt tað, sum gentan og konan hava at stríðast við. Tað er tann innara røddin, sum ógvuliga sjáldan er mild og rósandi og sum krevur av henni, at hon skal siga sína søgu í trimum pørtum og tað ger hon eitt sindur treyðugt, men síðani kemur ferð á og vit uppliva eitt nú smá brot av tølandi ungdómsløtum sunnanfyri. Har kemur Bartal Augustinussen sum eitt frískt, musikalskt og stuttligt lot inn í innibyrgda gentukamarið.

Anker mortensen frá framsýningini hetta merkiliga lýsið í víngarðinum 2022

Listprýðing

Eg upplivdi eina ómetaliga væl eydnaða listprýðing hjá Anker Mortensen og Silju Strøm í nýggju politistøðini í Havn. Prýðingin hjá Anker Mortensen hevur felagsheitið “Vindurin blæsur hvar sum hann vil” – tað eru seks málningar, ið allar hanga í eini trappu. Myndirnar eru sera ymiskar, tann størsta og ovasta myndin er til dømis 300 x 500 cm til støddar meðan tann minsta er 5 x 5 cm. Ein hvít ikon við einum uvidenhedens sky er komin við og eitt pinkalítið gult prent, men annars er blátt høvuðslitur í myndunum. Listamaðurin greiðir frá, at málið var at skapa rò í einum umhvørvi, har ógvusligar og skakandi hendingar kunnu koma fyri og at blái liturin hevur tann eginleikan. Blátt er somuleiðis ein litur, sum Anker Mortensen er farin at brúka so nógv, at hann er vorðin høvuðslitur, bæði ultramarinblátt og parisarablátt í ymiskum blandingum, sum hann málar í fleiri løgum við rundleittum skapum, ið breiða seg kring allan myndaflatan í málningunum, sum bæði tykjast sansaligir og andaligir. Vindurin, sum blæsir sitatið er bíbilskt og kemur frá Johannes 3.8: ”Vindurin blæsur, hvar sum hann vil, og tú hoyrir dunið av honum; men tú veitst ikki, hvaðan hann kemur, og hvar hann fer; soleiðis er tað við einum og hvørjum, sum er føddur av andanum”. Tann stóri málningurin, sum hongur ovast, er eitt tað mest hugtakandi verið, eg sá í fjør og eitt høvuðsverk ikki bara í samlaða verkinum hjá listamanninum, men eisini í føroyskari myndlist sum heild og júst tí er tað spell, at hann hongur eitt sindur aftanfyri ein veggjakant – hetta eigur at verða broytt og eg havi skilt, at ætlanir eru um tað. Tó at talan er um ein oljumálning minnir málihátturin um fresco við týðiligum avmarkingum av teimum málaðu skapunum. Innanfyri hómast ein tysjandi riðil av teknum og tekningum við abstraktum figuratiónum. Kompositiónin er dynamisk við skapum, ið at síggja til bylgja á myndaflatanum. Bygnaðurin minnir um eitt landslag soleiðis sum vit síggja tað hjá Williami Heinesen t.d. stóra verkinum í auluni í Finsen, men eisini í málningum hjá Tommy Arge, har steinar og strukturur verður lýstur dekorativt við denti á eina artistiskt spælandi konturstriku. Hjá Anker verða fleiri av hesum tekningunum til einstakar figurar, ið minna um blómur, bátar og hús, teknað við barnsligum upprunaskapi. Okkurt er ljósareytt, limegrønt, turkis og violett, men heildin er ljómandi blá, óítøkilig við ullintum kantum og hjartanemandi vøkur.

Bæði Anker Mortensen og Silja Strøm arbeiða ofta við sera smáum formatum – tað er áhugavert at síggja hvussu bæði eru farin upp í stødd til hesa prýðingsuppgávuna í nýggju politistøðini – bæði listafólkini klára uppskaleringina sera væl. Málningurin hjá Silju mátar 208 x 340 cm - hann er málaður ella fullførdur í atelierinum í húsunum hjá Janus Kamban, har Silja Strøm búði nakrar mánaðar í fjør. Blái liturin hevur eisini ein stóran leiklut í verkinum hjá Silju, ið hongur í móttøkuni á Politistøðini. Hetta er ein framúrskarandi vakur, ljósur og lættur málningur við hópin av figurativum og abstraktum myndevnum, ið savnast í eini dynamiskari kompositión við tveimum diagonalum linjum. Miðskeiðis á myndaflatanum er ein dansiringur og kring tey dansandi hómast umhvarvið av einum spjøddum landslagi. Myndin líkist í grundini teimum smáu myndunum á framsýningini This is an ambiguous face, sum var í Víngarðinum í 2020. Tó at hesar myndir vóru uml 30 x 40 cm smáar vóru tær innihaldsliga stórar - um at bresta av skapum, strokum, litum og figurum. Í hesum myndunum eins og í nýggja stóra prýðisverkinum gongur alt fyri seg á einari og somu fláini – her er also ikki nøkur forgrund, miðgrund og bakgrund, og kortini gevur ymisliga støddin og staðsetingin av figurunum varhugan av skiftandi frástøðu – t.d. um vit hyggja at trøunum í myndini. Myndin er bæði figurativ og abstrakt og abstraktu myndaliðirnir eru líka nógv frammi í myndarúminum sum teir figurativu. Myndin kann beint nú síggjast í Listasavninum, har hon er partur av framsýningini BROT, sum eg havi nevnt fleiri ferð og sum Anna Maria Dam Ziska kurateraði.

Hetta var eitt sindur av tí eg upplivdi í fjør og nú gleði eg meg til listupplivingar í nýggja feska árinum. Um nakar lesari megnaði at lesa heilt hertil, hevur hon ella hann av sonnum uppiborið eina hjartans heilsan um eitt eydnuberandi og mentanargott nýggjár, vit hoyrast!

Kinna Poulsen

silja strøm

Torbjørn olsen vinnuportrett 2022 (framsýnt í gamla seglhúsinum)

Ein av litografisku steinunum hjá lív mariu róadóttir jæger

og eitt petti av hennara yrking landsstýrismaður

hanni bjartalíð

Steinbrá gavetryk – Åbningstider i Steinprent i juledagene

Nu nærmer julen sig hastigt, men medlemmer af Steinbrá har stadig mulighed for at hente deres gavetryk i Steinprent. Det er en af Færøernes mest etablerede og elskede billedkunstnere, Zacharias Heinesen, der har skabt årets gavetryk.

Gavetryk er et gratis litografisk tryk, som grafikforeningen Steinbrá giver sine medlemmer omkring juletid. Alle interesserede kan blive medlemmer - det koster 500 kroner pr år (2000 kroner for virksomheder), hvorefter man kan vælge sig et litografi. Steinbrá støtter op omkring Steinprents arbejde og har mere end 600 medlemmer.  

Zacharias Heinesens billeder minder motivisk og kompositionelt om hans klassiske fortolkninger af Færøerne, der i de nye tryk træder frem med i en klar, mørkeblå kontur. Der er noget legende let over billederne i den pastelfarvede kolorit med glitrende gult, lyseviolet, lyserødt, lysegrønt og lyseblåt, altså lysende farver, der jo gør godt her i den mørke tid. Alle er velkomne i Steinprent for at få et gavetryk/blive medlemmer. Man kan også se udstillingen Myndaódnin 2022 med et bredt udsnit af litografier, skabt i årets løb og andre gode værker.

I juledagene er åbningstiderne:

Onsdag 21.des 9-17

Thorsdag 22.des 9-17

Fredag 23.des 13-17

Lørdag 24.des lukket

Onsdag 28.des 13-17

Thorsdag 29.des 13-17

Fredag 30.des 13-17

Lørdag 31.des 9-12

zacharias heinesen

zacharias heinesen

zacharias heinesen

juletræet af restpapir

Fríða matras brekku