Myndir í trúnni

Fríggjadagin 3.februar klokkan 16.00 letur serframsýningin Myndir í trúnni upp á Listasavni Føroya við verkum hjá átjan listafólkum.

Hvussu er trúgv avmyndað í føroyskari myndlist? - Tað er spurningurin, sum tey fyriskipandi á Listasavni Føroya hava sett sær sjálvum. Spurningurin, vit vitjandi á Listasavninum kunnu seta okkum er hvørt evnið er relevant og um framsýningin er listaliga viðkomandi. Fyribils svarið er eitt møøøøguliga og eitt ja! Sjálvt um evnið tykist onkursvegna reduktivt í síni grundhugsan, eru fleiri av teimum framsýndu verkunum tað ikki.

Tematiskar framsýningar hava sterkar og veikar síður. Bæði viðvíkjandi miðlan og námsfrøðiliga eru eyðsæddir fyrimunir við tílíkum framsýningum, tí tú her hevur ein tematiskan karm at seta eygleiðingar og fatanir inn í. Eisini hevur tú eitt upplagt høvi at gera ein listasøguligan bygnað, so at áskoðarin t.d. kann síggja menningina; hvussu eitt myndevni verður lýst í einum tíðarskeiði samanborið við eitt annað – elsta verkið á framsýningini er frá 1842 og tað nýggjasta er frá 2022. Framsýnd verður eisini ein gomul altartalva eins og dømi um gamlar myndabíbliur verða framsýnd. Einki at ivast í, at framsýningin fer at verða væl dámd millum skúlaungdóm og ikki minst millum lærarar.

Evnisframsýningar kunnu hava tann vansan, at tær gerast ov ovurtýðuligar og ikki nóg avbjóðandi listaliga sæð, men tað hevur í stóran mun eydnast kuratorinum, Onnu Mariu Dam Ziska at lata listina tala frítt. Tískil ber til at uppliva ta eydnuríku samrøðuna, sum kyknar millum myndaheimin hjá Anker Mortensen og tann hjá Vár Samuelsen. Tey eru annars rættiliga ymisk listafólk, ið hoyra til hvør sítt ættarlið, men tey tykjast kortini andaliga skyld – tað er væl sæð av kuratorinum og ein stór listalig uppliving. Tað er eisini gott at síggja sólgulu triptykonina hjá Vár Samuelsen aftur – hon var framsýnd í Hoydølum herfyri. Umframt málningar hevur Anker Mortensen eisini nakrar av sínum fínu ikonum við, ið eru skornar úr viði og málaðar, ofta í minimalari stødd, hetta økir bert um inniligleikan og tað er gott at síggja eitt úrval av hesum partinum av verkinum hjá Anker Mortensen, sum hann hevur dyrkað í mong ár. Beint við hansara ikonir hanga nakrar heilt øðrvísi litfagrar russiskar ikonir ella tað kann mann halda til mann ber eyga við eina súlu í eyðkenda neyva stílinum hjá Astrid Andreasen.

Ein framsýning um trúgv má innihalda verk hjá Sigrun Gunnarsdóttir, tað sigur seg sjálvt og tað er áhugavert, at vit í hesum myndum síggja hvussu trúgv er til staðar í heiminum samstundis sum kristnitrúgvin verður myndað við smáum symbolum; fuglum og lyklum. Torbjørn Olsen, tann stóri altartalvumálarin er ein eins sjálvsagdur partur av eini listaframsýning um trúgv og her var eg eitt sindur vónbrotin av úrvalinum, sum gamaní er fínur grafikkur, men sjálvandi skuldu málningar verið við á framsýningini. Við tað, at altartalvurnar eru so risastórar sum tær eru, kunnu tær ikki koma við av praktiskum áðum, men Torbjørn Olsen hevur málað hópin av skitsum, sum eru til. Tað mesta er tíverri keypt av privatum keyparum (tíverri, tí tær eru ikki at síggja), men eg hevði altso glett meg til at endursíggja onkra av altartalvuskitsunum. - Eg veit ikki, kanska er tað bara tí eg haldi, at Torbjørn Olsen manglar eina serframsýning í Listasavninum – kanska mugu listáhugað gera eina fólkafylking til tess at fáa eina ordiliga framsýning við málningum hjá Torbirni Olsen í Listasavni Føroya. Tey framsýndu prentini eru fín, tey eru avbrigdi av ymiskum altartalvumotivum og eru øll framleidd í Steinprenti, har eitt úrval av teimum var at síggja á framsýning fyri nøkrum árum síðani, tá Torbjørn fyllti trýss - Annars er tað eisini áhugavert at síggja elsta listaverkið á framsýningini, gomlu altartalvuna í kirkjuni í Miðvági júst har undir liðini á myndunum hjá Torbirni, hvørs framúrskarandi stórverk er altartalva í staðin fyri gomlu myndina frá 1842 hjá donsku listakvinnuni, Eleonora Christine Tscherning (Fødd Lützow), sum hon málaði eftir mynd hjá Caracci. Bæði tann gamla og tann nýggja altartalvumyndin ímynda krossfestingina.

Mikines er sjálvandi eisini við á hesari framsýningini eins og á flestum temaframsýningu - har hongur niðurtøkan av krossinum umframt Jesus spákandi á sjónum í ymsum ekspressivum avbrigdum. Verkið hjá Titu Vinther, Pætursnót er somuleiðis tikið fram aftur – hetta løgna, dramatiska og eitt sindur óhugnaliga verk, ið er gjørt burtur úr m.a. menniskjahári sum ímynd fyri sjómannin Símun, ið gjørdist menniskjafiskarin Pætur - verkið skapar dynamikk í framsýningina. Har eru annars ikki nógv trídimensjonal verk at síggja – her kundi mann kanska lænt okkurt verk hjá Hans Paula Olsen t.d. skitsuna/forarbeiðið til verkið uttan fyri Vesturkirkjuna um ein tílík finst.

Hinvegin tykist framsýningarrúmið sera ruddiligt og opið, so at verkið hjá Vár Samuelsen m.a. fær gott pláss. - Sum skilst hongur ein røð av steinmyndum hjá Eli Smith til dagligt í kapellinum. Eg havi ikki áður lagt hesar til merkis, men í Listasavninum hugtók ein av teimum meg við síni einføldu, eyðmjúku og dekorativu lýsing av teirri tómu grøvuni. Ikki langt hiðani hanga minimalu og rituellu verkini hjá Oggi Lamhauge, ið m.a. hugleiðir um stokkutu tilveruna við atliti til silvurtráðin hjá Prædikaranum 12:6 ”áðrenn silvurtráðurin slitnar, og gullskálin brotnar, áðrenn krukkan sorast sundur við kelduna, og hjólið fer í sor og dettur niður í brunnin”. Yvirav hanga nøkur sonevnd relikvium ella halgilutir hjá Edward Fuglø, ið eru settir saman av readymade lutum, ið mynda eina áhugaverda lítla surrealistiska heild í framsýningini, ið møguliga skuldi sloppið at breitt seg eitt sindur meira – surrealistiskt hugflog hómast somuleiðis í tí eina verkinum hjá Rannvá Holm Mortensen. Í hesum sama partinum av framsýningini í aftasta hølinum hanga eisini tvey tekstilverk hjá Jóhan Martin Christiansen, sum eru góð og hanga væl, meðan frágreiðingin/tulkingin á vegginum kann tykjast eitt sindur ov avgjørd og harvið avmarkandi. Listamaðurin hevur sjálvur nevnt sveittadúkin hjá Veroniku sum eina møguliga keldu til íblástur, men verkið er annað og meira enn kristiligt. Toyblæur eru eisini tað, tær eru, altso toyblæur, sum hava verið brúktar til rumpur og høvd í sjeytiárunum og harvið kunnu verkini eisini fatast t.d. í einum meira heimligum, feministiskum konteksti.

Í tíðindaskrivi verður greitt frá, at trúgv kann vera nógv ymiskt. Ein átrúnaður, ein sannføring, yvirtrúgv, okkurt eksistentielt, okkurt abstrakt. - Lagt kann vera aftrat, at trúgv eisini kann vera trúgv á náttúruna, eins og summi vilja vera við, at abstraktar myndir sum heild innihalda okkurt slag av metafysikki, eina trúgv á, at okkurt er, sum er størri enn vit. Hetta uppliva vit longu úti í vindfanginum og í forhøllini har glasmyndir hjá Tróndi Patursson hanga og halda vit fast í eini tílíkari breiðari allýsing, so kundi framsýningin verið nógv størri enn hon er.

Úrvalið er sum tað er um so okkurt tykist meira upplagt enn okkurt annað í mun til temaið. Videoverkið hjá Heiðriki á Heygum, Marias donkey (2007) kendi eg ikki, men myndamálið er eyðkent fyri Heiðrik, sum pallsetir listamannin sum ein líðandi kristusfigur. Á balkongini er framvegis ein veggur fyri útsýnið - stjórin í Listasavninum, Karina Lykke Grand greiddi mær frá, at hetta bæði er fyri at fáa meira pláss til list og av ymsum praktiskum áðum, sum vóru til at skilja og góðtaka, tó at eg sakni útsýnið. Á hesum veggi hanga verkini hjá Astri Luihn, sum plaga at hanga í permanenta partinum. Eg havi ikki hugsað um trúgv í sambandi við hesar myndir, men kuratorurin vísti á eina veru, sum bæði er kristilig og heiðin í senn. Tað er spell, at einki av teimum mongu progressivu og nýskapandi verkunum hjá Tóroddi Poulsen er við, tí hjá honum eru trúgv og kristindómur viðgjørd á originalan og øðrvísi hátt, sum hevði klætt framsýningini. Men annars eru Myndir í trúnni undirhaldandi og hugfarslig framsýning við fleiri góðum verkum - eg má leggja aftrat, at tað er ein fragd at vera í Listasavninum nú ordilig café er komin í húsið. Við á framsýningini eru verk eftir hesi listafólk: Framsýnd verða verk hjá Astrid Andreasen, Jóhan Martin Christiansen, Edward Fuglø, Sigrun Gunnarsdóttir, Heiðrik á Heygum, William Heinesen, Astri Luihn, Oggi Lamhauge, Marianna Matras, Anker Mortensen, Rannvá Holm Mortensen, Sámal Joensen-Mikines, Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson, Eli Smith, Vár Samuelsen, Eleanor C. Tscherning og Tita Vinther

ANker mortensen

Astrid Andreasen

Kuratorurin framman fyri grafisk prent hjá Torbirni olsen

Emmaus - Torbjørn Olsen

nærmynd av pætursnót

úr videoverki hjá heiðriki á heygum

 

Eli smith

jóhan martin christiansen

Um Jóhan Martin christiansen

úr framsýningini

edward fuglø

Sigrun gunnarsdóttir

.