Fríggjadagin læt framsýning upp í Steinprenti - har vóru nógv glað fólk til hesa ársins fyrstu upplating í nýmálaðum framsýningarhølum við væl disponeraðum listaverkum hjá Tróndi Patursson, Rannvá Kunoy, Hansinu Iversen og Hanna Bjartalíð. Talan er um málningar, glasrelieff og tusjtekningar. Listafólkini eru millum tey kendastu og mest etableraðu av okkara listafólkum. Málningarnir hjá Rannvá Kunoy eru eyðkendir við sínum skyggjandi myndaflatum, skiftandi litbrigdum og eini ørgrynnu av svørtum strokum, skapum, teknum, orðum og tølum; myndaliðir, ið at síggja til bylgja aftur og fram á myndaflatanum sum um okkurt antin er við at kykna ella ganga undir. Fjøllistamannin Trónd Patursson kenna vit sum listamálara og glaslistamann, ið eisini arbeiðir við monumentalum verkætlanum. Í Steinprenti framsýnir hann málningar við eyðkenda kalligrafiska mynstrinum, sum ongantíð er heilt tað sama, men støðugt broytist. Myndirnar tykjast nonfigurativar, men mynstrið er organiskt og náttúrukent - tað byggir á náttúruupplivingar hjá listamanninum. Hansinu Iversen kenna vit somuleiðis sum málara og grafikara - eisini hon hevur útint størri verk, t.d. prýðingina av tinghúsbygninginum. Hennara málningar eru koloristiskir við denti á litir og skap - á hesari framsýningini er ein einstakur málningur hjá henni við - Hansina Iversen skal hava serframsýning í Steinprenti í apríl. Hanni Bjartalíð er somuleiðis fjøltáttaður listamaður, sum ger standmyndir og relieff umframt tekningar og grafikk. Tusjtekningarnar, sum hann hevur teknað seinastu tíðina, eru litríkar og fullar av lutum og av áhugaverdum myndum í myndini. Verkini skulu síggjast í veruleikanum í Steinprenti á Skálatrøð - har er opið mánadag til fríggjadag klokkan 9 til 17 og leygardag frá 11 til 16 .