Um standmyndir

Standmyndir og yvirhøvur list í almenna rúminum ríka okkum dagliga við at fáa okkum til at undrast og at hugsa. Hetta hevur nógv størri týdning og ávirkan á okkara hugsunarhátt enn mann skuldi hildið. Í øðrum londum hava tey í fleiri ár verið varug við hendan týdning og tey serligu krøv, hetta setur til listina. Mong vóru illa við og óð, tá eg í eini viðmerking í august 2014 samanbar ta nýggju standmyndina av kópakonuni í Mikladali við amerikansku sjónleikarakvinnuna, Pamelu Andersson, sum serliga var kend fyri hálvnakna leiklut sín í Baywatch. https://www.listaportal.com/tidindi/2014/8/1/av-llum-teim-snekkjum-i-norhavi-bar Samanberingin var skemtilig, men eisini nøsk og bar brá av, at undirritaði ummælari var firtin bæði vegna sítt egna kyn og kópakonuna, ið oman á sína ræðuligu lagnu sum valdstikin kvinna, skuldi koma afturíaftur sum ein lekkur, nakin kroppur, ið tykist vera sæddur við sexualiserandi eygum. Listamaðurin handan Kópakonuna, Hans Pauli Olsen er ein ómetaliga arbeiðssamur og dugnaligur listamaður, sum hevur gjørt eitt megnararbeiði innan føroyska og danska standmyndalist. Traðarmaðurin, sum stendur uttan fyri Býráðshúsini við Vaglið í Havn, er ein av fleiri fínum standmyndum, sum vit kunnu fegnast um dagliga og sum heiðrar traðarmonnunum. Hetta er ein sterkur, nakin maður við ovurstórum hondum, sum ber ein tungan klett - um vit hugsa um Kópakonustandmyndina er tað áhugavert, at Traðarmaðurin er fullkomiliga avsexualiseraður. Hann hevur einki kyn niðan fyri beltið. Hans Pauli Olsen hevur gjørt rættiliga nógvar av standmyndunum, sum eru settar upp í Føroyum seinastu árini. Tað er ikki ringt at skilja sum so. Hann er dugnaligur, arbeiðssamur og vit hava ikki nakran annan, sum dugir tað, sum Hans Pauli Olsen dugir at fáa burtur úr leiri – herfyri skapti hann enntá ta fyrstu føroysku standmyndina av eini navngivnari kvinnu, t.e. av listakvinnuni Elinborg Lützen í Klaksvík. Mín kritikkur snýr seg ikki um listamannin, men um tey, ið bíleggja standmyndir runt um í Føroyum. Listarlig dygd hevur ómetaliga nógv at siga, men fjølbroytni og innihald er somuleiðis av eyðsæddum týdningi í einum rúmligum, demokratiskum samfelag. Kanska eru vit ov national og lokal, tá vit bíleggja verk. Tað er eins og tær stóru broytingarnar í hugsanarhátti og tilviti, sum eru komnar í kjalarvørrinum av Metoo, Black lives matter og veðurlagsbroytingum ikki ordiliga rína við. Kanska ynskja vit ikki list, ið umboðar okkara samtíð, men heldur myndprýðing av fortíðar sagnum. Eitt er vist og tað er, at vit hava fleiri listafólk í Føroyum, sum arbeiða skulpturelt modernað og sum høvdu megnað monumentalar uppgávur. Eisini kundi mann bjóðað uppgávur út, so at útlendingar kundu verið við. Tað kundi verið við til at tryggja fjølbroytni. Í Íslandi t.d. var eg imponerað, tá eg fyri nøkrum árum síðani sá altjóða skulpturparkina í Hafnafirði, har listafólk úr 16 londum hava gjørt hvør sítt verk, har eru verk hjá listafólkum úr m.a. Mexiko, Sveis, Fraklandi, Finnlandi, Japan og Týsklandi. Á Viðey við Reykjavík tendra tey hósdagin Imagine Peacetower, framúrskarandi ljósstandmyndina hjá Yoko Ono Lennon fyri børnunum í Palestina/Ísraelstríðnum. Fyrr í tíðini var ein standmynd tað sama sum ein bronsustandmynd, eitt monumentalt minnismerki til eftirtíðina. Soleiðis er tað ikki longur, ein standmynd hevur í prinsippinum listarligt frælsi javnbjóðis við alla aðra list. Men av tí, at standmyndir ofta eru heldur dýrari og umstendiligari at gera og seta upp, verða tær í størri mun enn onnur list treytaðar av avgerðunum hjá meira og minni kompetentum kommunupolitikarum. Tað er heldur fantasileyst og av handahógvi merkt. Eg haldi, at okkara standmyndir í ov stóran mun eru figurativar, naturalistiskar heteronormativar, bronzustandmyndir av hvítum menniskjum við idealkroppum Okkum tørvar eitt meira fjølbroytt skulpturelt úttrykk í almenna rúminum í Føroyum.

Kinna Poulsen