Sum ígjøgnum sortar skíggja

Ta løtuna, tá vit fríggjamorgunin í fyrru viku snaraðu runt um sigursbogan við Avenue des Champs-Élyssés í París, mátti eg satt at siga klípa meg sjálva í armin at vita um eg droymdi ella var vakin. Men tað var veruligt og vit vóru beint tá á veg yvir í framsýningarhølini at heingja upp føroyska list í París. Fyrireikingarnar hava tikið sína tíð. Í roynd og veru er hálvtriðja ár liðið síðan, at hugskotið til listaframsýningina Un éclat de soleil varð bílagt, fest á blað og góðkent á donsku sendistovuni í París. Síðani havi eg sum kurator samstarvað við listafólk og stovnar, t.d. Listasavn Føroya, haðani eg havi lænt nakrar ómetaliga fínar málningar. Í skrivandi stund hongur framsýningin í Le Bicolore í Danmarkshúsinum í París og tað er altso í einum býi og landi, har tey javnt og samt boða frá methøgum smittutølum, men har er sama skil heima, skilst. Vit skipa fyri, heingja upp í masku og spritta okkum javnan, gleðast yvir, at framsýningin verður til nakað og mugu annars bara vóna tað besta. Hósdagin 13.januar letur framsýningin upp og hon verður hangandi í franska høvuðstaðnum tveir mánaðar.

Ljós

Framsýningin Un Éclat de Soleil snýr seg um ljósið og fevnir um gongdina í føroyskari málningalist frá 20. til 21.øld frá figuratión til abstrakta list. Við á framsýningini eru verk hjá Ingálvi av Reyni, Zachariasi Heinesen, Hansinu Iversen og Rannvá Kunoy. Útgangsstøði er tikið í sálminum hjá Kingo Som den gyldne sol frembryder, har sólarljósið og glæman fær serliga megi orsakað av myrkrinum rundanum. Framsýningarheitið er Un éclat de soleil - Art des Iles Féroé, sum merkir nakað tað sama sum Ein sólglæma – List úr Føroyum. Ljósið hevur havt ein týdningarmiklan leiklut í føroyskari myndlist heilt frá byrjan og er hetta sjálvandi knýtt at landslagnum, ið hevur verið høvuðsmyndevni. Men í roynd og veru er ljómandi ljósið og skæru litirnir í føroyskari myndlist eisini ávirkað av franskari myndlist umvegis danska Kunstakademiið í Keypmannahavn, sum í nógv ár var staðið, har føroysk listafólk fingu sína útbúgving. Her var tað, at áhugin kyknaði fyri franskari list og fyri París, hagar danskir professarar og listafólk ferðaðust fyri at uppliva franskar fyrimyndir. Millum hesar var Aksel Jørgensen professari, sum við íblástri í impressionismu og serliga listarligum hugskotum hjá Paul Cézanne menti ein koloristiskan flatumálning, ið fekk stóra ávirkan á føroyska myndlist og setti á stovn eina serliga glitrandi kolorismu, sum enn glógvar í føroyska málarínum.  

Ingálvur av Reyni

Ingálvur var sum kunnugt sera upptikin av París. Tað síggja vit í filminum, Svartur Sannleiki, har hann spákar runt í París meðan hann ger sær tankar um stóra týdningin, býurin hevur havt í heimslistini. Men harumframt er filmurin frá 1999 hjá Dánjali Højgaard og Hans Peturi Hansen, sum eisini er partur av framsýningini, bygdur upp um eina listaliga kreppur, har vit hitta ein gamlan listamann í stórum iva um egið lívsverk og ikki minst um tann ljóssterka partin, sum er ávirkaður av øgiligu kontrastlitunum, sum Aksel Jørgensen lærdi sínar næmingar at brúka. Í føroyskari og danskari listasøgu hava vit higartil havt lyndi til at fylgja hugsanunum hjá Ingálvi og serliga leggja dent á teir myrku málningarnar umframt monumentalu verkini eftir aldarskiftið. Í fronsku framsýningini eru vit farin hin vegin og halda uppá, at Ingálvur av Reyni málaði góð verk í øllum sínum tíðarskeiðum, eisini í teimum figurativu, bjørtu málningunum frá 1940´unum og 1950´unum.  

Zacharias Heinesen

Zacharias Heinesen er okkara grand old man innan fyri føroyska myndlist. Tá hann einaferð í tíðini í einum viðtali varð spurdur um sínar listaligu fyrimyndir, nevndi hann franska málaran, Paul Cézanne, og tað er ikki minst í teimum gomlu málningunum, at ávirkanin frá Cézanne hómast í fasettkenda myndaflatanum. Síðan hevur hann ment sín egna stíl og hevur ikki minst dyrkað myndevnið við teirri lítlu bygdini við stóra havið, sum hann tíðum málar rættiliga abstrakt eins og eitt geometriskt mynstur av bjartlittum flatum. Í monumentala málninginum hjá honum frá 1993 av hesum myndevni savnar  listamaðurin seg um bláar og grønar litfarrar, ið helst eru málaðir við himmali og havi í huga. Men sum málningurin nú hongur í einum ljósum framsýningarhøli í París, so snýr hann seg fyrst og fremst um vakurt samansettar og meira og minni gjøgnumskygdar litir, ljós og kompositión umframt ein serligan sansaligan ans fyri at raka vætuna og támið í føroyska landslagnum.

Hansina Iversen

Hansina Iversen málar nonfigurativar málningar við myndaflatum, ið tykjast um at bresta av organiskum skapum. Ljósið skínur í teimum reinu litunum, men skínur eisini í hvíta løriftinum, sum hómast gjøgnum tey mongu løgini av litum. Hesi verkini tykjast ógvuliga sansalig og likamlig – eisini í mun til dynamisku penslastrokini, ið eins og spor lýsa rørslurnar hjá listakvinnuni. Hansina Iversen ger ikki skitsur ella forarbeiði til sínar málningar. Í viðtali hevur hon greitt frá hvussu hon kann standa leingi framman fyri løriftið næstan klár at leypa á - sum tá ein atletur stendur við startin og bíðar eftir startskotinum. Umframt alla ta ferðina og rørsluna, sum hómast í penslastrokunum eru málningarnir gjølliga komponeraðir í fleiri løgum við meira og minni gjøgnumskygdum litskapum við meira og minni intensum litum, sum gevur eina bylgjandi kenslu av rørslum og skiftum alt eftir hvar áskoðarin fokuserar á myndini.

Rannva Kunoy

Við málningunum hjá Rannva Kunoy eru vit komin allan vegin runt, tí her eru málningar, sum í staðin fyri at skráseta og taka inn ljós eru ljós í sjálvum sær, varpa ljós út í rúmi, lýsa og sýnast sum heild serstakliga óítøkiligir. Ynskið um at transcendera ítøkiliga tilfarið í málninginum hevur í nógv ár verið ein grundleggjandi drívmegi í arbeiðinum hjá Rannva Kunoy. Fyribils úrslitið eru málningar, sum tykjast immateriellir. Myndaflatin er fullur av teknum og markeringum, sum geva eina kenslu av onkrum, ið er við at hvørva ella kykna. Hetta kemst m.a. einum serligum litevni, sum skiftir lit alt eftir ljósinum og eftir hvar áskoðarin er staddur í framsýningarrúminum, men tað snýr seg eisini um kompositión og mátan, málningarnir eru bygdir upp. Teir upplivast best, tá áskoðarin flytur seg framman fyri málningarnar, og sær teir broyta litir og ljós. Hervið fær málningurin eitt slag av einum performativum árini.

Í sambandi við framsýningina er ein filmur framleiddur av Immersive Stories - hann er her:

26.januar 2022 Tað er sjálvdan, at eg missi yvirlitið - also í øllum førum, tá tað snýr seg um ummæli av egnum avriki Men nú havi eg also mist yvirlitið í rokanum av ummælum úr París - Ikki tí, at eg ikki var greið yvir kvalitetin á hesi listini - als ikki. Eri bara ikki von við, at onnur skrivandi síggja tað líka væl. Eg havi google-transleytað eitt sindur - og hetta er bara ein lítil partur:

“…In France and in Paris, this invasion of Faroese art is a great novelty. And the choice of the pattern of light to show it comes at the right time, arising in the gray atmosphere of January, and in the dark period that the world is experiencing today, but above all defining an unsuspected art from the far north of Europe. With only four artists, the variety of a production barely a hundred years old gives a glimpse of the richness and uniqueness of a culture where everything is to be discovered. Exhibited almost exclusively in Denmark (very few), sometimes in London, the artists are not shown elsewhere in Europe. An astonishing finding as the quality of the works is great…”

“..Zacharias Heinesen is another central figure in Faroese art, in the genre of landscape, which tends, this time, towards abstraction. His favorite motif is the coastal village often captured from the window of his studio. The shore is treated with colors that are sometimes pale and melancholy, sometimes resplendent. Free Landscape from 1993 is a large format that gives pride of place to the sea and its shades of blue, while Tinganes, Tórshavn (2020) shows the rocky promontory where the Faroese parliament and some of the oldest dwellings are located. of the capital. In each of Heinesen's canvases, one can easily detect the weather, which can, in the space of a few minutes, go from bright sunshine to thick fog or downpour…”

“…Faroese art being only a hundred years old, Kinna Poulsen has decided to focus on its flourishing contemporary creation. If nature is always a creative important vector, the paintings presented are distinguished by their light gushing, with saturated colors at Iversen or a game absolutely fascinating three-dimensional, particularly marked at Kunoy especially in this incredible Study which dispenses an amazing, magnetic yellow..”

“Do not be fooled by the photographs of the works of Rannvá Kunoy, because they only show one of the many aspects that her paintings take on as the viewer wanders. To understand the optical games set up by the artist, it will therefore be necessary to go and see “Un brilliance de soleil” at Le Bicolore – Maison du Denmark in Paris, an exhibition dedicated to the art of the Faroe Islands through the presentation of works by four artists from this isolated archipelago in the North Atlantic Ocean..”

“In Hansina Iversens paintings, the curve replaces the angle, and a circulation takes place between the organic forms. In the paintings, which she produced for the exhibition, her palette sparkles with light and softness, her pastel hues playing with bright red tints. Her paintings move away from an abstract representation of the landscape and becom colour to cover the canvas with a kind of soothing cloud, producing an extreme light..”

“In Hansina Iversens paintings, the light is visible even more spontaneously. Abstract, the four canvases she exhibits at the Maison du Denmark date from 2021 (small or large formats, which never bear a title) are presented as spaces open to all possible interpretations. Iversen deploys over the entire surface, in an almost choreographic manner, organic, colourful and resplendent forms, as if swept by the winds. Sensual, even carnal, her joyful works also fascinate with their subtle construction. They superimpose and create a dialogue between solid areas and brush strokes which, above all, suggest the subtle and precise movements of the artist in the process of painting. Dazzlingly fresh, the artist's pastel palette uncovers a training in the Nordic countries…”