Eitt sindur aftrat um trúgv í list

tóroddur poulsen hin heilaga kvøldmáltíðin

 Listaframsýningin í Listasavninum um myndir í trúnni gevur íblástur, so at mann gongur og kemur í tankar um alla møguliga list, ið á onkran hátt hevur við trúgv at gera. Trúgv er sjálvandi eitt rættiliga stórt evni, sum kann viðgerast á ymiskan hátt - sjálv haldi eg, at evnið er mest áhugavert, tá tað loyvir myrkrinum og ivanum framat. Annars kann tað blíva eitt sindur ov pent og nydeligt tað heila og tað er eisini orsøkin til, at eg í mínum ummæli av framsýningini Myndir í trúnni sakni t.d. Tórodd Poulsen. Í 2017 kurateraði eg eina framsýning í Hoyvíkar Kirkju í sambandi við, at kirkjan fyllti tíggju ár. Heitið á framsýningini var “Ein framsýning um trúnna á tað góða sjálvt um tað ónda er til”. Hetta vóru verk úr Steinprenti hjá Claus Carstensen, Erik Heide, Peter Carlsen, Anker Mortensen, Tóroddi Poulsen og Fríðu Matras Brekku.

Í bókini hjá Søren Ulrik Thomsen og Claus Carstensen, Lille Dæmonologi frá 2013 hugleiðir danski yrkjarin um óndskap og um okkara lyndi til at minka um og gera óndskapin minni duldarfullan við at fata hann sálarfrøðiliga eins eina holdsliggerð av okkara burturskotraðu hugsanum, angist og trá. Claus Carstensen hevur í fleiri umførum granskað í ymiskum sløgum av myrkum myndamáli, ið talar til tey ólukkuligu og ótilpassaðu og vil ala fram eina hatursmentan. Hansara døkku myndir eru fullar av negativari orku, av uppøstum hundum og bøðlum, av hatri andlitum, sum við óndum, tómum eygum stara illbønandi út móti áskoðaranum. Við støði í ræðuligu frásagnunum frá nazistiskum týningarlegum, men eisini orsakað av sínum egnu upplivingum av gerandisligari sadismu er Søren Ulrik Thomsen farin at halda,  at tað ónda er til, tí hóast óndskapur er ringur at fata, er hann ikki uttan mál og mið. Thomsen heldur, at sjálvt um djevulin kann tykjast óviðkomandi, tá hann verður lýstur sum ein mystiskur, miðaldarligur figurur, ja, so hava vit tørv á einum tílíkum tilvitaðum illamanni, sum vil øllum ilt og sum innlimar allan óndskap.

Hugmóðin

Andsagnarligi trupulleikin við illamanni og óndskapi er sjálvandi, at tað ónda onkursvegna má henda við loyvi frá einum alvaldandi Guði. Vit kenna øll klassiska spurningin: Um Guð er til, hevur skapt alt, er allastaðni og altavgerandi, hvussu kann Hann tá loyva øllum ræðuleikunum í heiminum og hevur Hann ikki skapt hungursneyð, kríggj, terror, flóttafólkastreymar, ja sjálvan deyðan? Í Koranini kemur tað ónda inn í heimin við syndafallinum, ið á sama hátt sum í Bíbliuni er ein søga um hvussu fyrsta menniskjað misti sítt sakloysi. Koranin hevur eins og Bíblian onga eintýðuga frágreiðing, ið ger greitt hví tað ónda er til, og hvaðani tað stavar. Men óndskapurin tykist fylgja menniskjanum næstan sum ein trúfastur hundur og sýnist knýttur at nøkrum kenslum, ið tykjast sára menniskjansligar. Sambært Koranini skapti Guð menniskjað av leiri og blásti lív í tað. Síðani greiddi Guð einglunum frá ætlan síni við menniskjunum, at tey skuldu vera hansara umboð á foldum. Einglarnir høvdu hug at mótmæla eitt sindur og hildu, at hetta fór ikki at ganga væl. Men Guð sannførdi einglarnar og vildi hava teir at bukka fyri og vera lýdnir mótvegis fyrsta menniskjanum. Hetta gjørdu allir einglarnir uttan ein, sum æt Iblis og tá Guð spurdi hann hví hann ikki vildi bukka, svaraði Iblis: Eg eri betur enn menniskjað; tú skapti meg av eldi og hann av leiri. Síðani varð Iblis stoyttur út úr himmalinum og í fallinum umbroyttist hann frá lýsandi eingli til ein ræðuligan skapning, al-Shaytân (Sátan). Søgan minnir um okkara skapanarsøgu, og hon endar als ikki her, men tað áhugaverda í hesum sambandi er, at tað er hugmóðin, sum er útgangsstøðið í niðurtúrinum og orsøkin til tað fatala ólýdnið.

Deyðssyndir sum nútíðar dygdir

Hugmóðina kenna vit menniskju væl. Henda sjálvfeita varhugan av, at vit eru betri enn hini fólkini. Hugmóðin varð einaferð hildin at vera ein tann ringasta syndin. Tær sjey deyðssyndirnar er elligamalt hugtak fyri kardinalsyndir so álvarsligar, at tær vóru mettar at vera ein grundleggjandi og ófyrigevandi uppreistur móti Guði. Gudfrøðingur og táverandi biskupur, Jan Lindhardt skrivaði eina bók um hetta í 2001, De syv dødssynder. Sambært honum eru deyðssyndirnar ikki tað tær verið, fleiri av hesum syndum verða beint tvørturímóti mettar sum dygdir í dag. Grammleiki verður t.d. samsýndur ikki við revsing men við pengum, ognum og dýrum ferðum. Tílíkar herligheitir verða lovprísaðar ella leikaðar í stóran stíl á Facebook – ikki minst um tú onkran vanligan dag uttan fyri feriutíð almannakunnger eina mynd av lekrum hotelmati, víni og easy living. Leti er gott, tí tað verður mett sum eitt tekin um ríkidømi. At vera nøgdur og støðufastur, at stríðast og geva einum arbeiðsplássi alla tína arbeiðstíð verður hinvegin ikki mett serliga høgt. - Nei, tú skalt flyta teg javnt og samt og menna tíni potentiali. Hesin hugsunarhátturin er bara áhugaverdur út frá eini samtykt um, at menning er nakað, sum er gott. Uttan nakað endamál tykist hugsunarhátturin avstubbaður sum var einstaklingurin sjálvur byrjanin og endin á alheiminum og tað er hetta sjálvgóða, stuttskygda og býtta bráið, sum listamaðurin Peter Carlsen viðger í sínum sjey sjálvsmyndum, ið eru skaptar í Steinprenti.

 Menniskjansliga anti-hetjan

 Í okkara bíbliusøgu hava leiklutirnir hjá antihetjunum ikki minni týdning enn tann  hjá hetjunum. Tað heroiska er onkursvegna upphevjað og oman fyri okkum øll, meðan vit væl skilja menniskjansligar veikleikar. Tá nú Judas er ónøgdur og verður freistaður, so skilja vit, at eisini lærusveinarnir vóru menniskju eins og vit. Tað sama tykist Tóroddur Poulsen halda í síni mynd av Heilagu Kvøldmáltíðini her ovast, sum er nakað væl einfaldari enn kenda myndin hjá Leonardo da Vinci. Samstundis er hon meira kompleks, tí listin hjá Tóroddi Poulsen er konseptuel og grundað á tankar og hugskot. Á myndini hjá Tóroddi Poulsen síggja vit gyltar ljósstrálur í erva. Í miðjuni eru trettan spannir, har ein er koppað og niðast eru trettan skøltar. Øll tann neyðuga sorgarsøgan verður søgd við fáum skreytum og við denti á tað menniskjansliga. 

Trúgvin á tað góða

Í øllum prentmyndunum hjá Erik Heide hómast ein serligur forkærleiki fyri ti eyðmjúka og eitt inniligt takksemi fyri tað stórbæra í lívsins smálutum. Ein av prentmyndum hansara hevur sermerkta heitið: Pinnurin hjá Mikkjali og er hetta ein tekning av einum pinni, sum ein smádrongur einaferð fann sær at spæla við. Samstundis er myndin ein pallseting av øllum tí nógva, sum eitt barn kann fáa burtur úr einum púra einføldum pinni. Erik Heide er føddur á oynni Mors í 1934, har hann enn býr. Hann er ikki minst kendur fyri sínar mongu kirkjuprýðingar, sum hann sjálvur hevur mist talið á, hann var bara 22 ára gamal, tá tann gjørdi ta fyrstu. Listamaðurin hevur stóran áhuga fyri keltiskari list og hansara egnu verk eru merkt av sama sterka einfeldi og inniliga átrúna sum hómast inni í gomlum romanskum kirkjum. Verkini hjá Erik Heide eru modernað við álvarsligum eksistentiellum innihaldi, tey snúgva seg um lív og deyða hjá menniskjanum á foldum og sjálvt um listamaðurin ikki altíð nýtir eitt beinleiðis kristiligt myndamál í myndum sínum, eru hetta myndir, sum trúgva uppá og sum takka fyri alt tað góða í tilveruni. Eitt takksemi, ið er fult av ljósi og skugga sum í hesi lýsingini hjá Williami Heinesen, ið lýsir bardagan millum ónt og gott soleiðis:

“Solen skinner paa vaagens vestlige side. En vidunderlig morgen! De smaa støvede og skimlede pakhusruder fører en haabløs kamp for at holde solskinnet ude. Men det er dem for overmægtigt. Det har godhedens sejrrige vælde i sig, det tøer dem op med samt deres grønne mug og teologiske edderkoppespind, ligesom den gode handling tilintetgør smaa menneskers rænker og nederdrægtigheder (s.199 De fortabte Spillemænd).

 Seyðir og Víkin fagra

Djóra- og landslagslýsingarnar hjá Fríðu Matras Brekku eru somuleiðis fullar av kærleika og tokka. Djórini eru myndevnisligur aðaltáttur í verkunum hjá Fríðu Matras Brekku og speglar hetta hennara stóra áhuga fyri djórum. Hon hevur teknað og málað seyð, sum annars hava verið merkiliga litið avmyndaðir í føroyskari list. Fríða Matras Brekku hevur málað fleiri kerlig og stuttlig seyðaportrett, og seyðir síggjast eisini ymsastaðni í hennara landsløgum. Hugsa vit listasøguliga um seyð og lomb, eru vit komin til tað øvugta av hugmóðini og aggressiónini, tí seyður hevur altíð verið ímyndin av tí eyðmjúka. Seyðirnir hjá Fríðu Matras Brekku eru ikki beinleiðis kristin symbol eins og í bíbliuni, men allíkavæl eru seyðamyndirnar merktar av einum serligum takksemi og undran yvir heimin og tilveruna. Og sjálvt um myndamálið hjá Anker Mortensen er meira abstrakt, eru hansara myndir av Víkini føgru merktar av júst sama inniliga takksemi. Her eru nakrar myndir av listaverkum, sum á onkran hátt lýsa trúgv og iva.

peter carlsen - accidia

claus carstensen og søren ulrik thomsen - steinprent

Tóroddur poulsen lovsongur

Fríða matras brekku

Erik heide pinnurin hjá mikkjali

tóroddur poulsen lovsongur II

tóroddur poulsen

tóroddur poulsen hin góða spannin og hinar

Claus carstensen

hans pauli olsen

Ingálvur av reyni - damaskus

steffan danielsen - nólsoyar kirkja

elin josefina smith heimloysi

brot úr mynd hjá mikines, sum er partur av framsýningini myndir í trúnni á listasavni føroya