NÝGGJÁRSKONSERTIN: Sjálvt um tónleikurin er gamal, eru tíðirnar nýggjar...

Tann árliga Nýggjárskonsertin hjá Føroya Symfoniorkestur varð framførd í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið og leygarkvøldið, tá konsertin varð sjónvarpað í allar stovur. Sjónvarpssendingin var væl skipað. Tað var ein sonn fragd at hyggja og lurta eftir vøkru konsertini við væl uppløgdum vertum, dugnaligum sangarum og tónleikarum og framúr fínum framførslum hjá solistum, orkestri, kóri og dirigenti - hetta er av sonnum okkara besta nýggjárstraditión, tá vit fegnast um, at vit eiga eitt symfoniorkestur í Føroyum. Aftaná framførslurnar hevur kjak tikið seg upp um skránna á Nýggjárskonsertini.

Spurningurin um hvørt vit kunnu loyva okkum at brúka og njóta tann fantastiska russiska tónleikin og ta framúrskarandi russisku listina í skugganum av russisku hertøkuni av Ukraina, hevur verið frammi síðani kríggið byrjaði. Í fyrstani vóru nógv, sum konkluderaðu, at vit mugu halda fram at framføra russiska tónleikin av teirri sjálvsøgdu orsøk, at hann er skaptur langt áðrenn Putin invaderaði Ukraina. Onnur halda, at list og politikkur eiga ikki at verða blandað saman og at list eigur at verða mett nógv hægri og langt omanfyri slík politisk atlit. So líðandi eru alsamt fleiri orkestur, ensemble og stovnar úti í heimi farin at raðfesta annan tónleik enn tann russiska. Øll tosa ikki líka hart um tað; tey velja bara annan tónleik. Í Russlandi brúkar Putin seg um óndsinnaða amerikaniseraða cancelkulturin og brúkar hann sum dømi um hvussu umheimurin tíggjar sær motiveraður av óskiljandi og ørligum hatri mótvegis Russlandi.

Tvístøðan millum etikk og estetikk er elligomul og afturvendandi - vit taka støðu til hana í heilum. Spurningurin í hvønn mun tað ber til at njóta list hjá óflýggjakroppum er javnan frammi. Í filminum hjá Woody Allen, Murder Mystery on Manhattan fær problematikkurin eina eitt sindur stuttliga vend, tá karakterurin hjá Woody Allen, Larry Lipton kurteisliga greiðir frá, at einki er galið við Wagner sum so - tað er bara tað, at tað ber illa til hjá honum at lurta eftir Wagner uttan at fáa eina ávísa trongd til at hertaka Pólland.

Mær dámar væl bæði Wagner og Woody Allen og haldi ikki ikki, at tað finst nakað einfalt svar, nakað antin ella. Men sjálvt um eg ivist og ikki taki undir við sonevndari cancel-mentan, so má eg viðganga, at høga raðfestingin á Nýggjárskonsertini av russiskum verkum og russiskari úttalu undraði meg sára. Tí tað var eina løtu sum livdu vit í einum parallellum heimi uttan fyri tann veruliga, har sjónvarpsskíggin er fullur av russiskum krígsbrotsverkum. Tað kann gera tað sama um Rachmaninov, ið summi hava ført fram, flýddi úr Russlandi og gjørdist amerikanskur statsborgari ella um verkið hjá Borodin er grundað á ein miðaldartekst uttan samanhang við okkara tíð - tað snýr seg um eitt ávíst signal. Tá tíðindi konsertkvøldið bórust um hvussu russiska tilboðið um jólafrið vísti seg at vera lótur, varð mann aftur eitt sindur illa við.

Møguliga eru partar av skránni lagdir áðrenn kríggið - við hesum í huga kundi mann valt at varðveitt Rachmaninovverkið, sum Aksel Remmel heilt víst hevur vant væl og leingi og sum hann framførdi so einastandandi flott. Men mann kundi kanska funnið okkurt annað verk at framføra enn hatta hjá Borodin? - Gamaní er klassiski tónleikurin gamal, men tíðirnar eru nýggjar, vit kunnu ikki ignorera altjóða paradigmuskifti og als ikki kríggj. Vit mugu fyrihalda okkum til okkara tíð og samfelag og gera okkara besta. Vit kunnu ikki gera sum tá ein ávísur flokkur ráddi fyri borgum og avtala at avleggja etisk mál, tá tað snýr seg um list. Etisk mál eru viðkomandi allastaðni allatíðina - tað snýr seg um, at vit uppføra okkum ordiligt og í dag merkir hetta altso eisini, at onnur atlit enn bert listalig eru neyðug, tá skráin verður løgd til eina slíka konsert sum Nýggjárskonsertina - kanska verður tá eisini pláss fyri einum kvinnuligum tónaskaldi á skránni.