Slóðbrótarin Flora Heilmann 150 ár

Flora Heilmann - landslagsmálningur frá 1897

 Á Landsbókasavninum er í løtuni ein framsýning við tekningum hjá listakvinnuni, Floru Heilmann, einum myndlistaligum slóðbrótara, sum er meira ella minni burturgloymd.

Myndirnar, ið verða framsýndar eru á leið trýss í tali – listakvinnan gav sjálv bókasavninum hesar myndir fyri 91 árum síðani, tá savnið kallaðist Føroya Amt Bókasavn. Í 1945, tað var árið eftir, at Flora Heilmann doyði vóru pengar savnaðir saman til tess at ramma inn tær síðstu myndirnar, sum enn ikki høvdu fingið rammu – millum tey, sum tá lótu pengar, vóru Petra og Hans Andrias Djurhuus, Janus Djurhuus og Rigmor Lützen.

Flora Heilmann hevði nógv sera góð vinfólk í Føroyum, m.a. Janus Djurhuus, sum skrivaði eina yrking, ið var vígd henni. Tekningarnar hjá Floru Heilmann eru nú vakurt rammaðar inn á nýggjum og kunnu síggjast á Landsbókasavninum 150 ár eftir, at listakvinnan var fødd. Av tí, at innrammaðu myndirnar verða framsýndar í glasmontrum, er eitt sindur ríkiliga nógv av glasi ímillum mynd og áskoðara, men framsýningin er kortini áhugaverd av tí, at talan er um verk hjá einum av okkara listaligu grundleggjarum.

Verk í Føroyum

Í mongum føroyskum heimum hanga myndir, sum Flora Heilmann hevur málað. Hetta eru kanska serliga heima hjá ikki heilt ungum fólkum úr gomlum mentaðum heimum og í summum førum eru listaverkini arvað ella keypt. Av tí, at Flora Heilmann búleikaðist í Føroyum í mong ár, eru nokk so nógv av hennara verkum tøk her um leiðir, ikki bara á Landsbókasavninum.

Frú Heilmann og frk Taylor

Um hugt verður eftir í okkara listsøgubókum, fyllir Flora Heilmann ikki tað stóra, men í bókini hjá Bárði Jákupsson Myndlist í Føroyum stendur kortini, at Heilmann var virkin málari og at mangt bendir á, at bæði hon og vinkona hennara, amerikanska listakvinnan, høvundurin og ferðakvinnan Elizabeth Taylor hava ”gjørt sítt til, at fyrstu málarar okkara fóru í gongd og sum skilst fekk Mikkjal av Ryggi eisini myndlistaligan íblástur frá somu keldu. Seinni í bókini verður Jógvan Waagstein endurgivin soleiðis: ”Tað sindrið av vitan, eg havi um málarí, havi eg fingið frá frú Heilmann og frk. Taylor”. Elizabeth Taylor búði eitt tíðarskeið á Eiði, har hon fekk stóran listaligan týdning fyri Niels Kruse. Sum kunnugt var Jógvan Waagstein tónleikari, men han verður eisini mettur sum ein av teimum trimum stovnarunum av føroyskari myndlist, sum umframt teir nevndu eisini telur Kristin í Geil.

Flora Rosalia Heilmann 

Flora Heilmann, fødd Hermansen (1872-1944) var donsk listakvinna, dóttur Oluf August Hermansen og Marie Nicoline Mathilde Andersen – pápin var listamaður, sum serliga legði seg eftir at mála blómu- og fruktmálningar – og tað tykist sum hesin florali áhugi sæst endurspeglaður í blómandi navninum hjá dóttrini, Floru Rosaliu og hennara myndevnisvali. Flora var í 1896 varð gift Lorentz Peter Heilmann presti. Tey fluttu sama ár til Viðareiðis, har hann varð prestur. Prestahjúnini búðu í prestagarðinum í Ónagerði inntil 1906, tá tey aftur fluttu til Danmarkar. Flora Heilmann framsýndi fleiri staðni í DK – m.a. hevði hon myndir við á vár- og heystframsýningum á Charlottenborg frá 1913 til 1924. Sambært upplýsingum, sum verða endurtiknir ymsastaðni á netinum, hevði Flora Heilmann onga útbúgving sum so sæð burtur frá undirvísing, sum hon fekk frá sjálvum Frederik Vermehren. Hetta skal hava verið í 1917, men er altso sjey ár aftaná, at kendi listamaðurin, professarin Vermehren doyði, so har er okkurt komið skeivt fyri ella hevur sonurin, sum eisini æt Frederik Vermehren og var lækni, undirvíst Floru Heilmann.

Konubrot

Tað er einki at ivast í, at leikluturin, sum Flora Heilmann og Elizabeth Taylor høvdu fyri føroyska myndlist kundi verið gjølligari granskaður, men sum skilst hevur Landsbókasavnið fleiri brøv til frú Heilmann, sum kundu verið áhugaverd í hesum sambandi. Okkurt bræv er við á framsýningini og umboðað á yvirlitstíðarrøðini við myndum og tekstbrotum, sum hongur á framsýningini – har er m.a. eitt bræv frá myndahøggaranum, Janusi Kamban, har hann eggjar frú Heilmann til at framsýna í Føroyum. Flora Heilmann var jú prestafrúa – tað var tá í tíðini ein positión, ið kundi hava við sær nógvar skyldur. At megna yvirhøvur at tekna og mála í eini slíkari støðu er í sjálvum sær eitt bragd. Sum flestum kunnugt var leikluturin hjá kvinnum skerdur ella samfelagsdefineraður til at ganga fyri seg í heiminum, halda hús og ansa børnum. Kunstakademi var eittans til mannfólk tá í tíðini. Hetta var m.a. orsakað av croquistekningini, tí tað sømdi seg ikki hjá kvinnum at tekna eftir nakinmodel, hildu teir. Í 1876 varð ein privatur danskur Tegne- og Kunstindustriskole for Kvinder stovnaður av Vilhelm Klein, sum samstundis staðfesti tað, sum øll hildu seg vita: ”At kvinder har samme Ævner som Mændene, vil næppe nogen paastaa”.

Blómumálningar

At blómu- og fruktmálningar gjørdust vanligasta myndevni hjá listakvinnum varð treytað av, at hesar myndir mintu um brodering, sum var góðkent húspjak hjá konunum í borgaraskapinum. Í fleiri tekstum á netinum, t.d. gravsted.dk og wikipedia, men eisini í biografi hjá Weilbach Kunstnerleksikon verður dentur lagdur á, at Flora Heilmann ikki fekst við list í Føroyum ella at hon byrjaði aftur, tá hon flutti til Danmarkar. Hetta kundi verið ein orsøk til, at hon ikki verður tikin uppí, tá vit tosað um stovnararnar av føroyskari myndlist. Hinvegin havi eg ilt við at fáa tað til at passa; eitt nú eru tekningarnar á Landsbókasavninum dagfestar frá 1897 til 1931. Men googlar mann navnið á listakvinnuni, finnur mann lættliga fleiri blómumálningar men eisini føroyskar landslagsmálningar so tíðliga sum í 1897.

Siðsøgulig myndaskráseting

Fyrst í 1920´unum kom Flora Heilmann aftur til Føroya og komandi árini málaði hon vatnlitsmyndir av føroyskum landslags- og bygdamyndevnum. Flora Heilmann búði fast í tíggju ár í Føroyum, men var síðani her í fleiri umførum og vitjaði vinfólk og málaði – líkt er til, at hon fleiri ferð hevur fingið ferðastyrk frá danska undirvísingarmálaráðnum til at fara til Føroya at mála. Í Ársfrágreiðing 1995 Føroya Landsbókasavn siterar Martin Næs listakvinnuna, sum greiðir soleiðis frá: ”Jeg så da med Vemod, at det gamle og skønne og poetiske samt kulturmæssigt set værdifulde var i Begreb med at forsvinde. Som Følge heraf fik jeg den Tanke, som efterhånden har fæstnet sig mer og mer hos mig, at jeg burde forsøge endnu engang at komme tilbage til Øerne for at iværksætte grundige Studier over og tilvejebringe Akvareller og Tegninger og studier i Olie – så vidt mulig, af af alt det, som er i Færd med at forsvinde”. Fleiri av myndunum á framsýningini eru myndalýsingar av gomlu Føroyum við denti á tað siðbundna í húsabygging, klæðum, prýðislutum og búnýti.

Viðmæli

Satt er, at nógvar av myndunum á framsýningini í Landsbókasavninum hava størri siðsøguligt enn listaligt virði, men inn í millum eru eisini hugfarsligar landslagsmyndir, sum mugu metast á jøvnum føti við tær hjá teimum listamonnum, sum vit nevna undangongumenn í føroyskari list – harumframt síggjast fleiri málningar til sølu á internetinum, m.a. ein flottur málningur av Ónagerði frá 1897 í sama náttúruromantiska stíli sum Niels Kruse málaði. Men yvirhøvur – tá eg hyggi at myndunum hjá Floru Heilmann og síggi nær tær eru signeraðar, má eg undrast um hvussu lítlan ans, vit hava sýnt Floru Heilmann sum undangongukvinnu og stovnara av føroyskari myndlist. Orsøkin er kanska okkurt slag av misskiltum tjóðskaparligum fyriliti, tí hon er donsk, hetta at vera konufólk hevur neyvan verið til fyrimuns og harumframt hava vit ikki nógva gransking innan myndlist yvirhøvur. Hvussu er og ikki – longu í 1923 hevði Flora Heilmann listaframsýning í Havn – tað var í H.N.Jacobsens Bókhandli og í Tingakrossi verður framsýning viðmæld við hesum orðum ”Enhver der har Interesse for og Forstaaelse af Kunst, bør aflægge Fru Heilmanns Udstilling et Besøg”. Eg kann bara taka undir við Kristini í Geil og viðmæla øllum at fara at hyggja at framsýningini á Landsbókasavninum. Í summar fram til 15.august er opið klokkan 10-14 á Landsbókasavninum, sum eisini hevur eina framsýning um tey 12 eintøkini av fyrstu føroysku bókini, "Færøiske Qvæder” hjá H. C. Lyngbye.