Mentan og list í 2022
/Tað er týsdagur triði januar - jólateljiljósið stendur kalt og stadnað í vindeygakarminum og er brádliga farið at síggja út sum fjákut órudd saman við restini av tí áður so glæsiliga jólapyntinum. Tað er januar og havragrýnstíð. Uttanfyri skýmir næstan áðrenn tað lýsir í. Tað er januar og hann er júst sum hann plagar, eirindaleysur uttan aðrar glottar enn onkra hendinga øra ætlan um klænkingarkur og annað feittbrennarí. Í morgunsendingini í útvarpinum í morgun vóru teir annars so kátu morgunvertirnir so mikið mótfalnir, at teir fóru í holt við ramsa upp allar feriudagar í 2023 líkasum messandi upp móti voldemortsku januarniðuni - men eg veit ikki um tað hjálpti, minnist bara, at tey søgdu, at ólavsøka verður fríggjadag og leygardag og tað er eitt sindur meh.
Men tjúgutrýogtjúgu klingar ikki nógv meira futuristiskt enn tveyogtjúgu ella øll hini árstølini í hesi øldini. Meðan krúnusóttin herjaði á fyrsta sinni spáddu summi tjúguni at gerast okkum eitt veitslukent tíðarskeið eins og eftir Sponsku sjúku, men gakk. Hesi tjúguni minna yvirhøvur ikki um brølandi stuttliga tíðarskeiðið við konstantum ballsting, náttklubbaroki, syrutum surrealismusjónum og garvillum charlestondansi. Mann fær tann keðiliga tanka, at vit møguliga hava droppað uppsvingið og eru kavað beinleiðis niður í depressiónina við kríggi, ótta og pengamangul. Tað góða við at vera á botninum sigst vera, at so slepst ikki longur niður og tann støðan er rímiliga stabil um ikki annað, havragrýn er gott og annars kann eldur kykna í gamalt fýrverk – tað segði hann í øllum førum í útvarpinum. Nú tey sendu ”Árið, ið fór í mentan” lurtaði eg spent – var sjálv onnur at greiða frá myndlistaárinum og tað gekk skjótt fyri seg. Gamaní gongur eitt ár skjótt, men at klára alt uppá so stutta tíð er ikki lætt, tí tað er kortini hent nógv á listaøkinum, tá mann fer at hugsa seg um. Kortini er tað gott, at tey í Nón skipa fyri einari yvirlitssending fyri mentanarárið, tí ein tílík samanumtøka jú eisini minnir okkum á hvussu dýrabær listin er.
rannvá kunoy un éclat de soleil 2022
Í París
Mítt 2022 var, sum eg segði í sendingini, serstakliga hendingaríkt og mest myndlistaligt; eg upplivdi flóvisliga fáar konsertir og allir teir mongu góðu filmar hjá Filmsfelagnum, sum fóru framvið… Ei heldur upplivdi eg ársins mest fagnaða sjónleik, Lykkenborg, hevði atgongurmerki, men fekk corona sama dag.
Eg kurateraði átta framsýningar í 22 og skrivaði nógv fleiri greinar og bókatekstir um føroyska og útlendska list. Árið byrjaði stórsligið við framsýningini Un Éclat de Soleil í Le Bicolore í París. Tað var ein framsýning um ljós, ið fevndi gongdina í føroyskari málningalist frá 20. til 21.øld frá figuratión til abstrakta list. Við á framsýningini vóru verk hjá Ingálvi av Reyni, Zachariasi Heinesen, Hansinu Iversen og Rannvá Kunoy. Útgangsstøði var tikið í sálminum hjá Kingo Som den gyldne sol frembryder, har sólarljósið og glæman fær serliga megi orsakað av myrkrinum rundanum. Ljósið hevur havt ein týdningarmiklan leiklut í føroyskari myndlist heilt frá byrjan og er hetta sjálvandi knýtt at landslagnum, ið hevur verið høvuðsmyndevni. Men í roynd og veru er ljómandi ljósið og skæru litirnir í føroyskari myndlist eisini ávirkað av franskari myndlist umvegis danska Kunstakademiið í Keypmannahavn, sum í nógv ár var staðið, har føroysk listafólk fingu sína útbúgving. Her var tað, at áhugin kyknaði fyri franskari list og fyri París, hagar danskir professarar og listafólk ferðaðust fyri at uppliva franskar fyrimyndir. Millum hesar var Aksel Jørgensen professari, sum við íblástri í impressionismu og serliga listarligum hugskotum hjá Paul Cézanne menti ein koloristiskan flatumálning, ið fekk stóra ávirkan á føroyska myndlist og grundaði eina serliga glitrandi kolorismu, sum enn glógvar í føroyska málarínum. Áðrenn framsýningina varð eg ávarað um atfinningarsamar franskar ummælarar, men tá av tornaði vóru teir sera blíðir allir sum ein – eitt úrval kann lesast niðast í hesi greinini: https://www.listaportal.com/tidindi/2022/1/24/sum-gjgnum-sortar-skggja
olaf johannessen takkar fyri heiðurin
Mentanarheiður
Sjónleikarin Olaf Johannessen fekk Mentanarvirðisløn Landsins og segði tað vera størsta heiður í eini væl fyrireikaðari og frambornari takkarrøðu. Sjálvt um upphæddirnar á Mentanarvirðislønunum hvørki eru prístalsreguleraðar ella á nakran annan hátt hækkaðar í mong harrans ár, er eingin ivi um, at hesar virðislønir framvegis eru til stóran heiður hjá móttakarunum, sum umframt Olaf vóru Guðrun Ludvig og Guðrun Rógvadóttir, ið fingu Heiðursgávu landsins og Martin Joensen, sum fekk Serstøku virðisløn landsins. Júst hetta við heiðrinum er grundleggjandi partur av Mentanarvirðislønunum, sum á hvørjum ári vekja stóran ans - hátíðarhaldið verður jú varpað út beinleiðis. Sum sjónvarpsproduktión er hetta hátíðarhald ein avbjóðing m.a. tí mann ikki skal filma áhoyrararnar – tá hevði verið ov lætt at gitt. Fleiri hildu tróttarfagnaðarsendingin vera eina meira undirhaldandi seinding og tað kann vera. Men hetta, at at mentanarvirðislønarhátíðarhaldið á hvørjum ári verður varpað út beinleiðis í Kringvarpinum er týdningarmikið og er ein váttan um ta virðing, vit sum samfelag hava fyri Mentanarvirðislønunum og tess móttakarum.
Í røðu síni til drottningina í sambandi við fimti ára hátíðarhaldið avdúkaði danski statsministarin 14.januar, at gávan frá fólkatinginum er ein listagáva. Talan er um eitt listaverk, ið skal setast upp við Norðurbryggjuna í Keypmannahavn. Tríggjar listakvinnur skulu gera verkið í felag, danska Gudrun Hasle, grønlendska Jessie Kleeman og føroyska Hansina Iversen.
Yrkjaraheiður og almennar mentanaríløgur
Yrkjarin Beinir Bergsson varð í uppskoti at vinna bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins og fekk sera nógva umrøðu í Danmark í DR og Weekendavisen, har hann fekk eitt fyri føroyskar bókmentir sjáldsama eldhugað ummæli. Listafólkalønina fingu Katrin Ottarsdóttir, Anker Mortensen og Ria Tórgarð. Maria Guldbrandsø Tórgarð, fekk gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum fyri 2021, Alda Mohr Eyðunardóttir fekk gávugóðsið fyri 2022. Endamálið hjá Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum er at stuðla og eggja ungum fólki við listaligum hegni til útbúgving. Stovnsfæ grunnsins er arvur eftir Thorvald Poulsen á Steinum sambært testamentinum hjá honum. Kim Simonsen fekk starvløn í hálvt ár frá Mentanargrunninum og undirritaða, Kinna Poulsen fekk eitt ár til verkætlan um samtíðarlist í Føroyum. Mentanargrunnur Landsins letur einaferð um árið stuðul til starvsløn og íverksetan. Grunnurin fekk 118 umsóknir, og søkt var um knappar 33,5 mio. kr. Grunnurin læt í ár slakar 3,5 mió kr. til starvslønir og íverksetanarstuðul. Tilsamans vóru 107 mánaðir veittir sum starvsløn fyri 2022.
Legat og virðislønir
Í desember varð boðað frá, at ein gávurík føroysk listakvinna, Anna Malan Jógvansdóttir var í hópinum, tá VELUX grunnurin gav seks rithøvundum í ríkisfelagsskapinum legat til skriviuppihald á universitetum í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Tankin við verkætlanini er at styrkja samskiftið millum londini og millum hugvísindi og skapandi list. Umframt Onnu Maluna Jógvansdóttir fara Sørine Steenholdt, René Jean Jensen, Peder Frederik Jensen, Alen Meskovic og Maja Lee Langvad at flyta inn á hvør sítt universitet, har tey fara at skriva.
Virðisløn M.A.Jacobsens fyri fagrar bókmentir varð latin Carl Jóhan Jensen fyri tríverkið Terningar, Sær ein fuglabók av gloymsku og Vatn er ein vátur logi. Um síðstnevndu stóð skrivað her á Listaportalinum: ”Nýggja bláa bókin hjá Carl Jóhan Jensen, Vatn er ein vátur logi fullger sermerktu og ambitiøsu triologiina hjá skaldinum, har tilveran verður kruvd og kannað og sett saman aftur á nýggjum við orðum og setningum eins og viðkomandi listaverk...Á hillini standa hesar tríggjar bøkurnar nú sum eitt sermerkt trikoloristiskt monument í nýggjari føroyskari bókmentasøgu, Eitt serstakt listarligt univers á tremur í listarligum og formligum tilviti og nýhugsan við søgum um nívandi einsemi, óndskap, tilvild og aðra eksistentiella elendigheit..”
Dánial Hoydal og Annika Øyrabø vunnu Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri bókina "Abbi og eg og abbi", ið snýr seg um ein abba, sum broytist og er farin at gloyma. Bókadeild Føroya Lærarafelag gav út bókina í 2021, sum eisini vann M.A.Jacobsens Barnamentanarvirðisløn. Útnorðurráðið lýsti í tilnevningini Abba og eg og abba soleiðis: ”Dánial Hoydal varpar við bókini ljós á eitt eymt og viðkomandi evni á ein virðiligan og barnavinaligan hátt. Lætt og sakliga gevur bókin høvi at práta um demens, sum rakar nógvar familjur. Dánial Hoydal dugir væl at lýsa tað álvarsama saman við eitt sindur av skemti og løttum orðaspæli, so at vónin sleppur at liva. Tað ger tað lættari at skilja og tosa um tað, sum tyngir. Annika Øyrabø dugir kynstri at skapa eina søgu bara við myndum. Við skuggum og dýpd skapa hennara pappírsklipp eitt trívíddar rúm, sum gevur lesaranum kensluna av at gerast eitt við søguna um dreingin og abban. Frá sjónarhorninum hjá dreinginum, síggja vit hvussu orð og gerðir hjá abbanum broytast, so hvørt sum hann byrjar at gloyma. Við einføldum orðum og spælandi stíli lýsir Dánial Hoydal broytingina og serliga sambandið millum teir báðar. Í eini annars vónleysari støðu, merkist ein hiti og gleði”.
hanni bjartalíð (2022)
Hanni Bjartalíð
Árið hjá Hanna Bjartalíð var listaliga munagott. Hann framsýndi fleiri ferð í Steinprenti. Í mars hevði hann eina framúrskarandi serframsýning, sum eg lýsti við hesum orðum: Listaverkini tykjast ómetaliga einføld og avklárað og eru tað, tey eru. Tað er bara, tá mann skal seta orð á verkini og lýsa hvat tey eru og gera, at mann varnast hvussu komplekst og fjølbroytt og øðrvísi tey eru – á tremur av mótsetningum, so stuttlig, at tú brestur í sjóheitan grát, so fitt og hugnalig, at tað rennur tær kalt niður eftir rygginum, so vakurt, at tað er til at fáa nervasamanbrot av. Myndamálið hjá Hanna Bjartalíð kann tykjast naivt ella góðvarið, men hevur ongantíð verið tað. Tvørturímóti er hesin listamaðurin serstakliga tilvitaður um sítt úttrykk, sítt tilfar og vísir allar listaligar snildur í listaverkum, ið bert við allarfyrsta eygnabrá tykjast vandaleys og vøkur. Soleiðis eru tey skapað. Ivaleys. Halda vit. Avmarkaða støddin av hansara verkum skapar tryggleika hjá áskoðaranum, sum torir at nærkast teimum, so vit standa heilt tætt við nøsini í myndarúminum og hyggja. Pastellitir komponeraðir í yndisligari heild geva okkum eina kenslu av fullkomnari harmoni, okkurt er stuttligt, vakurt, fitt, herligt og dukkuhúskendu smálutirnir sipa somuleiðis til eina óttaleysa barnaverð, sum mann eina løtu kann njóta og hugsa afturá. Men so kemur hann sníkjandi – tómleikin, tað krakeleraða, imperfektiónin, skeivleikin, tað slitna, tað løgna, tað ókenda í tí kenda og har standa vit við nøsini upp móti Das unheimliche.
Í apríl var yrkingaupplestur í Steinprenti og ein pop up listaframsýning við orðum og myndum hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger og Claus Carstensen. Nakað seinni á árinum hongdi Lív Maria Róadóttir sína yrking LANDSSTÝRISMAÐUR upp á ein vegg í miðbýnum í Havn. Sjálv uppsetingin, installeringin av yrkingini var listarlig og harmoneraðu við veggin, har hon hekk - fullur sum hann er av rust-sárum av hundraðtals plakatum og uppsløgum. Talan var um eina aktivistiska, politiska yrking, sum var grundað á m.a. America hjá Ginsberg og kanska riggaði hon – í øllum førum varð landsstýrismaðurin koyrdur og restin er søga.
Hansina iversen beauty is in your mind 2022
Hansina Iversen og Arnold Vegghamar
Á grækarismessu læt framsýning hjá Hansinu Iversen upp í Víngarðinum við stórfingnum drama, glitrandi ljósi, men eisini lýsandi myrkri og vakurleika í málningum og steinprentum. Framsýningarheitið Beauty is in Your Mind er eitt sitat frá listakvinnuni, Agnes Martin, hvørs verk og tankar um list inspirera Hansinu Iversen. Sitatið er knýtt at eini hending, tá ein smágenta gjørdist hugtikin av eini rósu inni hjá Agnes Martin. Listakvinnan spurdi gentuna um hon helt rósuna vera vakra. -Ja, svaraði gentan, rósan er vøkur. Síðan tók Agnes Martin rósuna og helt henni aftan fyri ryggin og spurdi síðan gentuna uppaftur, um hon enn helt rósuna vera vakra – Ja, svaraði gentan, rósan er enn vøkur. – ”Skilir tú”, segði listakvinnan við smágentuna; ”vakurleikin er ikki í rósuni, vakurleikin er í tínum sinni”.
Í mars framsýndi Arnold Vegghamar í Gallarí Havnará í Havn. Hann byrjaði at mála longu í 50´unum og var ein av næmingunum á navnframa Listaskeiðnum, sum Ingálvur av Reyni, Jack Kampmann og Janus Kamban skipaðu fyri á vetri 1958-59. Sum kunnugt hevur Arnold Vegghamar arbeitt sum gullsmiður, hann er sjálvlærdur listamaður, ið seinastu mongu árini hevur málað burturav sum yrkislistamaður. Stóra framsýningin, sum var í Listasavni Føroya í 2010 var lutvíst afturlítandi og har sást menningin hjá Arnold Vegghamar frá naturalistiskum, impressionistiskum og koloristiskum pointillistisku landsløgum til teir fínu einføldu málningarnir, sum hann hevur málað hesi seinnu árini. Hann mátti verið eitt upplagt evni til Listavirðisløn Nólsoyar Páls, sum Klaksvíkar Kommuna letur ella plagdi at lata.
Landslagið umaftur
Í Listasavninum var framsýningin “Landslagið í broyting”, sum eg lýsti við m.a. hesum orðum: Fátt man vera fagnað í Føroyum sum okkara landslag. Tá ymisk afturvendandi veður- og ljósfyribrigdi so sum kavi, sólarris, norðlýsi ella vesturskin gera um seg, er heilt galið. Tá eru sosialir miðlar á tremur í náttúrumyndum, vit eru so errin sum kundu vit sjálvi havt uppfunnið og skapt landslagið. - Í veruleikanum er føroyska landslagið so mikið trivialiserað, at tað stadnaði til klisjé fyri langari tíð síðan. Tískil er landslagið (líka sum havið, bygdin osfr) eitt slitið útgangsstøði at brúka sum framsýningartema - ikki ikki bara á teirri føstu framsýningini á Listasavninum, men eisini á serframsýningum sama stað. Her er ein ávísur vandi fyri, at verkætlanin gerst so ovurtýðilig og pedagogisk, at listalig mál og dygd koma í aðru røð. Kreativa landslagið á balkongini, har listsøguliga menningin verður lýst í tíðarrøð við ymsum tilfarum er stuttlig – ikki minst hjá børnum. Og nettupp barnapjátur var tað fyrsta, sum hoyrdist í tí eg trein innar í Listasavnið, har fleiri borð eru til taks hjá børnum, har tey kunnu klippa, klistra og tekna. Tað er gleðiligt, at børn verða boðin inn á okkara listasavn – vit skulu bara minnast til, at eisini tá tað snýr seg um børn (serliga tá) er listarlig dygd tað týdningarmesta. Okkum nýtist hvørki at tosa hart ella at tala til børn um list, sum skiltu vit betur enn tey – har eru vit vaksnu ofta trekari enn tey.
Danskir grunnar verða í vaksandi mun brúktir til fígging av føroyskari list. T.d. stuðlaði Ny Carlsbergfondet Listasavni Føroya við eini góðari millión til listainnkeyp. Átta listaverk eftir Sigrun Gunnarsdóttur, Edward Fuglø, Aldu Mohr Eyðunardóttur, Astri Luihn, Brand Patursson, Súsan í Jákupsstovu og Titu Vinther vóru harvið partur av savninum. Karina Lykke Grand, stjóri var takksom fyri stuðulin: “Vit eru ótrúliga glað fyri, at Ny Carlsbergfondet velur at játta eina so stóra upphædd til at keypa føroyska list. Tað er av stórum týdningi, at Listasavn Føroya leypandi kann leggja nýggj høvuðsverk aftur at samlingini og á henda hátt vísa tað besta av føroyskari list. Stuðulin fer til at keypa stór, týdningarmikil verk, ið øll eru rættiliga nýggj – tey eru frá 2006 til 2022. Fjølbroyttu verkini eru við til at styrkja samlingina og vísa fleiri rák innan føroyska list.”
Bruno Mikael Eysturstein (2022)
Orsakað av umvæling læt ársins Várframsýning eitt sindur seint upp í Listasavninum 24.juni, har vóru 25 framsýnarar. Av hesum var meira enn helvtin ikki myndlistafólk burturav – summi starvast innan onnur listaøki og onnur eru áhugafólk. Sostatt var framsýningin átøk eini Ólavsøkuframsýning, sum vit altso hava fingið tvær av um árið - tann eina er stýrd av Listafelagnum, hin av Felagnum Føroyskum Myndlistafólkum. Og sjálvt um talan eru um eitt sera festligt tiltak við nøkrum góðum verkum, røðum, mati og drekka og góðum lagi, vágaði eg í mínum ummæli (einaferð enn) ljósasløkkjarapositiónina við at staðfesta, at tað sum heild verður ov nógv framsýnt í Listasavni Føroya við ov lakari dygd.
Trom
Krimi er ein merkiliga kensluleys sjangra og tí kendist tað løgið, at fleiri ummælarar funnust at nýggju røðini ”Trom” fyri vantandi kenslusemi. Tað tjóðskaparliga fyllti heilt nógv í føroyska kjakinum um røðina, sum gekk heitt allastaðni millum gomul og ung – tað var næstan sum fyrr í tíðini, tá øll hoyrdu og sóu somu sendingar, tí rásin var eittans. Eg ætlaði bara at hyggja eftir einum einstøkum parti, men fekk meg ikki til at sløkkja fyri krimirøðini, ið sum heild var flottari og meira føroysk enn eg hevði væntað. Har lá eg í tímansvís á sofuni og tráhugdi at ”Trom” – men tað var ikki so nógv orsakað av plottspenningi. Eg hugdi at lýsingini av føroyska samfelagnum, teimum ymisku húsunum og heimunum við møblum og lutum, ið sum heild hóskaðu sera væl til persónarnar, teirra lyndi og lønarstig. Og eg hevði tað í grundini ikki heilt øðrvísi, tá eg fyrst í hálvfemsunum slúkti bókina ”Blíð er summarnátt á Føroyalandi” (1990) hjá Jógvani Isaksen, sum ”Trom” partvíst er bygt á – harumframt hevur Tórfinnur Jákupsson, ið skrivaði krimirøðina saman við Donna Sharpe, tikið støði í bókunum, ”Gráur oktober”, ”Krossmessa” og ”Norðlýsi”. Tað kann væl vera, at summir leikarar spældu betur enn aðrir - Olaf Johannessen er fullkomiliga framúrskarandi. Men Mariann Hansen spælir eisini sera sannførandi og tað sama er galdandi fyri ikki minst tær ungu kvinnurnar í røðini, Helenu Heðinsdóttir og Sissal Drews Hjaltalin. Danski høvuðsleikarin, Ulrich Thomsen er frá fleiri síðum kritiseraður fyri kensluloysi og vantandi mimikk, eg veit ikki hvat fólk hava væntað. Tá tað kemur til andlitsbrá er Ulrich Thomsen eins minimalur sum hann er genialur. Tað er hansara velduga faðiruppgerð, ið ber geniala filmin, Festen, har hann fær fleiri nervasamanbrot og hysterisk herðindi uttan at nakað sum helst hendir við andlitinum. Kortini er senan, tá hann vaðar inn móti landi við ókendu dóttrini í ørmunum, ein tann mest rørandi í allari røðini, flott fotograferað sum ein modernað pietá.
8.mars læt upp framsýning við verkum hjá Guðrið Poulsen, Miu Smith, Turið Teitsdóttir, Rannvá Mortensen, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Fríðu Berg í Gallarí Havnará. Verkini hjá Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard líkjast abstraktum tekningum við eini fínari livandi striku, sum so vísir seg at vera myndað úr fínari, bundnari ull og tykjast um somu tíð skroypilig og sterk.
Matur og list
Á ROKS er myndlist bæði uttan og innan. Tað er listamaðurin, Tóroddur Poulsen, ið hevur gjørt listaverk til matstovuna og sum harumframt hevur teknað búmerkið, prýtt vínkort, fyriklæði, mat, vínskrá og júneymit – sjálvt inni á vesinum ber til at njóta listina hjá Tóroddi Poulsen, tí eisini har svimja ymiskir pussfiskar á vegginum. Yvirhøvur eru listamaðurin og matstovan eitt sjáldsama gott match, tað síggja vit á myndevnunum, men serliga á stílinum og dygdini. Eins og ROKS er Tóroddur eisini serføroyskur og altjóða í senn. Listamaðurin tykist hava tikið myndevnisliga støði í matskránni, tí har eru nógvir fiskar og sjógæti á myndunum, m.a. ein nokk so herligur høgguslokkur, sum hevur gløs við víni á øllum tentaklum.
Bárður Jákupsson
Í mai hevði Bárður Jákupsson framsýning í Steinprenti Summar av myndunum hjá Bárði Jákupsson eru figurativar, onkrar illustrativar, meðan aðrar eru rættiliga abstraktar og kagað vit í bøkurnar, sum eru skrivaðar um hann, eru serliga oljumálarí og akvarel hansara høvuðstøkni, tó at steinprent eisini verður nevnt. Eina tíð hevur Bárður av ymsum orsøkum arbeitt við hús og ikki í atelierinum. Hetta sigur hann vera orsøkina til, at hann er farin í holtur við at skera linoleum, ið er høgligt at fáast við – eisini á stovuborðinum. Tað liggur væl fyri hjá Bárði at skera linoleum - bleyta plátan er sum skapt til hansara mjúku bylgjandi linjur, sum hann hevur nýtt til tess at lýsa gongdina í Brúsajøkilskvæði í eini røð við seks linoprentum. Listamaðurin hevur lýst hendingarnar í kvæðinum skemtiliga og rokaliga við klassiskum myndamáli, ið bæði fær okkum at hugsa um ornamentini í landsløgunum hjá Elinborg Lützen og tey stuttligu trøllini hjá Williami Heinesen, men strikan er tann hjá Bárði, sum summi okkara lærdu at kenna fyri næstan fimti árum síðani í eini kritahvítari kettlingabók.
Eitt verk hjá jón sonna jensen og rosé til vernissage
Jón Sonni Jensen
Jón Sonni hevur havt nógv um at vera í listaárinum, ið fór. Hann hevur tikið lut á fleiri framsýningum m.a. MECHANICAL POSES í Víngarðinum, sum eg lýsti við hesum orðum: Ein røð av skapilsum hanga á vegginum eins og skulpturel relieff. Tey eru øll snarað og boygd avbrigdi av klassiska byggilistaliga súluskapinum, hvørs rørslur síggjast í tilfarinum eins og bylgjur ella rukkur. Verkini bera brá av onkrum mekaniskum ella funktionellum; rørum og installatiónum. Samstundis er eitt týðiligt organiskt brá yvir teimum kúputu ella innskaraðu formunum. Yvirflatan er matt, mjúk og aðrastaðni blonk og sýnist sum heild sera varierað. Verkini hava eitt hugtakandi sansaligt at kalla hedonistiskt brá, ið verður undirstrikað av ljósareyða litinum, ið gongur aftur í fleiri av verkunum á framsýningini. Ljósareytt er ein serstakur litur, sum bæði signalerar húð og kropp og og nakað, sum beint tvørturímóti er ónatúrligt og kulturelt…
Túsundáraritið
Í mai kom Túsundáraritið, sum er eitt listablað hjá Gwenaël Akira Helmsdal Carré og Sigmund V.P.Zachariassen.við 200 hondnummereraðum eintøkum. Eg havi blaðað í mínum eintaki, sum er nummar 136 og er ein poetisk kollasja við umskarandi myndum av øllum møguligum slag og setningum, sum kunnu hava samband ella ikki við myndatilfarið. Róð verður fram undir ymsar samanhangir, ið tó ikki verða forkláraðir. Kanska kunnu myndirnar lýsast sum estetiskt øvugtar av teimum náttúruyndisligu fotomyndunum, vit eru von við frá Instagram og ferðafólkaídnaðinum. Dentur tykist vera lagdur á underground, grafitti og órudd, men so er eisini ein ordiliga flott yacht í rokanum - hon siglur onkrastaðni í suðurlondum við órógvandi tekstinum Hví eri eg her? Tingini verða vend við og fremmandgjørd, meðan óruddið hinvegin fær virði og meining eins og eykalutir, ið skulu brúkast seinni.
flora heilmann
Á Landsbókasavninum vóru myndir hjá listakvinnuni, Floru Heilmann framsýndar. Av tí, at innrammaðu myndirnar verða framsýndar í glasmontrum, er eitt sindur ríkiliga nógv av glasi ímillum mynd og áskoðara, men framsýningin er kortini áhugaverd av tí, at talan er um verk hjá einum av okkara listaligu grundleggjarum og tað fari eg sjálv at hava við mær í komandi undirvísing og miðlan. Lesið meira um framsýningina her https://www.listaportal.com/tidindi/2022/8/3/slbrtarin-flora-heilmann-150-r
Á Sjómannadegnum í Klaksvík skipaðu Súsan í Jákupsstovu og Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard fyri eini listaframsýning á Spinnarínum, har eisini framløgur vóru. Har vóru verk eftir Astrid Andreassen, Ásu Hátún, Poulinu Jóannesardóttir, Súsan í Jákupsstovu, Ragnhild Hjalmardóttur Højgaard, Jórun Høgnesen, Guðrun & Guðrun, Thorup Copenhagen og Neysting. Í Gamla Seglhúsinum var nógv virksemi í 2022. Átta listamenn høvdu framsýning har m.a. Torbjørn Olsen og Heðin Kambsdal.
Barbara í Gongini
Ein áhugaverd framsýning var MUTATIONER hjá Barbaru í Gongini og soninum, Hauge í Gongini Djernis, ein uppliving á Norðurbryggjuni, ið um somu tíð var stórbær og sorgblíð og fekk meg at hugsa, at eitt tíðarskeið er av. Sjálvt um tey framsýndu designini hjá Barbaru ikki sýnast serliga gomul, so hava flest teirra fleiri ár á baki og tessvegna er talan jú um eina partvíst retrospektiva framsýning og tað var serligt í sjálvum sær at vera til eina retrospektiva Barbara í Gongini framsýning!!! Avantgarde og retrospektiv í einum – frammanfyri og aftanfyri í senn. Hauge er uppvaksin í Keypmannahavn, men heldur sjálvur, at Føroyar hava týdning fyri hann sum hálvan føroying. Eg havi bara upplivað listina hjá Hauge í Gongini Djernis einaferð áður – tað var á teirri áhugaverdu framsýningini í Norðragøtu, Always Coming Home - OCEANIC CONNECTEDNESS. Hansara verk og framsýningin MUTATIÓNIR sýna sama áhuga fyri at seta saman tað talgilda og analoga og fleiri staðni er tað, tú heldur vera náttúra nakað annað. Náttúrufrumevni, klettar, sjógvur og okkurt, sum minnir um korallriv kunnu í veruleikanum vera úrslitið av talgildum og listaligum strategium og myndaglitchum.
randi samsonsen 2022
List í Miklagarði
Eina av teimum heilt stóru listupplivingum í 2022 hevði eg í Miklagarði so løgið tað ljóðar. Tað var ein ferðaframsýning av standmyndum hjá Randi Samsonsen, sum byrjarði í SMS. Heitið á framsýningini When will you come to see you like I do? stavar frá jazzlagnum “The Beauty of All Things” hjá Kurt Elling og Laurence Hobgood. Framsýningin fevndi um fimm stórar heklaðar standmyndir, sum eg lýsti við hesum orðum: Standmyndirnar eru bleytar og sýnast um somu tíð einfaldar og kompleksar, ítøkiligar og abstraktar, fjálgar og gátuførar. Tilfarið tykist banalt onkursvegna og minnir um barndóm og heklaðar grýtulappar samstundis sum verkini við sínum larmandi infunktionaliteti og monumentalu stødd heilt týðiliga eru annað og meira enn hugnalig. Í staðin tykjast tey ágangandi og full av ósøgdum spurningum. Tilfarsliga snýr tað seg um vondina, tað taktila í heklingini, hvussu vit sansa tilfarið, hvussu okkara húð minnist heklaðu yvirflatuna. Tilfarið er eisini hugsað sum mótsetningur til alt annað massaframleitt tilfar inni í matvøruhandlinum, ið fyri tað mesta er papp, plastikk og metal.
gudrun hasle
Gudrun Hasle
Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum hevur í fleiri ár verið ein listalig stórhending í Føroyum, sum listáhugað gleða seg til. Í ár var einki undantak. Inger Smærup Sørensen kurateraði framsýningina Jeg leder efter ordne hjá donsku listakvinnuni Gudrun Hasle. Listin hjá Gudrun Hasle hevur eitt hálvfjersaraligt feministiskt brá - her hugsi eg bæði um arbeiðshátt, seyming og brodering og um tað kvinnutematiska innihaldið, men sjeytiárini hómast somuleiðis í áhugaverda spenningsøkinum millum tað privata og intima í verkunum, ið eisini nerta tað politiska og monumentala. Tøkniliga kann listin hjá Hasle variera, men á framsýningini í Norðurlandahúsinum var talan um tekstillist og brodering; nógv av verkunum vóru myndað av orðum, sum eru broderað og seymað á myndaflatan. Stavingin avdúkar, at listakvinnan er orðblind, meðan setningarnir innihaldsliga spegla vantandi sjálvsálit og varhugan av ikki at røkka. Í verkinum ”Der er raler”, ið hekk aftarlaga í skálanum, eru 6 reglur, sum skulu fylgjast, ið allar hava krøv til intelligens, útsjónd, heimið, mammuleiklutin og listafólkaleiklutin. Regla 5 ”Jeg må ikke være trat” sigur okkum, at verkætlanin er órealistisk, tí tað ber ikki til vera perfekt á so mongum økjum.
EINKI HEITI
Tað eru somuleiðis hetta at vera menniskja og listafólk, sum heldur á at vera viðkomandi lýst í yrkingunum hjá Tóroddi Poulsen. Hann fær ómetaliga nógv innihald at rúmast í sínum reglum, ikki minst, tá hann snarar teimum á. Øvugtleikin er ikki bara orðaspæl, tvætl, spei ella hittinorð – her er ein týdningarmikil samanhangur millum háttalag og tað, sum hann roynir at siga og tað er í grundini ófatiligt hvussu hann støðugt megnar at orða hetta av nýggjum eisini í bók nummar 45, sum inniheldur 45 yrkingar ella har á leið. Sjálvmótsigandi heitið á yrkingasavninum EINKI HEITI vísir til eina hevd innan modernistiska list, har myndlistaverk eru uttan heiti. Hetta er aftur treytað av, at myndevni og funktión verður alsamt meira opið, har móttakarin støðugt fær størri leiklut og álit og tessvegna ikki nýtist eitt heiti til tess at skilja listaverkini. Orðingin sipar sjálvsagt eisini til listaliga universið hjá Tóroddi Poulsen, sum ofta brúkar sonevndar negatiónir sum kreativt útgangsstøði í yrkingum og myndum, har “einki” ella “ikki” eru afturvendandi. Tað áhugaverda við negatiónum er, at tær í grundini ikki upploysa týdning. Tá mann til dømis lesur um eitt træ, sum IKKI var har, verður semantiska tómrúmið, ið stendst av negatiónini merkt av hesum trænum ella fyribrigdinum, sum var nevnt í negativum skapi og tá verður tað ordiliga spennandi at vera lesari í einum meira abstraktum og óítøkiligum fatanarrúmi, ið er meira merkt av døggi, ljósstrálum, támi og varhuga enn av tí ítøkiliga. Yrkingin NÝBROT snýr seg um okkurt slag av umvæling, men hesa ferð ikki av eini standmynd ella nú ert tú eitt skip – skipið er í hvussu er í hvussu er ikki longur lossað við bókmentum ella siðsøgu. Hetta gongur fyri seg í náttúruni á bønum, har sóljur siga sannleikan við summardáar og kokkurin fer niður í maskinrúmið at heinta berjalyng meðan boð verða send eftir hornorkestrinum. Hetta er ein fantastisk yrking, ið minnir um eina listaliga installatión, sett saman av ítøkiligum og óítøkiligum lutum, ið mynda ein listaligan nýbygning, sum er meira enn bara eitt far.
I LET DIFFERENT LIGHT IN er ein sermerkt framsýning hjá Julie Sass, sum framvegis kann síggjast í Víngarðinum. Her framsýnir listakvinnan málningar og verk á pappíri, sum snúgva seg um ljós og skugga. Myndirnar eru abstraktar og dynamiskar við ferð á strokunum. Samstundis sum máliprosessin tykist spontan og vill, eru myndirnar merkt av gjølligari umhugsan – tú fært varhugan av einum serligum neyvleika í onkrum, ið samstundis er eins og ein ferð í tí ókenda. Hetta eru verk, tú kanst hyggja leingi eftir. Tá varnast tú hvussu sterkur myndabygnaðurin er, hvussu skroypilig javnvágin er. Litirnir eru tónaðir niður og vit uppliva eitt samandrigið árin við onkrum, ið kemur til sjóndar í myrkrinum og møguliga stígur fram eins og var tað veruligt. Í framsýningarheitinum staðfestir listakvinnan, at hon letur eitt øðrvísi ljós inn í myndirnar. Við tað, at svart er høvuðslitur í myndunum á framsýningini tykist orðingin øvug; sum kunnugt er svart fullkomiliga fyriuttan ljósvirði. Ljósið upp móti tí svarta verður silvurkent sum mann kann uppliva tað eina fullmánanátt.
fríða matras brekku
Framsýningin Myndaódnin 2022 er eisini framvegis at síggja í Steinprenti. Fyrsta framsýning av hesum slagi var í Steinprenti í 2009 og síðani hevur hon verið á hvørjum ári sæð burtur frá onkrum einstøkum koronufráviki. Framsýningin við verkum eftir fimtan listafólk tekur saman um nógva virksemið, sum hevur verið í Steinprenti í brátt farna ári. Tvey av verkstaðsfólkunum eru við á framsýningini. Tað eru Louise Aakerman Nielsen og Fríða Matras Brekku. Fyrrnevnda hevur í mong ár savnað saman eitt myndasavn úr bløðum og tíðarritum, sum hon tekur útgangsstøði í. Í onkrum førum snýr tað seg um kollasjur, ið eru yvirførdar til litografiska steinin. Hetta úrslitar í spennandi grafiskum verkum við fáum litum við denti á huglagið í rúmum, sum eisini ofta eru merkt av myndum í myndunum. Fríða Matras Brekku sýnir fram fínar smáar litblýants- og vatnlitsmyndir av fuglum og blómum við hópin av detaljum og litbrigdum ikki minst í litríku tulkingunum av irisblómuni, ið tykjast afturhaldandi og ótálmaðar í senn.
Í oktober var Geytin í Norðurlandahúsinum og í sjónvarpinum, har vit sóu filmarnar, harav fleiri vóru góðir, t.d. Ver her hjá Mariu Winther Olsen, Tokskinnarin hjá Terja Mohr og Sálarkvøl eftir Eir í Ólavsstovu. Síðstnevndi er ein heimildarfilmur um listakvinnuna Elina Josefinu Smith, hann bæði Geytan og Áskoðaravirðislønina. Við heiðrinum fylgja eisini ávikavist 40.000 krónur fyri Geytan, ið Runavíkar kommuna læt, og 30.000 krónur fyri Áskoðaravirðislønina, ið Tórshavnar kommuna læt.
Fríggjadagin 25. november kl. 17-20 læt fína framsýningin "Dear, my dear" upp í gomlu gentukostdeildini, sum er hølið hjá LISA í Hoydølum. Tað vóru ung norðurlendsk listafólk, sum framsýndu. Charlie-Vince Jakobson (SE), Melanie Kitti (SE), Albin Werle(SE), Vár Bænadikta Samuelsen (FO), Amanda F. Koch-Nielsen (DK) Alda Mohr Eyðunardóttir (FO) & Anný Djurhuus Øssursdóttir (FO).
Ragnhild hjalmarsdóttir højgaard - brot 2022-2023
BROT eitur ein hugtakandi framsýning av føroyskari samtíðarlist í stórum formati, sum hongur í Listasavninum inntil 16.januar. Framsýnarar eru: Alda Mohr Eyðunardóttir, Anný Djurhuus Øssursdóttir, Hansina Iversen, Jens Dam Ziska, Jóhan Martin Christiansen, Jón Sonni Jensen, Kirstin Helgadóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Randi Samsonsen, Rannvá Kunoy og Silja Strøm. Møguliga hava framsýnararnir havt ymiskar treytir, í øllum førum eru summi verk gomul, meðan onnur eru spildurnýggj. Nýggjasta verkið á framsýningini er ein veldug installatión hjá Jóhan Martin Christiansen úr stáli, glasi, ljósarmaturum, sitrónum, liljum og ymsum readymades lutum við heitinum Tú ert eitt blomstur og um veturin sakni eg teg. Verkið er myndað av fimm kassastrukturum úr reyðum stáli, sum eru gjørdir við atliti til rúmið og fyllir tað út so mikið væl, at støddin, mikilleikin er tað fyrsta, áskoðarin varnast – síðan mótsetningarnir millum tað popplætta og bleyta heitið og tað tunga og harða tilfarið. Meðan eg gangi runt um verkið hómi eg grafiska einfaldleikan og perspektivið í endurtøkunum av x-skapunum og teimum mongu javnfjaru linjunum í bæði stáli og ljósarmaturum og spakuliga birtist verkið fyri mær við sínum mongu undantøkum. Tað er eins og verkið framsetir eina stranga reglugerð, sum tað síðan ger alt fyri ikki at yvirhalda. Verkið er eins og eitt byggistillass, ið myndar eitt slag av palli til smáar uppstillingar við ymiskum tilfari. Her møtir reglusemi óreglusemi, mekanisk skap fevna organiskt tilfar meðan varandi møtir tí óstøðuga. Verkið er í sjálvum sær ógvuliga konkret og arkitektoniskt, meðan heitið og staklutir benda tann luftiga, poetiska, surrealistiska vegin við óregluligum uppstillingum, ið minna um nature morte í barokktíðini, men sum kortini hava eitt samtíðarligt brá við til dømis orkudrykkjum og sodavatnsfløskum, ið bæði kunnu sipa til likamligt haldføri og farnan barndóm. Verkið tykist modernað við tilfarsligum tilsipingum til 80´ini. Eg komi eitt nú í tankar um tær sansligu, sterku og skroypiligu fotomyndirnar hjá Robert Mapplethorpe av hvítum liljum, um slóðbrótandi og bersøgnu Marquis de Sade plátuna hjá Anne Linnet og um Náttarmaskinuna hjá Michael Strunge – yrkingina frá 1981, sum innlimar blinkandi neonljós, eksistentiellan fjáltur umframt nýromantisku býarfatanina hjá 80´araættarliðnum. Av tí, at verkið hjá Jóhan Martin Christiansen er so monumentalt sum tað er við endurtøkum og avbrotum, kemur áskoðarin lætt til at lesa dynamiskar hendingar inn í verkið eins og var tað ein søguframleiðandi maskina. Kanska er verkið um somu tíð eitt sorgblítt epitaf til barndóm og ungdóm og ein fagnaður av sjálvari lívsmegini, progressivu rørsluna, sum flytir menniskjað frá føðing til deyða. Jóhan Martin Christiansen hevur áður arbeitt við standmyndum og installatiónum og sama tilfari, men nú er hetta savnað í einum monumentalum høvuðsverki, ið peikar bæði aftur og fram í samlaða verkinum hjá listamanninum.
jóhan martin christiansen tú ert eitt blomstur og um veturin sakni eg teg 2022
marjun syderbø kjelnæs gentukamarið 2022
Gentukamarið
Leikurin Gentukamarið hjá Marjun Syderbø Kjelnæs var framførdur á Tjóðpallinum og eg skrivaði, at hann snýr seg um at blíva listafólk líka nógv sum hann snýr seg um at blíva kvinna. Vit áskoðarar varnast alt fyri eitt myndina av einum av tiltiknu kamarsmálningunum hjá listamytuni Vincent van Gogh, sum hongur í Gentukamarinum beint við tað reyða plastikkspeglið. Tað er herliga fýrsaraligt, eisini hasin serligi laksaljósareyði liturin á innbúgvinum í gentukamarinum. Tónleikurin er hugtølandi, bæði tann sorgblíði og til tíðir lagnutungi tematónleikurin hjá Joachim Holbek, sum er innspældur saman við føroyskum strúkarum, og tað herliga finska tangolagið móti endanum. Møguliga vóru tónleikasenurnar við bust sum mikrofon, eitt sindur langdrignar ella flóvisligar ella fjákutar, eg veit ikki, men tær vóru eisini afturkennandi stuttligar ikki minst, tá mann kennir tónleikin, t.d. fýrsaralandapláguna hjá Rose Laurens, Africa – eg eigi singleplátuna (!) og jú, tónleikurin hevði stóran týdning í gentukamarinum – alt tað eg minnist. “In dark, deep jungle I hear the wild drum/ My heart beats faster, knowing my time's come/ The voodoo master, waiting for nightfall/ Draws signs of magic on my white woman skin. – Altíð hesin forbrendi hugur at geva seg undir viljan hjá onkrum øðrum ella hvør var tað, sum vildi hvat - aftaná paradigmuskiftið eftir metoo er hetta í øllum førum ómodernað, men gentukamarið minnast vit og tað er ikki minst afturkennandi í fínu, neyvu scenografiini hjá Siggi Óli Pálmason. - Grundhugskotið um at fara aftur í gentukamarið at hitta seg sjálva er frálíkt. Eg skilji væl feministisku motivini í leikinum, men ímyndi mær, at bæði gentu- og dreingjakamarsuniversini ikki er eins afturlatin og tessvegna heldur ikki so óhugnalig sum tey einaferð vóru, nú samskiftið millum ættarliðini tykist nógv meira opið. Leikurin tvinnar fleiri søgur saman og tekur støði í eini tilveruligari kreppu hjá vaksnu konuni, ið er fráskild og hvørs fyrrverandi maður skal giftast uppaftur. Hon fer heim til síni gomlu foreldur og inn í sítt gamla kamar, har Veran bíðar eftir henni og konfronterar hana við gomlum og nýggjum ræðslum. Fyrst og fremst er tað kærleikin og óttin, sum bindur konuna. Tað er sum móðirdjórið í The Wall hjá Pink Floyd, sum uggar sonin og sigur “Hush now, baby, baby, don't you cry/ Mamma's gonna make all of your nightmares come true/ Mamma's gonna put all of her fears into you...”. Hatta elaklæna markið millum stundvísiliga umsorgan og sjúkliga stúran. Dukkurnar taka gentuna og konuna av ræði, móðirskyldan og skuldarkenslurnar lamma hana. Tann vakrasti parturin av leikinum er tann abstrakta paralellfrásøgnin um gentuna, sum vaks og vaks og bleiv so stór, at hon ikki passaði inn nakrastaðni. Í tí absurda endanum á søguni kenna vit umhvørvishøvundin aftur, men lýsingin av hvussu likamið á teirri risastóru deyðu gentuni nørir um fiskastovnar og fólkasálir, minnir eisini um onkra yrking hjá Tóroddi Poulsen. Tað var jú hansara Venclagrein um ummæli, sum var upprunin til Gentukamarið og eg haldi kanska, at hann hómast í einum av teimum mongu negativu røddunum í gentukamarinum. Til alla lukku tykist frásøgnin lyfta seg upp um persónligt agg og fornermilsi og hin søgan um gentuna við hugflognum, sum rakk longur enn til alt tað vanliga og sum lýgur seg meira áhugaverda, er eisini hjartanemandi. Í hesum universinum ræður skommin og Beinta Clothier spælir sín leiklut sum vaksna konan við hóskandi undirgeving og vónloysi. Hans Tórgarð lyftir somuleiðis sín velduga leiklut sum veran, ið er á palli longu áðrenn leikurin byrjar og allan vegin til endan. Hann er veran, sum tá hon vaknar, førkar seg sum ein dukka, men vaksur og verður ígongdsetari og innlimar alt tað, sum gentan og konan hava at stríðast við. Tað er tann innara røddin, sum ógvuliga sjáldan er mild og rósandi og sum krevur av henni, at hon skal siga sína søgu í trimum pørtum og tað ger hon eitt sindur treyðugt, men síðani kemur ferð á og vit uppliva eitt nú smá brot av tølandi ungdómsløtum sunnanfyri. Har kemur Bartal Augustinussen sum eitt frískt, musikalskt og stuttligt lot inn í innibyrgda gentukamarið.
Anker mortensen frá framsýningini hetta merkiliga lýsið í víngarðinum 2022
Listprýðing
Eg upplivdi eina ómetaliga væl eydnaða listprýðing hjá Anker Mortensen og Silju Strøm í nýggju politistøðini í Havn. Prýðingin hjá Anker Mortensen hevur felagsheitið “Vindurin blæsur hvar sum hann vil” – tað eru seks málningar, ið allar hanga í eini trappu. Myndirnar eru sera ymiskar, tann størsta og ovasta myndin er til dømis 300 x 500 cm til støddar meðan tann minsta er 5 x 5 cm. Ein hvít ikon við einum uvidenhedens sky er komin við og eitt pinkalítið gult prent, men annars er blátt høvuðslitur í myndunum. Listamaðurin greiðir frá, at málið var at skapa rò í einum umhvørvi, har ógvusligar og skakandi hendingar kunnu koma fyri og at blái liturin hevur tann eginleikan. Blátt er somuleiðis ein litur, sum Anker Mortensen er farin at brúka so nógv, at hann er vorðin høvuðslitur, bæði ultramarinblátt og parisarablátt í ymiskum blandingum, sum hann málar í fleiri løgum við rundleittum skapum, ið breiða seg kring allan myndaflatan í málningunum, sum bæði tykjast sansaligir og andaligir. Vindurin, sum blæsir sitatið er bíbilskt og kemur frá Johannes 3.8: ”Vindurin blæsur, hvar sum hann vil, og tú hoyrir dunið av honum; men tú veitst ikki, hvaðan hann kemur, og hvar hann fer; soleiðis er tað við einum og hvørjum, sum er føddur av andanum”. Tann stóri málningurin, sum hongur ovast, er eitt tað mest hugtakandi verið, eg sá í fjør og eitt høvuðsverk ikki bara í samlaða verkinum hjá listamanninum, men eisini í føroyskari myndlist sum heild og júst tí er tað spell, at hann hongur eitt sindur aftanfyri ein veggjakant – hetta eigur at verða broytt og eg havi skilt, at ætlanir eru um tað. Tó at talan er um ein oljumálning minnir málihátturin um fresco við týðiligum avmarkingum av teimum málaðu skapunum. Innanfyri hómast ein tysjandi riðil av teknum og tekningum við abstraktum figuratiónum. Kompositiónin er dynamisk við skapum, ið at síggja til bylgja á myndaflatanum. Bygnaðurin minnir um eitt landslag soleiðis sum vit síggja tað hjá Williami Heinesen t.d. stóra verkinum í auluni í Finsen, men eisini í málningum hjá Tommy Arge, har steinar og strukturur verður lýstur dekorativt við denti á eina artistiskt spælandi konturstriku. Hjá Anker verða fleiri av hesum tekningunum til einstakar figurar, ið minna um blómur, bátar og hús, teknað við barnsligum upprunaskapi. Okkurt er ljósareytt, limegrønt, turkis og violett, men heildin er ljómandi blá, óítøkilig við ullintum kantum og hjartanemandi vøkur.
Bæði Anker Mortensen og Silja Strøm arbeiða ofta við sera smáum formatum – tað er áhugavert at síggja hvussu bæði eru farin upp í stødd til hesa prýðingsuppgávuna í nýggju politistøðini – bæði listafólkini klára uppskaleringina sera væl. Málningurin hjá Silju mátar 208 x 340 cm - hann er málaður ella fullførdur í atelierinum í húsunum hjá Janus Kamban, har Silja Strøm búði nakrar mánaðar í fjør. Blái liturin hevur eisini ein stóran leiklut í verkinum hjá Silju, ið hongur í móttøkuni á Politistøðini. Hetta er ein framúrskarandi vakur, ljósur og lættur málningur við hópin av figurativum og abstraktum myndevnum, ið savnast í eini dynamiskari kompositión við tveimum diagonalum linjum. Miðskeiðis á myndaflatanum er ein dansiringur og kring tey dansandi hómast umhvarvið av einum spjøddum landslagi. Myndin líkist í grundini teimum smáu myndunum á framsýningini This is an ambiguous face, sum var í Víngarðinum í 2020. Tó at hesar myndir vóru uml 30 x 40 cm smáar vóru tær innihaldsliga stórar - um at bresta av skapum, strokum, litum og figurum. Í hesum myndunum eins og í nýggja stóra prýðisverkinum gongur alt fyri seg á einari og somu fláini – her er also ikki nøkur forgrund, miðgrund og bakgrund, og kortini gevur ymisliga støddin og staðsetingin av figurunum varhugan av skiftandi frástøðu – t.d. um vit hyggja at trøunum í myndini. Myndin er bæði figurativ og abstrakt og abstraktu myndaliðirnir eru líka nógv frammi í myndarúminum sum teir figurativu. Myndin kann beint nú síggjast í Listasavninum, har hon er partur av framsýningini BROT, sum eg havi nevnt fleiri ferð og sum Anna Maria Dam Ziska kurateraði.
Hetta var eitt sindur av tí eg upplivdi í fjør og nú gleði eg meg til listupplivingar í nýggja feska árinum. Um nakar lesari megnaði at lesa heilt hertil, hevur hon ella hann av sonnum uppiborið eina hjartans heilsan um eitt eydnuberandi og mentanargott nýggjár, vit hoyrast!
Kinna Poulsen
silja strøm
Torbjørn olsen vinnuportrett 2022 (framsýnt í gamla seglhúsinum)
Ein av litografisku steinunum hjá lív mariu róadóttir jæger
og eitt petti av hennara yrking landsstýrismaður
hanni bjartalíð