Ingi Joensen - fotolist í Víngarðinum - vernissage

Leygardagin 4.februar læt framsýning upp í Víngarðinum við fotomyndum hjá Inga Joensen. Har vóru nógv fólk og tað kann mann fegnast um, tí uttan móttakaran var eingin orsøk at gera sær ómak við nøkrum - kurator í Víngarðinum, Kinna Poulsen helt eina stutta røðu, sum ljóðaði nøkulunda soleiðis:

Góðu tit øll

Vælkomin í Víngarðin til okkara 19.framsýning, sum er okkara fyrsta framsýning við fotolist burturav. Hetta er ein røð av fotomyndum hjá Inga Joensen, sum eg fari at siga eitt sindur um, men eg fari at byrja í London í 1853. Tá var The Royal Photographic Society stovnað og longu á fyrsta fundinum hjá nýstovnaða felagnum var fotografi og list á skránni. Formaðurin í felagnum, Sir Charles Eastlake, sum eisini var leiðari á bretska kunstakademinum bjóðaði listamálaranum Sir William Newton at halda fyrilestur. Hesin hevði heitið “Upon Photography in an Artistic View” og snúi seg um hvussu fotografi kundi gerast myndlist. Mátin var at imitera málningalist, helt Newton og skjeyt upp, at fotografar kundu eitt nú flyta myndirnar úr fokus, so at fotomyndin gjørdist eitt sindur óklár sum eitt málarí.

Hetta sama skismaið hevur fylgt við fototøkninum, sum ikki fyrr enn í tjúgundu øld kundi góðtakast sum list og tá bara í avmarkandi mun har sum framsýggin fólk vóru rundan um fotografúrmælingar. Tað eru tveir eginleikar við fotomyndum, sum støðugt - og eisini i dag fáa fólk at ivast í teirra listaliga validiteti. Tann eini er, at fotomyndir í stóran mun hava verið brúktar sum dokumentariskar um veruleikan og hesum hava vit ikki stóra virðing fyri, tí list og veruleiki, kunst og natúr skulu helst vera mótsett. Hin eginleikin er handverkligur og snýr seg um ta misfatan, at fotografi er einki fyri og bara snýr seg um at trýsta á ein knøtt. Tað er heldur ikki rætt og argumentið er í øllum førum óbrúkiligt - myndlist var longu við modernismun loyst frá handverksligum treytum, tá m.a. Picasso legði dent á tað einfalda og upprunaliga og fór at hálova barnatekningini.

Eg var niðri herfyri og hevði ta eydnu at uppliva framsýningina Tað kalda eyga um list í Týsklandi undir Weimar – tað var tað, tey nevndu Neue Sachlichkeit. Størstu upplivingina fekk eg av svørthvítu fotomyndunum hjá August Sander. Honum dámdi ikki siðbundna, háborgarliga stílin í sambandi við portrettmyndafoto, har mann roynir at imitera málarí. Hann brúkti blankt pappír fyri at fáa myndirnar so klárar og detaljeraðar sum møguligt. Í staðin fyri at taka myndir inni í fotoatelierinum, insisteraði hann uppá at fara út í ta veruligu verðina at fotografer og at taka sínar portrettmyndir frontalt – tað er heilt fantastiskt at uppliva psykologiska innlitið men eisini tað sosiala, tí Sander fotograferaði allar stættir.  August Sander dokumenteraði sína samtíð og sítt høgt elskaða heimland, men myndirnar hava kortini listaligan integritet. Síðan miðlarnir kollveltust av interneti og fartelefonum eru fotomyndir enn meira degraderaðar ella trivialiseraðar nú hvørt menniskja gongur við fototóli í lummanum. Av tí, at eg sjálv skrivi um list á mínari heimasíðu, havi eg tørv á myndum til dokumentatión og tí keypti eg mær eina Iphone. Tað er løgið at hugsa, at fyrsta Iphone´in kom á marknaðin í 2007 – tað følist sum um hon hevur verið her altíð. Eg hugsi ofta hvat pápi mín hevði sagt til alt hetta nýggja. Meðan hann livdi og fotograferaði insisteraði hann uppá at brúka sítt flotta, men øgiliga gamaldags Hasselblad kamera, sum var stórt og óstortligt og ógvuliga analogt. Ásmundur Poulsen kundi ikki droymt um at kalla seg fyri listafólk, men hansara myndir vísa listaligt flog. Hann var føddur á Eiði í 1931 og tá hann tók myndir av meðan tey hoyggjaðu í heimbygdini, høvdu tey næstan skomm av honum – ein vaksin maður, sum gekk soleiðis og spældi sær og ikki arbeiddi - til arbeiðis lív ella deyð”

Eg veit ikki hvussu skjótt hugburður broytist, men tá fotomyndin hjá Andreas Gursky av Rínánni var seld á auktión fyri 4,3 milliónir dollars var tað umrøtt sum eitt (kapitalistiskt) gjøgnumbrot hjá fotolistini. Hetta var í 2011. - Um tað hevur gingið trekt at góðtaka fotolist úti í heimi, hevur tað møguliga verið enn trekari her. Tað er kanska ikki so løgið tá vit hugsa um støðið, ið hevur havt við sær, at vit ofta verða noydd til at byrja heilt frá Adam og Evu, tá tað snýr seg um list við spurninginum HVAT ER LIST? Tað er eitt sindur troyttandi. Av tí, at mekanismurnar kring listina hava verið lutfalsliga veikar í Føroyum, tá vit hugsa um útbúgving, akademi, listaráð osfr, hevur mann í enn størri mun her enn aðrastaðni hildið fast í nøkrum ytri eyðkennum og hetta hevur helst seinkað menningini. List var pr definitión oljumálarí av náttúru og umhvørvi og soleiðis var tað leingi – og eg haldi ikki altíð, at tað var nóg mikið í sjálvum sær - tí hevði mann eisini tørv á øgiliga stórum og feitum gullrammum – eg minnist hvussu imponerað øll vóru av gullrammumum – tað var ektað blaðgull - hetta kapitualismunnar frumevni, tað var nakað mann kundi fyrihalda seg til. - Aja, eg fegnist um, at Ingi Joensen hevur valt blaðgullið frá og í staðin hevur valt vakrar ljósar trærammur við museumsglasi frá Rammukarl.

Ingi Joensen er eitt ættarlið yngri enn pápi mín og tá eg spurdi Inga hvat fyri myndatól, hann brúkar var svarið ”Pentax og Fuji –tað hevur ongan týdning, annað enn, at tað skal passa til tínar hendur”. Ingi Joensen fór longu átjan ára gamal niður á Listaskúla og í 1973 –(tað eru hálvtrýss ár síðan!!) – fór hann á Danmarks Designskole har hann var liðugt útbúgvin í 1977. Hann hevur arbeitt sum grafiskur sniðgevi og loyst hópin av uppgávum innan hetta øki. Hann hevur parallelt við hesum virksemi arbeitt við fotolistini og hevur tikið lut á nógvum framsýningum bæði saman við øðrum og einsamallur – í 1992 kom bókin Reflektión við berømtu forsíðumyndini, sum nógv hava imiterað bæði tilvitað og ótilvitað. Í 2003 var framsýningin Inn og út um gluggan / Inside - outside m.a. í Listaskálanum á Akureyri, hetta var saman við Oddfríði M.Rasmussen. Í 2007 var framsýningin Støð og støður í Listasavninum, tá kom eitt katalog við teksti eftir Gunnar Hoydal og í 2015 var framsýningin Í Kerinum 40 í Norðurlandahúsinum, sum eg ummælti og var sera hugtikin av.

Í hesari øldini hevur list í stóran mun snúð seg um tað stórfingna – Tað er BUMM og BANG, sterkir litir, ógvusligar effektir og risastórar installatiónir av verkum. Í mun til tað er hendan framsýningin beint tvørturímóti. Fotomyndirnar hjá Inga Joensen tykjast stillførar og krevja ró og kontemplatión. Hetta eru grafiskar myndir, merktar av linjum, ið definera myndarúm og kompositión. Ofta er tað eins og eitt tómrúm kynar millum myndaliðirnar. Her hevur áskoðarin møguleika fyri sjálv/ur at leggja sína egnu hugsan í tað, mann sær; millum tær dekorativt staðsettu gæsnar og tað dúnmjúka og kritahvíta skýggið uppi yvir teimum er til dømis pláss til onkran hugfarsligan tanka. Hetta sama hendir millum hjólið og fiskagreipurnar í myndini við vindeygað. Og meira tú hyggur, tess meira gerst tú varug við sjálvar fjalarnar í vegginum í bakgrundini – tá er tað eins og tilfarið trínur fram og gerst sjálvur kjarnin í myndini. Gevur tú tær tíð at hyggja, henda smáir støkkir og undantøk nógvastaðni – t.d í teirri einu myndini yviri við strond, har pelin í miðjuni er brotnaður. Hetta lítla frávikið í einum at síggja til regluføstum myndbygnaði, tendrar í upplivingina av myndini, sum vit kunnu tulka estetiskt men eisini eksistentielt og filosofiskt – hvørjum er tað vit hyggja eftir? Er hetta kanska ein hávirðing av tí brotna, tí slitna og óperfekta? - Hetta er í øllum førum slow art, sum krevur, at tit hyggja sjálvi og lata tykkara egnu hugsanir spæla saman við myndunum. Framsýningin hongur her fram til og við leygardegnum 25 mars – og júst tann dagin hevur listamaðurin føðingardag og fyllir hálvfjers. Ótrúligt – takk fyri Ingi, at tú segði ja til at framsýna í Víngarðinum – og hevur nakar hug at keypa eina mynd, kunnu tit siga mær frá. Takk fyri.

PS Opið er í Víngarðinum Hósdagar frá 11:30 - 21:00. Fríggjadag 11:30 - 01:00 og Leygardag 18:00 - 01:0