Um farandi og komandi framsýningar

Julie Sass

Eitt nýtt ár er byrjað og í gallaríum og framsýningarstøðum verða framsýningar tiknar niður og nýggjar hongdar upp. Í Listasavninum er tann frálíka BROT komin at enda - har letur ein framsýning upp 3.februar við verkum í savninum undir temanum, trúgv.

anker mortensen

Á heimasíðuni hjá Listasavninum stendur skrivað: Trúgv kann vera nógv ymiskt. Ein átrúnaður, ein sannføring, yvirtrúgv, okkurt eksistentielt, okkurt abstrakt. Í føroyska samfelagnum hevur trúgv fylt ógvuliga nógv, og tað ger hon í stóran mun enn í dag. Taka vit átrúnað, er tað serliga kristindómurin, sum fyllir nógv í Føroyum. Áðrenn Føroyar vórðu kristnaðar, var tað Ásatrúgv, eisini nevnd norrøna gudalæra, sum var høvuðstrúgvin undir fornøld og víkingatíðini. Í dag eru fleiri enn 140 kirkjur og samkomuhús í Føroyum. Kirkjurnar hava flest allar eina altartalvu, og tískil hava tær eisini verið nøkur av fáum almennum støðum, har tað hevur verið møguligt at síggja list. Gjøgnum tíðirnar hava listafólk nevniliga skapt óteljandi stórverk og altartalvur til ymsar kirkjur, tempul og samkomur eftir bílegging. Hetta er ikki bara galdandi fyri Føroyar men fyri alheims- og serliga evropeisku listasøguna eisini. Av somu orsøk hava átrúnaðarlig myndevni eisini ein sera stóran og týðandi leiklut í alheimslistasøguni. Vit kenna millum annað myndevni so sum “Hin heilaga kvøldmáltíðin,” “Krossfestingin,” og “Pietà,” sum vísir Mariu Moy við deyða soni sínum í fanginum. Tí kann eisini sigast, at trúgv og list hava verið sera tætt knýtt hvør at øðrum søguliga sæð. Ikki minst, so hevur list teir eginleikar, at hon kann skapa nærum andaligar upplivingar. Men hvussu er trúgv avmyndað í føroysku listini? Tað ber til at síggja á hesi framsýningini. Framsýningin sýnir fram eitt breitt úrval av listaverkum, ið viðgera trúgv. Eldsta verkið á framsýningini er frá 1842, og nýggjasta verkið er gjørt í 2022. Meðan summi av verkunum snúgva seg um kristindóm, snúgva onnur seg um norrønu gudalæruna, umframt eina meiri abstrakta, andaliga trúgv. Við á framsýningini eru verk eftir hesi listafólk:

Astrid Andreasen, Jóhan Martin Christiansen, Edward Fuglø, Sigrun Gunnarsdóttir, Heiðrik á Heygum, William Heinesen, Astri Luihn, Oggi Lamhauge, Marianna Matras, Anker Mortensen, Rannvá Holm Mortensen, Sámal Joensen-Mikines, Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson, Eli Smith, Vár Samuelsen, Eleanor C. Tscherning og Tita Vinther.

tróndur patursson

Í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík hongur ein framsýning hjá Tróndi Patursson í januar og ætlanirnar fyri restina av 2023 síggja soleiðis út:
​Februar - Zacharias Heinesen
Mars - Frits Johannesen
Apríl - Sámal Toftanes
Mai - Silja Strøm
Juni - HáTrýst
August - Hansina Iversen
September - Livar Nysted
Oktober - Bárður Jákupsson
November - Torbjørn Olsen

Í Steinprenti letur ein framsýning upp fríggjadagin 20.januar við trimum listafólkum, Tróndi Patursson, Hansinu Iversen og Rannvá Kunoy. Meira fæst at vita um hesa framsýningina í næstum.

Í Víngarðinum bíða vit eitt sindur við at skifta framsýning, so at øll fáa høvi at síggja I LET DIFFERENT LIGHT IN hjá Julie Sass. Hon verður at síggja komandi vikuskiftið, 20. og 21.januar og vikuskiftið aftaná 27. og 28.januar. Her framsýnir listakvinnan málningar og verk á pappíri, sum snúgva seg um mánalýsi og skugga. Myndirnar eru abstraktar og dynamiskar við ferð á strokunum. Samstundis sum máliprosessin tykist spontan og vill, eru myndirnar merkt av gjølligari umhugsan – tú fært varhugan av einum serligum neyvleika í onkrum, ið samstundis er eins og ein ferð í tí ókenda. Hetta eru verk, tú kanst hyggja leingi eftir. Tá varnast tú hvussu sterkur myndabygnaðurin er, hvussu skroypilig javnvágin er. Litirnir eru tónaðir niður og vit uppliva eitt samandrigið árin við onkrum, ið kemur til sjóndar í myrkrinum og møguliga stígur fram eins og var tað veruligt. Í framsýningarheitinum staðfestir listakvinnan, at hon letur eitt øðrvísi ljós inn í myndirnar. Við tað, at svart er høvuðslitur í myndunum á framsýningini tykist orðingin øvug; sum kunnugt er svart fullkomiliga fyriuttan ljósvirði. Ljósið upp móti tí svarta verður silvurkent sum mann kann uppliva tað eina fullmánanátt. Ymsastaðni hómast dreymakendar eftirmyndir av landsløgum, ið minna um tær um somu tíð serstakliga neyvu og abstraktu tekningarnar og tekstirnar í artistbókini, Vandretilstande, sum í vár varð løgd fram í Listasavninum. Julie Sass hevur tikið lut á mongum framsýningum her á landi saman við m.a. føroyskum listafólkum t.d. Ólavsøkuframsýningini í Listasavninum, í Norðurlanda-húsinum á listaeventinum á G!Festivalinum og í Steinprenti, eins og hon hevur samstarvað við føroysk listafólk eitt nú sum kurator.

Komandi framsýning í Víngarðinum verður við fotomyndum hjá Inga Joensen, hon letur upp leygardagin 4.februar klokkan 15-17, meira verður at frætta um hesa framsýning seinni.

Ingi joensen