Er nakar arkitektur til staðar?

Nú vit næstan eru komin vegin fram ígjøgnum januarmyrkrið, er tað gott, at tað endiliga lýsir í – eisini í Kringvarpinum, har áhugaverdar sendingar sum Breddin og Ljóarin aftur eru á skránni. Mikumorgun var málið um útbyggingar hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri viðgjørt í Breddanum

- Hetta er sum við vindmyllum. Øll vilja hava tær, men eingin vil hava tær tætt hjá sær sjálvum, helt Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum, um mongu atfinningarnar móti verkætlanini. Hin síðan stúrir hinvegin fyri, at kommunan starir seg blinda í hesi eini stóru vinnuni, og sostatt gloymir aðrar vinnur – tað segði Rósa Heinesen, sum hevði framløgu á borgarafundi á Tvøroyri í gjár. Meðan eg lurtaði eftir Breddanum hugsaði eg um hvussu fólkaligir føroyingar eru - sjálvt um ósemjan er stór, er tosið sáttligt, tó at ósemjan ikki er til at taka feil av og tá mann hyggur at myndunum frá Varðanum Pelagic, er ónøgdin hjá t.d. Onnu Mortensen á café Mormor sera skillig, tí her missa tey útsýnið, eins og tey helst fara at hava ampa av ringum lukti. Tað er fyrst og fremst staðsetingin, sum er ein trupulleiki. Hetta, at ídnaðarbygningar verða staðsettir í miðbýnum á Tvøroyri har sum fólk búgva. Í Breddanum komu meiningarnar fram og sum so ofta endar tílíkt kjak við at gerast ein spurningur um pengar og estetikk og um annað skal raðfestast fram um hitt. Hetta sýnist sera gamaldags, mann skuldi hildið, at kapitalurin í 2023 megnaði at byggja við atliti til og virðing fyri byggilistaligum og mentanarligum virðum. Hetta eigur at vera kravt í øllum førum, tá risastór virki verða bygd um landið. Sjálvandi eru vit øll glað fyri at fáa fleiri arbeiðspláss – serliga um hesi verða staðsett soleiðis, at tey ikki skemma bygd og bý. Vit hava hoyrt borgarar, politikarar og stigtakarar. Nú mangla bara metingarnar frá teimum óheftu fakfólkunum, tvs. teimum, sum hava skil uppá mentan, byggisøgu, friðing, bygningar, dimensiónir, skala og estetikk. Hugsast kann sjálvandi, at onkur arkitektur er við og hevur gjørt tekningarnar, sum Varðin Pelagic hevur lagt út, men tað hevur stóran týdning, at aðrir óheftir arkitektar ella møguliga umboð fyri Arkitektafelagið kunnu koma við eini meting av stóra byggjarínum í miðbýnum á Tvøroyri. Hetta kundi verið eitt upplagt evni at havt á skrá í einum komandi Ljóara?

PS Takk fyri viðmerkingar til hesa greinina á Listaportalinum. Ein avkláring er neyðug, tí ætlanin var ikki at ganga teim arkitektum ov nær, sum jú hava gjørt sítt arbeiði á Tvøroyri. Mítt poeng er bara, at tá verkætlanir eru, sum í so stóran mun gera seg inn á eitthvørt umhvørvi, er tørvur á einum nógv størri kjaki. Okkara náttúra og mentanarliga umhvørvi er størri enn ein og hvør kommunukassi og tað haldi eg, at tey flestu eru farin at taka undir við, ikki bara arkitekturin Kári Thomsen, sum í mong ár hevur mótmælt á Tvøroyri, í Havn og aðrastaðni. Nú Varðin Pelagic ætlar at víðka um virksemið og byggja út, er tørvur á viðgerð frá fleiri óheftum arkitektum og øðrum fakfólkum, so at avgerð kann takast á góðum grundarlagi.

vh Kinna Poulsen

Myndirnar eru funnar á internetinum

soleiðis verður útsýnið hjá café mormor (sambært in.fo)

Varðin Pelagic