Nú er síðsti kjansur at uppliva framúrskarandi framsýningina I LET DIFFERENT LIGHT IN hjá Julie Sass í Víngarðinum. Har er opið 27.jan fríggjadag frá klokkan 16 og 28.jan leygardag frá klokkan 18. Framsýningin fevnir um alt rúmið í gallarínum/matstovuni/vínbarrini; veggirnir eru málaðir sambært fyriskriftum frá listakvinnuni, so at tú trínur inn í eitt listaligt univers, tá tú kemur inn í Víngarðin.
Her eru málningar, kollasjur og verk á pappíri, ið øll hava ein serligan dám, sum er eyðkendur fyri listakvinnuna, Julie Sass. Myndirnar eru abstraktar og dynamiskar við ferð á strokunum. Samstundis sum máliprosessin tykist spontan og vill, eru myndirnar merkt av gjølligari umhugsan – tú fært varhugan av einum serligum neyvleika í onkrum, ið samstundis er eins og ein ferð í tí ókenda. Hetta eru verk, tú kanst hyggja leingi eftir. Tú varnast hvussu sterkur myndabygnaðurin er, hvussu skroypilig javnvágin er. Litirnir eru tónaðir niður og vit uppliva eitt samandrigið árin við onkrum, ið kemur til sjóndar í myrkrinum og møguliga stígur fram eins og var tað veruligt. Í framsýningarheitinum staðfestir listakvinnan, at hon letur eitt øðrvísi ljós inn í myndirnar. Við tað, at svart er høvuðslitur í myndunum á framsýningini tykist orðingin øvug; sum kunnugt er svart fullkomiliga fyriuttan ljósvirði. Ljósið upp móti tí svarta verður silvurkent eins og vit kunnu uppliva tað eina fullmánanátt. Í døkka framsýningarrúminum koma litir og ljós spakuliga fram. Ymsastaðni hómast dreymakendar eftirmyndir av landsløgum, ið minna um tær um somu tíð serstakliga neyvu og abstraktu tekningarnar og tekstirnar í artistbókini, Vandretilstande, sum í fjør varð løgd fram í Listasavninum. Julie Sass hevur tikið lut á mongum framsýningum her á landi saman við m.a. føroyskum listafólkum t.d. Ólavsøkuframsýningini í Listasavninum, í Norðurlandahúsinum á listaeventinum á G!Festivalinum og í Steinprenti, eins og hon hevur samstarvað við føroysk listafólk eitt nú sum kurator. Julie Sass hevur útbúgving frá Kongaliga Kunstakademinum og NYU í New York. Hon hevur havt framsýningar nógvastaðni; á Charlottenborg, Brandts, Rønnebæksholm, Den Frie, AREA-lugar de proyectos, Puerto Rico, Vikingsberg Konstmuseum, Dalhousie Art Gallery í Halifax, Smack Mellon í Dumbo, Brooklyn, Jessica Murray Projects, New York og Untitled í Miami.