Ingi Joensen: KYRRINDI

Fotoframsýning í Víngarðinum

Frá sjónum kenna vit kyrrindi sum lagaligu løtuna, tá spakasta rákið ræður, og streymstøðan eina løtu er haldgóð at royna eftir fiski áðrenn sjóvarfallið aftur vendir. Arbeiðast má miðvíst og varliga, tí djúpt er niðurfyri. Tað er henda sama kenslan av møguleikum og spentum andarhaldi, ið merkist, tá tú skoðar fotolistina hjá roynda fotolistamanninum, Inga Joensen – Leygardagin 4.februar kl 15-17 letur framsýningin KYRRINDI upp í Víngarðinum við einum úrvali av fotomyndum hjá Inga Joensen.

Talan er um eina myndarøð í átjan pørtum, ið tó, at myndirnar eru stakar sum so og upprunaliga ikki framleiddar at vera partar av eini seriu, ber brá av at vera samanhangandi. Hetta kemst millum annað av bylgjandi linjuni av sjónarringum og fjallatromum, ið gongur gjøgnum landslagsmyndirnar, sum fyri ein part eru føroyskar. Hetta eru kortini ikki tær eyðkendu ógvusligu, ekspressivu náttúrutulkingarnar av ódn og sjóroki, sum vit so mangan hava sæð í føroyskari málningalist. Heldur er talan um sáttligar lýsingar av sjógvi, bøi, klettum, húsum, bygd og bý, lutum og fólkum, ið alt samalt myndar skiftandi strukturar.

Ingi Joensen hevur tikið støði í framsýningarstaðnum, Víngarðinum - ein garasja ella ein gomul kiosk, ið er umskapt til eitt Miðalhavskent franskt vín- og matstað mitt í Havn. Hetta hevur givið honum tankar um at ferðast: ”Eg minnist hesa myndina, eg tók av konuni í Prag, tá vit ferðaðust har. Hon er komin úr baðnum og situr og hyggur út gjøgnum vindeygað. Myndin hevur sama huglag sum í einum gomlum málningi. Tá eg so havi valt eina fólkamynd at vera við í framsýningini, leggur tað eina linju og eitt krav um, at fleiri myndir við fólki mugu við og temaið at ferðast - hetta blandað við minimalistiskar landslagsmyndir”.

Allar myndirnar á framsýningini eru svarthvítar - tað eru í roynd og veru kompositiónir av gráum litbrigdum við støði í skiftandi tilfarum. Tað eru skiftini, ið skapa vondina í myndunum, ið kann vera merkt av mótsetningum millum ljós og myrkur, stórt og smátt, hart og bleytt og millum ítøkiligt og óítøkiligt. Tó, at myndirnar í røðini eru serstakliga ymiskar um hugsað verður um nær og hvar tær eru tiknar og av hvørjum, tykjast tær samantengdar av eini ávísari fagurfrøði og einum serligum eyga. Hetta er stillfør, slow art, sum tekur tíð at uppliva. Tá lata myndirnar seg upp estetiskt og eksistentialistiskt. Í einari mynd síggjast spælandi børn, men so varnast tú, at hoppibandið myndar sama vakra bogaskapið, sum sæst á fjallatromini aftanfyri; børnini skapa fjallið.

Fram um alt eru hesar myndir grafiskar, merktar av horisontalum og vertikalum linjum, ið skilmarka myndarúm og kompositión. Ofta kyknar eitt tómrúm millum myndaliðirnar, har áskoðarin hevur møguleika fyri sjálv/ur at leggja sína egnu hugsan í tað, hon sær; millum tær dekorativt staðsettu gæsnar og dúnmjúka skýggið uppi yvir teimum er til dømis pláss til onkran hugfarsligan, kanska enntá skemtiligan tanka. Hetta sama hendir millum hjólið og tær hangandi fiskagreipurnar uppiyvir í miðgrundini í einari mynd, men bara inntil tú gerst varug við sjálvar fjalarnar í vegginum í bakgrundini – tá er tað eins og hetta tilfarið trínur fram og gerst kjarnin í myndini. Gevur tú tær tíð at hyggja, er tað eins og tílíkir smáir støkkir og undantøk geva rúm fyri umhugsan nógvastaðni – t.d í teirri einu myndini yviri við strond, haðan vit síggja ikoniska útsýnið yvir á Nólsoynna oman fyri eitt stik í forgrundini við trimum pelum. Miðskeiðis í myndini síggja vit, at mittasti hegnpelin er brotnaður og hetta lítla frávikið í einum at síggja til regluføstum myndbygnaði, avger upplivingina av myndini, sum hesa løtuna gerst sterkari enn veruleikin.

Hjartaliga vælkomin til vernissage í Víngarðinum, Tróndargøtu 31 leygardagin 4.februar klokkan 15-17. Framsýningin heldur fram inntil 25.mars.