Hansina Iversen - vernissage
/Myndin er frá fernisering við røðu og upplestri - her lesur T.S.Eliot: https://www.youtube.com/watch?v=Ga8tQrG4ZSw
Í gjár, 30.januar læt framsýning við málningum og steinprentum hjá Hansinu iversen. Gott at vera til fernisering og at hitta fólk- næstan sum áðrenn corona. Eg seti nakrar fotomyndir inn her, men tit skulu fara í Steinprent at síggja listaverkini. Framsýningin er effektivur heilivágur móti vetrarmøði og myrkri og sama má sigast um upplesturin hjá Carl Jóhan Jensen. Hann las fyrsta part av síni týðing av kendu yrkingunum hjá T.S.Eliot, Four Quartets. Carl Jóhan Jensen nevndi, at Hansina Iversen skal myndprýða útgávuna, so kann mann gleða seg til tað.
“Tíðin nú og tíðin tá
Eru báðar kanska í tíð, sum kemur.
Er öll tíð eitt ævigt nú
Er öll tíð óendurloysilig.
Tað sum kundi verið er okkurt hugbært
Og alsamt bert ein möguleiki
Í einum heimi av hövubrýggi.
Tað sum kundi verið og tað, sum var,
Ber móti sama málið, ið altíð er nú.
Í minninum ekkóar fótaferð
Oman götuna, sum vit ikki gingu
At portrinum, vit aldri lótu upp
Inn í rósugarðin. Soleiðis ekkóa
Míni orð, í tínum huga…”
Hansina Iversen sýnir fram málningar og prent í Steinprenti
/Pressemeddelelse FO/DK
Orðið er ógreitt, myndin er klár
Framsýningin í Steinprenti, við málningum hjá Hansinu Iversen, er sett saman av verkum, sum vóru við á framsýningini Speaking in Tongues í Møstings Hus, sum var framsýning saman við Jóhan Martin Christiansen í november og december 2020.
Orsaka av koronuavmarkingum í Danmark, lat framsýningin aftur langt áðrenn tíð. Fleiri náddu ikki at síggja framsýningina av tí sama og tvørligt hevur verið at ferðast millum londini. So tað er ein kærkomin møguleiki, at kunna framsýna hesi verk í Havn, á gallarínum hjá Steinprenti á Skálatrøð.
Verkini eru sjálvandi hugsað til framsýningina Speaking in Tongues, men tey eru eisini sjálvstøðug verk, har hugsanin handan tey framvegis er galdandi. Málningarnir á framsýningini, sum hevur fingið heitið “Orðið er ógreitt, myndin er klár”, eru abstraktir og heitið vísur á myndaheimin, sum gerst ítøkiligur hjá listafólkinum. Orðini til at lýsa myndinar eru ring at finna, men tey eru neyðug til at greiða øðrum frá óhondgrípuligu og ósjónligu tonkunum. Málningurin/myndin er ein máti at samskifta við tann, sum hyggur at. Men er uppfatanin universell? Og er tað av týdningi, at hon er tað?
Á framsýningini eru 12 oljumálningar, 5 av teimum hava ikki verið sýndir fram fyrr. Nýggja steinprent vera eisini at síggja. Hansina Iversen hevur arbeitt á verkstaðnum í Steinprenti seinastu 3 vikurnar og úrslitið eru nøkur liðug prent og royndir, ið arbeiðast skula víðari uppá. Málarí og steinprent eru høvus tilfarið hjá Hansinu. Eftirhondini er steinprentið vorðin ein so stórur partur av listarligu prosessini, at málaríið eisini ávirkast av tí. Prosessin er, at leggja litflatar oman á hvønn annan, sum blandast til fleiri litbrigdi og formar og skuggar av formum, sum hvørva undir løgunum. Mattir og blankir formar myndast av tunnum ella tjúkkum løgum og vísa upp aftur fleiri litir og formar. Soleiðis byggist ein mynd upp, fyrst við nøkrum strokum og síðan løg, har hvørt kemur eftir øðrum og endar við einari mynd, sum ikki upprunaliga var ætlanin, men sum heldur ikki var løgd nágreiniliga til rættis frá byrjanini.
Framsýningin letur upp leygardagin 30.januar kl 15-17 - framsýningin heldur fram inntil 27.februar.
Ordet er uklart, billedet er klart
Udstillingen er sat sammen af værker, der var med på udstillingen Speaking in Tongues i Møstings Hus, som Hansina Iversen havde sammen med Jóhan Martin Christiansen i november og december 2020.
På grund af corona-restriktioner i Danmark, måtte udstillingen imidlertid lukke langt før den skulle og derfor var der mange, der ikke nåede at opleve den. Det er derfor en kærkommen mulighed at udstille nogle af værkerne i Steinprents galleri i Tórshavn.
Værkerne er skabt til udstillingen Speaking in Tongues, men skal også betragtes som selvstændige. Malerierne på udstillingen, der har fået titlen Ordet er uklart, billedet er klart, er abstrakte og titlen henviser til billedkunstnerens univers, hvor ordene, der skal belyse billederne er svære at finde samtidig som de er nødvendige, når de skal formidle kunstnerens uhåndgribelige og usynlige tanker. Maleriet er en måde at kommunikere med beskueren. Men er opfattelsen af maleriet universal og er det vigtigt, at den er det?
På udstillingen er der 12 oliemalerier, hvoraf de 5 ikke har været udstillet førhen. Hansina Iversen har arbejdet i Steinprents værksted de sidste 3 uger og nogle af de ny litografier er med på udstillingen. Maleri og litografi er Hansina Iversens hovedteknikker og efterhånden er litografiet blevet en så stor og betydningsfuld del af hendes værk, at det også påvirker maleriet. Den litografiske proces påvirker slutresultatet. Rent beset handler processen om at lægge farveflader oven på hinanden, der så bliver blandet sammen til flere nuancer og skygger af former og skygger, der forsvinder og dukker op igen mellem matte og blanke farvelag i en komposition, der ikke er sådan som den oprindelig var planlagt, men som heller ikke var planlagt i detaljer fra begyndelsen.
Udstillingen åbner lørdag d.30.januar kl 15-17. Udstillingen fortsætter frem til 27.februar.
Outi Martikainen í Norðurlandahúsinum
/Mánadagin 1.februar og trettan dagar fram framsýnir finska listakvinnan, Outi Martikainen í Norðurlandahúsinum. Hon er útbúgvin tóvirkislistafólk og ger verk, sum bæði eru siðbundin og visuel.
Í Presage, ið er úr eini røð við trimum landsløgum, kannar listafólkið ymiskar støður á sama staði: Eitt landslag við eitt vatn. Har verður lufttættleikin, luktir, árstíðir, litir og samrøður við mammuna hjá listafólkinum skrásett.
Hetta sigur listafólkið um verkið:
“ Fyri at gera dygdina á einum landslagi um til eitt vovið listaverk, havi eg nærlisið hvussu til ber at fáa mildu rørslurnar, skygni og ljósið inn í eitt vovið tóvirki. Til endamálið havi eg funnið skyggjandi tógv. Ikki er tørvur á káplum og stungudósum, tí yvirflatan endurspeglast av ljósinum rundan um”
Fyri at geva verkinum samvirknar (interaktivar) møguleikar, hevur listakvinnan samstarvað við teldumannin, Aapo Rista. At síggja verkið gjøgnum eina LED-masku, gevur áskoðaranum eina kenslu av rørslu og skiftandi umstøðum í landslagnum.
Klæði
List, íð nýtir tóvirki, er sjálvandi ikki neyðtúrviliga meira evnislig enn so nógv onnur list, men tað evnisliga og sansaliga - vond, bygnaður, glansur, broyskni og mjúkleiki - tykjast meira avgerandi, meira átrokandi. Tá tað evnisliga gerst miðdepilin, so ger listaverkið vart við sína innantómu tilveru sum lutur, sum eitt ting. Hetta kann elva til at spurningar verða settir við vanligar fatanir um list. Fatanin av at listaverk onkursvegna eru hevja yvir lutir. Fatanin av at list er lítið verklig, at hon ikki hevur nýtsluvirði, at hon rætt og slætt ikki eigur at kunna nytast. Í 2020 og í 2021 varpar Norðurlandahúsið ljós á og fagnar list, sum nýtir tóvirki.
VIKUYRKINGIN 4
/Vikuyrkingin er heiti á einum teigi í Dimmalætting, har Bergur Djurhuus Hansen og Kinna Poulsen hvørja viku velja eina yrking, ið á onkran hátt er áhugaverd. Ongar avmarkingar eru í úrvalinum annað enn, at yrkingarnar skulu vera úr okkara samtíð ella kennast samtíðarligar. Aftrat yrkingini kemur ein mynd – tað kann vera eitt myndlistaverk ella okkurt annað, sum møguliga hóskar saman við orðunum í yrkingini. Hesa ferð hava bæði mynd og yrking sama upphav, t.e. Tóroddur Poulsen. Myndin er eitt steinprent við heitinum Minni frá 2007.
Yrkingin er úr BOND, ið tó, at tað er eitt savn fult av guddómleikum, av gróteinglum og yrkingum, sum ikki eta reytt kjøt, ikki er ein serliga frelst útgáva. Vikuyrkingin er tann fyrsta í savninum, og hon snýr seg um kirkjur, ið helst skulu vera so mikið opnar, holutar, fullar av opum og rivum, at guð við lítla g hoyrir okkum og fuglarnir eisini kunnu syngja saman við okkum. Kirkjan skal somuleiðis helst leka í neðra, so at sinnið sleppur á flot á tjørnum áðrenn tær frysta. Í yrkingini hómast ein trúgv uppá tað óperfekta og ein guð, ið er togaður heilt niður á jørðina. Hann er ikki tann almáttugi alvitandi, vit eru von at hoyra um. Hesin tykist meira menniskjaligur og dugir ikki at skoyta. Hann hevur tó gott sangoyra og er við øllum teimum, ið syngja úr sálmabókum, sum tola fuglaskvett og regn.
mær dámar best kirkjur
sum eru opnar í erva
so guð hoyrir okkum
og fuglarnir kunnu koma
inn og syngja við
um hvussu gott tað er
tá tað eisini lekur í neðra
og sinnið sleppur á flot
í sínum himmalsku tjørnum
áðrenn tær aftur frysta
og einglarnir teir sleppa
at vísa síni kynstur á skoytum
fyri einum stoltum várharra
sum sjálvur aldrin lærdi at skoyta
men sangoyra hevur hann gott
og syngur við í øllum røddum
úr sálmabókum sum tola
bæði fuglaskvett og regn
Kveikingarpakka til yrkislistina
/Mynd: Banksy
Coronastøðan hevur nú vart í tíggju mánaðar. Hóast vit í Føroyum eru sloppin lutfalsliga lætt, gongur støðan serliga út yvir ávísar vinnur og bólkar - ikki minst innan undirhald- og listaøkið. Hesa vikuna varpar KVF-sendingin Nón ljós á støðuna hjá listafólkum og tí hava vit hoyrt samrøður við tónleikararnar, Mikael Blak og Una Debess um ómøguligu støðuna við ógoldnum rokningum, ið hópa seg upp og við Maritu S.Dalsgaard forkvinnu í LISA. Tey greiða øll frá tí sama, at ov fá listafólk fingu hjálp úr hjálparpakkanum, sum var ætlaður listafólkum. Longu í november heittu tey á politisku skipanina um at broyta lógina um hjálparpakkan, so hann hjálpir teimum, sum hann er ætlaður at hjálpa. Feløgini mæla til at gera ein nýhugsandi sonevndan kveikingarpakka til yrkislistina.
LISA ynskir ein kveikingarpakka, sum kann kompensera fyri avmarka áskoðara og -hoyrara tal hjá tí fríyrkisliga og sum kann veita stuðul til verkætlanir, ið eru tillagaðar korona støðuni. Harumframt ynskir LISA, at ALS hjálparpakkin verður latin uppaftur.
Vónandi verður lurtað eftir listafólkunum, so at vit ikki koma í ta vanlukkuligu støðu, at listafólkini fara í annað arbeiði - hetta hevði verið til óbótaligan skaða fyri føroyska framtíðarlist. Um tíðarskeiðið við farsóttini hevur lært okkum nakað, so er tað at virðismeta listina - ímyndið tykkum bara eitt sóttarhald uttan tónleik, film og bøkur.
https://kvf.fo/non?sid=119093
VIKUYRKINGIN 3
/Vikuyrkingin er heiti á einum teigi í Dimmalætting, har Bergur Djurhuus Hansen og Kinna Poulsen hvørja viku velja eina yrking, ið á onkran hátt er áhugaverd. Ongar avmarkingar eru í úrvalinum annað enn, at yrkingarnar skulu vera úr okkara samtíð ella kennast samtíðarligar. Aftrat yrkingini kemur ein mynd – tað kann vera eitt myndlistaverk ella okkurt annað, sum møguliga hóskar saman við orðunum í yrkingini. Í dag er myndin eitt silkiprent hjá Mariusi Olsen frá 1992.
Vikuyrkingina hesaferð skrivaði Øssur Johannesen. Hon stendur í yrkingasavninum TÁ EG HOYRI MÍNI EINSLIGU FÓTAFET MILLUM FØLNAÐI HEYSTBLØÐINI, sum Tutl gav út í 2014. Í nógvum av yrkingunum í hesum savni eru vit stødd á samfelagsins botni millum tey vesaligu í náttmyrkum barrum í Keypmannahavn og í Havn. Yrkjaraegið kennir seg einsamalt og hetta einsemið verður viðgjørt á ymiskan hátt - ikki sjáldan við patos og drama. Tá er huglagið heilt øðrvísi, einfalt staðfestandi í yrkingini Tokið, har einsemið hjá einstaklinginum verður til eina hugtakandi universala lýsing av deyða og einsemi eins og tilveruligar grundtreytir. Her er myrkur og deyði, men eisini lív og ljós í endurtøkuni av, at egið hevur tendrað eitt livandi ljós.
TOKIÐ
MEÐAN EG HOYRI
TOKIÐ KOYRA FRAMVIÐ
Í NÁTTARMYRKRINUM
OG SÍGGI LIVANDI LJÓSIÐ
EG HAVI TENDRAÐ
HUGSI EG
SOLEIÐIS FER DEYÐIN
EINAFERÐ AVSTAÐ VIÐ
MÆR EINSAMALLUR
SUM Í EINUM TOKI
OG LIVANDI LJÓSIÐ
SUM EG HAVI TENDRAÐ
Í KVØLD JA TAÐ
SLÓKNAR EINAFERÐ
Í NÁTT EINS OG EG
Á føðingardegi William Heinesens
/Mynd: Williamshús Tórshavn
Hann verður enn neymdroppaður ofta og nógv og tað er væl skiljandi, tí William Heinesen er áhugaverdur á so mangan hátt sum skaldsøguhøvundi, yrkjari, myndlistamaður, brævskrivari, ummælari og kurator. Í fjør feiraðu vit hansara føðingardag við einari av fínu yrkingunum, sum hann hevur skrivað. Í ár við einum broti úr eini blaðgrein ásannandi hvussu stórur tørvurin er á kritiskari viðgerð á listaøkinum. Greinin hjá Williami Heinesen stóð í Fiskimannablaðnum (!) Nr.7 1956 undir heitinum Listamaðurin og áskoðarin, og eg havi lisið hana í William ummælir fagrar listir á síðu 126, WH lýsir triviallistina soleiðis við poliskum pokerface, sum mangan vísir seg at vera neyðugt í føroyskari listviðgerð: “Ynskir tú at eiga eina mynd t.d. av Eiði, Trongisvági ella Havn, vil ein sovorðin naturalistisk mynd endurgeva tað, tú hevur sæð og minnist, nógv betur enn eitt vanligt fotografi, nógv meira fjálgt og livandi. Sovorðnar myndir rópa menn ofta við einum fronskum orði “souvenirs” - áminningarmyndir..” .
Sigrun fekk mentanarvirðislønina
/Umframt at vera landsins størsti mentanarheiður eru mentanarvirðislønir landsins - sjálvt eventið - nú eisini vorðið alt meira forvitnisligt soleiðis mentanarsociologiskt og mentanarpolitiskt sæð. Sostatt kann mann út frá staðseting og undirhaldi sita og gita hvør man verða heiðraður á hesum sinni - hvørji virði eru umboðað? Er tað country ella fínmentan? Kirkja ella brøðrasamkoman? Opera ella dansiband? Og hví man hatta fyrsta orkestrið, Zamar hava eitt hebraiskt navn - hevur tað týdning? - Tað ljóðaði ikki serliga jødiskt og als ikki klezmer. Nåh, hin síðan var eisni umboðað og væl avbalanserað av progressivu hálvfemsarahetjunum í Enekk. - Jú, men also, mann lurtar eitt sindur eyka væl og er yvirhøvur serliga árvakin við vitanini um hvussu sitandi mentamálaráðharri er farin við armslongdarregluni seinastu tíðina. Og sjálvt um Skúlascam ikki fekk nakra virðisløn, hugsi eg, at virðislønarmóttakararnir allir eru virðiligir og hava uppiborið hvør sítt almenna herðaklapp. Seinastu árini hevur ljóssetan og blómuprýði fingið alsamt vaksandi leiklut á slíkum eventum - Øll elska tað, eisini mentamálaráðharrin. Løkshøll var prýðiligur karmur um tiltakið, men eg hugsi kortini, at stundin møguliga er komin til at vit sissa okkum og tálma blómuprýðingini og ljóssetingini á slíkum tiltøkum? Tað verður næstan ov nógv - sum ein absurd musicalkend jarðarferð.
Sigrun Gunnarsdóttir fekk mentanarvirðislønina 2020. Um hana varð sagt, at hennara myndevni áhaldandi hugtaka og tala til okkara og at hon er ein listakvinna í støðugari menning. Gjøgnum listina sigur hon søgur. Søgur um menniskju og mannakor, djór og náttúru og alt tað alheimsliga, vit kenna. Hon lýsir tað stóra í tí smáa og gevur myndevnunum eina nýggja frásjón, eitt nýtt dýpi. Hon gongur egnar leiðir við sínum sterka, livandi og symbolska myndamáli. Fyri listarligu gávurnar, Sigrun Gunnarsdóttir áhaldandi gevur okkum, fær hon Mentanarvirðisløn landsins. Mentanarvirðisløn landsins verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Saman við heiðrinum fylgir ein peningagáva upp á 150.000 krónur.
Birita Poulsen, sum er operasangarinna virðislønina, sum fyrr var latin ungum listafólkum, men sum mentamálaráðharrin eyðsýnliga ynskir at hava størri ávirkan á og sum nú í tíðindaskrivinum verður nevnd serstaka virðislønin. Og Birita Poulsen er ung og dugnalig og í menning - tað hoyrdu vit ikki minst á Nýggjárskonsertini hjá Symfoniorkestrinum. Henda virðislønin er 50.000 krónur.
Fyri byggilistarligu avrik, ið á nýskapandi hátt endurhugsa og skapa frásøgur um lendi og umhvørvi, fekk Ósbjørn Jacobsen Heiðursgávu landsins 2020. Heiðursgáva landsins verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Heiðursgáva landsins er 75.000 krónur.
Hjartaliga til lukku, øll trý.
Samtaler om Tåge - Hanni Bjartalíð
/Siden årtusindskiftet har vi inden for billedkunsten på Færøerne oplevet en rivende udvikling med et stigende antal udstillinger med bemærkelsesværdig kvalitet - ikke mindst med landets begrænsede størrelse in mente. Desværre er en hel række af de originale og enestående færøske billedkunstnere delvist eller helt ukendte i Danmark. En tanke med udstillingen, Samtaler om Tåge på Nordatlantens Brygge, der åbnede sidst i oktober i 2020, var således at give et indblik i samtidskunsten på Færøerne. Så meget desto mere sørgeligt er det, at udstillingen p.t. er lukket på grund af de selvsamme covid-19 restriktioner, der også forståeligt nok har lukket alle de gode kunstudstillinger her i København og i Danmark, samt rundt omkring i hele verden. - I Tórshavn er der imidlertid åbent både i Færøernes Kunstmuseum, hvor man kan opleve en tematisk udstilling om havet, og i Steinprent, Færøernes Grafiske Værksted, hvis samarbejde med bl.a. danske billedkunstnere, har en stor del af æren for den positive udvikling inden for færøsk samtidskunst.
En af kunstnerne, der deltager i den aktuelle udstilling i Steinprent, Myndaódnin 2020, er også med på Samtaler om Tåge. Det er Hanni Bjartalíð (f.1968), der er født og opvokset i Klaksvík, og som bor og arbejder i Finland. Det er ingen overdrivelse at hævde, at Bjartalíð er en usædvanlig arbejdsom kunstner eller at påstå, at han har arbejdet på sine værker i de allerfleste af døgnets vågne timer lige siden halvfemserne. Dengang beskæftigede han sig især med tegning, maleri og grafik, men bevægede sig via collager over i det tredimensionale til bemalede trærelieffer og skulpturer, bl.a. i skulpturer forestillende huse og tårn, der udgør et foreløbigt højdepunkt i hans oeuvre. Og fordi han altid arbejder, så forekommer hans værk overvældende, organisk, vildtvoksende, knopskydende og spontant, samtidig som det også har et stilfærdigt, indadvendt og vældig styret præg. Hans metode forekommer legende og sanselig, styret af intuition og en stadig materialeafsøgning med en så stor vægt på taktilitet og selve arbejdsprocessen, at det sine steder minder om dekonstruktion og hvor selve analysen og den kunstneriske idé lægges frem som en åben del af værkets udtryk og materiale. Og netop arbejdsmetode og materiale spiller en ganske stor rolle i værkerne, eksempelvis i den store klode af træ, som Bjartalíð er i færd med at færdiggøre til den store uddannelsesinstitution, Glasir, som Bjarke Ingels Group har været med til at tegne i Tórshavn og som omfatter såvel gymnasie-, handelskole som teknisk skole. Værkets grundform er inspireret af Glasirs store kuplede midterrum - et storslået atrium, hvori det omgivende landskabs stejle terræn fornemmes i konstruktionen af trappernes og af etagernes placering. Bjartalíðs ønske er, at hans klode skal afspejle rummets universale præg, men det er også lykkedes ham at udtrykke en humanistisk ånd, vilje og varme i beton- og glasrummet med sit værk, der ser ud som om det er smidt ned gennem bygningens loft med enorm kraft. Kloden er forsinket bl.a. på grund af coronarelaterede forhindringer, men forsinkelsen er måske nok også en del af metoden og en årsag heraf - den langsommelige proces, hvor ganske små og uregelmæssige stykker træ sættes sammen i en ubegribelig kompleks konstruktion, der allerede i ufuldstændig og ubemalet tilstand udgør et af Hanni Bjartalíðs få monumentale hovedværker. Han arbejder ellers mere med små, nærmest intime værker, der inviterer beskueren tæt på. Rent beset er Bjartalíðs værker svære at kategorisere – nogle af dem har et formsikkert, dekorativt udtryk, imens andre værker har et eksitentielt og måske endda ekspressivt præg, men mange af værkerne befinder sig et sted derimellem - ikke sjældent med humoristiske islæt. Hans arbejdsproces er præget af genbrug af bl.a. readymades i form af bortskaffede skærebrætter, træklodser m.m., som han finder hos marskandisere og andre steder, men han genanvender også egne værker, som han arbejder videre på, hvilket bl.a. kan resultere i malerier, der kan veje op til flere kilo.
Hanni Bjartalíðs skulpturer på Samtaler om Tåge indbefatter også en form for genbrug – det kan vi se på den todelte datering af værkerne, som han kan være begyndt på i 2014, men som han altså fortsatte at arbejde på i 2020. I et af værkerne ligger der en omhyggelig udskåret blomst i træ på en træklods, der har et for Bjartalíð typisk bevidst slidt udseende. Et værk, der både har en dekorativ side, men hvis enkelhed i motiv og materialitet insisterer på en lidt mere alvorlig og inderlig fortolkning, der for denne beskuer handler om forgængelighed. Det samme er gældende for tematikken i to andre værker – de er betitlede med et nummer, 077, der viser sig at være de sidste tre tal i kunstnerens færøske cpr-nummer eller p-tal, som det kaldes på Færøerne. Det er bemalede træskulpturer, der forestiller skeletter, som henholdsvis står eller sidder ned. Titlen fortæller os, at værkerne på en eller anden måde er selvportrætter, hvilket tematisk berører forgængeligheden, men på en sarkastisk, humoristisk måde. Skulpturerne har et råt udtryk samtidig som man som beskuer bliver rørt af den store omhyggelighed og varme hvormed skulpturerne er sat sammen. Et billede siger mere end tusind ord – jeg sætter nogle af Torben Eskerods fine fotografier ind her sammen med mine 828 ord og et forfængeligt ønske om, at ordene kan sige jer bare en brøkdel af det, værkerne siger mig, altimens vi sammen krydser fingre for snart at komme til at opleve kunstudstillinger igen.
Hilsen Kinna Poulsen, kurator af Samtaler om Tåge
VIKUYRKINGIN 2
/Vikuyrkingin er heiti á einum teigi í Dimmalætting, har Bergur Djurhuus Hansen og Kinna Poulsen hvørja viku velja eina yrking, ið á onkran hátt er áhugaverd. Ongar avmarkingar eru í úrvalinum annað enn, at yrkingarnar skulu vera úr okkara samtíð ella vera samtíðarligar - tað kunnu eisini gamlar yrkingar vera. Aftrat yrkingini kemur ein mynd – hetta kann vera eitt myndlistaverk ella okkurt annað, sum møguliga hóskar saman við orðunum í yrkingini. Vikuyrkingin hesa ferð er úr nýggja savninum hjá Jóanesi Nielsen, Rakkaljóð (2020). Identifikatiónin við tey útihýstu og burturtagdu er innilig í yrkingini rakkaættingi, har yrkjaraegið og skriftin renna saman við landslagið, sum tey eru sprottin úr. Myndin er eitt prent hjá Svend-Allan Sørensen, sum hann hevur framleitt í Steinprenti.
rakkaættingi
hvessi mær pennin móti helluni
upprunaliga
vóru vit havsins rakkar
ást mín er sølt
støðugt
grør rúður á kletti
so koma nýggjársdagarnir
á glasvekt
verður mett um sálarinnar tyngd
síðani rísnar reyða vón slitmansins
í kjalarvørrinum
deyðin
summi gerast fuglaføði
kanska perlur á havsins botni
onnur balstýrigir skýstólpar
ella vesalligi andadrátturin í munninum á flugu
eri framvegis rakkaættingi
ást mín er køld
salta hellan
tærir pennin
Vakurleikin og myrkrið
/Randi Samsonsen gjørdi listaverkið her omanfyri. Tað er partur av núverandi framsýningini í Víngarðinum og eg haldi tað er í familju við verkini hjá Randi Samsonsen á framsýningini Samrøður um Mjørka í Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Tann framsýningin er tíverri afturlatin orsakað av covid-19, men inntil víðari ber til at vitja framsýningina í Víngarðinum (í vikuskiftinum frá 18-22) - undirritaða kurateraði báðar framsýningarnar. Tekstilmyndirnar hjá Randi Samsonsen eru taktilar og relieffkendar, settar saman úr toyi, sum hon hevur viðgjørt á ymiskan hátt, m.a. hevur hon sprayað á nøkur teirra. Síðan eru tey sett saman í strípum. Strípurnar í verkunum hjá Randi Samsonsen eru dekorativar og hard edge modernaðar. Sum heild eru strípur bæði ein tann mest einfalda, men eisini ein tann sterkasta mynsturtekningin í abstraktari list. Strípur sameina og býta upp í líka stórar støddir. Samstundis sum strípur býta ein myndaflata upp í tvær eindir, skapa tær eisini rútmu við sínum endurtøkum, ið bjóða áskoðaranum av - eina løtu síggja vit eitt gróðrarmikið blómuhav, men so blinka vit og í næstu løtu er myrkrið og avgrundin har.
Randi Samsonsen. Nordatlantens Brygge
Kinna Poulsen
VIKUYRKINGIN 1
/Vikuyrkingin er heiti á einum teigi í Dimmalætting, har Bergur Djurhuus Hansen og Kinna Poulsen hvørja viku velja eina yrking, ið á onkran hátt er áhugaverd. Ongar avmarkingar eru í úrvalinum annað enn, at yrkingarnar skulu vera úr okkara samtíð ella vera samtíðarligar - tað kunnu eisini gamlar yrkingar vera. Aftrat yrkingini kemur ein mynd – hetta kann vera eitt myndlistaverk ella okkurt annað, sum møguliga hóskar saman við orðunum í yrkingini.
Byrjað verður við eini yrking í einum lutfalsliga nýggjum savni, t.e. EG SKRIVI Á VÁTT PAPPÍR (2020), sum Lív Maria Róadóttir Jæger fekk Bókmentavirðisløn M.A.Jacobsens fyri. Í yrkingini er omman til sum eitt minni í eg’num, og hon er í broyting, er omma, eitt hugtak, ein rannsókn, ein lutur, ein kroppur, ein kensla, eitt orð - "ella so". Omman “poserar” og hvørvur. Yrkingin er í byrjanini nágreinilig við døgum og klokkutíðum og støðum, men tað tíðarbundna verður til eina mynd og aftur til ommuna og til eg’ið, sum leitar eftir gomlum myndum í einum skápi og letur eyguni í myndunum hyggja at sær.
Mynd 1
leygardagur 3.september 16 í Havn
enn eru dagarnir ljósir
langir
ljósið fer at broytast komandi tíðina
við blíðari vissu
blíð
tí tað fer ikki at skaka nakran at tað hendir
skjótt heyst
Føroya Ríðingarfelag hevur broytt klokkuslett
fyri kappríðing vegna jarðarferð
kappríðingin byrjar klokkan 15.30
ikki klokkan 14 sum ætlað
rossafólkini vísa sína samkenslu
omma er deyð
afturkomin av jarðarferð
eg havi eina mynd á mínari tlefon
av ommu í opnari kistu
tað er ikki ein mynd av henni veruliga
men rættari ein mynd av kroppi
uttan menniskja
av deyða ella so
eg kann kalla myndina DEYÐI
sjálvt um tað ikki ber til at taka myndir av deyða
familja
tey hava pakkað hennara ting niður
lagt eina bók til síðis sum eg ska eiga
Feðgar á ferð
hvar er hálsketan við grøna ravsteininum
sum eg gav henni?
hava givið mær brøvini eg skrivaði til hana
savnað tey í ein gjøgnumskygdan frystiposa
skrivað Lív á við svartari spritttusj
í gamla askarskápinum finni eg myndir
blaði ígjøgnum bunkar av teimum
velji tær mær dámar út
leggi tær á borðið framman fyri mær
flestar eru frá áðrenn eg varð fødd
men har eru eisini onkrar frá fýrsunum
eyguni
eru fryst sekund eyguni
hyggja inn í kamerasálina
skera út gjøgnum myndina
inn í meg har eg siti
í beintnúinum
omma poserar
Listaárið 2020 - millum gult og innihald
/Morgun og nýføddur dagur og ár. Ein sjáldsama ljósur og klárur morgun gevur optimistiskar vónir um komandi herligheitir, men vit vita einki og máa eyðmjúk við hattinum í hondini biðja til, at farsóttin sleppur takinum og at vit øll fáa eitt gott 2021. Árið í fjør var serligt, í Dimmalætting skrivaði eg eitt sindur um tað, ið hendi á listaøkinum í tjúgu og tað var ikki so heilt lítið.
Hetta var á so mangan hátt eitt serligt ár, sum vit helst fara at minnast fyrst og fremst fyri covid-19. Kortini gav farsóttin okkum øllum tíð til m.a. at ásanna hvussu stóran týdning listin í roynd og veru hevur. Uttan tónleik, film, bøkur, myndlist osfr. høvdu bæði sóttarhald og stilla heimalívið verið nakað væl keðiligari.
Tóroddur Poulsen Ólavsøka (2020)
Sjálvt um vit í Føroyum eru sloppin lutfalsliga væl higartil, hevur listin sum heild verið mikið tarnað av covid-19 í brátt farna ári. Higartil kunnu vit ikki vera annað enn takksom fyri støðuna, nú skulu vit bara ansa eftir eina løtu aftrat, so er koppingarevnið her. Og vit skulu ansa væl eftir nú tølini hækka – eisini í Danmark, haðani nógvir av okkara jólagestum koma. Men vit mugu altso eisini ansa eftir hvussu vit málbera okkum í hesum døgum, nú tølini kvinka uppeftir. Tá hendir tað hvørja ferð, at rættir ræðslusavnarar manifestera seg t.d. á Facebook við øllum møguligum demoniserandi ræðusøgum um smittuberaraútisetar, sum fara beinleiðis í býin fyri at breiða út smittu. - Man tað nú vera? Við lægsta felagsnevnara gerst samskiftið skjótt sansaleyst og ónuanserað og vit gloyma týðandi medmenniskjanslig atlit til ymiskar tilveruligar umstøður, tað verði seg sjúku, elli, einsemi, kærleika, longsul osfr. Vit kenna ikku umstøðurnar hjá okkara medmenniskjum og vit eiga ikki at døma frá hond, tí tað hjálpir ongum. Vit mugu heldur ikki geva ávísum bólkum skyldina - eg haldi, at okkara ungu hava betur uppiborið. Heldur eiga vit at halda saman hvør sær, hava álit á hvønn annan samstundis sum vit ansa eftir at halda okkum sjálvi frá smittuvanda.
Steinprent
Aftur í ár var sera nógv og gott framsýningarvirksemi í Steinprenti við føroyskari og danskari list. Í januar hevði Svend-Allan Sørensen serframsýningina VINDUR ALDA FUGLUR. Tó at náttúran hevur ein stóran leiklut í hansara listaverkum, er konseptið alla tíðina í miðdeplinum – tað er hugskotið, sum drívur verkið, og ofta eru hansara verk beinleiðis bygd upp av poetiskt løddum orðum ella setningum. Í mars arbeiddu Daniel Milan og Zven Balslev í Steinprenti – teir gjørdu saman eina spennandi framsýning við heitinum Tvær strikur, sum ógvuliga fá fólk sóu. Tann fríggjadagin 13.mars, tá framsýningin skuldi lata upp, læt føroyska samfelagið sum kunnugt aftur dagin fyri orsakað av corona. Í Steinprenti og aðrastaðni var tíðin aftaná sera friðarlig, men tá tey í Steinprenti gjørdu eitt átak við at bjóða grafisk dygdarverk fyri serprís, vóru fólk skjót at taka undir við hesum. Summarið var serligt og fult av føroyingum í Føroyum, sum í staðin fyri at ferðast í útlond, valdu at ferðast heima. Hetta var orsøkin til, at mann í Steinprenti valdi at hava heili tvær summarframsýningar við ávikavist Claus Carstensen og KLAKSVIKAFFÆRER REVISITED á gallarínum og við føroyskari samtíðarlist hjá Hansinu Iversen, Rannvá Kunoy, Hanni Bjartalíð, Marius Olsen, Anker Mortensen, Bárður Jákupsson, Zaharias Heinesen, Tróndi Patursson og Torbirni Olsen uppiá Østrøm. Framsýningin VIT ERU HER ENN var áhugaverd við verkum hjá listafólkunum báðum, Vibeke Mencke Nielsen og Poul Janus Ipsen, sum vildu gera vart við, at tey altso enn eru til og listarliga virkin, um tey eru komin væl upp í árini. Ein sera fín framsýning var í Steinprenti í november við verkum hjá Hanna Bjartalíð og Bárði Oskarsson, ið umframt at báðir hava myndprýtt myndabøkur, jú ikki eu ólíkir listarliga sæð, tó at teirra verk kunnu taka seg ymiskt út.
Avbyrgingageddon
Í mai hevði Tóroddur Poulsen framsýningina Avbyrgingageddon og aðrar frástøður í Steinprenti. Framsýningarheitið sipaði til farsóttina og harav fylgjandi avbyrgingar og varhugar um heimsins enda. Vit kendu fleiri av myndevnunum aftur, hugfarsligu víntrøini og tær grínandi beinagrindirnar. Ein riðil av menniskjum og øðrum myndaliðum, ið stóðu so tætt, at mann næstan varð øvundsjúk. Eitt tysjandi ævintýr av dreymakendari surrealismu av figurativum og abstraktum myndaliðum og av orðum og setningum, sum viðmerktu list ella veruleika, dreymar, poesi ella profeti - her vóru t.d. virusmyndir, sum vóru málaðar fyri fleiri árum síðani. Tóroddur Poulsen gav eisini tvær bøkur út í ár og fekk sítt gjøgnumbrot í Danmark, har hann annars hevur búð í ein mansaldur, við sínum fyrsta yrkingasavni, Valseværk, sum er skrivað og útgivið einans á donskum. Donsku ummælararnir vóru upp í loft um bókina, yrkingarnar eru ”lynende underfundige” helt Lars Bukdahl, meðan Erik Skyum Nielsen helt, at ”samtlige digte sidder lige i skabet”. Langt áðrenn tað ummælti eg bókina á bæði og føroyskum og var heldur ikki heilt óbegeistrað: #Indledningsvist møder vi digterjeget, der siger sig ikke vide hvad ”han” har gang i, men at han til tider kigger ud et lille vindue. Dette koøje er vores åbning ind i det valsende værk, den nyeste variant i Tóroddur Poulsens lyriske univers, der straks forekommer bekendt med sin særlige håbefulde og salte havsuppeblanding af sømænd, skovfugle og digte, der glimtvis åbenbarer hele den sanselige og kortvarige eksistens, som vi drømmer og skaber, imens lyset brænder hastigt ned og mørket ivrigt kærtegner os. Der er ganske mange digte, der handler om at komme i havn og en tør advarsel om, at når man først har sat trillebøren fra sig, er alle grave fyldt. I et andet digt frabeder jeget sig høreapparat, da det ikke ønsker at høre døden komme. Stadigt opløses digterjeget og bliver enten en del af sin mor igen eller søn til et træ. Interessen for miljøets ve og vel kan næsten forekomme helt posthuman og nymodens, men har rent faktisk været del af Poulsens digte helt fra begyndelsen. Det samme er gældende for stilen, der skifter imellem virkelighed og det surreale og hvor læseren bestandigt overraskes af uventede forløb og spring, der ikke overholder virkelighedens fysiske betingelser, men som derimod sprænger kronologi, personer, sted og tid..”.
Virðislønir og vantandi armslongd
Aftur í ár vórðu fólk fagnað fyri sín leiklut innan listina. Anna Malan Jógvansdóttir, sum í 2019 gav út Psykosudrotningin sigur frá fekk Ebbuvirðislønina 2020. Í januar vóru Mentanarvirðislønir Landsins allar latnar monnum, ið allir høvdu almennu virðislønirnar hjartaliga uppibornar. Hanus G.Johansen fekk mentanarvirðislønina fyri sín ómissandi leiklut sum vísusangari og tónaskald og sum tulkari, ið hevur endurnýggjað áhugan fyri Pól F og øðrum yrkjarum. Simme Arge Jacobsen fekk heiðursgávu landsins fyri sín ikki minni ómissandi og kveikjandi leiklut sum drívmegi í føroyska tónleikalívinum síðani fimmtiárini. Forlagið Leirkerið v/ Zachariasi Zachariasen og Flóvini Tyril fekk Serstaka Virðisløn. Landsstýrismaðurin í menta- og uttanríkismálum, Jenis av Rana hevur tvær reisur í 2020 valt at handla ímóti ráðunum frá settum listanevndum og báðu ferðirnar hevur tað gingið út yvir tey ungu. Fyrst var tað virðislønin til ung listafólk, ið varð droppað og síðani valdi mentamálaráðharrin ikki at fylgja tilmælinum um at geva unga filmsleikstjóranum Tóka Jansson filmsstuðul á 40.000 krónur til teknifilmsrøðina, Skúla Scam. Grundgevingin fyri at nokta at lata stuðul var tann, at Jenis av Rana helt, at tey bannaðu ov illa í filminum. Hetta brotið á armslongdarregluna varð mótmælt av fleiri eisini úr Danmark, har ANIS (Animationssammenslutningen) avgjørdi at geva Tóka Jansson eitt serlegat á 30.000 kroner.
Føroysk list í DK og í Løkshøll
Filmsleikstjórin Andrias Høgenni hevur somuleiðis havt eitt gott ár. Hansara stuttfilmur Ikki illa meint heldur fram við at verða heiðraður og hevur m.a. fingið Robert-virðisløn og Ekko-virðisløn, sum sjálvur Thomas Vinterberg handaði. Tað er ikki minst í Danmark, at føroysk list hevur gjørt um seg eisini við stórum listaframsýningum, Speaking in tongues v/Hansinu Iversen og Jóhan Martini Christiansen í Møstingshus og Samtaler om Tåge á Norðurbyggjuni við føroyskari samtíðarlist. Í mai fekk Barbara í Gongini eitt av stóru og prestisjumiklu arbeiðslegatinum frá Statens Kunstfond á 250.000 DKK, ið verða latin listhandverkarum og designarum við dirvi til at gera nakað út yvir tað vanliga. Olaf Johannessen fekk sína fjórðu Reumertvirðisløn og við framførslu hansara í Løkshøll kundi eisini føroyingar við egnum eygum síggja leiklistarliga fyribrigdið í leikinum Tann komiska tragedian, ið var leikstjórnaður og týddur av Maritu Dalsgaard. Súni Joensen stóð fyri ljósinum – hann fekk í ár virðisløn frá Statens Kunstfond fyri ljósdesign í einum donskum leiki. Leikurin Tann komiska tragedian, sum Marita Dalsgarð týddi er, sum heitið bendir á, bæði stuttligur og inntonktur. Hann snýr seg um eitt slag av eini hólmgongu millum ein sjónleikaraleiklut ella rolluna og sjónleikaran sjálvan, ið saman skulu spæla ein leik um leitanina eftir stóra kærleikanum. Tað var einastandandi at uppliva eitt so stórt og sermerkt listafólk sum Olaf Johannessen á palli og Løkshøll stóð seg væl sum karmur kring leiklistarligu stórhendingina.
Myndlist
Í Listasavni Føroya varð fasta framsýningin umskipað, ein tiltrongd broyting, sum eisini tóktist lutfalsliga radikal frá eini fyri tað mesta listasøguliga skipaðari framsýning til eina tematiska, har tað eisini verða framsýnd nógv fleiri verk – umleið dupult so nógv verk sum áður. Endamálið sigst vera at umboða nógv fleiri listafólk á savninum og so er spurningurin um flest merkir best ella barasta flest. Harumframt sigur stjórin, Karina Lykke Grand seg hava ynskt at fáa eina meira tíðarhóskandi javnvág millum listakvinnur og listamenn, málningar og aðrar listamiðlar umframt klassikarar og nýggjari listaverk. Og tað er sjálvsagt í fínasta lagi, meðan tematiska skipanin eftir mínum tykkum er meira ivasom. Hóast tematiskar framsýningar eru vanligar á gallaríum og søvnum, er tað ikki vanligt sum at kalla einasta uppheingingarmeginregla í eini fastari sýning í einum tjóðlistasavni. Tað er óvanligt. Uppheingingin sigst leggja dent á at geva gestinum eina ávísa uppliving av Føroyum gjøgnum myndir og tað er eisini væl hugsandi, at nógvum fer at dáma hetta. Tað er lætt og ómakaleyst at skilja eina framsýning, sum í einum rúmi t.d. tematiserar havið við myndum av uppgangi, av sjómonnum, sakni, óveðri og logn – fyri t.d. ferðafólkaídnað og upplivingarbúskapin verður broytingin ivaleyst vælumtókt. Men at redusera føroyska listarliga hugsjón í allar tíðir til evni sum hav, landslag, dýr, portrett, interiør, ull, átrúnað - tað tykist ov einfalt fyri eitt tjóðlistasavn. Stóra serframsýningin í Listasavninum um Havið var eisini einføld og pedagogisk. Eg var við einum skúlaflokki á Glasi í Listasavninum og upplivdi har framsýningina fyrimyndarligt miðlaða av Solveig Hanusardóttir Olsen. Solveig læt eisini framsýningina SALT JARÐARINNAR JARÐARINNAR SALT hjá Guðrið Poulsen og Rannvá Holm Mortensen upp í oktober í Müllers Pakkhúsi. Hon var sett saman av ymiskum bygdum lutum, readymades, ljósi, ljóði og videoverkum. Miðskeiðis í rúminum stóð ein stórur hvítur bygnaður - ein salttinna í ovurstødd, sum áskoðarar kundu ganga inn í at skoða teir ymsu lutirnir harinni. Gjøgnumskygda rúmið var eins og eitt raritetskabinett við lívrunnum lutum og avstoypningum, ið á ymiskan hátt tóktust lýsa menniskjakroppin. Partar av framsýningini mintu meg um framúrskarandi danska listamannin, John Olsen, ið dugdi at skipa sínar funnu lutir soleiðis, at teir vóru lyftir upp til list. Eg haldi, at John Olsen kallaði síni verk fyri “undranarkømur” - og tað kundi mann kanska eisini kalla framsýningina hjá Guðrið Poulsen og Rannvá Holm Mortensen
Tónleikurin
Tónleikarar hava ikki havt tað lætt í 2020 – stór orkestur og kór hava fyri tað mesta verið avlýst. G-Festivalurin og aðrir festivalar avlýstu. Fleiri yrkistónleikarar hava mist nógva inntøku og máttu bíða leingi eftir, at tað varð hugsað um tey innan almennu hjálparpakkarnar. Summir tónleikarar hava roynt at varpa konsertir gjøgnum internetið og at hava uttandura framførslur, t.d. Teitur Lassen, ið gav út EP´ina Modern Era. Teitur dugir at manifestera ein sang soleiðis, at hann eftir øllum at døma vaksur upp burtur úr ongum soleiðis peu un peu tilvildarliga. Sum lurtari sleppur tú øllum væntanum um stórbærar upplivingar, tú ert bara til og tá er tað, at kensluborna røddin og tær mjúku, sveimandi akkordirnar raka inn millum rivjabeinini og tendra hjartað lukkuliga og sorgblítt, men eisini við onkrum skálkabrosi. Árið 2020 gav okkum eisini ta heitu, reyðu og elektronisku plátuna Segl hjá Eivør, og nakað væl færri áskoðarar enn ætlað sloppu til framúrskarandi konsertir í Norðurlandahúsinum. Eg upplivdi aðalroyndina og tað var stórt.
Nólsoyar Páll
Einki elvir til so nógv kjak sum býararkitekturur, tað sóu vit, tá ein skoytuvøllur skuldi leggjast í Vágsbotni júst har sum Nólsoyar Páll, standmyndin hjá Hans Paula Olsen hevur staðið í skjótt 25 ár. Skoytuvøllurin endaði við at vera fluttur niðan í Gundadal, men vit bíða enn eftir standmyndini. Í Degi&Viku 12.november greiddi býararkitekturin, Birita Wardum frá, at tann avmonteraða standmyndin hjá Hans Paula Olsen av Nólsoyarpáll fer at koma afturíaftur. Tey vita ikki júst hvar, men tað verður í Vágsbotni, tí tað hevur listamaðurin ynskt. Og tað er gott, tí hendan spektakulera, umdiskuteraða og útskeldaða, men seinni høgt elskaða standmyndin av einari nationalari klenodiu hevur eisini av sonnum uppiborið sítt pláss í Vágsbotni og skal vera verandi har. Hon sigur eina søgu um eitt tíðarskeið við stórari tjóðskaparkenslu, ið kom eftir, at Føroyar fóru á húsagang fyrst í hálvfemsunum, fóru biddaragongu til Danmarkar og síðani vórðu útspiltar í donskum miðlum í nøkur ár.
Edward Fuglø - Jón Sonni Jensen
Listprýðing
Seinastu árini hava vit sæð hópin av stórfingnum listprýðingum taka skap á skúlum og øðrum nýbygdum stovnum. Í nøkrum kommunum er listprýðing lógarkrav, men tey flestu tykjast skilja hvussu listin er tann berømti prikkurin yvir i´ið á bygningsverkum. Vit hava seinast sæð tað í nýggja Eysturoyartunlinum, har Tróndur Patursson hevur gjørt eina at síggja til imponerandi prýðing úr stáli og ljósi. Ljósviðurskiftini eru ikki í lagi enn, tí tey bíða enn eftir at fáa røttu ljósini. Undirsjóartunnilin og rundkoyringin eru flott bygningsverk í sær sjálvum, men tað er listin, sum samlar verkið visuelt og fær tað út um allan heim. Tí er tað eisini gleðiligt at síggja væl eydnaðar listprýðingar í Havn og aðrastaðni í landinum og tí var tað gott á sinni at frætta frá Listabólkinum í Tórshavnar Kommunu, at m.a. Hansina Iversen var millum tey trý listafólkini (av sekstan innsendum uppskotum), sum hevði vunnið heiðurin at prýða skúlan (harumframt prýða Jón Sonni Jensen og Edward Fuglø skúlan). Orsakað av sera óprofessionellari tilgongd í málinum, endaði tað við, at Hansina Iversen ikki slapp við allíkavæl vegna vantandi fígging. Málið verður tikið upp aftur í Býráðnum, ið vónandi fer at tryggja, at tílíkt ikki hendir aftur.
Stríð innan leiklistina
Í oktober gjørdist greitt, at stríð er innan føroyska leiklistaumhvørvið. Leiklistafylkingin 2020, ið er ein fylking av 22 føroyskum yrkisleiklistafólkum og 6 fríyrkisleikbólkum, mótmælti hvassliga stjórasetanini á Tjóðpalli Føroya í sambandi við, at sitandi stjóri, Jenny Petersen varð afturvald á fjórða sinni. Eitt mótmæli av hesum slagnum hava vit ikki sæð síðan nøkur av okkara bestu og mest etableraðu myndlistafólkum trektu seg úr samstarvinum við Listasavn Føroya til tess at mótmæla vantandi listfakligheit hjá táverandi stjóra. Tey flestu, sum hava notið góðar stundir á Tjóðpalli Føroya munu hava hámett leikarar og øll tey, sum starvast á Tjóðpallinum fyri teirra vilja og styrki til at arbeiða professionelt undir nokk so ómøguligum – ikki minst eigur stjórin rós fyri sítt áhaldandi arbeiði. Tá hetta er sagt, so má eisini staðfestast, at tær stóru leiklistarligu upplivingarnar í Føroyum í vaksandi mun henda uttan fyri Tjóðpallin. Tað eru produktiónir hjá m.a. Det Ferösche Compagnie, GUT//Productions, Teatur Grugg og TVAZZ. Og sjálvandi er tað fantastiskt at hava eitt so listarliga ríkt land, at hetta yvirhøvur ber til, men mótmælið ger vart við, at tað er ein orsøk til, at allir hesir mongu sjónleikarbólkarnir eru kyknaðir seinastu árini. Tað snýr seg um vantandi listarligt framfýsni á Tjóðpalli Føroya.
Bøkur
Fleiri bøkur komu út í ár ikki minst til jóla. Tann bunkan havi eg ikki lisið enn, men bókina, sum Øssur Johannesen skrivaði um vinmannin, Tummas Jákup Thomsen las eg. Tað er ikki á hvørjum degi, at ein hondskrivað bók kemur út og ikki eigi eg nógvar listabøkur, ið eru skrivaðar við sprittusj, men tað er gott og uppá tíðina, at okkurt kemur út um gávuríka og arbeiðssama poppsurrealistin í Gøtu. Í summar las eg bókina hjá Carl Jóhan Jensen Mitt í hesi krónutíð. Sum politiskur viðmerkjari og satirikari er Carl Jóhan Jensen stuttligur og beinrakin, men bókin er kanska mest áhugaverd í teimum av tekstunum, ið ikki prædika fyri teimum frelstu, men sum lýsa aðrar partar av samfelagnum. Ikki minst eru eygleiðingar og hugleiðingar, ið eru tengdar at ymiskum bókmentaligum og listaligum, áhugaverdar. Bókin er løtt men hon er skrivað við sosialum rótfesti, vitan og tyngd, ið gevur lesaranum eina lítið hugaliga hóming av einum kaldligum tíðarráki, merkt av vantandi atliti til okkara gomlu medborgarar, minkandi samhaldsfesti og vaksandi ójavna. Ein bók, ið hugtók er tann nýggja hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger Eg skrivi á vátt. Meðan eg las hoyrdi eg røddina á yrkjaranum fyri mær heilt týðiliga sum stóð hon mitt á gólvinum her í stovuni hjá mær og las við sínu ljósu, treisku rødd við skiftandi herðslu á ymisk orð. Henda gløggskygda næstan uttanveltaða og samstundis yvirhugaða, heita røddin er serlig við yrkingum, ið geva lesaranum varhugan av einum serligum sambandi millum orð og setningar - millum partar og heild, millum gult og innihald.
Solveig Hanusardóttir - JARÐARINNAR SALT SALT JARÐARINNAR v/Guðrið Poulsen og Rannvá Holm Mortensen
Speaking in Tongues Hansina Iversen og Jóhan Martin Christiansen Foto: Torben Eskerod
Heðin Kambsdal sýndi fram í Gamla Seglhúsinum
Speaking in Tongues Hansina Iversen og Jóhan Martin Christiansen Foto: Torben Eskerod
Alda Mohr Eyðunardóttir - SAMTALER OM TÅGE Foto:KP
Hanni Bjartalíð - So gjørdi hann vatnið til perlandi vín. Víngarðurin 2020 Foto:KP
Julie Sass - Jóhan Martin Christiansen - Samtaler om Tåge 2020 Foto:KP
Vernissage Jólaframsýningin VG 2020 -
Svend-Allan Sørensen - SAMTALER OM TÅGE
Portrett Torbjørn Olsen á Myndaódnini í Steinprenti
Litbrá - Østrøm/Steinprent
Olaf Johannessen
Vibeke Mencke Nielsen í Steinprent
Zacharias Heinesen sýndi fram m.a. í Salt og í Víngarðinum
Eg skrivaði um Torbjøn Olsen, sum málaði meg
Silja Strøm sýndi fram í Gamla Seglhúsinum - foto: Dávur Winter
Carl Jóhan las upp í Víngarðinum