Vikuyrkingin er heiti á einum teigi í Dimmalætting, har Bergur Djurhuus Hansen og Kinna Poulsen hvørja viku velja eina yrking, ið á onkran hátt er áhugaverd. Ongar avmarkingar eru í úrvalinum annað enn, at yrkingarnar skulu vera úr okkara samtíð ella kennast samtíðarligar. Aftrat yrkingini kemur ein mynd – tað kann vera eitt myndlistaverk ella okkurt annað, sum møguliga hóskar saman við orðunum í yrkingini. Í dag er myndin eitt silkiprent hjá Mariusi Olsen frá 1992.
Vikuyrkingina hesaferð skrivaði Øssur Johannesen. Hon stendur í yrkingasavninum TÁ EG HOYRI MÍNI EINSLIGU FÓTAFET MILLUM FØLNAÐI HEYSTBLØÐINI, sum Tutl gav út í 2014. Í nógvum av yrkingunum í hesum savni eru vit stødd á samfelagsins botni millum tey vesaligu í náttmyrkum barrum í Keypmannahavn og í Havn. Yrkjaraegið kennir seg einsamalt og hetta einsemið verður viðgjørt á ymiskan hátt - ikki sjáldan við patos og drama. Tá er huglagið heilt øðrvísi, einfalt staðfestandi í yrkingini Tokið, har einsemið hjá einstaklinginum verður til eina hugtakandi universala lýsing av deyða og einsemi eins og tilveruligar grundtreytir. Her er myrkur og deyði, men eisini lív og ljós í endurtøkuni av, at egið hevur tendrað eitt livandi ljós.