Vakurleikin og myrkrið
/Randi Samsonsen gjørdi listaverkið her omanfyri. Tað er partur av núverandi framsýningini í Víngarðinum og eg haldi tað er í familju við verkini hjá Randi Samsonsen á framsýningini Samrøður um Mjørka í Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Tann framsýningin er tíverri afturlatin orsakað av covid-19, men inntil víðari ber til at vitja framsýningina í Víngarðinum (í vikuskiftinum frá 18-22) - undirritaða kurateraði báðar framsýningarnar. Tekstilmyndirnar hjá Randi Samsonsen eru taktilar og relieffkendar, settar saman úr toyi, sum hon hevur viðgjørt á ymiskan hátt, m.a. hevur hon sprayað á nøkur teirra. Síðan eru tey sett saman í strípum. Strípurnar í verkunum hjá Randi Samsonsen eru dekorativar og hard edge modernaðar. Sum heild eru strípur bæði ein tann mest einfalda, men eisini ein tann sterkasta mynsturtekningin í abstraktari list. Strípur sameina og býta upp í líka stórar støddir. Samstundis sum strípur býta ein myndaflata upp í tvær eindir, skapa tær eisini rútmu við sínum endurtøkum, ið bjóða áskoðaranum av - eina løtu síggja vit eitt gróðrarmikið blómuhav, men so blinka vit og í næstu løtu er myrkrið og avgrundin har.
Randi Samsonsen. Nordatlantens Brygge
Kinna Poulsen