Vikuyrkingin er heiti á einum teigi í Dimmalætting, har Bergur Djurhuus Hansen og Kinna Poulsen hvørja viku velja eina yrking, ið á onkran hátt er áhugaverd. Ongar avmarkingar eru í úrvalinum annað enn, at yrkingarnar skulu vera úr okkara samtíð ella kennast samtíðarligar. Aftrat yrkingini kemur ein mynd – tað kann vera eitt myndlistaverk ella okkurt annað, sum møguliga hóskar saman við orðunum í yrkingini. Hesa ferð hava bæði mynd og yrking sama upphav, t.e. Tóroddur Poulsen. Myndin er eitt steinprent við heitinum Minni frá 2007.
Yrkingin er úr BOND, ið tó, at tað er eitt savn fult av guddómleikum, av gróteinglum og yrkingum, sum ikki eta reytt kjøt, ikki er ein serliga frelst útgáva. Vikuyrkingin er tann fyrsta í savninum, og hon snýr seg um kirkjur, ið helst skulu vera so mikið opnar, holutar, fullar av opum og rivum, at guð við lítla g hoyrir okkum og fuglarnir eisini kunnu syngja saman við okkum. Kirkjan skal somuleiðis helst leka í neðra, so at sinnið sleppur á flot á tjørnum áðrenn tær frysta. Í yrkingini hómast ein trúgv uppá tað óperfekta og ein guð, ið er togaður heilt niður á jørðina. Hann er ikki tann almáttugi alvitandi, vit eru von at hoyra um. Hesin tykist meira menniskjaligur og dugir ikki at skoyta. Hann hevur tó gott sangoyra og er við øllum teimum, ið syngja úr sálmabókum, sum tola fuglaskvett og regn.
mær dámar best kirkjur
sum eru opnar í erva
so guð hoyrir okkum
og fuglarnir kunnu koma
inn og syngja við
um hvussu gott tað er
tá tað eisini lekur í neðra
og sinnið sleppur á flot
í sínum himmalsku tjørnum
áðrenn tær aftur frysta
og einglarnir teir sleppa
at vísa síni kynstur á skoytum
fyri einum stoltum várharra
sum sjálvur aldrin lærdi at skoyta
men sangoyra hevur hann gott
og syngur við í øllum røddum
úr sálmabókum sum tola
bæði fuglaskvett og regn