Vikuyrkingin er heiti á einum teigi í Dimmalætting, har Bergur Djurhuus Hansen og Kinna Poulsen hvørja viku velja eina yrking, ið á onkran hátt er áhugaverd. Ongar avmarkingar eru í úrvalinum annað enn, at yrkingarnar skulu vera úr okkara samtíð ella vera samtíðarligar - tað kunnu eisini gamlar yrkingar vera. Aftrat yrkingini kemur ein mynd – hetta kann vera eitt myndlistaverk ella okkurt annað, sum møguliga hóskar saman við orðunum í yrkingini.
Byrjað verður við eini yrking í einum lutfalsliga nýggjum savni, t.e. EG SKRIVI Á VÁTT PAPPÍR (2020), sum Lív Maria Róadóttir Jæger fekk Bókmentavirðisløn M.A.Jacobsens fyri. Í yrkingini er omman til sum eitt minni í eg’num, og hon er í broyting, er omma, eitt hugtak, ein rannsókn, ein lutur, ein kroppur, ein kensla, eitt orð - "ella so". Omman “poserar” og hvørvur. Yrkingin er í byrjanini nágreinilig við døgum og klokkutíðum og støðum, men tað tíðarbundna verður til eina mynd og aftur til ommuna og til eg’ið, sum leitar eftir gomlum myndum í einum skápi og letur eyguni í myndunum hyggja at sær.
Mynd 1
leygardagur 3.september 16 í Havn
enn eru dagarnir ljósir
langir
ljósið fer at broytast komandi tíðina
við blíðari vissu
blíð
tí tað fer ikki at skaka nakran at tað hendir
skjótt heyst
Føroya Ríðingarfelag hevur broytt klokkuslett
fyri kappríðing vegna jarðarferð
kappríðingin byrjar klokkan 15.30
ikki klokkan 14 sum ætlað
rossafólkini vísa sína samkenslu
omma er deyð
afturkomin av jarðarferð
eg havi eina mynd á mínari tlefon
av ommu í opnari kistu
tað er ikki ein mynd av henni veruliga
men rættari ein mynd av kroppi
uttan menniskja
av deyða ella so
eg kann kalla myndina DEYÐI
sjálvt um tað ikki ber til at taka myndir av deyða