Ingálvur av Reyni 100

1.Ingálvur Svartur sannleiki.jpg

Fríggjadagin 18.desember vóru hundrað ár síðani, listamaðurin, Ingálvur av Reyni (1920-2005) var føddur í Havn. Vit nýta høvi at hyggja aftur á eitt listarligt megnaravrik, ið flutti føroyska myndlist og okkum øll fram á leið.

Listarliga ávirkanin og týdningurin hjá Ingálvi av Reyni fyri føroyska list kann ikki yvirmetast. Árinið er stórt og tað er bæði av grundleggjandi og kollveltandi slag. Fyrst og fremst snýr tað seg um eitt langt listafólkalív, livað her á landi - hendan ikki serliga einfalda avbjóðingin at fáa tað at bera til at liva í Føroyum sum yrkislistafólk við familju og øllum vanligum útreiðslum. Umframt henda grundleggjandi leiklutin, hevur Ingálvur av Reyni ein ikki minni týdningarmiklan leiklut í okkara listasøgu sum antagonistur og uppreistrarmaður og sum tann listamaðurin, ið av álvara sjósetti ta nonfigurativu og abstraktu myndlistina í Føroyum. Eitt megnaravrik, ið alsamt elvir til kjak um list, um leiklutin hjá listini og virði av list, sum ikki líkist – art pour l´art – hvat kann mann brúka tað til? Hugsanir, ið hava havt avgerandi týdning fyri framdriftina í føroyskari list og sum hava verið til stóran íblástur hjá fleiri av okkara týdningarmestu samtíðarlistafólkum, t.d. Anker Mortensen, Rannva Kunoy og Jóhan Martin Christiansen fyri bara at nevna nøkur heilt fá í rúgvuni, ið hava ment sín egna stíl innan myndlistina.

Neyðug mótvekt ?

Onkuntíð fái eg tann løgna tankan, at tað er ógvusligheitin og ovurhonds progressivi leikluturin hjá Ingálvi av Reyni, sum í roynd og veru er orsøkin til ta ørgrynnu av anekdotum um listamannin, ið florera og verða fortaldar so skjótt sum navnið á listamanninum verður tikið uppá tungu. Tí tær flestu koma á onkran hátt inn á hvussu ótrúliga eyðmjúkur, stillur, fittur og kurteisligur, maðurin var, ið á henda hátt verður togaður heilt niður á jørðina. Og víst var hann sjáldsama fittur, men tað er tað eisini onnur, sum eru. Kanska botnar hesin okkara tørvur at leggja dent á hansara eyðmýkt og lítillætni í eini kollektivt undirskiltari avgerð, har eyðmjúka lyndislagið virkar sum eitt slag av neyðugari mótvekt til ta løgnu og torskildu listina – Henda listin er alt annað enn eyðmjúk, still, fitt og kurteislig.

Svartur Sannleiki

Eg hugsi ikki, at nakar nú í 2020 ivast í góðskuni á listini hjá Ingálvi av Reyni – hansara pláss í føroysku listasøgu er langt síðani tryggjað honum til ævigan heiðurs. Men sum kunnugt arbeiðir tíðin javnt og samt og broytir okkara fatan av søguni – eisini av listasøguni. Hetta er (enn) eitt øki innan listina, sum okkum tørvar gransking í, men eg hugsi, at filmurin Svartur Sannleiki frá 1999, sum Dánjal Højgaard, Hans Petur Hansen (umframt Herluf Sørensen og Per Zachariassen) gjørdu, hevur havt eina rættiliga stóra ávirkan á okkara fatan av Ingálvi av Reyni og hansara verki. Hóast filmurin er 21 ár, er hann framvegis millum mest áhugaverdu listafólkalýsingar, vit hava sæð í livandi myndum her á landi. – Tað er hann, tí hann í stóran mun hevur listamannin sjálvan í fokus, tí hann snýr seg um list og tí fyrireikararnir hava givið sær tíð at gera filmin og hava gjørt nógvar upptøkur, sum teir hava kunnað valt ímillum. Hetta er eisini orsøkin til, at vit sum skilst kunnu vænta okkum ein tveyara, ið vit sjálvsagt gleða okkum til. Eisin er tað ein stórur fyrimunur, at listamaðurin trínur fram í filminum á fleirræddaðan hátt, soleiðis at skilja, at hann onkuntíð lesur upp, meðan hann aðrar tíðir greiðir frá og viðmerkir sítt egna arbeiði, og so síggja vit hann eisini práta við fólk og tekna og mála. Svartur Sannleiki er ein ógvuliga ambitiøsur filmur, fyrireikararnir hava ikki spart uppá nakað, men fara t.d, við listamanninum til býirnar, ið hava havt listarligan týdning fyri hann. Framúrskarandi eru filmsligu lýsingarnar í Paris inni á Louvre. Ómetaliga flott og hugtakandi greitt frá í orðum, myndum og tónum, og sum um, at alt hetta ikki var nóg mikið, hava framleiðararnir eisini megnað at geva filminum kompositoriskt skap, ið er bygt upp um eina listarliga kreppu, tá listamaðurin hyggur aftur á sítt verk og kolldømir tað mesta at vera ov vánaligt. Ómetaliga spennandi er at síggja listamannin á Musée d'Art Moderne de la Ville de Paris og uppliva hann bera sítt egna verk saman við lýsandi svørt verk hjá franska listamanninum Pierre Soulages (f.1919) og staðfesta, at tað, hann sjálvur biksast við, eru bagatellir afturímóti.

Litríkir sannleikar

Ingálvur av Reyni er ómetaliga harður mótvegis sær sjálvum, tá hann í filminum staðfestir, at bert 10-15 málningar av teimum yvir túsund, hann hevur málað, eru nóg góðir og at málningar sum hann hatar, sum ikki eru nóg djúpir og erligir, ikki skulu við á nakra framsýning. Listamaðurin heldur seg ikki hava verið nóg konsekventan, men dugir kortini at síggja, at hetta, hann er í, er ein kreppa og at kreppur hava sína avmarkaðu tíð eins og alt annað. Listasøgan veit at siga okkum, at Ingálvur av Reyni kom úr aftur kreppuni og tað væl og virðiliga. Aftaná, at filmurin varð gjørdur, málaði hann nøkur av sínum týdningarmestu høvuðsverkum, t.d. stóra verkið í løgtingssalinum. Millum ár og dag havi eg á stovnum, søvnum og inni hjá privatfólki sæð nógvar málningar hjá Ingálvi av Reyni. Og antin hesir málningar eru frá fjørutunum, hálvtrýssunum, trýssunum, hálvfjersunum, fýrsunum, hálvfemsunum ella teir eru nýggjari enn tað, so havi eg heilt erligt sjáldan um nakrantíð hugsað, at hetta er ov vánaligt ella vanabundið. Tvørturímóti hevur Ingálvur av Reyni málað ótrúliga nógvar góðar málningar og tað gjørdi hann, tá hann arbeiddi út frá reglunum hjá læraranum Aksel Jørgensen um at brúka bjartastu mótsetningslitir, men eisini tá hann seinni hitti Jack Kampmann og fylgdu ráðum hansara um at tálma litirnar yvir í grátt og myrkt. Tær gráu myndirnar eru framúr góðar og tær svørtu – bæði smáar og monumentalar, og tað sama kann sigast um stórfingnu málningarnir seinastu árini fyri ikki at tosa um tekningar og akvarellir. Av tí, at samlaða verkið hjá Ingálvi av Reyni er so mikið stórt og gott sum tað er, er ikki lætt at peika á yndisverk í hópinum, men her eru nøkur av mínum, hvørji eru tíni?

 

Tinganes

2.tinganes.jpeg

Ein verulig perla er figurativi og friðsæli oljumálningurin Tinganes frá 1947. Í litum er lítla myndin skipað út frá meginregluni um mótsetningslitir, sum lærarin hjá Ingálvi av Reyni, Aksel Jørgensen, lærdi sínar næmingar á akademinum, og sum tað sambært Ingálvi tók nógv ár at frígera seg frá. Hann helt seg vera ov lítið sjálvstøðugan árini eftir akademiútbúgvingina, men henda myndin frá formativu árunum er sera væl eydnað. Ingálvur av Reyni megnar at brúka mótsetningslitirnar við skili, tí hann sum málari er ein framúrskarandi koloristur. Blávioletti heildartónin í myndini fær hita og glóð av teimum sterku, komplementeru appilsingulu litflatunum, meðan teir grønu litfarrarnir fáa klingandi mótsvar frá vínreyðum og rustreyðum litflatum. Sjálvt um talan er um eina figurativa mynd, er hetta eisini rættiliga abstraherað flatumálarí, sum peikar fram móti tí, ið koma skal.

 Kurpali

3.kurpali.jpeg

Í 1961 hevði Ingálvur av Reyni eina framsýning í Havn, sum hann sjálvur metir vera avgerandi fyri sína listarligu leið. Millum nonfigurativu málningarnar, sum hann hevði við á hesi framsýningini er Kurpali frá 1961. Heitið sipar til eitt lítið trongligt og óruddiligt rúm. Málningurin er lítil, men væl skipaður við fýrkantaðum og avlongum skapum. Saman mynda tey eina vertikala kompositión, ið er býtt sundur í tríggjar avlangar strípur, tær uttastu eru myrkar meðan tann í miðjuni er ljósari, grá og brún. Ovarlaga daga bjartari litir undan, gylt reytt og gult. Sjálvt um henda ljósari rondin breiðkar uppeftir, javnvigar myndin av tí, at rondin eisini gerst breiðari í neðra. Myndin snýr seg í stóran mun um javnvág.

4.koltur.jpeg

Koltur

Ingálvur av Reyni hevur málað eina ørgrynnu av meira og minni abstraktum landslagsmálningum við sjónarringi, ið alsamt hækkar og sum í alsamt størri mun fer at líkjast einari striku uttan nakra ábending um dýpd í myndarúminum. Somuleiðis gerast konturlinjurnar týðiligar, tjúkkar og svartar og á henda hátt verður alsamt størri dentur lagdur á yvirflatan á løriftinum. Listasavnið á Sandi eigur ein fínan tílíkan einfaldan málning við heitinum Heystmynd, Koltur frá 1963, har landslagið er einfaldað til flatar og litir, ið skyggja millum bláviolett og gylt orange og okker.

5.Gráur morgun.jpeg

Gráur morgun

Um eg bara slapp at velja ein málning hjá Ingálvi av Reyni, hevði eg valt hesa myrku skjórutu myndina frá 1970, sum hongur í Listasavni Føroya. Hon er av tí slagnum, sum eg minnist fólk ógvaðust um fyrr, tí hon tykist so meiggjut og óklár. Eg minnist eisini, at myndin hevði ein høvuðsleiklut í eini grein, eg skrivaði og sum pápi mín var upptikin av. Hann sat við blaðnum og einum lítlum skálkabrosi segði seg vera imponeraðan av greinini - Hetta var fyrstu ferð, at hann næstan skilti Ingálv av Reyni. Talan er um eina at síggja til nonfigurativa kompositión av gráum og jarðlittum geometriskum formum. Myndarúmið tykist ómetaliga tungt og kompakt við tað, at forgrundin fyllir tað mesta. Skimast tú eina løtu hómar tú eitt rundleitt skap ovast í myndini beint uppi yvir eini vatnrættari linju. Hetta gevur hugasamband við tað, ið vanliga hendir um morgunin, nevniliga at sólin rísur upp úr havsbrúnni. Tað kunnu eisini við einum góðum vilja verið fjøll, sum hómast báðumegin sólarskapið. Men so er tað stóra, avlanga skapið í miðjuni á myndini – tað kundi verið ein hurð, men kanska er tað bara fjørðin, vit hóma millum fjøllni. Tað valdast hvagar vit hyggja á myndaflatanum. Soleiðis spælir myndin við okkara fatan og evni til at abstrahera og hetta at hon liggur og darrar á markinum millum kent og ókent ger hana óítøkiliga og spennandi.

6.liffa.jpeg

Liffa

Eitt myndevni, sum Ingálvur av Reyni dyrkaði, var gentan ella kvinnan, sum hann hevur tulkað í nógvum málningum, harav meginparturin er rættiliga abstraktur á somu leið, sum Picasso fór, tá hann setti skjøtul á kubismuna við kenda málninginum av kvinnunum úr Avignon. Kvinnutulkingarnar hjá Ingálvi av Reyni eru loddrættar kompositiónir við einum standandi figuri miðskeiðis á myndaflatanum, ið ofta verður lýstur soleiðis at tú hómar skapið við høvdinum ovast og so kroppin við tess linjum og formum, ið verða endurgivnir í strikum, strípum og geometriseraðum skapum. Ofta eru ferð á strokunum sum her í portrettmyndini við heitinum Liffa frá 1981. Her tekur eitt skap seg upp, sum fyllir meginpartin av myndarúminum við dramatiskum reyðum, grønum, bláum og appilsingulum strípum og formum. Gráa bakgrundin er málað rundan um figurin, soleiðis at figururin sýnist enn meira rokmikil og sostatt fáa vit varhugan av eini sera dynamiskari og spennandi persónligheit.

7.Fjall í koparloga .jpeg

 Fjall í koparloga

Á framsýningini, sum Ingálvur av Reyni hevði í Listasavni Føroya á vetri í 2000 var ein røð av spildurnýggjum vatnlitamyndum við heitum frá yrkingum hjá Janusi Djurhuus, ið vóru heilt øðrvísi enn tær vatnlitamyndirnar, hann annars hevur gjørt. Hesar høvdu eitt lættari, ljósfylltari brá og vóru einfaldar og abstraktar. Ljómandi myndir, ið vóru málaðar í september-oktober hetta sama árið. Tær flestu av yrkingunum, sum Ingálvur av Reyni hevur brúkt sum íblástur, snúgva seg um náttúruupplivingar av ymiskum slag – hetta er eitt nú galdandi fyri yrkingina Eitt summarkvøld í Klaksvík 1941, har orðingin ”Oyrafjall í koparloga” stendur. Vatnlitamyndin ”Fjall í koparloga” er ein lítil, glitrandi koloristisk visión við gyltum, rustreyðum og grønum tónum.

 

8.Trolaradekk.jpg

Trolaradekk

Tað er ikki lætt at velja ímillum tær stóru figurkompositiónirnar, sum Ingálvur av Reyni málaði. Hesar gjørdust bara betur sum tíðin leið frá teirri hugtakandi Tey ganga á vegnum og bíða til Fólk á Fjøllum, Vetrarstormur o.a, men tað ber als ikki til at lata vera við at nevna Trolaradekk frá 1999, ið er partur av núverandi serframsýningini hjá Listasavni Føroya, Havið. Trolaradekk er ein øgiligur málningur, eitt høvuðsverk í føroyskari myndlist - har er ferð á strokunum, ið saman mynda eina avlanga kompositión. Skapið í forgrundini er avrundað sum sóu vit niður á eitt trolaradekk í kvøldarroða. Horisontala grundskapið er bygt upp av litflatum við avrundaðum figurum. Myndin er óítøkilig, dramatisk og abstrakt, men gevur eina kenslu av ógvisligum virksemi og einum serligum fjálgum samanhangi millum náttúru og fólk.

9.Gjøgnum tíð og rúmdir.jpeg

 Gjøgnum tíð og rúmdir

Hesin málningurin er stórfingin í øllum orðsins týdningum. Tá Ingálvur av Reyni var 82 ára gamal, fekk hann heiðursuppgávuna at mála eitt stórt verk til løgtingssalin, ið skuldi hanga á endavegginum aftan fyri formannin og røðarapallin. Hann vrakaði sítt fyrsta uppskot og málaði eina aðra mynd, ið eftir hansara tykki var meira einføld og løtt. Tryggingin keypti ta vrakaðu myndina frá 2002, ið eisini er ómetaliga áhugaverd. Heitið á henni er Gjøgnum tíð og rúmdir, sum er ein yrking hjá Janusi Djurhuus. Eitt brot úr yrkingini ljóðar: ”Djúpt í mínum huga/ har alfjarar øldir húsast/ djúpt í mínum huga/ har forfedra fjøldir durva/ drálar ein sangur…/ Í honum hoyrist látur frá leskandi keldum…/ í honum andar fleyrið hitt lina og lotið hitt lýggja/ í honum dunar øðiligt brim og skakandi stormar…”. Um vit flyta innihaldið av yrkingini hjá Janusi Djurhuus yvir á myndlistaverkið, kann málningurin møguliga fatast sum ein hásongur til Føroyar, Føroya søgu, fólk, náttúru og veðurlag. Litavalið er savnað í gráum við svørtum linjum, men við hópin av somu lýsandi litum, sum Ingálvur av Reyni brúkti á ungum árum, har knallreytt og pink finnur sína javnvág í ymsum grønum mótsetningstónum, har appilsingul strok festa í bláar litflatar og violettu litirnir fara upp at skelva av einum farra av sólgulum. Kompositiónin er liggjandi eins og eitt landslag í kringsýni, men myndin er ógvuliga abstrakt, ekspressiv og dynamisk við rútmiskum endurtøkum av mótgangandi rørslum á skák. – Hygg eina løtu at myndini og ber saman við ta lítlu myndina Tinganes. Tó at 55 ár, hópin av royndum og kvadratmetrum eru á muni millum listaverkini bæði, ta figurativa og friðsæla og tað abstrakta og rokmikla, so er frástøðan ikki eins stór og mann skuldi trúð - tað er ein og sami listamaður, sum skapti bæði.