Sigrun fekk mentanarvirðislønina

mentanarvirðislønir.jpg

Umframt at vera landsins størsti mentanarheiður eru mentanarvirðislønir landsins - sjálvt eventið - nú eisini vorðið alt meira forvitnisligt soleiðis mentanarsociologiskt og mentanarpolitiskt sæð. Sostatt kann mann út frá staðseting og undirhaldi sita og gita hvør man verða heiðraður á hesum sinni - hvørji virði eru umboðað? Er tað country ella fínmentan? Kirkja ella brøðrasamkoman? Opera ella dansiband? Og hví man hatta fyrsta orkestrið, Zamar hava eitt hebraiskt navn - hevur tað týdning? - Tað ljóðaði ikki serliga jødiskt og als ikki klezmer. Nåh, hin síðan var eisni umboðað og væl avbalanserað av progressivu hálvfemsarahetjunum í Enekk. - Jú, men also, mann lurtar eitt sindur eyka væl og er yvirhøvur serliga árvakin við vitanini um hvussu sitandi mentamálaráðharri er farin við armslongdarregluni seinastu tíðina. Og sjálvt um Skúlascam ikki fekk nakra virðisløn, hugsi eg, at virðislønarmóttakararnir allir eru virðiligir og hava uppiborið hvør sítt almenna herðaklapp. Seinastu árini hevur ljóssetan og blómuprýði fingið alsamt vaksandi leiklut á slíkum eventum - Øll elska tað, eisini mentamálaráðharrin. Løkshøll var prýðiligur karmur um tiltakið, men eg hugsi kortini, at stundin møguliga er komin til at vit sissa okkum og tálma blómuprýðingini og ljóssetingini á slíkum tiltøkum? Tað verður næstan ov nógv - sum ein absurd musicalkend jarðarferð.

Sigrun Gunnarsdóttir fekk mentanarvirðislønina 2020. Um hana varð sagt, at hennara myndevni áhaldandi hugtaka og tala til okkara og at hon er ein listakvinna í støðugari menning. Gjøgnum listina sigur hon søgur. Søgur um menniskju og mannakor, djór og náttúru og alt tað alheimsliga, vit kenna. Hon lýsir tað stóra í tí smáa og gevur myndevnunum eina nýggja frásjón, eitt nýtt dýpi. Hon gongur egnar leiðir við sínum sterka, livandi og symbolska myndamáli. Fyri listarligu gávurnar, Sigrun Gunnarsdóttir áhaldandi gevur okkum, fær hon Mentanarvirðisløn landsins. Mentanarvirðisløn landsins verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Saman við heiðrinum fylgir ein peningagáva upp á 150.000 krónur.

Birita Poulsen, sum er operasangarinna virðislønina, sum fyrr var latin ungum listafólkum, men sum mentamálaráðharrin eyðsýnliga ynskir at hava størri ávirkan á og sum nú í tíðindaskrivinum verður nevnd serstaka virðislønin. Og Birita Poulsen er ung og dugnalig og í menning - tað hoyrdu vit ikki minst á Nýggjárskonsertini hjá Symfoniorkestrinum. Henda virðislønin er 50.000 krónur.

Fyri byggilistarligu avrik, ið á nýskapandi hátt endurhugsa og skapa frásøgur um lendi og umhvørvi, fekk Ósbjørn Jacobsen Heiðursgávu landsins 2020. Heiðursgáva landsins verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Heiðursgáva landsins er 75.000 krónur.

Hjartaliga til lukku, øll trý.