LISA átalar og minnir Jenis á armslongd

downloascam.jpg

LISA átalar staðiliga, at landsstýrisfólkið í uttanríkis- og mentamálum noktar filmsverkætlanini “Skúla Scam” stuðul úr stuðulsskipanini til film.

Átalað verður, at tað er sjálvt landsstýrisfólkið, ið noktar at lata stuðul til hesa ávísu filmsverkætlanina, “Skúla Scam”, tá stýrisbólkurin, ið er sett at meta um innlætnar umsóknir, hevur viðmælt at stuðla júst hesari verkætlanini.

LISA er fyri og arbeiður fyri, at armslongd verður hildin, tá stuðul verður latin til mentan og list og harvið eisini til film. Í stuðulsskipanini hjá Mentamálaráðnum eru nevndir settar til, at meta um innkomnar umsóknir. Í nevndirnar eru sett fólk, ið hava serligt innlit og vitan um listaøkini, sum hvør nevnd umsitur.

Hetta er gjørt nettupp fyri at fora fyri, at stuðul verður latin, alt eftir smakki og lyst. Hetta er gjørt nettupp fyri at tryggja, at stuðul verður latin á fakligar, neutralar og vitugar grundgevingar.

Hin fría listin er týðandi táttur í okkara fólkaræði/demokratii og vit eiga at virða og verja hana, eins og vit virða og verja einum fjøltáttaðum fólkaræði, ið tekur fyrilit og atlit til øll menniskju.

Vinaliga

Starvsnevndin

Marita Dalsgaard, forfólk

Hansina Iversen, næstforfólk

Jóhan Martin Christiansen, starvsnevndarlimur

MYNDAÓDN 2020

130605513_849115632573757_7738198692181040442_n.jpg

Nú árið er farið at halla, plagar hugnaløta at vera í Steinprenti, har limir í áhugafelagnum Steinbrá hittast í Steinprenti, heinta árliga gávuprentið og fáa heitt gløgg at drekka, men ikki í ár. Orsakað av covid-19 hava tey á verkstaðnum avgjørt ikki at hava vernissage og gløgg í ár. Kortini letur árliga Myndaódnin upp og verður hon at síggja í Steinprenti fram til jóla.

Sjálvt um sóttin partvíst tálmaði virkseminum eisini í Steinprenti, so er nógv hent í 2020. Mong listafólk hava arbeitt á verkstaðnum og hava fingið væl burturúr: Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson, Kirstine Roepstorff, Bárður Oskarsson, Daniel Milan, Zven Balslev, Svend-Allan Sørensen, Fríða Matras Brekku, Hanni Bjartalíð, Lena Nikolajsen, Zacharias Heinesen, Vibeke Mencke-Nielsen, Poul Janus Ipsen. Summi teirra hava eisini framsýnt í Steinprenti, her tað í summar vóru heilar tvær framsýningar; ein hjá Claus Carstensen og ein blandað, Litbrá uppi yvir handlinum hjá Østrøm, har dentur varð lagdur á kolorismu í føroyskari samtíðarlist. Steinprent hevur somuleiðis stóran leiklut á listaframsýningini Samrøður um mjørka á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn.

Á hvørjum ári fáa limirnir í áhugafelagnum Steinbrá eitt gávuprent, sum skiftandi listafólk framleiða á grafiska verkstaðnum. Ársins Steinbrá gávuprent hevur Torbjørn Olsen gjørt. Tey eru frálíka vøkur og fjálg. Talan er um serstakliga litríkar myndir m.a. við útsýninum úr húsunum hjá Torbirni út yvir Havnina og Nólsoynna. Prentini eru málandi ekspressiv við lýsandi grundlitum, ið tendra av tess mótsetningslitum í eini ljómandi koloristiskari heild. Limir kunnu heinta sítt gávuprent í døgunum 9.desember, 10.des 11.des og 12.des. Minnist til kvittan! – Nóg mikið av prentum er til allar limir og til ber at skriva til litho@olivant.fo og leggja eitt prent av, sum mann kann koma eftir, tá tað passar. Møguligt er eisini aftur í ár at melda seg sum lim í Steinbrá og fáa eitt prent alt fyri eitt.

Miðskeiðis í framsýningarrúminum hanga tríggjar nýggjar portrettmyndir, sum Torbjørn Olsen flogvituga hevur teknað á litografiskar steinar við líka nógvum ansi fyri persónsmenskuni í portrettevnunum sum fyri ljósinum, ið á næstan gandakendan hátt savnast kring teknaðu persónarnar. Myndaódnin er aftur í ár sera fjølbroytt og fevnir bæði um landsløg, portrett og alt møguligt annað. Har hanga tríggir av teimum at síggja til óítøkiligu málningunum hjá Rannvá Kunoy, ið skifta lit, tá tú gongur framman fyri teimum. Har eru eisini nøkur spildurnýggj fløskuverk hjá Hanna Bjartalíð og nakrar lutfalsliga smáar standmyndir hjá honum, sum í roynd og veru hava málandi dygdir og minna um tá Hanni Bjartalíð málaði hús á lørift. Fríða Matras Brekku hevur m.a. gjørt eitt fínt lítið træprent av Tróndi Patursson. Tróndur hevur sjálvur arbeitt at kalla nátt og dag við monumentala tunnilsverkinum. Men í summar arbeiddi hann nokk so leingi í Steinprenti, har hann gjørdi eina røð av steinprentum, ið myndevnisliga minna um málningar og glasverk, sum listamaðurin hevur gjørt við íblástri í náttúruupplivingum. Litirnir í fleiri av prentunum eru bjartir og sum skilst hevur Tróndur arbeitt eitt sindur á sama hátt sum tá hann fæst við glas. Tað vil siga, at hann arbeiðir uppá fleiri litografiskar steinar í senn, hann hevur arbeitt bæði spontant og í fleiri umførum, og hevur í serligan mun miðað ímóti at fáa ljósið í pappírinum fram í litunum. - Tó at hvørki gløgg ella vernissage verður, er listin har og tað við lít og áskoðarar eru vælkomnir - bara ikki øll í senn.

Hanni Bjartalíð Torbjørn Olsen

Hanni Bjartalíð Torbjørn Olsen

Jólatræið hjá Louise er aftur við í ár

Jólatræið hjá Louise er aftur við í ár

Tróndur Patursson

Tróndur Patursson

Torbjørn Olsen

Torbjørn Olsen

Lena Nikolajsen og Hanni Bjartalíð

Lena Nikolajsen og Hanni Bjartalíð

Fríða Matras Brekku

Fríða Matras Brekku

Rannva Kunoy

Rannva Kunoy

Tvey fet til vinstru - sami málningur hjá Rannvá Kunoy

Tvey fet til vinstru - sami málningur hjá Rannvá Kunoy

Hanni Bjartalíð

Hanni Bjartalíð

 

Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er (og børn og ung banna ikki?)

jenis.jpg

So var hann aftur har, Jenis av Rana. Eg hugsi ikki, at fólk er serliga bilsin um, at landsstýrismaðurin í mentamálum noktar at stuðla einum filmi, har persónarnir banna. Talan er hóast alt um formannin í Miðflokkinum, hvørs kristnu konservativu hugsanir um mentan og list, vit væl kenna. Tær eru eisini væl lýstar á teirra heimasíðu. Har stendur m.a. at flokkurin ynskir at stuðla mentan og list, sum ikki brýtur niður, men sum avspeglar og fremur eina sunna lívsáskoðan… og so er tað, at mann kemur í tankar um armslongdarregluna – skal hon virðast, ber ikki til einans at stuðla “uppbyggiligari” list. Miðflokkurin vísir annars á Paulus sum grundarlag og at virða "Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður - hugsið um hetta!" - Eg haldi tað vera desiderað skittligt at taka patent uppá sannleika og reinleika uppá hendan mátan, og eg arbeiði á Glasi, sum forrestin eisini er eitt av ábyrgdarøkjum mentamálaráðharrans og eg kann upplýsa hann um, at tey ungu also banna. Ella summi av teimum. Og onkur lærari, men grúviliga sjáldan. Nú hevur so hesin ungi filmsmaðurin, Tóki Jansson gjørt ein áhugaverdan film, sum hevur vakt ans og eg ivist ikki í, at hann fer at klára seg eisini uttan filmsstuðulspengar og hvør veit, kanska verður innslagið í Degi&Viku í kvøld góð reklama fyri hann. Men avgerðin hjá Jenisi av Rana er ikki í lagi. Óansæð hvat hansara egna sannføring er, so eigur hann at yvirhalda armslongdarregluna, sum sigur, at politikarar ikki eiga at detailstýra t.d. stuðulspengar til mentan og list. Tað má hansara egna samgonga minna hann á!  

Jólaframsýningin VG 2020

130414605_451295006264811_2013210105354007059_n.jpg

Leygardagin 5.desember læt Jólaframsýningin VG 2020 upp í Víngarðinum í Tróndargøtu. Við á framsýningini eru verk eftir Randi Samsonsen, Fríðu Matras Brekku, Bárð Jákupsson, Zacharias Heinesen og Hansinu Iversen. Her eru nakrar myndir frá upplating og framsýning. Jólaframsýningin VG 2020 verður opin fram til jóla og tað ber til at keypa ta serligu jólagávuna á framsýningini (og fáa hana heim við alt fyri eitt)

127238466_694387624771240_6702488422241727676_n+%281%29.jpg
130007331_237568507788899_197365033693179725_n.jpg
130345274_746198869309250_6181162225019390702_n.jpg
130466702_1399529713721337_994482285635234548_n.jpg
130308291_2711858429064675_3441488621412348818_n.jpg
130305922_216945936497784_6474000940000216458_n (1).jpg
129776777_422488515777134_886154164589517326_n.jpg
129908079_297562541600608_5799037798812821259_n (1).jpg

Olaf sannførdi og sigraði

olaf.jpg

Tað er í grundini alt ov langt síðani, eg hevði eina sjónleikaruppliving, ið gjørdi mær mun. Tí eri eg hjartans fegin um at eg var í Løkshøll í gjárkvøldið og upplivdi leikin, Tann komiska tragedian eftir Eva Bonfanti og Yves Hundstad. Eg síggi á atgongumerki.fo, at atgongumerki eru eftir til sýningarnar av leikinum í morgin klokkan 16 og klokkan 20 - Góðu tit øll. Gerið tykkum sjálvum tann beina og keypið eitt atgongumerki skjótast, tey eru lutfalsliga ódýr (270 kr) - gerið tað skjótt, um ikki annað so fyri at vitna, at tit vóru har og upplivdi ein føroyskan verðinssjónleikara skara framúr!

Hann er ikki hvør sum helst, Olaf Johannessen. Tað vita vit frammanundan. Hansara frægdarverk hava vit hoyrt um úr Danmark og Týsklandi og við leikinum, sum leygarkvøldið 5.desember 2020 varð frumsýndur í Løkshøll í Runavík høvdu vit høvi at uppliva hetta menniskjað, ið tykist mest sum skapt til sjónleik. Sjónleikur er ein so merkisverd list. Hetta, sum gongur fyri seg beint sum tú ert har og tú ert til staðar, samstundis sum framførslan við livandi listafólkum og hugtiknum og hostandi áskoðarum, ið eins og tú gløa og ógvast, ræðast og skelkast. Sjónleikur og eg eri í grundini eitt sovorði love/hate ting, sum tey ungu siga, tí henda listin kann vera konfronterandi og avdúkandi. Tann listin, ein kann lúra í og njóta, tá eingin hyggur, er í so máta lættari. Sjónleikur er alt í senn. Sjónleikur er ágangandi og pressar seg inn á allar sansir. Eygað, oyrað, alt! Tað er manuskript, tað er hugskot, framførsla, menniskja, løta, løtan, samband og onkuntíð svingar tað og gerst rein magi og yvirhøvur ikki altíð. Men jú, ALT svingar á Olaf Johannessen. Kroppurin. Andlitið. Hendurnar. Andadrátturin. Røddin. Eisini um okkurt einstakt orð gleppur, so er tað ikki nóg mikið til at mótsiga kensluna av at uppliva eitt stórt listafólk. Leikurin Tann komiska tragedian er sum heitið bendir á bæði stuttligur og inntonktur. Hann snýr seg um eitt slag av eini hólmgongu millum ein sjónleikaraleiklut og sjónleikaran sjálvan, ið saman skulu spæla ein leik um leitanina eftir stóra kærleikanum. Leikurin er sera undirhaldandi við kviku skiftunum millum leiklut og sjónleikara og ikki minst við beinleiðis áheitanunum á okkum áskoðarar, sum tíðum kenna okkum rakt í tí, ið sagt verður. Í leikinum verða tingini vend á soleiðis, at fiktivi leikluturin onkursvegna gerst hugsandi høvuðspersónur, ið hugleiðir stundum um leikin og hvussu hann riggar, men eisini um bíðistøðuna í einum ævigum hugaheimi, har allir leiklutir ganga og bíða eftir at verða aktiveraðir. Tað er eitt sindur abstrakt til tíðir, men so stinga jarðbundnir viðmerkingar seg upp, sum eisini relatera til eitt nú kendar sjónleikir hjá Shakespeare og annað. Støðugt gongur fyri seg eitt slag av millumtekstligum spæli við tekst, leik og áskoðarar, sum ikki minst fáa áskoðaran at ivast eitt sindur í fyrstani. Fer hetta ta ganga? - Stakkals maður einsamallur á pallinum í so langa tíð. Men sum leikluturin sigur: “bara rólig” tað gongur nokk. Og tað ger tað og meira enn tað. Olaf er fullkomiliga sannførandi allan vegin ígjøgnum. Í dag hugsi eg, at leikurin eisini snýr seg um leiklistina og um munin millum list og lív, um tíð, sum gongur í mun til ævinleikan. Tað, sum situr eftir í kroppinum eftir frumsýningina í Løkshøll er ein innilig kensla av ærufrykt yvir fyri sjónleikaranum, Olaf Johannesen, sum í ein tíma og fjøruti minuttir tosaði, rópti, gekk, datt, lá, dansaði og sum heild fyllti allan pallin út við fleiri persónum – hóast hann bara er ein – soleiðis, at tíðin hvarv. Heilt einastandandi at uppliva hvussu hann bara við at skifta eitt eygnabrá broytir persónsmensku og huglag. Áðrenn vit vistu av var leikur lokin og eg sat har eitt sindur soleiðis steinbilsin, uppfyllt av upplivingum og hugsanum, ið vit áskoðarar nú spakuliga fari at sodna og finna skil á, sum borgarstjórin og blómuhandarin, Tórbjørn Jacobsen segði í stuttari røðu eftir leikin. Eg kundi heilt vist sagt nógv meir um handritið og týðingina, um leikstjóran, Maritu Dalsgaard og ljósmannin Súna Joensen, tí einleikarin er ikki einsamallur um at fáa ein tílíkan leik upp at standa – alt fungeraði til lítar í Løkshøll í kvøld. Høllin sjálv var bæriligur og væl fungerandi karmur kring leikin og so havi eg í grundini ikki tíð at skriva meira beint nú, eg vil nógv heldur skunda mær at mæla tykkum til at síggja leikin.

Tann Komiska Tragedian spælur í Løkshøll 5. og 6. des og
í SALT tann 12. des. Tað verða fáar sýningar og
áskoðaratalið er koronuavmarkað.

Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo

Leikhús SKIFT
Sjónleikari:
Olaf Johannessen
Leikstjóri:
Marita S. Dalsgaard
Ljóssniðgevi:
Súni Joensen
Dramatikarar:
Eva Bonfanti og Yves Hundstad

130113716_1672623892914792_7159222312655971224_n.jpg
129510555_2790704604519617_8551291019057824455_n.jpg
130301489_838681290225538_6884410780674159086_n.jpg

 

 

Fjálg og fjølbroytt

129714569_1596139230592864_1003051700565547681_n.jpg

Jólaframsýningin VG 2020

Leygardagin 5.desember klokkan 15-17 letur upp Jólaframsýningin VG 2020 í Víngarðinum við einum fjálgum og fjølbroyttum blandi av dygdarlist – av málningum, tekstillist, akvarellum og grafikki hjá ávikavist Zachariasi Heinesen, Hansinu Iversen, Fríðu Matras Brekku, Randi Samsonsen og Bárði Jákupsson.

Myndevnið av Saðlingahellu hevur Zacharias Heinesen málað so ofta, at hann neyvan hevur tørv á at stilla seg oman á Kongabrúnna at mála tað. Nýggi lítli málningurin hjá honum av klassiska myndevninum prógvar eisini, at Zacharias Heinesen ikki “bert” málar tað hann sær. - Í grundini als ikki. Hann tekur kanska støði í eini bygdalagi ella eini landslagsformatión, men skapini eru so geometrisk, litspælið so egið og vakurt, at tað neyvan finnast nakar annar enn akkurát Zacharias, sum sær soleiðis. Kompositiónin er blá og samstundis sum mann ikki ivast í hvar vit eru, er talan um eina abstrakta kompositión, har bláu litbrigdini, summi kám, onnur skyggjandi, klinga saman við vínreyðum, grønum og ljósareyðum.

Hetta sama koloristiska yvirskotið er eitt av eyðkennunum fyri málningarnar og prentini hjá Hansinu Iversen, har ymisk skap bjóða hvørjum øðrum og sjálvum myndaflatanum av, har tey umskarast og næstan troka seg út og inn úr myndarúminum. Hjá Fríðu Matras Brekku er tað ikki minst grafiska tøknið, ið liggur hennara hjarta nær, men grafisku myndirnar eru ofta grundaðar á foto, tekning og akvarel, sum eisini er við á framsýningini. Myndirnar hjá Fríðu hava eitt øðrvísi brá í mun til aðra føroyska samtíðarlist, tær bera frá ekspressivu hevdini. Summar eru merktar av einum stillisligum, men poetiskt løddum tómleika, meðan aðrar eru fevndar av fjálgum skemti, t.d. djóralýsingarnar, sum Fríða hevur dyrkað – ikki minst seyðir og á framsýningini er ein so tekkilig og eygagóð ær, portretterað næstan sum Mona Lisa vøn og skær.

At síggja til er stórur munur millum tey bæði, Bárð Jákupsson og Randi Samsonsen, sum ávikavist arbeiða innan tekstil og málarí. Men á framsýningini hanga verkini hjá báðum listafólkunum saman. Vøkru málningarnir hjá Bárði Jákupsson taka allir støði í føroyska landslagnum, men á ein serstakliga abstraheraðan einfaldan og poetiskan hátt. Tað er næstan sum syngja teir ein sang um lýtt lot, leiftrandi gras og glitrandi grót.

Verkini hjá Randi Samsonsen eru sett saman úr toyi, sum listakvinnan hevur viðgjørt á ymiskan hátt, m.a. hevur hon sprayað á nøkur teirra. Síðan eru tey sett saman í strípum. Strípurnar í verkunum hjá Randi Samsonsen eru bæði dekorativar og hard edge modernaðar. Sum heild eru strípur bæði eitt tað mest einfalda, men eisini ein tann sterkasta mynsturtekningin í abstraktari list. Strípur sameina og býta upp í líka stórar støddir. Samstundis sum strípur býta ein myndaflata upp í tvær eindir, skapa tær eisini rútmu við sínum endurtøkum. Verkini hjá Randi Samsonsen í Víngarðinum eru framleidd í sama tíðarskeiði sum tey, hon í løtuni sýnir fram á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Og í verkunum í Víngarðinum hómast sama barokk tema, ið ger seg galdandi við sansaligum, heitum, mjúkum velour, ið sett saman við gulli gevur hugasamband við Christian IV og vanitasmálningar úr 1600-talinum. Men hyggur tú nærri at verkunum, so innihalda tey so mangt. Strípurnar eru heldur ikki so beinar, sum mann fyrst helt, og hyggur tú nærri, sæst onkrastaðni eitt blómumynstur sum var hetta eisini eitt slag av landslagslist? Hjartaliga vælkomin til vernissage í Víngarðinum leygardagin 15-17.

Kinna Poulsen, kurator.

129656713_2843178215925159_4749957150387652327_n.jpg
129660864_4776320322442977_7667947621309617759_n.jpg
130086127_795880510968188_8595031526391022397_n.jpg
127238466_694387624771240_6702488422241727676_n.jpg

Olaf Johannessen á pall í Føroyum

IMG_1240 (1).jpg

Tað er eingin minni enn Olaf Johannessen, fleirfaldur heiðurslønarvinnari, sum her á Listaportalinum er útnevndur leiklistarligt fenomen, sum fer at spæla einrøðuleikin Tann Komiska Tragedian eftir Evu Bonfanti og Yves Handstad. http://www.listaportal.com/tidindi/2020/9/22/4-x-reumert-olaf-johannessen-er-ein-leiklistarligt-fenomen

Leikhús Skift venur í løtuni leikin Tann Komiska Tragedian i Løkshøll og partvís á SALT. Um eina viku, tann 5. des. 2020 kl 20.00 verður leikurin frumsýndur í Løkshøll í Runavík. Um tvær vikur, tann 12.12.2020 kl 20.00, spælir hann á SALT.

 Um leikin

Ein sjónleikari og ein rolla skulu saman spæla eina týdningarmikla senu í einum leiki, sum snýr seg um leitaninna eftir Tí Stóra Kærleikanum. Men klutur kemur í, og alt gongur ikki eftir ætlan. Fleiri og fleiri rollur koma upp í leikin, og at enda er øll verðin við í leitaninni.

Tann Komiska Tragedian er ein fjálgur og menniskjaligur leikur. Hann er filosofiskur og so er hann stuttligur. Tann Komiska Tragedian spælir í Løkshøll 5. og 6. des og í SALT tann 12. des. Tað verða fáar sýningar og áskoðaratalið er koronuavmarkað.

Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo

Frumsýning í Løkshøll tann 05.12.2020 kl 20.00

Sýning í Løkshøll tann 06.12.2020 kl 20.00

Sýning á SALT tann 12.12.2020 kl 20.00

Leikhús SKIFT

Sjónleikari:

Olaf Johannessen

Leikstjóri:

Marita S. Dalsgaard

Ljóssniðgevi:

Súni Joensen

Dramatikarar:

Eva Bonfanti og Yves Hundstad

Forlag:

Nordiska Starkosch

AFTER HISTORY

Rannva Kunoy: AFTER HISTORY (2019) - Foto: Torben Eskerod

Rannva Kunoy: AFTER HISTORY (2019) - Foto: Torben Eskerod

På udstillingen Samtaler om Tåge i Nordatlantens Brygge hænger der et monumentalt maleri af den færøske billedkunster, Rannva Kunoy, der bor og arbejder i London. Det er et på mange måder storslået billede, hvis episke titel AFTER HISTORY også signalerer noget storladent. Bortset fra enkelte værker på gruppeudstillinger bl.a. i det nu hedengangne David Risley Gallery, er Rannva Kunoy (f.1975 i Tórshavn) relativt ukendt i Danmark, mens hendes værker er bedre kendt i feks. London og New York, hvor hun er repræsenteret hos hhv. Saatchi og Nathalie Karg Gallery og hos Lundgren Gallery. Hendes værker forefindes i en del private samlinger internationalt, ligesom hun følges af kunstinteresserede på instagram, hvor hun er portrætteret i en kort film af toneangivende ArtDrunk. - Det er i grunden interessant at iagttage udstillingspublikum i deres møde med Kunoys maleri, der måler 190 x 380 cm. Efter en indledende tøven ender de fleste med at opføre det, der ligner en lille dans foran maleriet, hvor de strækker sig frem og tilbage for at opleve maleriet skifte. AFTER HISTORY er på den ene side et traditionelt håndgribeligt maleri på lærred, som samtidig er et mærkelig flygtigt værk, hvis oplevelse betinges af beskuerens skift i position og af lyset i rummet. Det performative element skyldes bl.a. et særligt flerfarvet krystalpigment, som kunstneren har eksperimenteret med i en del år. Men pigmentet udgør ikke den eneste årsag til maleriets mystiske nærmest immaterielle karakter, for netop immaterialiteten eller ønsket om at transcendere selve det fysiske materiale har længe været en uomgængelig drivkraft i Rannva Kunoys arbejde.

Efter mange års forsøg har Rannva Kunoy lykkedes at finde frem til et udtryk, der på mange måder undviger kategorisering og som bl.a. gør op med maleriets fikserede position og tid og rum. Maleriets farve ændrer sig efter beskuerens placering fra skinnende metalviolet til varmere rødviolet med et voksende blågråt område, der pludselig måske på grund af et skift i lyset, forvandles til lysende turkis. Violet er på mange måder en særlig farve, der både bruges inden for liturgien i faste- og adventstid, til begravelser og til sørgegudstjeneste. Violet er som bekendt også en sekundær farve, der dannes af de to primære grundfarver, rød og blå, hvilket medfører, at violet både er koldt og varmt og både kan repræsentere krop og ånd, himmel og blod.

Den skinnende billedflade er bygget op af mange lag af først sort maling og siden krystalmaling. Maleriets kanter er accentuerede, således at de skaber en reliefvirkning op imod et tilsyneladende endeløst rum. Farveskift er bare et enkelt af mange formelle træk, der gør maleriet til en storslået men også foruroligende oplevelse for beskueren. Ud over, at selve størrelsen virker overvældende, kæmper beskueren også med at forstå vrimlen af tegn, der ses og anes, er streget, malet og ridset i maleriets overflade med såvel fri hånd som via skabeloner. Flydende myriader af tegn, som på forunderlig vis samler sig i en centreret komposition. - Læg mærke til den ujævne konturstreg i billedfladens mange tegn og streger, der giver illusionen af en eller anden reliefvirkning lidt på samme måde som i Lucio Fontanas udskårne billeder. Foran billedet oplever jeg, at jeg ser på det imens jeg forsøger at orientere mig på samme måde som var det et gammelt, fremmed landkort med anvisninger over længde- og breddegrader med mere eller mindre opløste ord og tegn og betydninger, der ikke helt lader sig tyde. Og mens jeg således prøver at fåe et overblik, dukker ordet YAMA op og jeg opdager, at det er gentaget flere steder på billedfladen. Yama er en buddhistisk dødsgud og det første menneske, der døde. Af andre læselige symboler, er der noget, der ligner en stiliseret lotusblomst eller en lilje, der også gentages og som bl.a. får en samlende effekt midt på billedfladen. Andre steder ses spor af en halvmåneform i cartoonstil og en dråbe, en kongkrone, samt andre tegn, tal og bogstaver.

Spørgsmålet er hvordan vi læser alle de mange tegn i forhold til billedets titel, AFTER HISTORY. Rannva Kunoys titler stammer ofte fra helt andre områder end fra billedkunsten og kan være tilknyttet den financielle sektor, popkultur eller politik. Kan billedtitlen eksempelvis henvise til Michael Jackson og hans apokalyptiske udgave HIStory? Af maleriets på én gang dystre, halvkvalte og lysende skønhed, får man en urovækkende fornemmelse af bevidsthed angående egen forestående undergang lidt på samme måde som vi ser det i såkaldte Memento Mori malerier i det 17.århundrede, hvor underskønne blomser og saftige, overmodne frugter lyser op imod de afpillede kranier, de tømte glas, de nedbrændte lys og det kulsorte mørke, der er deres baggrund, ødelæggelse og nærmeste fremtid. AFTER HISTORY er sådan set en episk storslået vision af en posthistorisk, postciviliseret verden, der giver et storslået tilbageblik på menneskets historie. Perspektivet forekommer posthumant måske med tanker om en fremtidig verden med kunstig intelligens. Samtidig som maleriet på så mange måder er af denne verden, har det i hvert fald også et gammeldags futuristisk præg, som var den en fremtidens forsøg på kortlægge homo sapiens’ tid på jorden engang, da vores tid er forbi. AFTER HISTORY er således både et fremadrettet og melankolsk maleri, der giver en klar fornemmelse af, at den periode, vi lever i, allerede er forbi.

PS - AFTER HISTORY er mere eller mindre umuligt at fotografere. Derfor anbefaler jeg, at I ser maleriet samt de andre værker på udstillingen Samtaler om Tåge i Nordatlantens Brygge i København.

Kærlig hilsen

Kinna Poulsen, kurator 

DSC_8860.jpg
samtaler om tåge pr.jpg

Lítil list við stórum innihaldi

DSC_0034.jpg

Bæði á listaframsýningum og listprýðingum kring landið hava smá listaverk ein nokk so stóran leiklut. Men hevur ítøkiliga støddin á einum listaverki nakran týdning fyri hvussu vit uppliva tað? - Tað var í sambandi við upplatingina av listaframsýningini THIS IS AN AMBIGUOUS FACE hjá Silju Strøm í Víngarðinum, at eg gjørdi mær nakrar tankar um stødd og týdningin av stødd av listaverkum. Ein vanlig orðing, ið verður brúkt í sambandi við list er, at verk eru “stór” ella at listafólk eru “stór” ella “størst”. Og sjálvt um talan eyðvitað er um myndamál, har lýsingarorðið “stórur” verður samheiti við “góður”, ið altso snýr seg um dygd, hugsi eg kortini, at ítøkiliga støddin av listaverkum í roynd og veru hevur týdning.

Pengar og list

Ein fitt søga, sum eg hoyrdi frá Zachariasi Heinesen snýr seg um mátan tey príssettu málningar fyrr í tíðini og sum heilt einfalt skuldi ganga út uppá at leggja hundraðkrónuseðlar um myndaflatan fyri síðan at telja hvussu nógv tað bleiv tilsamans og meta prísin út frá hesum. Soleiðis hugsi eg ikki tað verður gjørt longur. Samstundis sum peningavirði er nakað av tí mest eindimensionala, sum er til, er søluupphæddin, ið verður sett á listaverk, ofta úrslitið av fleiri ikki heilt ófløktum hugsanum, har atlit verða tikin til alt frá aldri á listafólkinum, staðseting, útbúgving, mongd av framleiddum verkum og so framvegis. Stór listaverk eru vanliga dýrari enn smá. Hetta kemst í ein ávísan mun av sjálvum tí fysiska arbeiðnum og kostnaðinum av tilfari osfr, men listarliga gevur hetta við at góðskumeta eftir stødd ikki altíð meining. Heilt nógv listafólk hava í øllum førum sagt mær, at eitt lítið verk kann vera ein minst líka stór avbjóðing sum eitt stórt verk. Hugsa vit t.d. um verk sum kenda kvinnuportrettið, Mona Lisa, hjá Leonardo da Vinci, so er tann málningurin merkiliga lítil, halda mong.

Smá verk draga okkum

Tá eg miðskeiðis í hálvfemsunum fór í gongd við at lýsa unga ættarliðið av listafólkum – tey vóru á leið javngomul við meg sjálva –  gjørdi eg m.a. eitt viðtal við listamannin Hanna Bjartalíð. Eg minnist hvussu hansara tá í tíðini rættiliga serstøku og óvanligu sjónarmið vóru beinleiðis kveikjandi fyri meg. Tá eg t.d. spurdi hann um møguligar fyrimyndir, evt tær stóru føroysku málarahetjurnar, kveistraði hann hesar til viks við at svara, at honum sum heild dámdi betur listakvinnurnar í føroysku listasøguni sum Elinborg Lützen og Ruth Smith. Í staðin fyri teir øgisligu, ekspressivu málningarnar hjá teimum gomlu málarahetjunum, helt Hanni Bjartalíð tær meira intimu smásøgurnar og umhvørviseygleiðingarnar hjá listakvinnunum. Listamaðurin gjørdi í hesum sambandi vart við, at serliga smá verk høvdu hansara tokka, tí hann føldi tey ikki eins intimiderandi og tey stóru. – Hesi smáu listaverkini draga okkum tætt at sær og skapa eitt serligt fjálgt og trygt huglag, helt hann.

123856302_378154263624025_3259854914194969696_n.jpg

Modernaði maðurin?

Tá vit hyggja at hansara smáu verkum, sum í løtuni hanga í Steinprenti saman við verkum hjá Bárði Oskarsson, er tað júst hetta, tey gera. Verkini hjá Hanna Bjartalíð eru serstakliga smá í vavi. Áskoðararnir koma heilt tætt upp at verkunum fyri at hyggja at detaljum í teimum. Talan er um hangandi standmyndir, relieffir ella eitt slag av samansettum kassum við figurum í. Mannagongdin hjá Hanna er altíð spælandi og spontan - tað byrjar við onkrum ávísum hugskoti, sum hann ofta finnur í tilfarinum í sjálvum træpettinum, sum hann tekur útgangsstøði í. Lítla fína fuglamyndin á framsýningini var til dømis í trænum frammanundan. - Eygað og skapið var har, eg skuldi bara skera tað fram, sigur Hanni Bjartalíð. Verkini hjá honum eru eins og smáar pallsetingar, ið viðmerkja absurdar og stuttligar løtur, men sum grundleggjandi eisini eru víðopnar fyri teim søgum, ið vit áskoðarar leggja í tær. Í einum lítlum hvítmálaðum kassa hongur ein lítil maður í bláari t-shirt og svørtum buksum. Heingistøðan hevur við sær, at bláa blusan verður strekt, so at búkurin kemur undan eins og var hann ein fimur spælandi smádrongur. Tað stuttliga og lætta í verkinum verður mótsvarað av álvarsliga andlitsbránum hjá manninum og hansara avmarkaða rásarúmi. Maðurin hevur hár og skegg eins og ein víkingur ella rokkari við einum ordans motherfuckeryvirskeggi, ið røkkur heilt niður á høkuna. Er hetta í veruleikanum ein lýsing av modernaða manninum, ið ikki heldur seg strekkja til? Følir hann seg fangaðan?

124170913_386908772762096_492398908611074151_n (1).jpg

Ljósmálningar

Á framsýningini hjá Heðini Kambsdal í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík vekja ikki minst teir smærru málningarnir áhuga. Eg havi enn bara sæð framsýningina endurgivna á fotomyndum, men tað sær spennandi út – ikki minst tveir málningar, ið báðir avmynda tað uttasta av einum mola, ið verður upplýstur av ljósinum frá einum lyktapela. Vit kenna einfalda, men hugfarsliga myndevnið frá t.d. Steffani Danielsen, eins og Marius Olsen eisini hevur gjørt fínar grafiskar myndir við sama myndevni, men Heðin Kambsdal hevur sín egna máta og stíl. Hetta eru koloristiskir ljósmálningar, sum lýsa og glógva við mótsetningslitum og ljósi í myrkri. Tann eini málningurin er rættiliga bláur meðan ljósið frá lyktapelanum skyggir gull. Hin málningurin er violettur við gulum ljósskyggjandi lyktapela. Báðir málningarnir eru smáir í vavi, men hava stórt árin og geva áskoðaranum eina kenslu av ugga og hita um so illfýsið er.

Listaligir bótamolar

Á framsýningini THIS IS AN AMBIGIOUS FACE, ið sum áður nevnt var orsøkin til hesar hugsanir um list og stødd, eru málningar, sum Silja Strøm hevur málað í coronatíðini. Hon hevur áður gjørt málningar, sum eru enn minni í vavi enn hesir, men av tí, at nýggju málningarnir eru ómetaliga fylltir av litum, skapum og innihaldi, so tykist myndarúmið lutfalsliga lítið og konsentrerað. Hesar myndir eru eins og listaligir bótamolar, sum tú í huganum kanst breiða út. Kenslan kemst helst eisini av, at myndaliðirnir eru javnsettir í myndarúminum. Í staðin fyri at brúka perspektiviska dýpd og eini harav fylgjandi hierarkiskari uppbýti av myndarúminum í forgrund, miðgrund og bakgrund, trokast allir myndaliðir saman á eini og somu flá. Áskoðarin hómar bæði nærleika og fremmandkenslu í eini mynd sum A Thoughtless Mouth ovast her, har persónarnir tykjast halda saman móti onkrari hóttan, ið kemur uttanífrá. Tey hyggja øll sama veg eftir onkrum, sum er uttan fyri myndakantin. Vit síggja ikki hvat, tey hyggja eftir, kanska coronahagtøl, kanska er tað okkurt heilt annað og møguliga stúra tey als ikki, men eru hinvegin vónrík? So universalar og fleirtýðugar eru myndirnar hjá Silju Strøm, at tær eru opnar fyri øllum møguligum tulkingum. Ein orsøk til, at mann hevur lyndi til at fata A Thoughtless Mouth tann sorgblíða vegin hevur møguliga við bláu litirnar at gera og so tað, at skapini tykjast eitt sindur niðurboygd og at tað, eg fati sum skýggj er málað við eini næstan akvarelkendari effekt, so at tey sýnast tung og regnvát. Sjálvandi er mín fatan av samtíðarlistini tengd at mínari egnu tíð og eini kenslu av, at vit øll nú bíða eftir hvat nú fer at henda. Myndin er fleirtýdd, hon er ljósareyð, mild og vøkur, men eisini regnblá og melankolsk. Sorgblíða bráið kemst ikki minst av dropunum  miðskeiðis á myndini. Teir eru cartoon-kendir, teknaði í einum øðrum stíli eins og symbol uppá dropar, regn ella tár, ið detta niður úr erva og eru hervið eisini við til at definera eina kenslu av hvat er upp og niður í myndini. Men so er tað, at myndaheitið punkterar melankoliina, tí hvat merkir tað? Ein tankaleysur muður er talan um eitt sorgfrítt andlitsbrá ella er tað onkur, sum hevur sagt okkurt, sum viðkomandi ikki skuldi sagt?

6BFCE6DA-9E36-453F-8BAF-6A31F2740CA2.jpg
4AC99B7B-7CCC-402D-8F43-CCC4BA79D137.jpeg

Tilfar

Tað eru í grundini so nógv av føroysku listafólkunum, sum hava arbeitt við smáum støddum. Til dømis hava bæði Marius Olsen og Anker Mortensen fingið nógv burtur úr smáum støddum. Marius Olsen er ein sannur meistari til at gera tættar, konsentreraðar grafiskar myndir, sum áskoðarin kann fáa stórar upplivingar av, tó at tær eru smáar. Eitt annað dømi er listprýðingin hjá Anker Mortensen á Glasi, sum er nakað heilt serligt og her verður ikki bara hugsað um teir fínu, ljósu og lutfalsliga stóru málningarnir, ið hanga upp gjøgnum allar hæddirnar í einari trappugongd, men eisini um nøkur heilt smá verk, sum mann kanska ikki uppdagar alt fyri eitt. Beint við eina lyft hongur til dømis eitt pinkalítið verk úr útskornum viði, ein lítilsverd, eyðmjúk og fjálg ikon, ið á so mangan hátt er øðrvísi enn flotti, kaldi glasbygningurin. Hetta er eitt lítið verk við stórum innihaldi og einum serstøkum ansi fyri materialiteti, ið sum frá líður er vorðin heldur sjáldsamur í almennum listprýðingum. Tí í slíkum prýðingum er talan ofta um verk, sum eru stór í vavi, men sum tíverri eru maskinframleidd av bíligum, kunstigum tilfari, av plastikki, plexiglasi plastfilmi o.t. Tað er spell, tí okkum tørvar haldgott, lívrunnið tilfar og handverk – eisini í listprýðingunum í nýggjum stovnsbygningum, sum fyri tað mesta eru gjørdir úr betongi og glasi.

IMG_0375.jpg

Hav og plastikk

Á stóru serframsýningini um havið í Listasavni Føroya eru bæði stór og smá verk, ið eru framleidd úr ymiskum tilfari og úr ymisligum tøkni. Her kann mann uppliva gamlar, siðbundnar málningar av bátum og skipum saman við installatiónslist úr m.a. menniskjahári. Og júst tað tilfarsliga hevur stóran týdning fyri Randi Samsonsen, sum í sambandi við eitt listauppihald í Norðurnoregi ynskti at brúka tað tilfarið, sum hon fann í umhvørvinum í síni listarligu verkætlan. Tá hon gekk niðri við sjógvin sá hon, at tey hava somu avbjóðingar við plastikkruski har um leiðir sum í Føroyum og hetta gjørdist grundarlagið undir hennara verkætlan PLASTIC DIALOGUES, ið fevnir um nøkur verk, har listakvinnan hevur bundið uppá ymiskt, m.a. einar gamlar, holutar gummihandskar og harvið umbroytt rusk til skroypiliga, vakra og fjálga list. Eitt lítið listaverk innast í horninum í framsýningarhølinum, sum vaksur í týdningi, tá tú varnast tað.

Andrias Høgenni fegnast um herðaklapp frá donsku filmsvinnuni

Andrias Høgenni.jpg

Stuttfilmurin Ikki illa meint hjá Andrias Høgenni hevur lagt eina týdningarmikla virðisløn undir seg aftrat -talan er um virðislønina fyri besta fiktiónsfilm frá Ekko Shortlist Awards 2020. Eg havi vent mær til unga filmsleikstjóran og spurt hvørt ein tílík virðisløn hevur týdning.

Andrias takkar og leggur stóran dent á hvussu takksamur hann er: - Eg eri sera takksamur fyri Ekko Shortlist virðislønina. Serliga tí at tað er ein bransju-virðisløn. Ekko er blaðið hjá donsku filmsvinnuni, og nógv tey flestu av teimum ið hava atkvøtt, koma haðani. Tað er deiligt at síggja, at tey hava atkvøtt fyri einum filmi á føroyskum, og eg síggi tað sum eitt tekin um áhuga fyri føroyskari filmsgerð.

KP: Ekko skrivar, at filmurin hjá tær prógvar, at ”filmur er listin hjá beinspennunum” – hvat meina tey við og ert tú samdur?

AH: Ein hvør filmur má berjast við veruleikanum, og hesin filmurin mátti upptakast undir fleiri umstøðum ið ikki vóru so lættar at arbeiða við. Tað merkir eisini at ein má taka ímóti teimum gávunum sum veruleikin gevur, og tað hava vit roynt at gjørt. Tí síggi eg teirra viðmerking sum eitt gott herðaklapp

Eg spyrji at enda hvat Andrias ger, um hann nú bara hvílir á laurberunum. Hann svarar, at hann arbeiðir við einum spælifilmi, har ætlanin er at byrja upptøkur í summar. Men fyribils fegnast hann um Ekko-virðislønina og ikki minst at fáa hana handaða av legendariska filmsleikstjóranum, Thomas Vinterberg (ið leikstjórnaði Festen, Submarino osfr.). Hjartaliga til lukku, Andrias Høgenni og blíðan byr. 

Speaking in Tongues - listarligt samskifti

126811698_1067040197051165_8965470029514005870_n.jpg

14.november læt framsýning hjá Jóhan Martin Christiansen og Hansinu Iversen við heitinum Speaking in Tongues upp í Møstings Hus í Keypmannahvn. Framsýningin verður opin inntil 20.desember í ár.

– ”Og jørðin var oyðin og ber, og myrkur var yvir frumhavinum, og Guðs andi lá á vøtnunum. Soleiðis ljóða nøkur av fyrstu orðunum í Halgubók, eftir at Guð hevur skapað himmal og jørð. Skapanargongdin kann mangan vera torfør at skilja, og endamálið við at skapa er kanska uppaftur torførari at fata. Tí hví skulu vit tað?” – Soleiðis leggur Theodor Eli Dam Olsen, theologur fyri í hugfarsliga tekstinum, hann hevur skrivað í sambandi við framsýningina, har hann greiðir frá tungutalu sum fyribrigdi, men eisini hugleiðir um íblástur og skapan við støði í Løgstrup.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at tey bæði at síggja til sera ymisku listafólkini, Hansina Iversen (f.1966) og Jóhan Martin Christiansen (f.1987) samstarva – tey gjørdu eisini saman framsýningina Lonely Hearts á Skipasmiðjuni Mest í Havn í 2018. Í sambandi við framsýningina Speaking in Tongues hittast tey tvey aftur, ein kvinna og ein maður, ein listamálari og ein listamaður, sum stoypir síni verk og ger installatiónir við tekstil- og video. Í videoverkinum, ið er gjørt til framsýningina, luttekur sjónleikarin Annika Johannesen.

Á framsýningini Speaking in Tongues skapa listafólkini samskifti millum einstøku verkini, ið sum heild gerast átøk eini stórari felags installatión. Framsýningin er stuðlað av Dansk-Færøsk Kulturfond, Grosserer L.F. Foghts fond, Mentanargrunni Landsins, Statens Kunstfond og Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

126469749_838277697000963_9122922518811758199_n.jpg
126255566_1244816959225040_4977774763854391390_n.jpg
126325047_741685729891500_1841627492450521920_n.jpg
126458392_228905831929880_6504545955250176395_n.jpg

Torbjørn Olsen ger ársins gávuprent til Steinbrá

DSCF2867.jpeg

Hesa árstíðina, nú stutt er millum stormarnar, dagarnar styttast og myrkrið sýgur niður yvir land og fólk, tá er gott at kunna boða frá, hvussu listin støðugt arbeiðir fyri ljósi og litum. Í Steinprenti hevur Torbjørn Olsen gjørt ársins gávuprent til limirnar í Steinbrá. Talan er um serstakliga litríkar myndir m.a. við útsýninum úr húsunum hjá Torbirni út yvir Havnina og Nólsoynna. Prentini eru málandi ekspressiv við lýsandi grundlitum, ið tendra av mótsetningslitum í eini ljómandi koloristiskari heild. Øll, ið hava rindað sítt limagjald, kunnu velja sær eitt av nýggju prentunum. Nýggir limir eru altíð vælkomnir at melda seg. Aðalfundur verður í Steinprenti 9.desember klokkan 15.

Steinbrá er sjálvstøðugt grafiskt áhugafelag, sum øll kunnu gerast limir í. Fyri limagjald fáast árlig gávuprent, sum eru gjørd á Steinprenti í Havn. Endamálið við Steinbrá er at stuðla virkseminum í Steinprenti. Tíggju ár eru liðin síðan grafikkfelagið Steinbrá varð stovnað, men árliga limagjaldið er framvegis tað sama, nevniliga 500 krónur fyri einstaklingar og 2000 krónur fyri virki, fyritøkur og líknandi.

Steinbrá hevur kontu í Norðoya Sparikassa 9865-1042496.

 

DSCF2841.jpeg
DSCF2858.jpeg

Havið - á framsýning í Listasavninum við næmingum á Glasi

126452805_2460184750949226_6874569912335581751_n.jpg

Fýra ferðir hvørt skúlaár hava vit á gymnasialum miðnámi á Glasi ein sonevndan blokkdag, tá vit hava høvið til at fara í dýpdina ella undirvísa á øðrvísi hátt enn annars, tí tá hava vit eitt og sama hold í somu lærugrein ein heilan dag. Í dag hevði eg sostatt myndlist allan dagin við einum blandaðum holdi í myndlist C. Vit løgdu fyri í Listasavninum, har Solveig Hanusardóttir Olsen greiddi frá fyrst um Listasavnið og síðani um serframsýningina, Havið. Næmingunum dámdi framsýningina og hildu frágreiðingina hjá Solveig vera sera áhugaverda. Tá vit aftur komu í Listastovuna á Glasi, var arbeitt av grimd. Vit endaðu vit at gera eina framsýning. Her eru nakrar myndir av tí, sum kom burturúr. Eitt verk er eftir Mikines og eitt annað gjørdi Randi Samsonsen - tit kunnu gita hvør gjørdi hvat, men restina gjørdu hesi:

Andrea Joensen, 20a, Annika Gunnleivsdóttir Isaksen, 20u. Barbara Hammer, 20u Bergljót Augustinussen, 20u, Birita Vatnsdal, 18n, Bjørt Natasja Næss Waagstein, 20a,Esther Maria Sjóstein, 20u, Fía Maria Karstinsdóttir, 20u, Jónas Paulason Olsen, 19ð, Jórunn Døgg Jørgensen, 18n, Krista Krossá Johansen, 20a, Poul Kjartan Højsted Horsdal, 18m, Rannvá Lovisa Lindudóttir Olsen, 20u, Rebekka Bjarnadóttir, 20a, Silas Tróndur Andersen, 20a, Silja Terjadóttir Nielsen, 20a, Sólja Lise Feldballe Hammer, 20u, Súsanna Lindberg Hansen, 20a, Tormóður Petursson Djurhuus, 17n, Tórunn West av Teigum, 20u.

126298694_132535091645178_5414326374100435280_n.jpg
126309783_1039394053196592_658520098908387516_n.jpg
126293058_2770430569940489_3507538370048802314_n.jpg
126341183_138292814301253_6295896068441427826_n.jpg
126459076_194912838782806_4619091885791929570_n.jpg
126295869_707351729897503_1749346091117341339_n.jpg
126420065_2962056247229658_5209001461111927663_n.jpg
126499171_830127617770125_833929477493951704_n.jpg
hetta.jpg
tormodur.jpg
126237921_1403341183383938_7206024829336778864_n.jpg
126212258_3386416261485381_581717924168300233_n.jpg

Tak, men ellers tak...

JacquesFranoisJoseph_Saly Frederik V.jpg

Forleden kunne man læse om en sand niddingsdåd, begået i København, hvor Jaques Francois Joseph Salys originale gipsbuste af kunstakademiets grundlægger, Frederik V, er fjernet fra sit podie og smidt i kanalen bag Charlottenborg Slot. Det blev gjort som en protest. Ak ja, den ungdom, den ungdom, tænker man og ryster opgivende og voksenmildt på hovedet for siden at bladre videre i avisen (på det tidspunkt lykkeligt uvidende om, at en voksen kunstner og institutleder på Kunstakademiet i København, Katrine Dirckinck-Holmfeld skulle tage ansvar for det skete). Det er nu ikke misdæderne, nærværende artikel handler om, det er dådens intentioner. Helt tilfældigt faldt jeg over en artikel om samme sag på nettet, hvor jeg med en vis forbløffelse kunne læse, at totalødelæggelsen af den kongelige buste er udført for bl.a. min skyld. Simpelthen. Ifølge aktionsgruppen fandt begivenheden sted i solidaritet med alle de kunstnere, studerende og mennesker over hele verden, der har måtte leve med efterdønningerne af den danske kolonialisme i US Virgin Islands, Indien, Ghana, Grønland, Island, Færøerne og Danmark. Undertegnede er færing og hermed en af dem, som aktionen er udført for. Jeg spekulerer på hvad efterdønningerne af kolonialismen handler om. Det er rigtignok sandt, at interessen fra dansk side for færøsk kunst og kunstnere har været sporadisk, at færøsk kunst er så godt som usynlig i Statens Museum for Kunsts udstilling og at der i fyrre år ikke kom nogen færøsk kunstner ind på Kunstakademiet, hvor man tilsyneladende slet ikke kunne komme over sine egne idiosynkrasier og derfor afviste en hel række enestående færøske kunstnere. Går vi længere tilbage i tiden, er der helt sikkert alle mulige problemer med dansk kolonialisme på Færøerne ligesom der også er en del positive ting, der senere hen er kommet ud af rigsfællesskabet, bl.a. har det kongelige kunstakademiet haft grundlæggende betydning for færøsk billedkunsts pionerer, Sámal Joensen-Mikines, Ingálvur av Reyni, Ruth Smith m.fl. Færøsk billedkunst har ikke ret meget mere end hundrede år på bagen og selv om færøsk kunst er fremragende på mange punkter - ikke mindst hvad angår samtidskunsten, så kan man på Færøerne godt savne at opleve billedkunst fra tidligere perioder end det tyvende århundrede. At komme til København for mig selv som ung studerende var overvældende - at opleve bygninger, skulpturer og bypladser, at fornemme de forskellige stilarter og forestille sig alt det, der er foregået de historiske steder. En af mine absolutte favoritbygninger i København er Vestindisk Pakhus, som jeg blev gjort bekendt med via tegneundervisningen på kunsthistorie. At opleve de storslåede rum med de dybe skygger og de over to tusind afstøbninger af skulpturelle hovedværker fra oldtidens Grækenland og Romerriget, fra renæssancen osv. Der var så fyldt op af skulpturer, at nogle af dem så ud til at være proppet sammen på hylderne, hvilket fik mig til håbefuldt at tænke, at de måske kunne undvære et par stykker. - Tænk, hvis vi havde bare en enkelt eller to af disse skulpturer på Færøerne og skolebørnene og vi allesammen fik lov til at opleve vores civilisations historie helt håndgribeligt gennem disse fantastiske skulpturer.

I Danmark har man lige p.t. en skulptur mindre; den er ødelagt for bl.a. min skyld og for mine landsmænd. Jeg vil allerhøfligst takke for tanken, men ellers tak! I stedet for at hælde skulpturer i havnen, vil vi meget hellere have dem herop til Færøerne.

m.v.h. Kinna Poulsen

skulptur.jpg


I´ll be back!

nolsoyarpáll.jpg

Svá mælti hann sjálvur Terminator á sinni, men hvat hevur tað við Nólsoyarpáll á myndini her omanfyri at gera? Jú, standmyndin er farin, avmonterað, tikin niður av plássinum, har hon hevur staðið í skjótt fjórðings øld. Millum manna er øgiligt kjak um niðurtøkuna og orsøkina ikki minst - at plássið skal gerast til ein skoytuvøll. Bæði estetikkur og politikkur verða blandað uppí kjakið av staðsetingini av standmyndini. Ósemja tykist valda um hvørt Nólsoyarpáll er ein sonevnd skúmisleiv, sjórænari ella ein evnarík og enntá humoristisk tjóðarhetja. Onkur heldur, at standmyndin skal til Nólsoyar, onkur annar, at hon skal setast á Skinnarasker og onkur triði skálkur heldur, at hon kann sendast til Klaksvíkar sum eitt slag av tiltrongdum mentanarligum menningarstuðli til útjaðaran. Hetta seinasta hugsi eg ikki vera neyðugt, tí júst Klaksvík hevur gjørt nógv burtur úr prýðing av almenna rúminum seinastu árini.

Tað besta við býarplássum eru standmyndirnar, ið við heilsanum úr síni samtíð ríka okkum nútíðina. Tað er í fínasta ordan, at gera nýggjar ætlanir fyri Vágsbotn og eitt sindur meira gjølliga definerað staðið sum eitt býarpláss. Eg dugi bara ikki at síggja hví tað ikki kann vera VIÐ standmyndini. Tað ber væl til at skoyta rundan um eina standmynd, í grundini mátti tað verið betri at havt okkurt at skoyta rundanum. Tað gera tey í so mongum býum.

Mong eru forharmað, tí tey hava vant seg til standmyndina og skyggjandi grønu bronsuna, ið forrestin tekur seg væl út móti teimum gomlu reyðu bygningunum í bakgrundini. -Hví hjálpir oss nú eingin Nólsoyarpáll sang Kári P á sinni, men í veruleikanum er eingin orsøk at stúra eftir sum, at standmyndaleysa støðan í Vágsbotni bara er fyribils. Í Degi&Viku nú hóskvøldið (12.nov.2020) greiddi býararkitekturin, Birita Wardum nevniliga frá, at tann avmonteraða standmyndin hjá Hans Paula Olsen av Nólsoyarpáll fer at koma afturíaftur. Tey vita ikki júst hvar, men tað verður í Vágsbotni, tí tað hevur listamaðurin ynskt. So dugi eg ikki at síggja nakra orsøk til ikki at seta standmyndina upp aftur júst har sum hon var. Hendan spektakulera, sera umdiskuteraða og útskeldaða, men seinni høgt elskaða standmyndin av einari nationalari klenodiu hevur eisini av sonnum uppiborið sítt pláss í Vágsbotni og skal vera verandi har! Hon sigur eina søgu um eitt tíðarskeið við stórari tjóðskaparkenslu, ið kom eftir, at Føroyar fóru á húsagang fyrst í hálvfemsunum og eftir hetta vóru spilt út í donskum miðlum. Vit skulu ikki taka standmyndir niður, men heldur seta nýggjar upp, sum ikki eru gamaldags minnisvarðar, men tíðarsvarandi verk.

Framsýningin hjá Silju Strøm í Víngarðinum er opin í vikuskiftinum

silja3.jpg

Víngarðurin er ein vínbarr, matstað og gallarí við skiftandi listaframsýningum, sum liggur mitt í Havn og sum er opið í vikuskiftinum frá klokkan 18- 24. Á framsýningini This is an Ambiguous Face eru seytjan málningar, sum Silja Strøm hevur málað í coronatíðini. Hesir málningar eru lutfalsliga smáir í vavi, tó at teir tykjast stórir, tá tú hyggur at teimum, kanska tí, at teir eru ómetaliga fylltir av litum, skapum og innihaldi. Henda serliga fyllta kenslan kemst helst eisini av, at myndaliðirnir eru javnsettir í myndarúminum. Í staðin fyri at brúka perspektiviska dýpd og eini harav fylgjandi stigvíst uppbýti av myndarúminum í forgrund, miðgrund og bakgrund, trokast allir myndaliðir saman á einari einstakari myndaflá.

Myndirnar á framsýningini snúgva seg um bæði nærleika og fremmandkenslu. Hetta sæst eitt nú á myndini, A Thoughtless Mouth I ið er avmyndað í erva - tað er eins og persónarnir halda saman móti onkrari hóttan, ið kemur uttanífrá. Tey hyggja øll sama veg eftir onkrum, sum er uttan fyri myndakantin. Vit síggja ikki hvat tað er, tey stúra fyri, kanska er tað coronahagtølini, kanska okkurt heilt annað og møguliga stúra tey als ikki, men eru hinvegin vónrík? So universalar og fleirtýðugar eru myndirnar hjá Silju Strøm, at tær eru opnar fyri øllum møguligum tulkingum. Eg hugsi, at ein orsøk til, at eg sjálv lesi myndirnar tann eitt sindur sorgblíða vegin er, at skapini tykjast eitt sindur niðurboygd og at tað, eg fati sum skýggj eru málað við eini næstan akvarelkendari effekt, so at tey sýnast tung og regnvát. Men sjálvandi er mín fatan av samtíðarlistini tengd at mínari egnu tíð og eini kenslu av, at vit øll nú bíða eftir hvat nú fer at henda. Ein vaccina er uppfunnin, har 9 út av 10 verða frísk - tað er fantastiskt, hugsi eg fjálturstungin og uha at vera tann 10. hugsar mín ólogiski heili samstundis sum tey í ræðsludyrkandi sjónvarpstíðindum tosa um okkurt serliga herviligt fuglakrím. Eg siti í sofuni og fái mær kaffi. Merkiliga mótstríðandi kensla at hava tað so gott og ikki mangla nakað sum helst og samstundis stúra so nógv. Myndin er fleirtýdd, hon er ljósareyð og mild og regnblá og melankolsk. Og ein orsøk til mína bláu og sorgblíðu fatan av myndin er sjálvsagt dropaskapini miðskeiðis á myndini. Tey eru cartoon-kend, teknaði í einum øðrum stíli eins og symbol uppá dropar, regn ella tár, ið detta niður úr erva og eru við til at definera eina kenslu av hvat er upp og niður. Men so er tað, at myndaheitið punkterar melankoliina, tí hvat merkir tað? Ein tankaleysur muður er talan um eitt sorgfrítt andlitsbrá ella er tað onkur, sum hevur sagt okkurt, sum viðkomandi ikki skuldi sagt? Eg veit ikki, men far tú og hygg! Í Víngarðinum er ókeypis atgongd og tað ber væl til at fara hagar at hyggja at listini uttan at drekka ella eta nakað (men hitt er stuttligari).

siljatár.jpg

Gentan í verðini út í danskari týðing

Gentan-í-verðini_Perma.jpg

Bókatíðindi eru komin frá Katrini Ottarsdóttir, ið boðar frá, at danska forlagið Lindhardt & Ringhof hevur gjørt avtalu við hana um at geva út skaldsøgu hennara "Gentan í verðini" á donskum. Danska útgávan av "Gentan í verðini" kemur í marts komandi ár.

Forlagið vendi sær til Katrina
Søgan er tann - altso ikki skaldsøgan, men søgan um donsku útgávuna - at bókmentaritstjórin á Lindhardt & Ringhof, Sune de Souza Schmidt-Madsen, í vár skuldi hjálpa dóttur síni við eini studentaskúlauppgávu, har hon skuldi viðgera stuttsøguna "Drengen i toget" eftir Katrina (úr donsku útgávuni av stuttsøgusavninum "Aftanáðrenn" frá 2016). Hann gjørdist so hugtikin av stuttsøguni, at hann straks skrivaði til Katrina og spurdi, um hon hevði nakað nýtt á beding.

Jú, tað hevði hon, eina skaldsøgu, men hon var upp á allar mátar nakað heilt annað enn stuttsøgan. Tað ger ongang mun, var svarið, send okkum nakrar kapitlar á donskum at lesa.

Eftir teir tveir fyrstu kapitlarnar vildu tey hava meiri, og áðrenn langt um leið, høvdu tey fingið eina ráumseting av øllum handritinum. Og teimum dámdi væl, so væl, at sáttmáli um danska útgávu nú er undirskrivaður.

Lindhardt & Ringhof er næststørsta forlag í Danmark. Av skaldskapi geva tey mest út danskar upprunabøkur, men tó onkrar umsetingar, eitt nú skaldsøgur hjá íslendska høvundinum Einari Mári Guðmundssyni.

Skaldsøgan
Skaldsøgan "Gentan í verðini", sum kom út á Sprotanum í september í ár, er um eina innhugsna havnargentu, sum er og ferðast hjá abbanum og ommuni. Gentan er stillfør og næstan "ósjónlig", men hon fær alt við og roynir sum best at skilja alt tað, sum tey vaksnu siga og gera, og hvat ið kanska er ella ikki er millum abban og gummuna, sum er arbeiðskona í húsinum. Og ikki minst alt tað, sum tann unga mostirin, ið býr heima, fortelur om sjeikar og smart klæðir og mangt annað áhugavert. Ein hugvekjandi og ofta skemtilig bók, har skyldskapur høvundans við Heðin Brú kagar fram av og á.

Útgávur og umstingar
Katrin hevur áður givið út yrkingsøvnini "Eru koparrør í himmiríki" (2012) og "Messa fyri einum filmi" (2015) og stuttsøgusøvnini "Aftanáðrenn" (2016) og "43 bagatellir" (2018). Fyrsta yrkingasavnið og bæði stuttsøgusøvnini eru útkomin á donskum (á forlagnum Torgard). "Eru koparrør í himmiríki" eru eisini givin út á enskum í USA, umsett av Matthew Landrum, og "43 bagatellir" komu í vár út á islendskum, umsettar av Aðalsteinni Ásbergi Sigurðssyni.

Katrin á bókadøgum
Týsdagin 17. november kl. 17 er Katrin á pallinum í Norðurlandahúsinum, har Theodor Eli Dam Olsen, prestur, hevur samrøðu við Katrina um bókini. Á sama tiltakið samrøður Ivan Niclasen við Jóanes Nielsen um hansara seinasat yringasavn "Rakkaljóð".
Katrin verður eisini við saman við øðrum rithøvundum á upplestrartiltakinum "Orðljós", sum Rithøvundafelagið skipar fyri mánakvøldið 16. november kl. 20.

Silja Strøm greiðir frá framsýningini

DSC_0003.jpg

Silja Strøm, sum í løtuni hevur listaframsýningina This face is ambiguous í Víngarðinum í Havn, var í mentanarsendingini Nón í dag, har Leif Láadal prátaði við hana. Hon greiddi m.a. frá, at hon ikki nýtir tað vanliga dýpdarperspektivið, men heldur breiðir síni myndevni um myndaflatan á einum einstøkum niveau. Og í staðin fyri, at myndin skal venda og lesast á ein ávísast hátt, so ber til at lesa tær úr øllum síðum - uppifrá - úr neðra - frá báðum síðunum - úr miðjuni. Alt ber til og sostatt kann móttakarin av myndini sjálv vera við til at definera søgugongdina í myndunum. Áhugaverda framsýningin, sum Silja Strøm tosar um í sendingini, kann síggjast í Víngarðinum fríggjadagin og leygardagin frá klokkan 18.00 til á midnátt. Lurtið her:

https://kvf.fo/non?sid=116157

silja.jpg


Speaking in Tongues

poster.jpg

Leygardagin 14.november letur felagsframsýningin hjá Hansinu Iversen og Jóhan Martini Christiansen, Speaking in Tongues upp í Møstings Hus, ið liggur á Frederiksberg í Keypmannahavn. Listafólkini hava bæði gjørt nýggj verk til framsýningina, m.a. hevur Hansina Iversen málað ein risastóran veggjamálning. Framsýningin er stuðlað av Dansk-Færøsk Kulturfond, Grosserer L.F. Foghts fond, Mentanargrunni Landsins, Statens Kunstfond og Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

Tíðindaskriv:

Vi glæder os til åbningen af udstillingen Speaking in Tongues af billedkunstnerne Jóhan Martin Christiansen & Hansina Iversen. Der afholdes ikke en traditionel fernisering, men begge kunstnere vil være tilstede i udstillingen både lørdag og søndag den 14 og 15 november fra kl. 11-16.

– Thi ånden svæver, hvorhen den vil over vandene –

Svævende mellem hvert sit kunstneriske udtryk og materiale, tager billedkunstnerne Jóhan Martin Christensen og Hansina Iversen udgangspunkt i, hvordan vi håndterer dialog og materialer i en kropslig, kulturel og åndelig forstand. I udstillingen kan man bl.a. opleve værker, der stiller sig i skæringspunktet mellem maleri og skulptur, fladen og det rumlige.

Det indledende citat refererer til andet vers i 1. Mosebog og stammer fra en tekst af teologen Theodor Eli Dam Olsen, skrevet specifikt til den aktuelle udstilling.

Udstillingstitlen Speaking in Tongues henviser til en sprogform, tungetale, bestående af uforståelige lyde, hvor talen når et ekstatisk og åndeligt punkt. Titlen understreger et kropsligt og taktilt aspekt af udstillingen, hvor kunstnernes dialog ikke blot omhandler en sproglig forståelse men en fælles erfaring gennem sanserne.

På baggrund af denne erkendelse har kunstnernes værkskabelser taget form af en undersøgelse af muligheder og begrænsninger i deres konkrete samarbejde.
Udstillingens grundlag er mødet imellem to kunstnere, der har hvert sit udgangspunkt, er fra hver sin generation, er mand og kvinde, men som sammen har fundet et fælles ståsted ved at engagere sig i og sanse hinandens værker.

Værkerne tager form af maleriske skulpturer, eller måske skulpturelle malerier, samt et større videoværk produceret specifikt til Møstings Hus. Til udstillingen vil allerede producerede værker stå i samspil med værker, der skabes under opsætningen, hvor Jóhan Martin Christiansen og Hansina Iversen, som ved en performance, træder ind og ud af hinandens kunstneriske processer og sammen skaber en række værker, der i Møstings Hus’ intime rammer vil tage form som én samlet installation.

Udstillingen er støttet af Dansk-Færøsk Kulturfond, Grosserer L.F. Foghts fond, Mentanargrunnur Landsins, Statens Kunstfond, Uttanríkis- og mentamálaráðið.

Samrøður um mjørka - Hansina Iversen

hansina.jpg

Í sambandi við framsýningina Samtaler om tåge hava vit gjørt stutt viðtal og presentatiónir av ymiskum verkum og listafólkum. Hetta er bæði hugsað sum eitt slag av appetizer og reklamu fyri framsýningina, ið verður hangandi inntil 21.februar 2021, men er eisni gjørt til tey mongu, sum ikki sleppa út á framsýningar o.a. orsakað av covid-19. Í hesum filmsbrotinum tosi eg við Hansinu Iversen um hennara arbeiðshátt og um verkini, hon gjørdi til framsýningina.