VIKUYRKINGIN 2

vikuyrk2.jpg

Vikuyrkingin er heiti á einum teigi í Dimmalætting, har Bergur Djurhuus Hansen og Kinna Poulsen hvørja viku velja eina yrking, ið á onkran hátt er áhugaverd. Ongar avmarkingar eru í úrvalinum annað enn, at yrkingarnar skulu vera úr okkara samtíð ella vera samtíðarligar - tað kunnu eisini gamlar yrkingar vera. Aftrat yrkingini kemur ein mynd – hetta kann vera eitt myndlistaverk ella okkurt annað, sum møguliga hóskar saman við orðunum í yrkingini. Vikuyrkingin hesa ferð er úr nýggja savninum hjá Jóanesi Nielsen, Rakkaljóð (2020). Identifikatiónin við tey útihýstu og burturtagdu er innilig í yrkingini rakkaættingi, har yrkjaraegið og skriftin renna saman við landslagið, sum tey eru sprottin úr. Myndin er eitt prent hjá Svend-Allan Sørensen, sum hann hevur framleitt í Steinprenti.

rakkaættingi

hvessi mær pennin móti helluni
upprunaliga
vóru vit havsins rakkar

ást mín er sølt
støðugt
grør rúður á kletti

so koma nýggjársdagarnir
á glasvekt
verður mett um sálarinnar tyngd
síðani rísnar reyða vón slitmansins
í kjalarvørrinum
deyðin

summi gerast fuglaføði
kanska perlur á havsins botni
onnur balstýrigir skýstólpar
ella vesalligi andadrátturin í munninum á flugu

eri framvegis rakkaættingi
ást mín er køld
salta hellan
tærir pennin