Hann verður enn neymdroppaður ofta og nógv og tað er væl skiljandi, tí William Heinesen er áhugaverdur á so mangan hátt sum skaldsøguhøvundi, yrkjari, myndlistamaður, brævskrivari, ummælari og kurator. Í fjør feiraðu vit hansara føðingardag við einari av fínu yrkingunum, sum hann hevur skrivað. Í ár við einum broti úr eini blaðgrein ásannandi hvussu stórur tørvurin er á kritiskari viðgerð á listaøkinum. Greinin hjá Williami Heinesen stóð í Fiskimannablaðnum (!) Nr.7 1956 undir heitinum Listamaðurin og áskoðarin, og eg havi lisið hana í William ummælir fagrar listir á síðu 126, WH lýsir triviallistina soleiðis við poliskum pokerface, sum mangan vísir seg at vera neyðugt í føroyskari listviðgerð: “Ynskir tú at eiga eina mynd t.d. av Eiði, Trongisvági ella Havn, vil ein sovorðin naturalistisk mynd endurgeva tað, tú hevur sæð og minnist, nógv betur enn eitt vanligt fotografi, nógv meira fjálgt og livandi. Sovorðnar myndir rópa menn ofta við einum fronskum orði “souvenirs” - áminningarmyndir..” .