Outi Martikainen í Norðurlandahúsinum

143261885_3738067512954145_8997819805422094633_o.jpg

Mánadagin 1.februar og trettan dagar fram framsýnir finska listakvinnan, Outi Martikainen í Norðurlandahúsinum. Hon er útbúgvin tóvirkislistafólk og ger verk, sum bæði eru siðbundin og visuel.

Í Presage, ið er úr eini røð við trimum landsløgum, kannar listafólkið ymiskar støður á sama staði: Eitt landslag við eitt vatn. Har verður lufttættleikin, luktir, árstíðir, litir og samrøður við mammuna hjá listafólkinum skrásett.

Hetta sigur listafólkið um verkið:

“ Fyri at gera dygdina á einum landslagi um til eitt vovið listaverk, havi eg nærlisið hvussu til ber at fáa mildu rørslurnar, skygni og ljósið inn í eitt vovið tóvirki. Til endamálið havi eg funnið skyggjandi tógv. Ikki er tørvur á káplum og stungudósum, tí yvirflatan endurspeglast av ljósinum rundan um”

Fyri at geva verkinum samvirknar (interaktivar) møguleikar, hevur listakvinnan samstarvað við teldumannin, Aapo Rista. At síggja verkið gjøgnum eina LED-masku, gevur áskoðaranum eina kenslu av rørslu og skiftandi umstøðum í landslagnum.

Klæði
List, íð nýtir tóvirki, er sjálvandi ikki neyðtúrviliga meira evnislig enn so nógv onnur list, men tað evnisliga og sansaliga - vond, bygnaður, glansur, broyskni og mjúkleiki - tykjast meira avgerandi, meira átrokandi. Tá tað evnisliga gerst miðdepilin, so ger listaverkið vart við sína innantómu tilveru sum lutur, sum eitt ting. Hetta kann elva til at spurningar verða settir við vanligar fatanir um list. Fatanin av at listaverk onkursvegna eru hevja yvir lutir. Fatanin av at list er lítið verklig, at hon ikki hevur nýtsluvirði, at hon rætt og slætt ikki eigur at kunna nytast. Í 2020 og í 2021 varpar Norðurlandahúsið ljós á og fagnar list, sum nýtir tóvirki.